|
||||||||||||||||
SVARTI SNIGIL Arion ater | ||||||||||||||||
GARÐSNIGIL Cornu aspersum |
||||||||||||||||
11.05.2021 fann ein gartnari hendan garðsnigilin í einum vakstrarhúsi. Hetta er fimmta skráseting av garðsnigli í Føroyum. 1 er funnin í vakstrarhúsi, og hinir 4 eru funnir uttandura ymsa staðni í Tórshavn. | ||||||||||||||||
Garðsnigil Cornu aspersum, fyrsta skráseting í Føroyum. Hendan fantastiska flotta snigilin fingu vit inn um dyrnar 13. mai 2014. Ein gartnari fann hann. | ||||||||||||||||
KJARRSNIGIL Arianta arbustorum (Linné 1758) | ||||||||||||||||
Tann fyrsti kjarrsnigilin varð funnin í Tórshavn í 1869. Aðru ferð, hann varð funnin var í 2004, og tá varð hann funnin fleiri staðni. Nú vit skriva 2016, má hann metast at vera vanligur kring alt landið. |
||||||||||||||||
URTAGARÐSSNIGIL Cepaea hortensis | ||||||||||||||||
Hans Eli Sivertsen fann hendan Cepaea hortensis (Müller 1774) snigilin á Argjum 05.10.2010. Hetta sniglaslagið er nú funnið fleiri ferðir í Føroyum; men tað er fyrstu ferð, at hesin við tí heilt gula frábrigdinum er funnin. | ||||||||||||||||
LUNDARSNIGIL Cepaea nemoralis | ||||||||||||||||
Lundarsnigil, funnin í havanum hjá Adu í Líð, Brekkugøta 9, Tórshavn 14.06.2016. Hetta er fyrsta skráseting av lundarsnigili í Tórshavn.
|
||||||||||||||||
LUNDARSNIGIL Cepaea nemoralis | ||||||||||||||||
Agnetha Jacobsen fann hendan avmyndaða Cepaea nemoralis (L. 1758) undir einum steini við síðuna av húsinum hjá Jákup av Skarði í Nólsoy 24. august 2010. Hetta er aðru ferð, at eg havi sæð Cepaea nemoralis her á landi. |
||||||||||||||||
LUNDARSNIGIL Cepaea nemoralis | ||||||||||||||||
Tann 23. mai 2009 fann Karin Fuglø á Húsamørk hendan flotta Cepaea nemoralis (L. 1758) snigilin í bygdini Kirkju í Fugloy. Hetta er fyrstu ferð, at eg havi sæð hendan snigilin í Føroyum. Næsti skyldmaðurin hjá Cepaea nemoralis er snigilin Cepaea hortensis (Müller 1774). Eg havi bert sæð hann hendinga ferð, altíð einsamallan og ongantíð ynglandi. Á myndunum við 2 sniglum, liggur tann stóri Cepaea nemoralis snigilin við síðuna av tí fullvaksna, men væl minni skyldmanninum Cepaea hortensis. |
||||||||||||||||
BURGUNDARSNIGIL Helix pomatia | ||||||||||||||||
Hesa myndina av einum "vínbjargasnigili" tók Sámal Jákup Olsen í Vestmanna 07.09.2007. Helix pomatia finst í øllum Miðeuropa og er innfluttur til Noregs og Suðurongland. Roynt var at ala hendan leskiliga snigilin í Føroyum seint í áttatiárunum. | ||||||||||||||||
LEOPARDSNIGIL Limax maximus | ||||||||||||||||
Oyðið ikki leopardsnigilin! | ||||||||||||||||
Lesið ógvuliga áhugaverda norska grein | ||||||||||||||||
Tá tú fert út at savna inn morsniglar Arion vulgaris Moquin-Tandon, 1855 í havanum, skalt tú verða sera varin, so tú ikki eisini tekur leopardsnigilin Limax maximus, tí hann er arvafíggindin hja morsniglinum. Nakrir leopardsniglar líkjast tí stríputa myrka á myndini, meðan aðrir hava langar døkkar blettar, harav stavar navnið. Ein morsnigil er harafturímóti altíð einslittur og hevur ofta myrkt høvd. Leopardsnigil er rættiliga nýggjur í Føroyum. Hann var skrásettur fyrstu ferð í 2003 og er nu eisini funnin í Klaksvík, Funningsfirði, Toftum, Eiði, Kirkjubø, Kollafirði og Tórshavn. Nýggjar norskar kanningar vísa, at morsnigil ikki trívist væl saman við leopardsniglinum, sum tekur ræðið í havanum. Leopardsnigilin hevur eina tungu, sum minnir um grovt sandpappír, og hann etur morsniglaeggini, teir lítlu morsniglarnar og sleikir og bítur enntá eisini í teir vaksnu morsniglarnar, sum tí verða við undirlutan. Hetta merkir so sjálvsagt, at morsniglarnir hava eina stóra afturgongd í havanum. Leopardsnigilin fer bert eftir teimum plantunum, sum tann svarti føroyski snigilin frammanundan oyðileggur, so hann er ein góður vinur at hava í bardaganum móti pláguni morsniglinum. |
||||||||||||||||
|
||||||||||||||||
Morsnigil Arion vulgaris Moquin-Tandon, 1855 Morsnigil hoyrir heima í Spania, og er stutt síðani komin higar. Hann er - sum navnið sipar til - morreyður á liti, og kann verða upp til 15 cm. langur. Hann er farin víða kring Føroyar seinru árini og etur alt, sum kemur fyri hann. Hann er ein stór plága, sum nærum er ógjørlig at sleppa av aftur við.
|