GREIN Í ÓÐALSTÍÐINDUM OKTOBER 2007

INNFLUTT FLOGKYKT OG AÐRIR ÓYNSKTIR GESTIR

Klikka á myndina og síggj hana í fullari stødd. Myndatekstur sæst við at peika á myndina við músini

Jens-Kjeld Jensen.

Flatmaðkur - Artioposthia triangulata

Flatmaðkur - Artioposthia triangulata

Við Jens-Kjeld Jensen Flatmaðkur - Artioposthia triangulata Flatmaðkar, so sum teir ofta liggja undir einum steini ella líknandi

Oktober 2007. Her á landi hava vit ein ovurhonds stóran trupulleika, sum hvørki Løgting ella avvarðandi mynduleiki taka í álvara. Tað er, at ein og hvør kann innflyta tað hann vil av plantum, trøum og runnum í mold. Enntá graslíkisvøllir verða innfluttir, uttan nakra forðing.
Vit hava ikki so mikið sum eina lóg, sum áleggur, hvussu ein tílík innflytan eigur at verða skipað!

At eingin lóg er her á landi, ið ásetur krøv á tílíkum innflutningi, tykist vera heilt ótrúligt, tá vit vita, hvussu hørð krøv, londini kring okkum seta.
Innfluttir vøkstir í mold eru fullir av eggum, reivverum og ormverum av ymiskum slag, og tí er tílíkur innflutningur uttanífrá bannaður í flestu londum. Hetta er fyri at verja eins egna umhvørvi.

Vit hava í fleiri ár hoyrt fólk gremja seg um tær nýggju plágurnar sum vespur, dreparasniglar og alt møguligt annað, ið tey hava at berjast við hvønn dag; men enn hevur eingin mynduleiki latið við seg koma.

At allar hesar plantur og djór, ið verða innflutt, eru til óbótaligan skaða fyri ta viðbreknu føroysku náttúruna, skal eingin ivi verða um!
Fíggjarligi smeiturin av hesum fer so sanniliga at merkjast, tá mynduleikarnir einaferð rakna við.

Vanliga, tá vit tosa um skaðadjór, hugsa tey flestu beinan vegin um rottur, og tað var eisini ein ólukka, tá tann fyrsta brúna setti fótin á land her í 1768.
Enn er rottan bert staðfest á 7 oyggjum her heima; men enn tann dag í dag, verður so gott sum einki gjørt, fyri at hon ikki skal spjaða seg og hertaka hinar 11 oyggjarnar, so her er tað bert ein spurningur um tíð...

Einki verður heldur gjørt fyri at hindra teimum ”nýggju plágunum” sum flatmaðki og morsnigli í at fara í hvørt herðashorn í landinum.
Øll, ið ferðast kring oyggjarnar við eitt nú vøkstrum í mold í viðførninginum, eru við til at spjaða hesar ófrættakendu gestir kring landið.
Eitt gott dømi er flatmaðkurin, sum longu nú er funnin í Mykinesi, Hestoy, Kalsoy, Nólsoy og Svínoy.
Øll áttu at givið tí gætur, ikki at taka vøkstur og mold við kring oyggjarnar. Og skal man flyta eina plantu frá einari oyggj til eina aðra, eigur man sjálvandi at skola moldina av fyrst!

Enn eru tað mest tey havaáhugaðu, ið merkja sviðan av morsniglinum; men hvussu fer tað at verða, tá morsnigilin fer at hertaka allar eplavelturnar og rótakálini hjá bøndrunum? Tá verður standurin ringur!

Frøðingar meta, at hvørja ferð 100 ymisk sløg av plantum, skordýrum, sogdjórum og fuglum verða innflutt til eitt land, so fer eitt av hesum sløgum at trívast og festa røtur.
Hetta eru flatmaðkurin, morsniginlin, stikk-flugurnar, brúna rottan, husvættið brúna o.s.f. góð og ”sera livandi” dømi um.
 
Eitt skulu vit gera okkum greitt - at so leingi vit áhaldandi halda fram við at dálka náttúruna við øllum møguligum fremmandum og innfluttum, kunnu vit rokna við at hava nógv ”gott í væntu”.

At enda verður so einki upprunaligt føroyskt eftir. Tað fer at verða tann størsta skommin, vit koma at uppliva. Mann nakar tá fara at átaka sær heiðurin?…

Flatmaðkurin (Artioposthia triangulata): Kemur úr New Zealandi, og fer næstu 50 árini at eta umleið 90% av føroysku reyðmaðkunum.
Hetta verður ein ólukka, tí tá verður eingin reyðmaðkur eftir at gera mold og súrga hana. Og hvussu verður tá við øllum fuglunum, ið liva av reyðmaðki?

Tvinni sløg av flatmaðkum eru í Onglandi og Írlandi, sum báðir upprunaliga stava frá New Zealandi og Australia.
Flatmaðkurin, ið er funnin í Føroyum, eitur Artioposthia triangulata á latíni og var fyrstu ferð funnin í Írlandi í í 1963. Nú hann vanligur í øllum Írlandi, Onglandi og helst eisini kring allar Føroyar í næstu framtíð.
Hesin flatmaðkurin trívist best, har tað er kalt og nógv regn, og har hitin ikki fer upp um tey 20 stigini - og terri er tað ringasta, hann veit. Føroyar má tístatt verða eitt satt paradís hjá honum.
Hann livir av vanligum maðkum, sum hann sproytar enzym í, so teir blotna sundur – síðani sýgur hann teir í seg.
Higartil hava trupulleikarnir av flatmaðkinum mest verið innan fyri bøgarðarnar; men nú hann eisini sæst uttanfyri, verður tað ikki leingi, fyrr hann hevur hertikið alt landið!

