SMÁKYKT OG FLOGKYKT

Klikka á myndina og síggj hana í fullari stødd. Myndatekstur sæst við at peika á myndina við músini

Firvaldar

Morsnigil Leopardsnigil Flatmaðkur

Sniglar

Eiturkoppar

Blóðmotta

Humla

Vespa

Silvurkykt

Lærlitt loðmýggj

 

 

DK Væksthusgræshoppe Tachycines asynamorus

Tachycines asynamorus Tachycines asynamorus

Funnin livandi í innfluttari vøru 29.10.2024

Les meira her


Sulisyringophilus jenskjeldi n. sp.

Sulisyringophilus jenskjeldi n. sp.

Her síggja tit fyri fyrstu ferð eina mottu við navninum Sulisyringophilus jenskjeldi n. sp
Jens-Kjeld er enn einaferð uppkallaður
Tað er ikki hvønn dag, at man verður uppkallaður innan granskingarheimin; men hetta er aðru ferð, at Jens-Kjeld fær tann heiðurin.
Mottan, sum ongantíð er skrásett fyrr, er nýggj fyri verðina. Hon varð funnin í haminum á eini súlu (Morus bassanus), sum J-K hevði liggjandi í frystaranum. Hesin hamurin varð saman við ymiskum øðrum fuglahamum sendur til Simon Harder, sum er serfrøðingur innan økið, og umframt hesa mottuna, fann S. Harder eina aðra mottu, sum eisini er nýggj fyri verðina. Harumframt vóru 2 aðrar mottur funnar, sum ongantíð fyrr eru skrásettar í Europa.
Tað sigur seg sjálvt, at tá tilfarið er so spennandi, so er tað eisini lætt at finna serfrøðingar innan økið, sum meira enn fegnir vilja stuðla granskingini.
Etymology: This species is named in the honour of Jens-Kjeld Jensen, the renowned Faroese ornithologist, naturalist and taxidermist.

Les greinina

Jens-Kjeld Jensen

Artist: Jens Klæmint Jacobsen

(DK) Orientalsk kakkerlak Blatta orientalis

Blatta orientalis Blatta orientalis

17.07.2024 varð hesin orientalski kakkerlakkurin funnin í Havn. Hann er komin til landið við innfluttari vøru. Hetta er - so vítt vit vita, fyrsta skráseting av orientalskum kakkerlakki í Føroyum.

Lundalús Ixodes uriae

Ixodes uriae Ixodes uriae

Fyrradagin – 27.06.2024, eftirlýsti Jens-Kjeld lundalýs (Ixodes uriae) til eina nýggja DNA granskingarætlan, og 24 tímar seinni hevði hann 2 snúseskjur við tilsamans 134 lundalúsum, sum Samson R. Samson hevði savnað saman í Urðini á Viðareiði. Hetta má verða eitt met og eitt framúr gott dømi um, hvussu umráðandi tað er at hava eitt gott netverk, og um hvussu týðandi ágóðin av Citizen science í veruleikanum er.


(DK) Tiplettet mariehøne Adalia decempunctata

Adalia decempunctata Adalia decempunctata Adalia decempunctata

01.05.2024 fann Turið Magnussen hesa mariuhønuna á eini laurberjaplantu heima hjá sær. 5- 7- og 14 plettutar mariuhønur eru skrásettar í Føroyum fyrr, men hetta er fyrstu ferð, at ein 10-plettut er skrásett.
Hendan er vanlig í til dømis Onglandi.


"Egyptisk ongspretta" Anacridium aegyptium

Anacridium aegyptium

Anacridium aegyptium Anacridium aegyptium Anacridium aegyptium

Enn ein lekkur steik komin til landið!
Hesa funnu Gorm Niclassen og Poul Fannar Mittelstein 07.01.2024 á gearkassanum í einum bili, sum kom úr Turkalandi seinasta summar. Ein onnur av sama slag varð funnin í Fuglafirði 10.03.2023, og 06.02.2024 var ein triðja av sama slag funnin í Tórshavn. Allar eru funnar livandi.
Egyptiska grashoppan hevur stríput eygu.

Skolopendari Chilopoda

Skolopendari / Chilopoda Skolopendari Chilopoda

"Hetta gekk á vegginum heima hjá mær" - ja, tað vóru boðini, tá eg fann glasið á trappuni hjá okkum í Tórshavn um miðjan december 2023.

(DK) Australsk kakkerlak Periplaneta australasiae

Periplaneta australasiae Periplaneta australasiae Periplaneta australasiae

Funnin í Tórshavn 11.03.2023. Okkum vitandi er hetta fyrstu ferð, at hetta slagið er funnið í Føroyum. Hann er helst komin til landið við matvørum.

Les nærri um australskan kakkerlak


Blaðvespa Nematus ribesii 

Nematus ribesii  Nematus ribesii  Nematus ribesii 

Ormveran í miðjuni á tí fyrstu myndini er helst ein frostspannari Operophtera brumata

Blaðvespan Nematus ribesii legst á ribs og stikkulsberjarunnar og hevur verið ein stór plága síðan hon kom til landið í umleið 2003. Tey seinnu árini hevur hendan blaðvespan spjatt seg yvir meginpartin av landinum.


Blaðvespa Nematus pavidus

Nematus pavidus Nematus pavidus Nematus pavidus

Blaðvespan Nematus pavidus hevur verið í Føroyum síðan umleið 2003. Hon legst mest á píl.

Nematus pavidus

Nematus pavidus Nematus pavidus Nematus pavidus

Nematus pavidus

Sandur, Sandoy 22.07.2023

Leyvteka Elasmostethus interstinctus 

Elasmostethus interstinctus

12.09.2022 fann Dánial Jespersen hesa leyvtekuna uttandura í Tórshavn.

Kongsfirvaldur Agrius convolvuli (Linnaeus, 1758) (No 6828)

Agrius convolvuli Agrius convolvuli Agrius convolvuli

Kinna Úr Dímun fann hendan flotta kongsfirvaldin Agrius convolvuli á rennibreytini 07.09.2022. Hann var livandi, tá hon fann hann, men doyði stutt aftaná.
Veingjarbreiddin hjá kongsfirvaldi er millum 80–105 mm. Fyrr kundi hann hendinga ferð koma til Føroya frá leiðum sunnan fyri Sahara, og tá vóru veingirnir á honum sera slitnir; men í takt við at Sahara bara gerst størri og størri, hendir tað nokk ikki meira. Teir sum koma hendan vegin í dag, koma helst frá londum við Miðjarðarhavið.
Kongsfirvaldur sæst nakrar fáar ferðir í Føroyum á hvørjum ári.

