|
||||||||||||||||||
ER VIÐAREIÐI EITT ROTTUREIÐUR? | ||||||||||||||||||
Í sambandi við Phd verkætlanina hjá Johan Henrik Funder Castenschiold at kanna náta, setti hann satelitt móttakarar á 15 nátar í Urðini á Viðareiði. Samstundis setti hann umleið líka nógv myndatól upp við reiðrini hjá hesum 15 nátunum. | ||||||||||||||||||
Urðin Mikla, Viðareiði 03.07.2024 | ||||||||||||||||||
Knappa viku seinni – 04.07.2024, vóru 11 av 15 reiðrum tóm - bæði egg og ungar vóru horvin. Og fyri fyrstu ferð vísti myndatólið eina rottu drepa ein nátaunga og eta hann. Frá tí, at rottan drap ungan, og til hon hevði etið hann, gekk bara ein hálvur tími. Óivað eru hini 4 reiðrini tóm í dag; men tað fara myndatólini at vísa okkum komandi dagarnar. |
||||||||||||||||||
So seint sum í gjár hoyrdu vit ein viðoying í Útvarpinum greiða frá, hvussu væleydnað rottutýningin á Viðareiði var; men granskingin hjá Johan Henrik Funder Castenschiold prógvar júst tað øvugta – at støðan er katastrofal í Urðini á Viðareiði, og møguliga eisini har lundin verpur, og í ringasta føri – kring alla Viðoynna. | ||||||||||||||||||
Rottur eru alla staðni, og alt bendir á, at rottutýningin hjá Umhvørvisstovuni seinastu árini als ikki hevur havt nakra ávirkan. Ein av orsøkunum er kanska, at stovnurin hevur lenað seg at einum, sum er serfrøðingur í at týna rottur í kloakkum – sum ikki finnast á føroyskum fuglarókum, í staðin fyri at tosa við tey lokalu. | ||||||||||||||||||
Og hvussu er við burturkastinum á staðnum? |
||||||||||||||||||
BLÁDÚGVA Columba livia | ||||||||||||||||||
Hesin sjúki bládúgvuungin bóltaði runt í bønum í Sandágerði 24.05 2024, og fekk valla staðið á beinunum. Samstundis vórðu sjúkar bládúgvur eisini sæddar í Nólsoy. Talan kann vera um fuglakrím, men tað ber ikki til at siga við vissu, um ikki allur sjúkur villini fuglur verður kannaður. | ||||||||||||||||||
E.S. Sjá dagføring um súlurnar longur niðri. | ||||||||||||||||||
RINGMERKTUR NÁTI Fulmarus glacialis |
||||||||||||||||||
Poul Johannes Simonsen ringmerkti ein náta 10 sjómíl norðan úr Fugloynni 03. oktober 1999, og sama náta fleygaði hann aftur eystan úr Nólsoynni 28. januar 2024 - tað er 24 ár, 3 mánaðir og 25 dagar (8883 dagar) seinni. PJS sá tíverri ikki, at nátin var ringmerktur, so hann kipti hann. Óneyðugt er væl at siga, hvussu forharmaður PJS var, tá hann seinni kom fram á, at fuglurin var ringmerktur. | ||||||||||||||||||
Hetta er tann elsti nátin, vit vita um, í Føroyum; men í Onglandi hava teir ein, sum fekk ringin eftirhugdan, tá hann var 43+ ára gamal. |
||||||||||||||||||
SÚLUR Morus bassanus Í NEYÐ |
||||||||||||||||||
So hendi tað aftur! | ||||||||||||||||||
Hendan sjónin sást fyri fyrstu ferð í 2021, og nú sæst hon tíverri aftur. Nú 09. juni 2023 tók Elith Godtfred hesar myndirnar av fleiri ússaligum súlum, sum valla fóru undan, tá stýrimaðurin Tórhallur Klæmintson Jacobsen filmaði tær. Elith Godtfred tók 2 súlur við til lands, sum vórðu handaðar Umhvørvisstovuni, sum síðani skuldi lata tær til Heilsufrøðisligu Starvsstovuni. Tað verður áhugavert at hoyra, hvat teirra kanningar fara at vísa. | ||||||||||||||||||
