|
||||||||||
Flatmaðkur Artioposthia triangulata | ||||||||||
Óvist er, nær flatmaðkurin kom til Føroya, men fyrstu ferð, hann varð skrásettur, var í 1982, so helst er hann komin til landið nøkur ár frammanundan. | ||||||||||
Flatmaðkur kemur úr New Zealandi, og fer næstu 50 árini at eta umleið 90% av føroysku reyðmaðkunum. Hetta verður ein ólukka, tí tá verður eingin reyðmaðkur eftir at gera mold og súrga hana. Og hvussu verður tá við øllum fuglunum, ið liva av reyðmaðki? |
||||||||||
Tvinni sløg av flatmaðkum eru í Onglandi og Írlandi, sum báðir upprunaliga stava frá New Zealandi og Australia. | ||||||||||
Flatmaðkurin, ið er funnin í Føroyum, eitur Artioposthia triangulata á latíni og var fyrstu ferð funnin í Írlandi í í 1963. Nú hann vanligur í øllum Írlandi, Onglandi og helst eisini kring allar Føroyar í næstu framtíð. Hesin flatmaðkurin trívist best, har tað er kalt og nógv regn, og har hitin ikki fer upp um tey 20 stigini - og terri er tað ringasta, hann veit. Føroyar má tístatt verða eitt satt paradís hjá honum. Hann livir av vanligum maðkum, sum hann sproytar enzym í, so teir blotna sundur – síðani sýgur hann teir í seg. |
||||||||||
Higartil hava trupulleikarnir av flatmaðkinum mest verið innan fyri bøgarðarnar; men nú hann eisini sæst uttanfyri, verður tað ikki leingi, fyrr hann hevur hertikið alt landið!
|