Tit kunnu lesa um kongsfirvald á síðu 87 við at trýsta á her


Kongsfirvaldur Agrius convolvuli (Linnaeus, 1758) (No 6828)

Agrius convolvuli

Soleiðis sær kongsfirvaldurin vanliga út

Agrius convolvuli Agrius convolvuli

Ein sera slitin kongsfirvaldur

Hendan sera slitna kongsfirvaldin Agrius convolvuli fann Lív Jacobsen av Glyvrum í Sandvík 15.08.2021. Hann má hava neyðlent á sjónum, tí hann hevði eingi flus eftir á veingjunum. Hann er síðani skolaður upp á land.
Ein danskur entomologur var í Nólsoy, tá myndirnar av firvaldinum vórðu tiknar, og hann segði seg ongantíð hava sæð ein so slitnan kongsfirvald fyrr.
Kongsfirvaldur sæst nakrar fáar ferðir í Føroyum á hvørjum ári.


Arctocorisa carinata (C.R. Sahlberg, 1819).

Arctocorisa carinata

Arctocorisa carinata Arctocorisa carinata Arctocorisa carinata

Hanna Joensen & Jens-Kjeld Jensen
Hanna Joensen & Jens-Kjeld Jensen

Tá vit vóru í Søltuvík 09.08.2021 sóu vit eina gula teku svimja í einum vatni. Hanna Joensen fangaði tekuna, og Jens-Kjeld koyrdi hana í eitt glas við vatni úr vatninum og bar hana síðani til Nólsoyar; men hon var tíverri deyð dagin eftir. Vit hava ongantíð sæð tílíka teku fyrr, so vit spurdu Leivur Janus Hansen, og hann eyðmerkti slagið fyri okkum.


Cariblatta cf lutea kakkerlakkur á orkidé

Cariblatta_cf_lutea

Cariblatta_cf_lutea Cariblatta_cf_lutea Cariblatta_cf_lutea

Keypi eina "sprelllivandi" orkidé
Seinastu 14 dagarnar hava vit fingið livandi Cariblatta cf lutea kakkerlakkar av 2 ymiskum orkidéum. Tann fyrru fingu vit sendandi frá Honnu Joensen, Sandoy, og tann seinna fingu vit inn um dyrnar frá Niels Th. Pedersen, Vestmanna, fyrradagin.
Tórshavn 14.06.2021: Sanniliga er hann vakur.

(DK) Fjortenplettet mariehøne Calvia quatuordecimguttata

Calvia quatuordecimguttata Calvia quatuordecimguttata

Tað kriblar og krablar í jólaprýðinum

Tá Rodmund á Kelduni 24. apríl 2021 fór at rudda eitt gravstað í kirkjugarðinum í Sørvági, fann hann eina brúna (DK) fjortenplettet mariehøne Calvia quatuordecimguttata í eini jólakurv, sum varð sett á gravstaðið í december 2020. Hendan mariuhønan er bara 4-5 mm long og finst í øllum Europa og heilt yvir til Japan. Hon er innslødd í USA. Rodmund fann eisini 2 trantklukkur í tí somu kurvini. Øll kyktini vóru livandi.

Hetta er eitt gott dømi um, hvussu seiglívaði mong kykt eru, sum koma til landið, tí hóast allan frostin í apríl, hava hesi hórað undan, uttan nakran trupulleika...

Xylotrechus rusticus (Linnaeus, 1758)

Xylotrechus rusticus Xylotrechus rusticus Xylotrechus rusticus

Xylotrechus rusticus

Hendan flotta hon klukkan varð funnin innandura í Sandavági 19. apríl 2021. Hon er komin við vøru til Føroyar

Les um hana her


Dk. Kamelhalsflue (hópur) Raphidioptera

Dk. Kamelhalsflue Dk. Kamelhalsflue

Hesa fann Hansina Brekkstein innandura á Velbastað 29.01.2021

Les um kyktið


Blaðlús Cinara confinis

Cinara confinis Cinara confinis Cinara confinis

Hesar vórðu funnar í Vestmanna 06.01.2021. Tær vóru um tað heila og stavaðu helst frá jólatrænum, sum var koyrt út við tað sama. Hetta er fyrsta skráseting av hesi blaðlúsini í Føroyum, men helst hava tær verið her í nógv ár. Tær liva á nálatrøum sum til dømis jólatrøum og baraldi.

Les um hana her


Orgyia antiqua

Orgyia antiqua

Orgyia antiqua Orgyia antiqua Orgyia antiqua Orgyia antiqua

Tórshavn 12.09.2020

Hendan firvaldamamman av slagnum Orgyia antiqua kom inn um dyrnar 12.09.2020. Hon var funnin uttandura í Tórshavn. Hetta er ein vakur firvaldur, sum ikki er skrásettur í Føroyum fyrr. Honin hevur nakrar evarska lítlar veingir, og fær ikki flogið, so hennara lív hevur bert eitt endamál - at seta so nógvar ungar í verðina sum gjørligt, meðan hannurin flákrar runt. Tá reiðrið er fult, doyr hon.

Hann, sum kom við firvaldahonini, hevði tikið hana av spunahylkinum, so neyðardýrið lá og helt um ein vatt-tott, í staðin fyri at balla tey umleið hundrað eggini, sum lógu á spunahylkinum (mannfólk hugsa ikki). Fyrst helt eg, at mamman var deyð, men tá eg so setti hana niður aftur á spunahylkið, kvikaði hon sær yvir til eggini, og fór at hampa um bólið. Eg helt, at har vóru 32 egg; men tá mamman hevði lagt øll eggini saman, vóru í minsta lagið hundrað. Og nógv løgdust aftrat komandi 2 dagarnar.
Náttúran blívur við at taka okkum av bóli.

Orgyia antiqua Orgyia antiqua

Nólsoy 14.09.2020

Meira um firvaldar


DK. Rød Skivebuk Pyrrhidium sanguineum (Linnaeus, 1758)

Pyrrhidium sanguineum Pyrrhidium sanguineum

01.06.2020 fann Nicolaj Falck hesa flottu klukkuna inni hjá sær í Nólsoy. Hetta er fyrsta skráseting av Pyrrhidium sanguineum í Føroyum. Hon er helst komin til landið við onkrari vøru.

Les um rød skivebuk


Brún leyvklukka Chrysolina staphylaea

Chrysolina staphylaea

Andrea Klemmentsen, Tórshavn, fann hesa deyðu brúnu leyvklukkuna á síni troyggju í februar 2020

Chrysolina staphylaea

Chrysolina staphylaea Chrysolina staphylaea Chrysolina staphylaea

30.10.2020 funnu børnini og Valborg Gulklett hesa flottu brúnu leyvklukkuna Chrysolina staphylaea í stovuni Innara Vættralund í dagstovninum Lítliskógur í Tórshavn. Brún leyvklukka er ein vanlig føroysk klukka, sum flestu okkara ongantíð hava sæð.