E.S. Longri niðri á hesi síðuni ber til at lesa um syndarligu støðuna hjá súluni í 2021. | ||||||||||||||||||
DAGFØRING 12.05.2024: Hendan dagin fingu vit súlurnar aftur frá Umhvørvisstovuni, tí Heilsufrøðiliga Starvsstovan metti ikki, tað var nakað grundarlag at kanna súlurnar fyri fuglakrím ella aðra sjúku. | ||||||||||||||||||
________________________________________________ | ||||||||||||||||||
________________ | ||||||||||||||||||
HUNGURSBITNAR GRÁGÆS Anser anser |
||||||||||||||||||
Nólsoy 16.03.2023: Nú kavin hevur ligið í mánaðir og frosturin hevur bitið, hevur tað ikki verið lætt hjá fuglunum at lívbjarga sær, tí man fær ikki skavað nakað fram úr frystari mold, sum liggur undir fleiri metrum av kava. Og tá so vatnið eisini frystir, gerst støðan bara enn verri. | ||||||||||||||||||
3 villar úthungraðar grágæs stóðu á trappuni hjá okkum í Nólsoy, tá Jens-Kjeld kom heim í dag. Tvær av teimum flugu eitt sindur burtur, tá Jens-Kjeld kom framvið teimum, meðan tann triðja bara haltaði eitt petti burtur. Jens-Kjeld bjóðaði teimum korn, men tað vildu tær ikki hava, so tað eru tær ikki vanar at eta. |
||||||||||||||||||
NÓLSOY 20.10.2022 | ||||||||||||||||||
Tá eg (Jens-Kjeld) 20. oktober 2022 var á veg heim úr Urðini í Nólsoy, fann eg ein deyðan ravn. Abraham og Bergur Mikladal høvdu ringmerkt hann í Skálabotni 14. januar 2016. |
||||||||||||||||||
NÓLSOY 15.10.2022 | ||||||||||||||||||
Deyðar súlur skola enn upp á land, so fuglakrímið hevur rakt føroyska súlustovnin meint. | ||||||||||||||||||
ÚTHUNGRAÐIR OG DEYÐIR FULKUBBAR Alle alle | ||||||||||||||||||
Nólsoy 19. december 2021: | ||||||||||||||||||
Nógvir úthungraðir og deyðir fulkubbar eru funnir deyðir kring landið í seinastuni. Orsøkin er helst ringa veðrið, ið hevur leika í í Norðuratlantshavinum seinastu 2 mánaðirnar. Av 5 deyðum fulkubbum, funnir 2 teir seinastu dagarnar, hevði ketta bitið høvdið av 3 av teimum. |
||||||||||||||||||
KANNING AV DRUNNHVÍTA Hydrobates pelagicus | ||||||||||||||||||
Anne Ausems, Alexandra Fink & Ben Porter 04.09.2021 |
||||||||||||||||||
Sum øll onnur børn skal drunnhvítaungin vigast og mátast | ||||||||||||||||||
Ein bólkur av granskarum úr Wales, Hollandi og Týsklandi hava saman við Jens-Kjeld Jensen og Jógvan Thomsen síðan tíðliga í summar 2021 verið í Nólsoy og kannað drunnhvítan. Hetta eru fleiri undanverkætlanir (pilotprojekt), sum m.a. eftir ætlanini helst skulu enda við at lýsa, hvar drunnhvítin finnur sína føði, um hann verður ávirkaður av ljósunum við aliringarnar og møguligum komandi havvindmillulundum. |
||||||||||||||||||
Dagføring 16.09.2021 | ||||||||||||||||||
Tá ungin varð vigaður 04.09.2021, var hann umleið 14 dagar gamal, og tá vigaði hann 24,7 g. Tá Anne Ausems vigaði hann aftur 16.09.2021, vigaði hann 37,2 g. | ||||||||||||||||||
