|
||||||||||||||||||
| Lærlitt loðmýggj Bibio pomonae (Fabricius, 1775) | ||||||||||||||||||
| Tórshavn 12.06.2024: Lærlitt loðmýggj eru um allan miðbýin í Havn og stóran part av landinum | ||||||||||||||||||
| Tórshavn 19.06.2022 | ||||||||||||||||||
| Tórshavn 12.06.2022 | ||||||||||||||||||
![]() |
||||||||||||||||||
Tórshavn 25.06.2018 |
||||||||||||||||||
![]() |
||||||||||||||||||
| Bibio pomonae er vanligt, serliga í Suðuroy | ||||||||||||||||||
| Dagføring 23.06.2018: Lærlitt loðmýggj eru um allan miðbýin í Havn. | ||||||||||||||||||
| 15.06.2018 fingu vit fleiri myndir sendandi av hesi lekru steikini við reyðum lørum. Lærlitt loðmýggj er vanligt í Suðuroy, og fyri nøkrum árum síðani vóru so nógv á Tvøroyri, at tað var sum eitt síggja eitt svart surrandi larmandi skýggj hanga uppiyvir bønum. Lærlitta loðmýggið er sætt norðanfjørðs seinastu umleið 2 árini, og í ár í sera stórum tali í Tórshavn. Kyktið er ikki vandamikið á nakran hátt, men kann vera rættiliga irriterandi, tá tað flagsar um høvdið á einum - ella setur seg á tað, tí tað er so stórt. Grágæsnar halda tey vera sera leskilig, og á Tvøroyri sóu vit grágæsnar hoppa upp í leysa luft fyri at fanga tey. | ||||||||||||||||||
![]() |
||||||||||||||||||
| Tvøroyri 31.05.2014 | ||||||||||||||||||
E.S. Tað elsta, vit hava funnið um lærlitt loðmýggj er hetta: A. Bergh fann ein hann í Suðuroy í árunum 1863-68, tá hann var lækni í Føroyum. Men hesin hannurin varð ikki eyðmerktur ella skrásettur fyrr enn í 1881 (Hansen 1881). |
||||||||||||||||||
| Hannurin - hann hevur størri høvd enn honin | ||||||||||||||||||
![]() |
||||||||||||||||||
| Honin - hon hevur minni høvd enn hannurin | ||||||||||||||||||
|
||||||||||||||||||
|
||||||||||||||||||