Bustsilvurkykt Ctenolepisma longicaudata (Escherich, 1905)

Ctenolepisma longicaudata

Elisabet Thomsen, Sunnvør í Kongsstovu, Hans Atli Dahl og Svein-Ole Mikalsen skrivaðu í 2019 greinina "Ctenolepisma longicaudata (Escherich, 1905): a common, but previously unregistered, species of silverfish in the Faroe Islands". Greinin vísir, at bustsilvurkykt er sera útbreitt um Føroyar, og tað er nýggj vitan fyri okkum øll.

Les greinina

Bustsilvurkykt má hava verið í Føroyum í fleiri ár, tá man sær hvussu nógva staðni tað er skrásett á kortinum í greinini hjá Elisabet.

Nú í februar 2020 stóðu tvær greinir  í “Videnskab.dk” um bustsilvurkykt, og hóast tað er eitt nýtt kykt í bæði Danmark og Noregi, verður tað mett at vera invasivt, tí tað breiðir seg alla staðni.

Bustsilvurkykt verður nokk ongantíð tann heilt stóra plágan í einum vanligum húsi, men um man hevur nógvar bøkur - sum til dømis á bókasøvnum, landskjalasøvnum og líknandi, kann tað elva til óbótaligan skaða. Vanligt silvurkykt heldur til í baðirúmum og líknandi, meðan bustsilvurkykt fer um alt húsið.

Um Føroyar høvdu nakran svartalista, sum onnur framkomin lond, hevði bustsilvurkyktið sjálvandi staðið á honum; men ein sovorðin listi finst ikki í Føroyum.

Les greinina: Skægkræet kommer: Nyt skadedyr til fare for arkiver og museer

Les greinina: Bekæmpelse: Hvordan slipper jeg af med skægkræ?

Les greinina um silvurkykt, sum stóð í Frøði nr. 2 frá 2017


Phymatodes testaceus

Phymatodes testaceus Phymatodes testaceus

06.05.2021 fangaði Heðin D. Poulsen hesa flottu klukkuna av slagnum Phymatodes testaceus í einum vindeygakarmi heima hjá teimum í Tórshavn. Hon er møguliga komin inn í húsið í einum blómutyssi ella við viði. Hetta er 9 ferð, at hetta klukkuslagið er skrásett í Føroyum.

Phymatodes testaceus Phymatodes testaceus

Ein kona fann hesa flottu klukkuna innandura í Tórshavn 06. november 2019. Dánial Jespersen syrgdi fyri, at vit fingu hana.

Drekatyril Anax (Hemianax) ephippiger

Drekatyril (Anax (Hemianax) ephippiger) Drekatyril (Anax (Hemianax) ephippiger) Drekatyril (Anax (Hemianax) ephippiger)

Seinast í september 2019 fangaði Gunnar Andreasen hendan flotta hon drekatyrilin Anax (Hemianax) ephippiger í Vági í Suðuroy. Hetta er fjórðu ferð, at ein drekatyril av hesum slag er funnin í Føroyum.
Vit vita um 3 aðrar drekatyrlar av sama slag, sum vórðu sæddir í Føroyum í 2019; men vit kunnu ikki prógva tað við nakrari mynd ella líknandi.

11. januar 2019 varð ein hon drekatyril av slagnum Orthetrum cancellatum fangað á einum bilverkstaði í Tórshavn, men eftir sum tað var á hávetri, og hetta slagið av drekatyrli ikki vanliga ferðast millum lond, má hesin vera komin til Føroyar í einum bili.

Tistilfirvaldur Vanessa cardui (Linnaeus, 1758) (No 7245)

Vanessa cardui (Linnaeus, 1758) (No 7245)

Vanessa cardui (Linnaeus, 1758) (No 7245) Vanessa cardui (Linnaeus, 1758) (No 7245)

Vanessa cardui (Linnaeus, 1758) (No 7245) Vanessa cardui (Linnaeus, 1758) (No 7245) Vanessa cardui (Linnaeus, 1758) (No 7245)

Sandur & Mølheyggjarnir 17.06.2019
17.06.2019 byrjaði ein sonn innrás av tistilfirvaldum Vanessa cardui um ein stóran part av landinum. Nakrir admirálar vóru eisini við í innrásini. Vit vóru mitt í rokanum, tá Mølheyggjarnir í Sandoynni mest sum gjørdust livandi av flákrandi og troyttum veingjum. Tistilfirvaldarnir vóru serliga at síggja í seyðasmærunum.
Seinasta stóra innrásin av tistilfirvaldum var fyri 10 árum síðani, ella 30. mai 2009.

Les meira um tistilfirvald


Blóðmottur Ixodes
Ixodes
Blóðmotta á ljóðhinnuni

Tórshavn 12.05.2019

Tá ein 9 ára gamal smádrongur í Connecticut, USA hoyrdi okkurt grava og manerera í oyranum á sær, fóru foreldrini til lækna við honum. Les nærri

Læknin gjørdist ikki sørt skakkur, tá hann sá, at ein blóðmotta hevði bitið seg fasta í ljóðhinnuna/trummuhinnuna. Blóðmottan var av slagnum Dermacentor variabilis, og hon er ikki funnin í Føroyum (enn).

Men næstu ferð hendir hetta kanska í Føroyum, tí longu í 2005 sat ein blóðmotta av slagnum Ixodes ricinus á oyranum á einum 6 ára gomlum dreingi í Fuglafirði. Tað kunnu tit lesa um her

Skógarmottan breiðir seg um allar Føroyar, og hon breiðir seg serliga skjótt í Havn. Ein av orsøkunum kann vera innflutta rullugrasið, sum Tórshavnar kommuna brúkar uttan himpr, meðan hon sigur seg bíða eftir, at Náttúruverndarlógin verður samtykt.
Jens-Kjeld Jensen og Gunvør Balle í Kvf. 06.09.2018
Tróndur Leivsson í Kvf. 07.09.2018
Øll vita, at skógarmottur eru í grasi, sum Shahin Gaiini eisini segði í eini tíðindasending í útvarpinum. Tí er tað tað reina galimatis ikki at banna øllum innflutningi av rullugrasi. Vil man brúka gras, ber til at sáa tað ella skera flag í Føroyum.

Her er ein tráður av facebook

Sum øll vita, er nýggja Náttúruverndarlógin ikki samtykt enn, og vit vita longu um eina konu, sum hevur verið hjá lækna fyri at taka eina skógarmottu av beininum, so verið ansin!

Um nú onkur av okkara politikarum varð bitin, og kanska lammaðist, hendi kanska okkurt; men soleiðis má man væl ikki hugsa ...?

Her ber til at lesa meira um tær ymisku blóðmotturnar í Føroyum


Týsk vespa Vespula germanica

Vespula germanica

Vespula germanica Vespula germanica Vespula germanica

14. februar 2019 fangaðu nøkur børn hesa týsku vespudrotningina Vespula germanica uttan fyri skúlan á Viðareiði.