______________________________________________________________ | ||||||||||||||||||
Kanningarnar av drunnhvíta Hydrobates pelagicus halda fram í 2022 | ||||||||||||||||||
Nólsoy 22.08.2022: Fyrsti ungin, ið varð klaktur í einum av reiðurkassunum í ár, vigaði 4,8 g, tá hann var 2-3 dagar gamal. Á myndunum sæst Ben Porter viga ungan. | ||||||||||||||||||
Les meira um drunnhvítakanningina longur niðri á síðuni. | ||||||||||||||||||
______________________________________________________________ | ||||||||||||||||||
Samstarv millum Umhvørvisstovuna og universitetið í Cardiff |
||||||||||||||||||
12. september 2022: Higartil eru 6 drunnhvítaungar klaktir í reiðurkassunum, umframt at 6 egg eru á veg at verða klakt. Fleiri egg kunnu enn verða vorpin í nøkrum av hinum reiðurkassunum. |
||||||||||||||||||
Hannah Hereward, Cardiff University. Lauren Evans, Scotland. Ben Porter, Cardiff University, Anne Ausems, Holland & Jens-Kjeld Jensen. |
||||||||||||||||||
Rutan hjá drunnhvítanum. Beinleiðis 160 km. til Hetlands, har hann fiskaði fyrstu ferð. Aftan á 2 samdøgur og aftan á at hava flogið íalt 600 km., var hann aftur í reiðrinum og gav unganum. | ||||||||||||||||||
Kanningararbeiði á staðnum | ||||||||||||||||||
Drunnhvítaungi | ||||||||||||||||||
Hvør ungi verður vigaður í sínum egna formi, sum bara verður brúktur til hann. Tað er fyri ikki at bera nakra smittu millum drunnhvítarnar í Urðini í Nólsoy |
||||||||||||||||||
Filmsbrot |
||||||||||||||||||
Anne Ausems, Holland, Robert Thomas, Ben Porter & Hannah Hereward, Cardiff University, Sjúrður & Sára Hammer & Jens-Kjeld Jensen. | ||||||||||||||||||
______________________________________________________________ | ||||||||||||||||||
Suðuri í Dølum 16.10.2022 | ||||||||||||||||||
Á myndini til vinstru, sum varð tikin 12. september, vigaði ungin 9 gram. Á myndini til høgru, sum varð tikin í dag - 16. oktober, vigaði ungin 41,5 gram. |
||||||||||||||||||
Nólsoy 05.11.2022: Nú er tann seinasti drunnhvítaungin farin úr reiðurkassunum Suðuri í Dølum. Tann 01. november vigaði ungin 42,3 gram, so vónandi vinnur hann vegin fram til Suðurafrika. |
||||||||||||||||||
_____________________________________________________________ | ||||||||||||||||||
Kanningarnar av drunnhvíta Hydrobates pelagicus halda fram í 2023 |
||||||||||||||||||
Nólsoy 09.09.2023. Fólkini eru frá vinstru: Jógvan Thomsen, Anne Ausems, Holland, Anna K. Znój, Polen, Rob Thomas, Wales, Zoe Deakin, Wales, Jade Philips, Wales, Jens-kjeld Jensen, Mark Bolton, Scotland og Ben Porter Wales. |
||||||||||||||||||
Í 2023 fekk Ben Porter fíggjarligan stuðul frá Granskingarráðnum í samstarvi við Umhvørvisstovuni til eina Phd verkaætlan í Nólsoy, har hann skal brúka reiðurkassar. Jens-Kjeld Jensen og Jógvan Thomsen bygdu kassarnar, og í tí sambandi hava fólkini á myndini verið í Nólsoy í summar. Anne Ausems hevur eisini enn einaferð eina minni verkaætlan í gongd við drunnhvítunum í bølinum í oynni. |
||||||||||||||||||
Teir 72 reiðurkassarnir hava fingið sera góða móttøku av drunnhvítunum, og bara nakrir fáir av teimum hava ikki fingið vitjan summarið 2023. | ||||||||||||||||||