Morsnigilin (Arion lusitanicus) hoyrir heima í Spania, og er stutt síðani komin higar. Hann er - sum navnið sipar til - morreyður á liti, og kann verða upp til 15 cm. langur. Hann er farin víða kring Føroyar seinru árini og etur alt, sum kemur fyri hann. Hann er ein stór plága, sum nærum er ógjørlig at sleppa av aftur við.
Tann vanligi føroyski svarti snigilin, sum sæst næstan alla staðni her heima, sæst eisini í ymiskum øðrum litum enn bara tí svarta. Hann sæst í ymiskum brúnum litum, umframt at hann eisini kann verða sprøklutur svart-hvítur.
Um mann stendur við einum brúnum føroyskum snigli í aðrari hondini og einum morsnigli í hinari, ivast sjálvt tey ”snigla-kønastu”, um ikki báðir eru av sama slag – antin tí góða ella tí verra. Tann einasti mátin at staðfesta slagið, er við at skera sniglarnar upp og hyggja at innaru gøgnunum á teimum.

Eg tori næstan ikki at skriva tað; men seinru árini eru blendingar millum vanligu brúnu sniglarnir og morsniglarnar funnir, so hvat verður tað næsta?

Brún rotta (Rattus norvegicus): Kom upprunaliga úr Asia og Kina: Í samanlagt 239 ár hevur tann brúna rottan týnt í minsta lagið 75% av føroyska fuglastovninum sum lunda, skrápi og drunnhvíta. Tey komandi 100 árini fer hon helst at kunna oyða eini 15-20% aftrat av teimum, ið enn eftir eru!

Húsvætti brúna(Hofmannophila pseudospretella): Kom upprunaliga úr Norðuramerika og er í dag vanligt kring allar Føroyar. Tess ormvera etur nærum alt, og hevur gjøgnum árini oyðilagt bæði klæði og mat fyri eitt stórt peningavirði.

Vespurnar (Paravespula vulgaris): Krevja væl ikki gjøllari frágreiðing!

Hesi fáu innfluttu nevndu ”eksotisku” djór, koma úr so fjarskotnum londum sum Kina, Danmark, Australia, New Zealandi, USA og Spania - og øll tykjast trívast alt ov væl her á landi.

Hvat kunnu vit so gera?

Hvør einstakur má taka í egnan barm og brúka vit og skil!
Vit kunnu sum er, ikki rokna við, at landsins myndulleikar taka nakra ábyrgd – hóast náttúran og umhvørvið er eitt av teirra málsøkjum.
Vit mugu sjálvi tí av øllum alvi tálma innflutninginum av skaðadjórum – so skalt tú til dømis hava eina flagtekju, vælsignaður fá tær so flag úr Føroyum - innflyt ikki flag, sum onkur annar hevur gjørt.

Fert tú at planta – keyp so føroyskar plantur. Sig kortanei til at keypa innfluttar plantur, sum standa í tí útlendsku moldini, tær vóru innfluttar í. Moldin kann fjala alt møguligt, sum dagar uppundan, so hvørt, tað veksur til. Tú veitst, hvat tú hevur; men ikki, hvat tú fært…

Um bert helmingurin av fólkinum her á landi virðismetti føroysku náttúruna, hevði tað verið grundarlag fyri føroyskum plantuskúlum og vakstrarhúsum, sum kundu selt føroyskar plantur - aldar av teimum sjálvum.
Sum støðan er í dag, stuðla tey flestu stórfyritøkunum, sum innflyta allan tramansskap.

Hin vegin – hevði dugur verið í okkara politikarum, hevði hesin innflutningur als ikki verið loyvdur; men kanska liggja aðrar størri kreftir aftan fyri teir og hála teir tann vegin, teir vilja hava teir at fara?…

Tær smáu útoyggjarnar og fjarskotnu bygdirnar hava fyrimunin av at kunna verja seg sjálvar við eini grannastevnulóg, har tey bart sagt kunnu banna øllum innflutningi av vøkstri í mold.
Um fólkið á útoyggjum ikki kunnu semjast um at brúka eina grannastevnulóg, mugu tey so í staðin sjálvi í felag finna bestu loysnina.

Á oyggjum sum eitt nú Stóra Dímun, Koltri og Mykinesi átti tað at verið ein sjálfylgja, at traðka upp í eitt fat við einum reinsandi lúti, áðrenn mann so mikið sum slapp at seta fótin á land.

At enda: Einki er lættari, enn at láta sum einki, tá man trýr, tað helst man fara at ganga alíkavæl; men einki er vandamiklari.

Morsnigil - Arion lusitanicus.

Snigil viš eggum.
Sniglaegg.
Morsnigil - Arion lusitanicus
Snigil við eggum
Morsniglar kunnu leggja klumpar av eggum við meira enn 100 eggum í hvørjum klumpi
Copyright © Jens-Kjeld Jensen
All Rights Reserved