Hetta er fyrstu ferð, at hetta vespuslagið er funnið í Viðoy, og hetta er eisini óvanliga tíðliga á árinum. Vit vita bert um eitt stað, har Vespula germanica ynglaði í 2018, og tað var í Klaksvík.


Leptoglossus occidentalis

Leptoglossus occidentalis

Leptoglossus occidentalis Leptoglossus occidentalis Leptoglossus occidentalis

Fyrsta amerikanska Leptoglossus occidentalis tekan varð funnin av Pætur M. Dahl í Tórshavn 17. december 2016. Síðan fann Janus Hansen eina í Tórshavn í 2018. Hesa avmyndaðu fekk eg frá Snæbjørn Hansen 04. februar 2019 - og hon varð eisini funnin í Tórshavn.

Leptoglossus occidentalis stavar úr Amerika, og seinastu 30 árini hevur hon breitt seg um meginpartin av Europa. Tí er hon millum annað komin á tann norska svartalistan. Leptoglossus occidentalis kann gera stóran skaða á nálatrø, og innandura kann hon gera stóran skaða á PEX-vatnrør.


Elasmucha grisea

Elasmucha grisea'

Elasmucha grisea Elasmucha grisea Elasmucha grisea

29. december 2018 fingu vit eina fimm- og eina sjeyplettuta mariuhønu frá Guðrið Hentze, Hvítanes. Haraftrat fingu vit eina teku (DK) “almindelig birketæge” Elasmucha grisea, sum ikki er skrásett fyrr í Føroyum. Mariuhønurnar og tekan vóru allar funnar á innflutta jólatrænum hjá Guðrið.
Elasmucha grisea kann yngla í Føroyum, tí hon livir norðaliga í Skandinavia.


DK. Tysk kakerlak Blattella germanica (Linnaeus).   
Tórshavn 29.10.2018

Blattella germanica

Blattella germanica Blattella germanica Blattella germanica

"Týskur kakerlakkur" við eggjahylkinum hangandi afturúr. Tíverri síggjast týskir kakerlakkar oftari og oftari í Føroyum.

Les um týskan kakerlak


"Fimmplettut mariuhøna" Coccinella quinquepunctata (Linnaeus, 1758)

Coccinella quinquepunctata (Linnaeus, 1758) Coccinella quinquepunctata (Linnaeus, 1758) Coccinella quinquepunctata (Linnaeus, 1758)

27.10.2018 gekk hendan “fimmplettuta mariuhønan” í køkinum hjá Shailu Engskær í Hoyvík.
Hetta er fyrsta skráseting av "fimmplettutari mariuhønu" í Føroyum.

Mariuhønan er helst innflutt til Føroya við grønmeti úr Suðureuropa.


Grindalokkur Tipulidae

Tipulidae

13.10.2018 fleyg ein heilur herur av hesum sera vøkru grindalokkunum rundan um okkara útilykt í Havn. Hesin fleyg inn um dyrnar og eg fangaði hann, áðrenn kettan fekk klørnar í hann.
Hann situr nú so penur á Náttúrugripasavninum.
Vit kenna ikki slagið, og hava ongantíð sæð hendan fyrr.

Trantklukka Curculionidae

Curculionidae Curculionidae Curculionidae

12.10.2018 fann Markus Carlsson hesa sera vøkru trantklukkuna í einum pakka av italienskum víndrúvum.
Nógvar fremmandar trantklukkur eru komnar til landið hesi seinru árini, og fleiri av teimum eru ikki greinaðar enn. Tað sama er galdandi við hesari, sum Markus fann.

Ichneumon ligatorius
Tórshavn 05.10.2018

Ichneumon ligatorius Ichneumon ligatorius Ichneumon ligatorius

Ichneumon ligatorius er ein snúltuvespa, sum leggur síni egg (víggjar) í ymiskar aðrar ormverur. Og til tað hevur hon ein langan brodd. Hendan snúltuvespan tykist vera rættiliga vanlig í Føroyum.
Ichneumon ligatorius hevur einki føroyskt navn enn, men í Íslandi hevur hon sera rámandi navnið ”heiðanálvespa”.


Grashoppa Orthoptera

Orthoptera

Hendan grashoppan varð funnin í einum vakstrarhúsi í Tórshavn september 2018

(DK) Bøgebladlus Phyllaphis fagi

Phyllaphis fagi Phyllaphis fagi

Tórshavn 11.06.2018.
Fyrstu ferð eg sá eina "bøgebladlus", var í Tórshavn í 2012. Nú vit skriva 2018, síggjast tær nógva staðni; men eg veit ikki, um hesar stava frá teimum í 2012 ella eru nýggjar innfluttar.
Hentar leinkjur

Plante-doktor - bøgebladlus

Havenyt - skade- og nyttedyr

Jyllandsposten - flyvende uldtotter på vingerne

Skriv á Facebook


(DK) Læderbille (NO) Tørrfiskbille Dermestes maculatus

Dermestes maculatus Dermestes maculatus Dermestes maculatus

02.05.2018 vórðu fleiri klukkur av slagnum Dermestes maculatus funnar innandura í Klaksvík. Hetta er fyrstu ferð, at hetta klukkuslagið er skrásett í Føroyum. Janus Hansen á Náttúrugripasavninum greinaði slagið.

Les meira


Førilús (seyðalús) Melophagus ovinus

Melophagus ovinus Melophagus ovinus Melophagus ovinus

Tann 29.01.2018 fann Agnetha Sofía Solmunde hesa førilúsina í Nólsoy.

Corizus hyoscyami (Linnaeus, 1758)

Corizus hyoscyami (Linnaeus, 1758) Corizus hyoscyami (Linnaeus, 1758)

Hendan vakra Corizus hyoscyami varð funnin innandura í Miðvági 26.10.2017. Hetta er triðju ferð, at slagið er skrásett í Føroyum.

Les um tekur, sum eru funnar í Føroyum


Froðusprettur Cicadidae

Cicadidae Cicadidae

Ikki so løgið, at "cicader" eita froðusprettur á føroyskum

Cicadidae Cicadidae Cicadidae

Leynar 03.07.2011

Grein um froðusprettur í Føroyum


DK Træbuk Cerambycidae

Cerambycidae Cerambycidae Cerambycidae

22.06.2017: Hesin flotti "træbukkurin" Cerambycidae er innfluttur við timbri úr Polen.

Clytus arietis

Clytus arietis Clytus arietis Clytus arietis

Emily á Reynatrøð fann hesa flottu “vespu-klukkuna” Clytus arietis í Leirvík 27.04.2017.
Á donskum eitur Clytus familjan “træbuk”, og meira enn 20.000 klukkusløg hoyra til hana. Vaksna klukkan livir av plantusáði og nektar, so tað sigur seg sjálvt, at hon er sera sjónlig fyri onnur kykt, sum kunnu eta hana. Til at verja seg móti fíggindum, hevur hon tí hult seg í sterkum liti og mynstri, so hon sæst langa leið og líkist eini vespu. Ormveran livir av og í træi.