Fimm drunnhvítar fingu hvør sín GPS loggara festan á velið, og á myndini sæst, hvat tann eini av drunnhvítunum gjørdi, eftir at loggarin var festur á. Fyrst fleyg hann ein styttri túr í ein eystan, sum tók eitt døgn. So fleyg hann heim at geva pisuni, og tað tók umleið 10 minuttir. Síðan fleyg hann ein túr upp á 350 km. til Hetlands, og tað tók 2 døgn. Hann var sostatt á veingjunum í 3 døgn. |
||||||||||||||||||
______________________________________________________________ | ||||||||||||||||||
Oktober/november 2023: Ein vaksin drunnhvíti vigar 26 g. í miðal. Tyngsti drunnhvítaungin í Urðini í Nólsoy í 2023 vigaði 54 g., tá foreldrini hildu hann vera nóg væl fyri, at kunna klára seg sjálvan. | ||||||||||||||||||
24.11.2023, var tann síðsti ungin í heimagjørdu reiðrunum í Urðini í Nólsoy farin. Nú verður spennandi at kunna fylgja teimum á teirra ferð komandi árini. | ||||||||||||||||||
_____________________________________________________________ | ||||||||||||||||||
Kanningarnar av drunnhvíta Hydrobates pelagicus halda fram í 2024 | ||||||||||||||||||
Tann fyrra myndin er av Ben Porter og tveimum av hansara ensku starvsfeløgum, sum gera kanningar í Urðini. Tann seinna myndin er av einari spikafeitari lundapisu, sum býr í einum av reiðurkassunum, sum eru gjørdir til drunnhvíta. Myndin er tikin av Ben Porter 28.07.2024, og tann 14. august búði lundapisan enn í reiðurkassanum. |
||||||||||||||||||
___________________________________________________ | ||||||||||||||||||
Drunnhvítapar við unga í Urðini í Nólsoy 17.09.2024 |
||||||||||||||||||
Tá annar av drunnhvítunum kemur heim við føði til ungan, hjúklar drunnhvítaparið um seg og ungan og prátar saman, áðrenn skifti fer fram, og hin drunnhvítin fer til havs at leita eftir føði. |
||||||||||||||||||
Allar upptøkur eru fjarstýrdar, so fuglurin veit av ongum. |
||||||||||||||||||
2021 GJØRDIST ENN EITT FELLISÁR HJÁ TERNUNUM | ||||||||||||||||||
Alt bendir á, at í flestu bølunum kring landið kom einki undan fyrstu urptini. | ||||||||||||||||||
Umleið 150 pør av ternum eru í ternubølinum í Stokkvík í Nólsoy. | ||||||||||||||||||
16. juli rýmdu ternurnar úr Stokkvík | ||||||||||||||||||
17. juli var bara 1 hálvdeyð nýklakt pisa úr øðru urptini at síggja og øll eggini vóru køld. Einar 5-6 ternur vóru síggja. | ||||||||||||||||||
Støðan tykist vera tann sama í øllum ternubølunum, vit vita um – frá Fugloynni til Mykinesar | ||||||||||||||||||
EITT ÓFRÆTTAKENT VÁR |
||||||||||||||||||
25. mai 2021 sótu umleið 15-20 súlur Morus bassanus í ein heilan dag í gronini í einum báti, sum fiskaði á Fugloyarbankanum, sambært Elith Godtfred. 30. mai sótu 15 súlur og ein terna í sama báti. Nógvar likkur vóru umborð, men tær hildu seg í hekkuni, tí súlurnar sótu í gronini. | ||||||||||||||||||
Hetta, at súlur sita ein heilan dag umborð á skipi, kemur ikki fyri, sigur Poul Johannes Simonsen. | ||||||||||||||||||
