Leopardsnigil Limax maximus
Oyðið ikki leopardsnigilin!
Tá tú fert út at savna inn morsniglar Arion lusitanicus í havanum, skalt tú verða sera varin, so tú ikki eisini tekur leopardsnigilin Limax maximus, tí hann er arvafíggindin hja morsniglinum.
Nakrir leopardsniglar líkjast tí stríputa myrka á myndini, meðan aðrir hava langar døkkar blettar, harav stavar navnið. Ein morsnigil er harafturímóti altíð einslittur og hevur ofta myrkt høvd.
Leopardsnigil er rættiliga nýggjur í Føroyum. Hann var skrásettur fyrstu ferð í 2003 og er nu eisini funnin í Klaksvík, Funningsfirði, Toftum, Eiði, Kirkjubø, Kollafirði og Tórshavn.
Nýggjar norskar kanningar vísa, at morsnigil ikki trívist væl saman við leopardsniglinum, sum tekur ræðið í havanum. Leopardsnigilin hevur eina tungu, sum minnir um grovt sandpappír, og hann etur morsniglaeggini, teir lítlu morsniglarnar og sleikir og bítur enntá eisini í teir vaksnu morsniglarnar, sum tí verða við undirlutan. Hetta merkir so sjálvsagt, at morsniglarnir hava eina stóra afturgongd í havanum.
Leopardsnigilin fer bert eftir teimum plantunum, sum tann svarti føroyski snigilin frammanundan oyðileggur, so hann er ein góður vinur at hava í bardaganum móti pláguni morsniglinum. |