Trantklukka Curculionidae

Curculionidae

Curculionidae Curculionidae Curculionidae

Hendan flotta trantklukkan spákaði runt í durinum hjá okkum í Havn 12.04.2017.

Eurydema oleracea

Eurydema oleracea

Eurydema oleracea Eurydema oleracea

Eurydema oleracea Eurydema oleracea Eurydema oleracea

11. januar 2017 fingu vit hesa vøkru 7 mm stóru tekuna, sum Arnhold Olsen hevði fangað nakrar dagar frammanundan. Hon er av slagnum Eurydema oleracea (DK kåltæge) og hetta er fyrsta skráseting av slagnum í Føroyum. Eurydema oleracea finst í meginpartinum av Europa, Asien og Kina, og kann verða til stóran ampa í kálakrum (Brassicaceae).

Eurydema ornata

Eurydema ornata Eurydema ornata Eurydema ornata

18.10.2016 fann Helga Bára Mohr Wang hesa flottu tekuna, eftir at hon hevði verið til handils. Hetta er fyrsta skráseting av Euryderma ornata í Føroyum.

Sóljubressa Sericomyia lappona (Linnaeus, 1758)

Sóljubressa / Sericomyia lappona (Linnaeus, 1758) Sóljubressa / Sericomyia lappona (Linnaeus, 1758)

Eg eri ein av føroya vakrastu blómuflugum :)
Eg eiti sóljubressa Sericomyia lappona (Linnaeus, 1758), og tað navnið gav Mikkjal á Ryggi mær.
Eg hvørki stingi ella geri annan mein - dusti bert blómurnar. Eg flúgvi oftast sik-sak, og onkuntíð hangi eg still í luftini - tað gera vespurnar ikki.
Hóast vit verða roknaðar sum vanligar, finnast vit ikki í stórum tali - eg vildi sagt í avmarkaðari nøgd, so um tit síggja meg, mugu tit ikki halda meg vera eina vespu og klaska meg.

Ceratitis capitata (Wiedemann, 1824)
Ceratitis capitata Autor (Wiedemann, 1824)
Ceratitis capitata Autor (Wiedemann, 1824)
Viðareiði 24.01.2016
Tað er ikki óvanligt at finna hvítar ormverur í citrusfruktum sum t.d. appelsinum. Ormverurnar eru sum oftast av slagnum “Middelhavsfrugtflue” Ceratitis capitata (Wiedemann, 1824). Um mann ikki nær at eta appelsinina áðrenn, skríða ormverurnar út og gerast til reivverur. Eftir stutta tíð sær mann so hesa vøkru fluguna sita í vindeygaskarminum – ella sum í hesum førinum – uppi undir loftinum í einum húsi á Viðareiði, har 8-9 sótu og hugnaðu sær.
Ceratitis capitata livir fyri tað mesta av citrusfruktum, men er ikki óvanlig á fersknum, perum og súreplum.

Ceratitis capitata Autor (Wiedemann, 1824) Ceratitis capitata Autor (Wiedemann, 1824)


Fýrsnultivespa Spathius exarator

Fýrsnultivespa / Spathius exarator

Les grein um fýrsnultivespur í Føroyum


Blá-svartaklukka Carabus problematicus

Carabus problematicus Carabus problematicus Carabus problematicus

Blá-svartaklukka er Føroya størsta klukka, og hon er rættiliga vanlig

Veggjalús Cimex lectularius

Cimex lectularius Cimex lectularius

Veggjalús finst enn í føroyum

Grein um tekur í Føroyum


Kongsfirvaldur Agrius convolvuli (Linnaeus, 1758)

Kongsfirvaldur / Agrius convolvuli (Linnaeus, 1758) (No 6828)

Kongsfirvaldur / Agrius convolvuli (Linnaeus, 1758) (No 6828) Kongsfirvaldur / Agrius convolvuli (Linnaeus, 1758) (No 6828)

Hoyvík 13.09.2014

Tá Símun Dalsgaard fór út at sláa gras uppi í Hoyvík 13.09.2014, fleyg hesin sjáldsami gesturien upp beint framman fyri nøsina á honum. Hann fangaði hann og gav mær hann. Hesin kongsfirvaldurin kemur helst úr Frankaríki.


Bløkumølur Platyptilia gonodactyla Den. & Schiff

Platyptilia gonodactyla Den. & Schiff Platyptilia gonodactyla Den. & Schiff Platyptilia gonodactyla Den. & Schiff

25. juli 2014 fangaði Gert Norðoy, Viðareiði, ein nýggjan bløkumøl fyri Føroyar á Viðareiði. Tað finnast fleiri bløkumølasløg, so eg sendi myndir av honum til firvaldaserfrøðingin Ole Karsholt, som beinan vegin kundi siga, at talan var um ein Platyptilia gonodactyla Den. & Schiff.

Ormveran hjá hesum bløkumølinum livir á lodnum hóvblaði Tussilago farfara. Av tí at hesin er tann fyrsti av slagnum, ið er funnin í Føroyum, kann ikki sigast við vissu, um hann er klaktur her á landi; men loðið hóvblað breiðir seg sum ein invasiv plága, líka sum garðaskøran Alchemilla mollis, so hesin nýggi bløkumølurin kann saktans verða klaktur her – vit kunnu bara ikki prógva tað enn. Ormveran livir inni í stilkinum á lodna hóvblaðnum.
Loðið hóvblað Tussilago farfara

Loðið hóvblað / Tussilago farfara L. Klaksvík. Loðið hóvblað / Tussilago farfara L. Tórshavn. Loðið hóvblað / Tussilago farfara L. Klaksvík.


StapabressaSyrphus torvus Osten Sacken, 1875.

Stapabressa, hon / Syrphus torvus Osten Sacken, 1875.

Stapabressa, hon / Syrphus torvus Osten Sacken, 1875. Stapabressa, hon / Syrphus torvus Osten Sacken, 1875.

Stapabressa er heilt vanlig í Føroyum


"Livandi” jólaævintýr úr Klaksvík

"Sjeyplettut mariuhøna" Coccinella septempunctata
Sjeyplettut mariuhøna

Sjeyplettut mariuhøna Sjeyplettut mariuhøna Sjeyplettut mariuhøna

Hjá familjuni Ragnhild Ellingsgaard settu tey jólatræið upp í stovuni tveir dagar undan jól í 2013. Ragnhild skrivar soleiðis: “Men eftir bara 20 min. livdi undir trænum; mariuhønur, eiturkoppar og onnur smákykt hugnaðu sær óført og sóu út til at ætla sær at inntaka stovu okkara. Vit gjørdu skjótt av - blakaðu træið út í tún, tóku dustdúgvaran fram og góvu øllum húsinum ein ordans umgang. Nakrar mariuhønur (uml. 12) høvdu tó eydnuna við sær. Tær tóku búgv í einum stórum glasi og hava hugnað sær har við granni og øðrum góðum líka til nú”.