12. juni lógu 2 hálvdeyðar súlur í havnini í Nólsoy. Morgunin eftir var tann eina deyð, og tá eg, J-K, leysliga kannaði hana, varnaðist eg beinan vegin, at hon var diddarak. Hin súlan hórar enn undan. | ||||||||||||||||||
Um sama mundið ringdi Sólfinn Kjærbo og segði, at óvanliga nógvur svartfuglur var at síggja í Vágsfirði í Suðuroy. | ||||||||||||||||||
13. juni lógu óvanliga nógvir lundar og fiskaði í havnini í Hattarvík. | ||||||||||||||||||
14. juni lógu ritur, ternur og nátar og fiskaði krill beint uttan fyri molan í Nólsoy. | ||||||||||||||||||
Alt hetta er ógvuliga ófrættakent, og kann í ringasta føri benda á, at okkara búfuglur ikki fer at fáa nógvar pisur undan í summar. | ||||||||||||||||||
______________________________________________________________ | ||||||||||||||||||
Dagføring 17.07.2021: | ||||||||||||||||||
Í dag sat hendan 3 ára gamla súlan hálvdeyð í Vágargjógv í Nólsoy. Tá Terji Holm tók hana upp, var hon bara fjaðrar og bein. Tað kemur vanliga ikki fyri, at man sær diddarakar súlur í Nólsoy; men hetta er tann triðja síðan 12. juni, so okkurt er heilt út av lagi í náttúruni. | ||||||||||||||||||
TJALDUR Haematopus ostralegus | ||||||||||||||||||
Í fyrra helmingi av apríl 2021 lá kavi og rættiliga nógvur kuldi um alt landið í fleiri dagar. Umleið 13. apríl funnu fólk fleiri deyð tjøldur kring landið. Í Kaldbaksbotni lógu 3 deyð, og tað eina av teimum var hesin steggin, sum bara vigaði 310 g. Vanliga vigar ein tjaldurssteggi millum 450-500 g., so hann hevur tapt ein triðing av vektini, áðrenn hann doyði í hungri. | ||||||||||||||||||
Eingi onnur óvanlig tekin vórðu funnin á honum – hann hevði ikki flogið á nakað, var ikki skaddur av skotum, og hevði eingi tekin um sjúku í nøkrum av innaru gøgnunum. | ||||||||||||||||||
Kaldbaksbotnur 13.04.2021. Mynd: Hanus Ingi Hansen | ||||||||||||||||||
Tórshavn 07.05.2021 | ||||||||||||||||||
Tað er ikki altíð so tespiligt at handfara deyðan fugl, og serliga ikki, tá man skal ansa eftir, at einki kemur á hann frá einum sjálvum. Men halt kipp, sum tað er gott við einum góðum netverki. Gjárkvøldið kl. 23 skrivaði Joan Petur Klein til mín og fortaldi, at Steingrím hevði funnið 12 deyð tjøldur í Hattarvík. Umleið kl. 19 í kvøld bar Steingrím tey til dyrnar hjá okkum, ávegis úr Hattarvík. Fantastiskt! | ||||||||||||||||||
When Oystercatchers can’t find food (Tá tjøldrini ikki finna nakra føði) |
||||||||||||||||||
LÍTIL MÝRISNÍPA Lymnocryptes minimus | ||||||||||||||||||
09. februar 2021 fann Anna Jónleyg Hentze 5 lítlar mýrisnípur liggjandi deyðar lið um lið á Sandi. Vit tóku tað næstan fyri givið, at tær vóru deyðar í hungri, tí kavi og áhaldandi frostur hevði ligið fleiri dagar á rað. |
||||||||||||||||||
Hanna Joensen sendi mýrisnípurnar til Nólsoyar, og nú hevur Jens-Kjeld so kannað tær. Allar vóru rak, men tær vóru ikki deyðar av hungri; men av kettubiti. Allar 5 eru dripnar av kettu. Um somu tíð varð ein lítil mýrisnípa funnin deyð í Leynum, Hon var eisini dripin av kettu. |
||||||||||||||||||
