FUGLALÝS - FLÅTER - TICKS

Aftur til flogkykt

FUGLALÝS OG SMITTUVANDIN


Ixodes uriae.
Ixodes uriae.
Ixodes uriae.

Við Jens-Kjeld Jensen - aug. 2007.

Í seinastu útgávuni av Norwegian Journal of Entomology høvdu Thomas Jaenson og eg eina grein við heitinum ”Records of ticks (Acari, Ixodidae) from the Faroe Islands”. Tá eg meti greinina at hava almennan áhuga, velji eg at skriva nøkur stutt brot her í Dimmu.

Fyrst og fremst skal sigast, at ein fuglalús/lundalús ikki er nøkur lús; men ein motta. Hon hevur einki sum helst við lýs at gera. Hennara næstu skyldfólk eru til dømis eiturkoppar og skorpiónir.
Fuglalúsin sæst eins ofta á súgdjórum, sum á fugli, so tað sigur seg sjálvt, at navnið fuglalús er óheppið í heila tikið.
Tá vit nú hava 3 sløg av fuglalúsum í Føroyum, áttu tær at blivið umdoyptar, og fingið eitt meira hóskandi navn, so vit kundu sloppið misskiljingum hesum viðvíkjandi.

Í Norðvestureuropa finnast 28 sløg av ”fuglalúsum” (á enskum eita tær ticks og á donskum skovflåt), og higartil hevur bert tann eina verið vanlig her á landi; nevniliga slagið Ixodes uriae, sum vanliga sæst á lundum, ritum og lomvigum.

Tann 27. august 2004 fann Hergeir Jacobsen í Nólsoy eina fuglalús, sum hann ikki hevði sæð áður, á einum nátaunga. Tað vísti seg at vera ein Ixodes caledonicus, sum ikki fyrr var staðfest í Føroyum. Hetta lúsaslagið sæst á norðurhálvuni, og er helst sjáldsamt í Føroyum.

Ein onnur meira vandamikil fuglalús er Ixodes ricinus. Hon er vanlig í Suðurskandinavia og Europa; men er nú farin at ámast norðureftir. Helst eru veðurlagsbroytingarnar orsøkin til tess.
Tann fyrsta fráboðanin um I. ricinus var, tá ein var funnin á einum hundi í Vestmanna í 1990. Síðani er hon funnin 4 aðrar ferðir – á einum frensi í Tróngisvági, á einum smádreingi í Fuglafirði og á tveimum flytifuglum, ávikavíst í Nólsoy og í Tórshavn.

Malariafongdi mýggjabitin og fuglalúsaættin liva bæði av at súgva blóð, og kunnu tí bera ymiskar sjúkur við sær. Hóast malaria-mýggjabitin enn liggur á odda sum smittuberari, er fuglalúsin beint í hølunum á honum. Bæði spreiða tey sjúkur kring allan heimin, ið ofta eru sera torførar at staðfesta (diagnosera).
Onkrar av hesum sjúkum kunnu elva til lamni og hjartatrupulleikar og eru í ringasta føri deyðiligar. Sjúkan borrelia (Borrelia garinii), sum eitt nú Mimi Jacobsen var rakt av, stavar frá einum fuglalúsabiti, og tí er vert at nevna, at 21 % av fuglalýsnum í Nólsoy eru berarir av borrelia.
Ikki er óhugsandi, at nýggjar sjúkur sum til dømis Q-feber og harupest eisini kunnu koma til Føroyar við flytifugli.

Ixodes ricinus, sum nú tykist gerast alt meira vanlig í Føroyum, er meira ágangandi enn tær vanligu fuglalýsnar og sjúkan hon ber, er eisini nógvar ferðir meira vandamikil. Súgdjór sum mús, rotta og hara eru ofta millumliðið og vertir hjá sjúkunum, so tað er als ikki óhugsandi, at vit í næstum fara at fáa fleiri nýggjar og fyri okkum ókendar sjúkur, elvdar av fuglúsabitum.

Fuglakrím
Nú er tað als ikki mín ætlan at ræða lívið úr fólki við hesi greinini!
Verður tú bitin av eini fuglalús– minst so til, hvat eg her havi skrivað, tí tú kanst gerast sjúk/sjúkur, hóast títtleikin vil verða sera, sera lítil.
Sum nú er, kunnu øll verða fongd av onkrari sjúku av einum fuglalúsabiti; men at Føroyar hin vegin skulu kunna blíva raktar av fuglakrími, um nú ein fuglakrímsfongdur deyður fuglur verður funnin, er so gott sum ógjørligt, hóast bæði tíðindafólk, djóralæknar og serliga heilivágsframleiðarir gera alt, fyri at fáa okkum at trúgva tí – her er bert talan um fíggjarligan vinning – so ótrúligt tað enn ljóðar…


Retur til insekter

FLÅTER OG SMITTEFAREN

Ixodes uriae.
Ixodes uriae.
Ixodes uriae.

Af Jens-Kjeld Jensen - aug. 2007.

I den sidste udgave af Norwegian Journal of Entomology havde Thomas Jaenson og jeg en artikel - ”Records of ticks (Acari, Ixodidae) from the Faroe Islands”. Da jeg mener, artiklen måtte have interesse blandt folk, havde jeg dette uddrag af den i den færøske avis Dimmalætting.

Først så vil jeg lige nævne, at fuglalús/skovflåte ikke er nogen lus, men en flåt, som er nær beslægtet med for eksempel. edderkopper og skorpioner. I nordvest Europa findes der 28 arter af ”fuglalúsum” (eng. Ticks, dk. skovflåter), og hidtil har kun en af disse arter har været almindelig på Færøerne, nemlig arten Ixodes uriae, som vi bl.a. ser på lunder, rider og lomvier.