08. januar 2014 legði Ragnhild til merkis, at 2 av mariuhønunum lógu púra kvirrar við hvør síni “kokon” millum beinini, har ein reivvera var í. Ragnhild fór so á netið at leita eftir upplýsningum, og hon kom fram til, at tær báðar mariuhønurnar høvdu havt ein sník av eini vespuormveru í sær.

Eg var so heppin, at fáa glasið við teimum 12 sjeyplettutu mariuhønunum, harav 2 av teimum høvdu eina “kokon” við eini vespuormveru av slagnum Dinocampus coccinellae (Dinocampus terminatus) undir sær. Hetta er fyrsta skráseting av slagnum í Føroyum.

Vespan Dinocampus coccinellae (Dinocampus terminatus) brúkar mariuhønuna sum klekimaskinu: Vespan leggur eitt egg inn í bleyta búkin á mariuhønuni. Har búnast eggið til eina ormveru, sum eftir eini 18-27 døgum gnagar eitt lítið hol í búkin á mariuhønuni. Síðani spinnur ormveran eina kokon millum beinini á mariuhønini, sum ikki flytur seg av ormveruni, meðan alt hetta fer fram. Vespan kemur úr kokonini eftir 6-9 dagar.
Vespuormveran "heilavaskar" mariuhønuna, so hon verjir allan ágang mótvegis kokonini. Sostatt avger sníkurin - sum er vespuormveran, hvat mariuhønan ger, og á enskum verður hetta kallað ”bodyguard-manipulation" – ella stýring av lívverja.

E.S. Ragnhild ætlar at brúka plastikk jólatræ framyvir, men tað haldi eg er stórt spell, tí við einum “livandi” jólatræ fært tú nógv meira fyri pengarnar, tí sum oftast eru nógv fleiri spennandi og eksotiskar gávur á sjálvum trænum enn undir tí.

Dagføring: 22. januar 2014 klaktist tann fyrsta vespan undan sjeyplettutu mariuhønunum. Broddurin á vespuni sæst týðiliga á myndunum, har vespan liggur á rygginum. Vespan er ógvuliga fótafim, so hon er ikki løtt at taka myndir av.

Dinocampus coccinellae (Dinocampus terminatus)

Dinocampus coccinellae (Dinocampus terminatus)

Dinocampus coccinellae (Dinocampus terminatus)

Dinocampus coccinellae (Dinocampus terminatus) Dinocampus coccinellae (Dinocampus terminatus) Dinocampus coccinellae (Dinocampus terminatus) Dinocampus coccinellae (Dinocampus terminatus)


Euscorpius flavicaudis

Euscorpius flavicaudis

Euscorpius flavicaudis Euscorpius flavicaudis

Skorpiónir eru ikki gerandisgestir í Føroyum; men av og á koma tær við sendingum av frukt. Norðara markið hjá Euscorpius flavicaudis er Suðurfrankaríki og Suðurongland; men ein lítil stovnur finst eisini í Danmark, har hann livir innandura.
Hendan var funnin í Klaksvík 16.08.2013, og hon er ikki vandamikil fyri fólk.

Pípubressa Syritta pipiens (Linnaeus, 1758)

Syritta pipiens (Linnaeus, 1758) Syritta pipiens (Linnaeus, 1758) Syritta pipiens (Linnaeus, 1758)

Nakrar fáar yngla í Føroyum


Jólatrøllið í 2012 var ein hannur av Huebneria affinis (Fallén, 1810)
Ókend fluga
Jólaaftan 2012 fangaði Jórun Biskopstø Simonsen, Klaksvík, eina flotta ormveru - helst undan heygsmanni - á teirra jólatræ. 26. desember umskapaðist ormveran til eina reivveru, og tá kom Jórun til Havnar við henni í einum glasi. 10. januar 2013 kom ein ókend fluga út úr reivveruni, so ein fluga hevur víggjað antin á ella í ormveruna.
Dagføring: Walther Gritsch hevur verið so beinasamur at kanna fluguna. Tað er ein hannur av slagnum Huebneria affinis (Fallén, 1810). Flugurnar í Tórshavn eru av sama slag.
Jólatrø eru eitt satt paradís hjá fólki við áhuga fyri flogkyktum og skriðdjórum (entomologi); men tey eru ikki sunn fyri føroysku náttúruna.

Ormveran Reivveran Ókend fluga

Mynd 1: Ormveran, mynd Jórun Biskopstø Simonsen. Mynd 2: Reivveran. Mynd 3: Ókend fluga


Kanelvongur Phragmatobia fuliginosa ormvera (Linaeus, 1758)

Phragmatobia fuliginosa

Phragmatobia fuliginosa Phragmatobia fuliginosa Phragmatobia fuliginosa

Rúni Poulsen fann hesa Phragmatobia fuliginosa ormveruna á sínum jólatræ í Tórshavn 20.12.2012.

Dagføring: 15. januar 2013 komu 4 flugur út úr ormveruni, helst eru tær av sama slag, sum tann omanfyri umrødda úr Klaksvík.


Coreus marginatus (Linnaeus 1758)

Coreus marginatus (Linnaeus 1758) Coreus marginatus (Linnaeus 1758) Coreus marginatus (Linnaeus 1758)

Coreus marginatus (Linnaeus 1758) er ikki fráboðað í Føroyum fyrr, so Jacoba Thomsen í Nólsoy gjørdi kvetti, tá hon fann hesa á jólatrænum hjá sær 20.12.2012.

Nýggj teka Nezara viridula (Linnaeus, 1758) funnin í Føroyum

Nezara viridula Nezara viridula Nezara viridula

12. november 2012 fangaði Kristina Eldevig ein sjáldsaman gest í einum vindeygaskarmi í Stella Maris vøggustovuni í Tórshavn. Talan var um ein grøna teku av slagnum Nezara viridula, og hetta er fyrstu ferð, at ein tílík er skrásett í Føroyum.
Nezara viridula er ein rættiligur heimsborgari, sum finst kring allan knøttin í einum belti millum 45 gradir norður og 45 gradir suður og er ógvuliga sjáldsom í til dømis Norðurlondum, Týsklandi og Onglandi. Hon er ofta ein rein plága í bønu- og soyaakrum.

Hvussu hendan er endað í Føroyum, er ikki gott at vita; men helst er hon komin við onkrari frukt ella grønmetissending úr Suðureuropa.

Grein um tekur Heteroptera, funnar í Føroyum


Halyomorpha halys

Halyomorpha halys Halyomorpha halys

05.02.2020 fann Vilhelm Matras hesa tekuna av slagnum Halyomorpha halys í eini eskju við teldum. Hetta er fyrstu ferð, at ein teka av hesum slagnum er funnin í Føroyum.