RINGMERKTUR VALMÁSI Larus hyperboreus | ||||||||||||||||||
Hesin valmásin Larus hyperboreus varð ringmerktur sum pisa 30.06.2020 í Kongsfjorden, Elefantsteinen (Arctic Ocean, Svalbard (Spitsbergen). Valmásin varð funnin deyður við Haraldsund 12.01.2021. |
||||||||||||||||||
RINGMERKTIR FUGLAR | ||||||||||||||||||
Fleiri fuglar við litringum eru funnir í vár, her er ein teirra: | ||||||||||||||||||
Svanur Cygnus cygnus | ||||||||||||||||||
05. mars 2020 fann Benny Tórsheim ein deyðan svan í Skálavík, sum var ringmerktur bæði við stálringi og litringi. Svanurin var ringmerktur 15.12.2009 kl. 09.30 í Welney Swan Pipe, Norfolk, UK (legg til merkis staðarnavnið). Welney Swan Pipe ligger í 1100 km fjarstøðu frá Skálavík. | ||||||||||||||||||
Bládúgva Columba livia | ||||||||||||||||||
13. mai 2020 fekk eg eina ringmerkta, vælpiðaða bládúgvu inn um dyrnar, sum Finnur Lützen hevðu funnið í plantaguni. Vit sendu ringnummarið niður og nakrar fáar tímar seinni vistu vit, at hetta var ein bládúgva, sum Jens-Kjeld Jensen & Jógvan Thomsen høvdu ringmerkt í Nólsoy 01.10.2019. Les nærri her |
||||||||||||||||||
Deyðiligheitin tykist vera stór hjá føroysku bládúgvunum. Nógvar eru ringmerktar, men ógvuliga fáar verða fráboðaðar aftur. Meiningin við at ringmerkja fugl, er fyri at fáa at vita, hvussu gamlir teir verða, hvussu teir ferðast o.s.f., so um tit finna ein ringmerktan fugl, sendi so endiliga ringin inn til kanningar. | ||||||||||||||||||
HVUSSU HEVUR FUGLURIN TAÐ Í NÓLSOY? | ||||||||||||||||||
Jón Aldará og Jens-Kjeld Jensen hava skrivað eina grein um støðuna hjá æðu, teista og heiðafugli í Nólsoy í blaðnum Frøði, sum kom út stutt undan jólum 2019. | ||||||||||||||||||
SANDÁGERÐI 30.06.2019 | ||||||||||||||||||
Vinfólk hittast :) | ||||||||||||||||||
Jens-Kjeld og onnur hava givið hesi nólsoyaræðuni at eta í fleiri ár úti í Nólsoy. Hon hvarv úr Nólsoy nakað síðani. Tá vit vóru úti í Sandágerði 30.06.2019 kom ein æða spelandi móti okkum. Hon rann framvið okkum og beint til Jens-Kjeld, og so kendi hann hana aftur. Hyggi eftir filmsbrotunum niðriundir, so síggja og hoyra tit, hvussu tað ljóðar, tá gamlir vinir hittast. | ||||||||||||||||||
______________________________________________________________________________________ | ||||||||||||||||||
______________________________________________________________________________________ | ||||||||||||||||||
Sandágerði 03.07.2019 | ||||||||||||||||||
03.07.2019 lá æðan á 4 eggum í garðinum hjá Jens Mohr í Sandágerði, og tá vóru vit úti við seiði til hana. Hon lá ikki so føst á eggunum, men mól oman móti sandinum og so niðan aftur á reiðrið | ||||||||||||||||||
10.07.2019 var skilið tað sama, og tá var 1 egg brotið. Jens-Kjeld tók tí æðuna við sær, tá hann fór út við Ternuni kl. 22. Vónandi gleðist hon um at vera komin heim aftur. | ||||||||||||||||||
Nólsoy 15.07.2019 |
||||||||||||||||||
SO TAGNAÐI HENDAN RØDDIN | ||||||||||||||||||
Tað eru so fá ár, síðan kvørkveggjan kom heim í bygdina í Nólsoy úr Urðini at reiðrast. |
