Morsnigil Arion vulgaris
Morsnigil hoyrir heima í Spania, og er stutt síðani komin higar. Hann er - sum navnið sipar til - morreyður á liti, og kann verða upp til 15 cm. langur. Hann er farin víða kring Føroyar seinru árini og etur alt, sum kemur fyri hann. Hann er ein stór plága, sum nærum er ógjørlig at sleppa av aftur við.
Tann vanligi føroyski svarti snigilin, sum sæst næstan alla staðni her heima, sæst eisini í ymiskum øðrum litum enn bara tí svarta. Hann sæst í ymiskum brúnum litum, umframt at hann eisini kann verða sprøklutur svart-hvítur.
Um mann stendur við einum brúnum føroyskum snigli í aðrari hondini og einum morsnigli í hinari, ivast sjálvt tey ”snigla-kønastu”, um ikki báðir eru av sama slag – antin tí góða ella tí verra. Tann einasti mátin at staðfesta slagið, er við at skera sniglarnar upp og hyggja at innaru gøgnunum á teimum.
Eg tori næstan ikki at skriva tað; men seinru árini eru blendingar millum vanligu brúnu sniglarnir og morsniglarnar funnir, so hvat verður tað næsta?
|
|
|
Morsnigil - Arion vulgaris |
Snigil við eggum |
Morsniglar kunnu leggja klumpar av eggum við meira enn 100 eggum í hvørjum klumpi
|
Copyright ©Jens-Kjeld Jensen
All Rights Reserved |
|