|
|||||||||||||||||||||
Garðahumla Bombus hortorum | |||||||||||||||||||||
Í 2022 varð garðahumla skrásett fleiri staðni í Tórshavn av Árant Ziska. Hetta er fyrsta skráseting av hesum humluslagnum í Føroyum. | |||||||||||||||||||||
Viðarhumla Bombus hypnorum | |||||||||||||||||||||
10. august 2021 fann Jóna Danielsen eina viðarhumlu á vegnum í Tórshavn. Hetta er fyrsta skráseting av hesum humluslagnum í Føroyum. Longu árið eftir – í 2022, hevði hetta nýggja humslagið breitt seg um stóran part av Tórshavn. |
|||||||||||||||||||||
Húshumla Bombus lucorum (Linnaeus, 1761) | |||||||||||||||||||||
Dalavegur, Tórshavn 07.07.2019 | |||||||||||||||||||||
Danskir, skotskir og týskir humluserfrøðingar eru ikki samdir um, hví hesar húshumlurnar eru hvítar. DNA kanningar verða gjørdar í Týsklandi í heyst, og tá frættist nærri. | |||||||||||||||||||||
Jarðarhumla Bombus terrestris | |||||||||||||||||||||
Dánial Jespersen fann hesa jarðarhumluna á Tvøroyri 27.05.2017. Hetta er fyrsta og einasta skráseting av slagnum í Føroyum. | |||||||||||||||||||||
Húshumla Bombus lucorum (Linnaeus, 1761) | |||||||||||||||||||||
Hendan drotningin kom inn um dyrnar 17.04.2018. Vit høvdu hana inni í eina nátt og sleptu henni út næsta morgun. Hon hevði ongar mottur á sær. | |||||||||||||||||||||
Húshumla Bombus lucorum (Linnaeus, 1761) avtaglað við mottum | |||||||||||||||||||||
Tórshavn 21.08.2016 | |||||||||||||||||||||
![]() ![]() ![]() |
|||||||||||||||||||||
Húshumludrotningin fekk valla flogið ella gingið, tí hon hevði so nógvar mottur á sær | |||||||||||||||||||||
![]() ![]() |
|||||||||||||||||||||
Tá motturnar vórðu tiknar av drotningini, vóru tær 811 í tali | |||||||||||||||||||||
![]() |
|||||||||||||||||||||
![]() ![]() |
|||||||||||||||||||||
Húshumluarbeiðarin hevði ikki líka nógvar mottur á sær sum drotningin, men helst nóg nógvar til at taka lívið av honum. | |||||||||||||||||||||
Humlubýli funnið á Argjum | |||||||||||||||||||||
Argir 20.03.2016 | |||||||||||||||||||||
![]() ![]() ![]() |
|||||||||||||||||||||
![]() ![]() |
|||||||||||||||||||||
Elias Joensen býr á Reynsgøtu á Argjum, og húsini hjá honum liggja í 90 metra hædd. Nú ein dagin, hann gróv í havanum, kom hann fram á eitt humlureiður hjá húshumluni Bombus lucorum frá seinasta summar. Eitt humlureiður líkist smáum krukkum, sum verða settar saman, og í teimum býr næsta ættarliðið hjá humluni. Reiðrið verður bara brúkt í 1 ár. Nú verður spennandi at síggja, um nakrar av eftirkomarunum úr hesum humlubýlinum hava yvirlivað veturin. |
|||||||||||||||||||||
NÝTT HUMLUSLAG FUNNIÐ YNGLANDI Í FØROYUM | |||||||||||||||||||||
Akurhumla Bombus pratorum (Linnaeus, 1761), Signabøur 05.07.2010 | |||||||||||||||||||||
![]() ![]() ![]() ![]() |
|||||||||||||||||||||
![]() ![]() ![]() ![]() |
|||||||||||||||||||||
Akurhumla Bombus pratorum (Linnaeus, 1761) | |||||||||||||||||||||
Tann fyrsta humlan, sum vit hava kunnleika um, varð fangað í Føroyum í 1887. Síðani tá hava tær verið at sæð hendinga ferð kring landið. Hesi seinru árini eru alt fleiri fráboðanir komnar inn um humlur, og hóast alt bendir á tað, kunnu vit ikki prógva, at hon ynglar, tí enn er einki býli funnið. Humlan hevur heilt víst ynglað í Føroyum í fornari tíð - serliga í víkingatíðini, tí tá var veðurlagið nakað lýggjari enn í dag. Í Íslandi hava 3 sløg av humlum ynglað; men bert í ár eru 2 nýggj sløg funnin, so nú yngla 5 ymisk sløg av humlum í Íslandi. Í Hetlandi finnast 6 sløg av humlum. Tey ymisku sløgini av humlum eru rættiliga ymisk á at líta. Tær eru ymiskar í stødd og hava ymiskar litir. Nakrar eru gular og hvítrondutar, aðrar eru svartar og hava reyðan afturpart. Men eitt hava tær allar til felags – tær eru prúðar á at líta, tær surra og eru lodnar. Nú eg eri við at savna saman tað tilfar, ið finst um humlur í Føroyum, vil eg ógvuliga fegin koma í samband við fólk kring landið, sum antin síggja ella hava sæð hesi lodnu flogkykt, hava tikið myndir ella møguliga fangað eina humlu. Alt hevur áhuga! Eg eri at hitta á tel.: 327064, t-posti jkjensen@olivant.fo ella nolsoy@gmail.com |
|||||||||||||||||||||
![]() ![]() ![]() |
|||||||||||||||||||||
Akurhumla Bombus pratorum (Linnaeus, 1761) | |||||||||||||||||||||
Dagføring 14. juli 2010: Eftir at humlurnar vórðu umrøddar í Dagur & Vika 06. juli 2010, hava fólk úr øllum landinum sett seg í samband við meg, tí tey hildu seg hava sæð humlur. Eg eri ikki liðugur at kannað alt enn, sum er funnið; men higartil bendir alt á, at flest helst hava sæð loðbressu Eristalis intricarius og ikki humlu. Ikki tí – nøkur høvdu bæði sæð og fangað humlur. Hóast vit nú kunnu staðfesta við vissu, at humlan ynglar í Føroyum, eri eg enn áhugaður í at hoyra frá fólki, um tey halda seg hava sæð nakra. | |||||||||||||||||||||
![]() ![]() ![]() ![]() |
|||||||||||||||||||||
Loðbressa Eristalis intricarius (Linnaeus, 1758) | |||||||||||||||||||||
Húshumla Bombus lucorum (Linnaeus, 1761) | |||||||||||||||||||||
Dagføring 04. februar 2012: Humluslagið Bombus lucorum (Linnaeus, 1761) varð fyrstu ferð skrásett sum ynglandi í Føroyum í 2011. Humlan ynglaði bæði á Strondum og í Runavík í Eysturoy. Hon hevur fingið føroyska navnið húshumla. | |||||||||||||||||||||
![]() ![]() ![]() |
|||||||||||||||||||||
|