Fótgul bressa Eristalis pertinax (Scopoli, 1763)

Eristalis pertinax (Scopoli, 1763) Eristalis pertinax (Scopoli, 1763) Eristalis pertinax (Scopoli, 1763)

Her sæst skilliga, hvussu ein blómufluga sum eitt nú fótgula bressan ber blómufræ frá einari plantu til aðra.

Loðbressa Eristalis intricarius (Linnaeus, 1758)
Loðbressa / Eristalis intricarius (Linnaeus, 1758) Loðbressa / Eristalis intricarius (Linnaeus, 1758) Loðbressa / Eristalis intricarius (Linnaeus, 1758) Loðbressa / Eristalis intricarius (Linnaeus, 1758)

DK VÆDDER Clytus arietis

Clytus arietis Clytus arietis

Hendan flotta "træbukkin" Clytus arietis fangaði eg niðri í kjallaran hjá mær sjálvum í Nólsoy 20. apríl 2011. Danska navnið "vædder" og enska "Wasp Beetle" stavar frá útsjóndini á honum.


FLATMAÐKUR Artioposthia triangulata

Flatmaðkur / Artioposthia triangulata Flatmaðkur / Artioposthia triangulata Flatmaðkur / Artioposthia triangulata Flatmaðkur / Artioposthia triangulata

Óvist er, nær flatmaðkur kom til Føroya, men fyrstu ferð, hann varð skrásettur, var í 1982, so helst er hann komin til landið nøkur ár frammanundan.
Les grein úr Óðalstíðindum

SO KOM "DREKATYRIL" (DK GULDSMED) EISINI TIL FØROYAR

Anax ephippiger Anax ephippiger Anax ephippiger

13. april 2011 lendi hesin "drekatyrilin" Anax ephippiger umborð á bátinum hjá Lúkku og Bjørn Patursson, tá tey vóru á veg úr Koltri til Kirkjubøar. Adrian Parr staðfesti slagið. Hetta slagið av "drekatyrli" stavar upprunaliga úr Afrika og Asia og er kent fyri at ferðast til londini í Suður- og millumeuropa. Hann er bert eina ferð funnin ynglandi so langt norðaliga sum í Danmark, og tað var í 1994.

Hjørdis & Tekla Atladóttir 17.04.2011 Hjørdis & Tekla Atladóttir 17.04.2011 Hjørdis & Tekla Atladóttir 17.04.2011

Hjørdis & Tekla Atladóttir, Sandoy
15. apríl 2011 fann Tekla Atladóttir ein "drekatyril" í Hornsbønum í Sandoy. Tveir dagar seinni komu hon og systirin til Havnar saman við pápanum og høvdu tey tá "drekatyrilin" við. Hann er av sama slag sum tann, ið varð funnin í Hestfirði.

Tekla Atladóttir 17.04.2011

13. apríl 2011 hevði Hertha Ravnsfjall úr Sandavági klæði úti á snórinum. Tá hon seinni skuldi leggja tey saman, fleyg ein "drekatyril" út undan klæðunum. Hans Ravnsfjall tók hesa frálíku myndina av "drekatyrlinum", áðrenn tey sleptu honum út aftur. Góðskan á hesi myndini er so góð, at umframt at staðfesta slagið, er hon eisini triðja haldgóða prógvið um enn ein vitjan av Anax ephippiger. Anax ephippiger

DK NETVINGE Wesmalius nervosus
Wesmalius nervosus
Bert eitt slag av "netvinge" ynglar í Føroyum og er tað Wesmalius nervosus. Hesa avmyndaðu fangaði Dánial Jespersen 06. oktober 2010 í Tórshavn.

Cyphostethus tristriatus (Fabricius, 1787)

Cyphostethus tristriatus (Fabricius, 1787) Cyphostethus tristriatus (Fabricius, 1787) Cyphostethus tristriatus (Fabricius, 1787)

Cyphostethus tristriatus (Fabricius, 1787) verður ofta influtt við jólatrøum og øðrum greinum, ið vit nýta at pynta við á jólum. Finna tit eina av hesum klukkunum, eri eg - Jens-Kjeld - ógvuliga áhugaður í at fáa fráboðan um hana. Koyri klukkuna livandi í eina reina krukku og ringi so til mín ella sendi ein teldupost.

Slóð til aðra áhugaverda grein um sama evni eftir Jens-Kjeld og S. Tolsgaard


(DK) Skakbrætmariehøne Propylea quattuordecimpunctata

Propylaea 14-punctata Propylaea 14-punctata Propylaea 14-punctata

Hesa 14-plettuta mariuhønuna Propylea quattuordecimpunctata fann Gunnar Bjarnason innandura í Tórshavn í byrjanini av november 2010.
_______________________________________________________________________
(DK) Skakbrætmariehøne Propylea quattuordecimpunctata

Propylea quattuordecimpunctata Propylea quattuordecimpunctata

Funnin innandura av Bodil Joensen, Klaksvík 29.09.2020

Vanlig skinflugaCalliphora vicina

Vanlig skinfluga ♀ Calliphora vicina Vanlig skinfluga ♀ Calliphora vicina Vanlig skinfluga ♀ Calliphora vicina

Calliphora vicina er vanligasta skinflugan í Føroyum, og hon er fangað á øllum oyggjunum uttan á Lítla Dímun.

DK KÆMPETRÆHVEPS Urocerus gigas

DK Kæmpetræhveps / Urocerus gigas DK Kæmpetræhveps / Urocerus gigas DK Kæmpetræhveps / Urocerus gigas

Hendan hon DK kæmpetræhvepsen var fangað uttan fyri ein timburhandil í Tórshavn 01. september 2010. Kæmpetræ-vespur koma til Føroyar til dømis sum reivverur inni í timbri, ið verður innflutt á plattum.


(DK) TRÆBUK Cerambycidae

Træbuk / Cerambycidae Træbuk / Cerambycidae

Hesin sera vakri “træbukkurin” kom til Føroya í fótinum á hesum træfigurinum – framleiddur í Kina, som Fríðgerð Stakkslíð keypti í Tórshavn.
Træbukkaormverurnar kunnu liva í tí turra trænum í fleiri ár, áðrenn tær fyrst gerast reivverur og síðani fullvaksnir træbukkar.
Tað finnast meira enn 20.000 ymiskir træbukkar, og eg veit ikki nágreiniliga, av hvørjum slag hesin er.