Flåten bruger som oftest et pattedyr som mellemvært, og da der nu er fundet 3 forskellige flåter på Færøerne, burde flåtens færøske navn - fuglelús - blive skiftet ud med en mere korrekt og passende.

Den 27. aug. 2004 fandt Hergeir Jacobsen en ny art for Færøerne - Ixodes caledonicus - på en mallemuk unge. Ixodes caledonicus har en nordlig udbredelse; men arten ser åbenbart ud til at være ret sjælden her.

En anden; men meget mere frygtet art, nemlig Ixodes ricinus, som er meget almindelig i det sydlige Skandinavien og Europa, ser nu ud til at flytte længere nord på, og det er antagelig på grund af klima forandringer!

I. ricinus blev første gang fundet i 1990 på en hund i Vestmanna, derefter på en hankat i Trongisvágur, så på en dreng i Fuglafjørður og siden på to trækfugle - henholdsvis i Nólsoy og Tórshavn. Det vil sige, at den nu er fundet 4 gange på Færøerne.

Malaria myggen og fugleluseættin er begge blodsugende  og  kan overføre mange forskellige sygdomme. Endnu er malariamyggen førende på verdensplan som smittespreder; men flåten kommer flot ind på andenpladsen i at overføre sygdomme til mennesker - og ofte sygdomme, som er svære at diagnosere. En af sygdommene er borrelia (Borrelia garinii), som Mimi Jacobsen er ramt af og som 21% af flåterne på Nólsoy er bærere af. Men også mange for Færøerne ukendte sygdomme som bl.a. Q-feber og harepest kan komme ind i landet med flåterne på trækfuglene. Nogle af sygdommene kan medføre lammelser og hjerteproblemer og kan i værste fald være dødelige.

Ixodes ricinus, som nu ser ud til at være kommet til Færøerne for at blive, er langt mere agggresiv end den mere fredelige fuglalús/skovflåt, som vi hidtil har haft. Pattedyr som mus, rotter og harer er ofte mellemvært for disse sygdomme, så grundlaget for at sådanne sygdomme vil eller er kommet, er faktisk tils tede - også her på Færøerne.

Fugleinfluenza

Meningen med denne lille artikel er kun at gøre folk opmærksomme på, at hvis de bliver bidt af en fuglelus, så skal de have denne artikel i baghovedet; men ingen panik. Chancerne er meget små for at få nogle af disse sygdomme; men muligheden er der. Derimod er chancen for at få fugleinfluenza mikroskopisk - det er blot en sensation, opblæst af journalister, dyrlæger og medicin fabrikker - blot for at de kunne tjene nogle let tjente penge!


Return to insects

TICKS AND THE RISK OF INFECTION

Ixodes uriae.
Ixodes uriae.
Ixodes uriae.

By Jens-Kjeld Jensen - Aug. 2007.

In the latest publication of Norwegian Journal of Entomology Thomas Jaenson and I had an article - "Records of ticks (Acari, Ixodidae) from the Faroe Islands". Since then I made a short note to the Faroese newspaper Dimmalætting, since I believe, the article might be of interest for the public.

In North-western Europe there are 28 species of ticks ("fuglalús" in Faroese and "skovflåt" in Danish). Until recently only the specie Ixodes uriae has been common in the Faroe Islands - and they were mainly found on puffins, kittiwakes and guillemots.

First of all people have to pay attention of that a tick is not a lice - even though the Faroese name means a bird-lice. The closest relatives are spiders and scorpions.
The tick is found equally often on mammals as on birds, so the Faroese name is a bad choise - and especially now, that we have found 3 other species of ticks in the Faroe Islands!

27. August 2004 Hergeir Jacobsen in Nólsoy found a tick on a young fulmar, that he had not seen before. It was Ixodes caledonicus, never seen before in the Faroes. Ixodes caledonicus exists in the Northern hemisphere and is probably rare in the Faroes.

Another more dangerous tick is Ixodes ricinus. This tick is common in Southern Scandinavia and Europe; but now it seems, that she is moving up North. This could be a result of climate changing.
The first observation of I. ricinus was on a dog in in Vestmanna in 1990. Since then it is found 4 times - on a tomcat in Trongisvágur, on a boy in Fuglafjørður an on two migrating birds - 1 from Nólsoy and 1 from Tórshavn.

The mosquito, spreading malaria and the tick both lives from sucking blood, therefore they are both spreading diseases. The mosquito is in the front with the tick as the second best. They are both spreading diseases over the whole world, which often are hard to diagnose.
Some of these diseases might result in paralysation and heart-diseases and can be fatal. The disease borrelia (Borrelia garinii), which affected the known Danish politician Mimi Jacobsen, came from a tick bite. Therefore it is worth to keep in mind, that 21 % of the ticks in Nólsoy are infected with borrelia.
It is likely, that we might see new diseases as Q-fever and others in the Faroes in the future, imported with the migrating birds.

The aggressive Ixodes ricinus, which apparently is getting more common in the Faroes, is a potential carrier of far more dangerous diseases, then we are used to deal with. The connecting link will be mammals as mice, rats and hares. Probably the cost of a simple bite from a tick could result in many new unknown diseases in the Faroe Islands in the future.

Bird-flue

It is not my attention at all to scare the life of people!
Just remember, what you read, in case you will get a tick-bite. You can get sick, although the chance is very small.
On the other hand - the chance of getting Bird-flue from a single dead bird is as good as zero. It is a puffed-up sensation organized by reporters, veterinarians and most of all - the Medical Industry - always looking for an easy income.


Copyright Jens-Kjeld Jensen
All Rights Reserved