3 sløg av blóðmottum Ixodes eru funnar í Føroyum. |
|||
Skógarmotta Ixodes ricinus (Linnaeus 1758) | |||
Ein mett skógarmotta Ixodes ricinus | |||
Tað finnast umleið 20 sløg av blóðmottum (Ixodidae), og ein av teimum eitur skógarmotta Ixodes ricinus. Tað er hendan, sum er vorðin alt meira vanlig í Norðanlondum og sum hesi seinastu 25 árini er funnin í Føroyum. Og tað var eisini hendan, ensku lívfrøðingarnir leitaðu eftir summarið 2015. | |||
Umframt at bæði tann vanliga fuglalúsin Ixodes (Ceratixodes) uriae og skógarmottan Ixodes ricinus kunna elva til sjúkuna Borrelia, kann mann eisini fáa meira álvarsligar sjúkur sum heilaserkjabruna (Encephalitis) av skógarmottuni Ixodes ricinus. Les um munin millum Encephalitis og Meningitis |
|||
Ein sprelllivandi skógarmotta Ixodes ricinus lá í postkassanum 25. juli 2014. Hon var funnin á einum hundi í Klaksvík, tá tey greiddu honum. Eg sá beinan vegin, at hon ikki líktist tí vanligu lundlúsini, so eg roknaði við, at talan helst var um skógarmottu Ixodes ricinus, og so var. |
|||
Finna tit líknandi blóðmottur á tykkara hundi ella kettu, vilja vit fegin síggja tær. Koyri tær í eitt gullreint glas og skrúva lokið væl á. Men ring ella sendi ein mail á nolsoy@gmail.com áðrenn tit fylla mær postkassan, so tit ikki forskrekkja lívið úr postmanninum. | |||
Dagføring 03.09.2017: Tey seinru árini hava vit bert sæð skógarmottu Ixodes ricinus á hundum og kettum; men í dag varð ein funnin á høvdinum á einum smádreingi í Eysturoynni, so bara í summar er hon funnin á 3 fólkum. | |||
Lundalús og skógarmotta – tvær blóðmottur, grein í Frøði 2017 | |||
Grein um tær 3 ymisku blóðmotturnar, sum higartil eru funnar í Føroyum | |||
Meira um Ixodes ricinus | |||
Sjúkan TBE | |||
____________________________________________________________________________ | |||
Nú er skógarmotta Ixodes ricinus eisini funnin á seyði í Føroyum |
|||
Dagføring 15.05.2018: 28. apríl 2018 fann Bjarni Jacobsen, Sumba, eina skógarmottu Ixodes ricinus (Linnaeus 1758) á einum lambi, sum teir ikki fingu fatur á, tá teir róku heystið frammanundan í brattlendinum við Fámará í Suðuroy. Nú lambið varð fangað, hevði tað eina skógarmottu sitandi undir eyganum. Hóast skógarmotta aldri er sædd á seyði í Føroyum, hildi vit, at hendan mest líktist henni, men vit vóru í iva, so vit spurdu Leivur Janus Hansen, sum var samdur við okkum; men alíkavæl valdi at senda myndir til skógarmottuekspertin Jolyon Medlock, sum staðfesti slagið. Hetta er fyrstu ferð, at ein skógarmotta er funnin á einum seyði í Føroyum, og hetta er eisini fyrstu ferð, at ein skógarmotta er funnin í haganum. Hetta kann fáa stóra ávirkan á føroyskt seyðahald, sum í ringasta føri kann verða rakt av sjúkuni Anaplasma phagocytophilum. |
|||
Vanlig fuglalús (lundalús) Ixodes (Ceratixodes) uriae (White 1852) | |||
Lundalúsin ella fuglalúsin Ixodes (Ceratixodes) uriae kom til Føroyar við sjófuglinum einaferð aftaná seinastu ístíðina, so hon er ikki nakað nýtt djór í Føroyum. Og lundalúsin er ikki nøkur lús, men ein blóðmotta. | |||
Hesa lundalúsina tók Ronja í Eyðansstovu av einari grásúlu, nú tey vóru á rókunum í Mykinesi 26. august 2017. Jens-Kjeld tók hana heim við, og sum tit kunnu síggja, so er hon rættiliga svong. Tá hon er mett, er hon trillrund. | |||
Bergmotta Ixodes (Scaphixodes) caledonicus (Nuttall 1910) | |||
Bergmottan Ixodes (Scaphixodes) caledonicus er bert funnin eina ferð í Føroyum, og tað var 27. august í 2004. Hergeir Jacobsen fann hana á einum nátaunga, sum varð fleygaður á leið við Svínoynna. | |||
|