Træbuk / Cerambycidae

TIKARABRESSA Helophilus pendulus (Linnaeus, 1758)

Tikarabressa / Helophilus pendulus (Linnaeus, 1758) Tikarabressa / Helophilus pendulus (Linnaeus, 1758) Tikarabressa / Helophilus pendulus (Linnaeus, 1758) Tikarabressa / Helophilus pendulus (Linnaeus, 1758)


NÁHØVUR Acherontia atropos (Linnaeus, 1758)
Tann 10.09.2009 var hetta avmyndaða náhøvurið fangað í Miðvági. 7 ára gamla Tóra Mouritsen sendi tað síðani til mín til nærri kanningar. Fyrstu ferð, eitt náhøvur varð fangað í Føroyum, varð tann 20. oktober í 1933, og hetta hjá Tóru er tað áttanda, sum er fangað her á landi.
Náhøvur / Acherontia atropos (Linnaeus, 1758)

DK SNUDEBILLE / GB WEEVIL

Uttan nakað serligt eftirlit verður ein rúgva av plantum, trøum, fruktum og grønmeti innflutt til Føroyar. Aftrat øllum hesum innflutta kemur ein hópur av ótilviljaðum innflutningi - kalla tað bara ein ókeypis, men sera vandamikil eykainnflutningur - so sum hendan "trantarbillan", sum var funnin í einum handli jólini 2008. Slagið er ikki staðfest enn.

DK snudebille / GB weevil.

GRÁTT UNDIR STEINI

Hetta grátt undir steini Ligia oceanica fann Høgni Thomsen úti í Nólsoy 31.12.2008. Tað eru skrásett 4 sløg av grátt under steini í Føroyum, og av teimum er Ligia oceanica tað allar størsta.

Ligia oceanica.


INNRÁS AV BLÓMUFLUGUM

Scaeva pyrastri.

Metasyrphus corollae.
Syrphus vitripennis.
Episyrphus balteatus.
Scaeva pyrastri.
Neistabressa
Reðurbressa
Sunnanbressa
Tvírandabressa
Nólsoy 5. juli 2008

Aftan á eina viku við eystanvindi, kom hendan dagin tann størsta innrásin av blómuflugum, ið eg nakrantíð havi sæð her á landi.
95 % vóru av slagnum Metasyrphus corollae. Vanlig ferðafluga í Føroyum.
2 % vóru av slagnum Scaeva pyrastri. Bert skrásett 2 ferðir áður í Føroyum.
2 % vóru av slagnum Episyrphus balteatus. Vanlig ferðafluga
í Føroyum.
1% vóru av slagnum Syrphus vitripennis. Sjáldsom ferðafluga
í Føroyum.

Eg taldi 23 Metasyrphus corollae á 4 fermetrum, og tað er nógv, eftir vanligum umstøðum.

Annleyg Patursson og Jens-Kjeld Jensen hava lagt eitt megnar arbeiði í at navngeva allar teir føroysku firvaldarnar. Hóast listin var dagførdur longu í 2002, merkir tað ikki, at eingin nýggjur firvaldur verður skrásettur í Føroyum aftrat, so hesin listin verður dagførdur við jøvnum millumbili.
Listi við øllum teimum føroysku firvaldanøvnunum.

Jens-Kjeld Jensen hevur enn eina ferð lagt eitt megnar arbeiði í at skráseta og navngeva allar tær føroysku blómuflugurnar.
Navna og skrásetingarlisti til blómuflugurnar í Føroyum.

HUMLA DK HUMLEBI

Hendan "humlebien" var fangað í Skálabotni í august 2007. Humlebi er ikki skrásett í Føroyum síðan 1887.

Les greinina Tær eksotisku Føroyar, úr Dimmalætting tann 11. september 2007

Humla

KONGSFIRVALDUR Agrius convolvuli

Eydna Jacobsen fangaði henda kongsfirvaldin í í Fjálgulon í Klaksvík 17. august 2007. Hetta er fyrsta fráboðanin um kongsfirvald í ár.

Legg til merkis støddina á kongsfirvaldinum í mun til knappaborðið. Mynd: Eydna Jacobsen.

Agrius convolvuli. Photo: Eydna Jacobsen.

FUGLALÚS Ixodes uriae
Ixodes uriae.

DK NÅLETRÆSNUDEBILLE Hylobius abietis

Líggjas Hansen fann hesa klukkuna, ið hoyrir til Trantklukkuættina, í Kollafirði 1. august 2007. Á donskum eitur hon Stor nåletræsnudebille.

Hylobius abietis.

DK BLÅ TRÆHVEPS Sirex juvencus

Robert Thomsen fangaði hesu flottu vespuna DK Blå Træhveps Sirex juvencus í Tórshavn tann 9. juli 2007.

Sirex juvencus

DK SNYLTEHVEPS Rhyssa persuasoria

Hesa flottu DK "snylte"vespuna kom Rúni Andersen við 16. mai 2007. Hon er helst komin inn saman við eini sending av timbri. "Snylte"vespa sæst í nálaskógi á sumri og har sæst hon bora djúpt inn í trø til tess at koma í nánd av reivveruni hjá DK Stor Træhveps, sum hon so víggjar á (leggur eggini á).

Rhyssa persuasoria.

SKINFLUGUR

Í 2005 og 2006 hava umleið 20 fólk savnað skinflugur kring Føroyar. Tilsamans var fongurin umleið 1300 skinflugur, og ætlanin er at halda fram við at savna í 2007. Alt bendir á, at stórur munur er á sløgunum frá oyggj til oyggj, og eitt fyribils úrslit millum tær 1300, sum eg havi býtt í sløg, sær soleiðis út:
Calliphora vicina Rob. 55%
Calliphora uralensis Vill. 30%
Calliphora vomitoria L. 8%
Protophormia terraenovae Rob. 4%
Cynomya mortuorum Linn. 3%

Cynomya mortuorum Linn.
Calliphora vicina Rob.
Calliphora uralensis Vill.
Calliphora vomitoria L.
Protophormia terraenovae Rob.
Cynomya mortuorum Linn.

Calliphora vicina Rob. ♀

Calliphora uralensis Vill. ♂
Calliphora vomitoria L. ♀ Protophormia terraenovae Rob. ♂ Cynomya mortuorum Linn. ♂

Nú eru meyrur og ongsprettur eisini funnar í Føroyum
Les meyrugreinina Meyra. Ongspretta. Les ongsprettugreinina

Eristalis pertinax Tórshavn 6.8.2003 - nýtt slag í Føroyum Blómuflugan Eristalis pertinax. Episyrphus balteatus. Episyrphus balteatus

Nýggj lús Actornithophilus piceus lari funnin í Nólsoy

Beint áðrenn jól 2004 var Rúni norðri á Boða og skeyt skurar. Tá Jens-Kjeld kannaði skurarnar, fann hann 22 lýs av slagnum Actornithophilus piceus lari - ella eina heila lúsafamilja. Tað er vælsagtans óneyðugt at greiða frá, hvussu fegin Jens-Kjeld var - hann hevur leitað eftir júst hesi lúsini tey seinastu 8 árini!
Rúni og tann sjáldsama lúsin. Veiðumaðurin Rúni. Fongurin verður borðin heim.
VITJA HEIMASÍÐUNA - SE HJEMMESIDEN - VISIT OUR WEBSITE
Copyright ©Jens-Kjeld Jensen
All Rights Reserved