||||||||||||||||||
So syndarligt, at so nógvur smáfuglur verður dripin av leysgangandi kettum; men enn verri er líkasælan hjá eigarunum av kettunum ... | ||||||||||||||||||
Kvørkveggjuungin, sum var í pleygu hjá okkum | ||||||||||||||||||
HEPPIN BYRSUMAÐUR | ||||||||||||||||||
Útstappaði hvítravnurin hevur hildið til í Nólsoy í allan vetur. Man hevur ikki kunna komið í námynd av honum, tí hann var so styggur; men fyri góðum mánaði síðan eydnaðist tað – tá varð hann skotin av einum av teimum bestu byrsumonnunum í Nólsoy. | ||||||||||||||||||
Tann seinasti hvítravnurin varð skotin í 1902. Vit hava tí verið í samband við Sotheby’s í London, og har varð hvítravnurin mettur at hava eitt virði á umleið 10.000 og 14.000 Euro. |
||||||||||||||||||
Dagføring 01. apríl: Minst til, at tað er 01. apríl, so søgan uppiyvir er ikki heilt sonn. Útstappaði ravnurin í Nólsoy er ein blendingur (hybrid) millum ein ravn og ein hvítan hana av Oyri - og tað er ein sonn aprílsøga. | ||||||||||||||||||
FØROYSKIR FUGLAFRØÐINGAR ROYNA ENN EINA FERÐ AT FÁA LUNDAN FRIÐAÐAN |
||||||||||||||||||
og hesu ferð verða teir stuðlaðir av Dansk Ornitologisk Forening | ||||||||||||||||||
Stór skomm! | ||||||||||||||||||
Og hetta áttu vit sjálvi at duga at sæð! | ||||||||||||||||||
Men tá talan er um okkara náttúrutilfeingi, halta vit av álvara aftaná framkomnum londum. Tað eru tey, sum halda, at í Føroyum skulu føroyingar ráða; men um hesi so halda, at vit eiga fuglin, so taka tey alvorliga feil, tí fuglurin er longri í okkara grannalondum og øðrum londum við, enn hjá okkum. Samstundis sum vit byggja sendistovur kring heimin og eru so errin av, at føroyingar eru alla staðni, verða vit til reinar heimføðingar, tá onkur talar at okkum. Tá krúpa vit í húðaskógvarnar og tosa um mentan og bjargasið og gloyma, at vit bert eru ein partur av einum størri heimi, har náttúran bløðir. Náttúruna koma vit ongantíð at eiga, og tað er okkara skylda at ansa eftir henni. |
||||||||||||||||||
NÓGV PLASTIKK ER Í NÁTA | ||||||||||||||||||
TERNUPISURNAR Í NÓLSOY DOYÐU Í HUNGRI Í 2018 |
||||||||||||||||||
Kalsoy 30.06.2018 | ||||||||||||||||||
Tann 06. juli 2018 fór eg - Jens-Kjeld, á seiðaberg. Tá varð eg umgyrdur av í minsta lagi 200 kriandi ternum, sum vóru so gorhungraðar, at eg kundi geva teimum livur og garnar við hondini. Eg hugsaði beinan vegin, at hetta var ikki rætt. Tveir dagar seinni fór eg so ein skjótan túr gjøgnum ternubølið í Stokkvík og fann 20-25 deyðar, 2 næstan deyðar, sum vóru umleið 10 dagar gamlar, 2 næsten floygdar; men diddarak, umframt eina floygda pisu. Eg varð ikki álopin av nakrari ternu, og tá fortaldi ein granni til ternubølið, at ternurnar vóru vorðnar meira friðarligar longu eina viku frammanundan, og at tær tá eisini vóru hildnar uppat at leika í, tá hon nærkaðist bølinum. |
||||||||||||||||||
Stokkvík 10.07.2018 | ||||||||||||||||||
3 ternubøli eru í Nólsoy. Tvey smá, ávikavist á Tjørnunesi og í Bólstað, og så Føroya helst størsta, sum liggur í Stokkvík. Umleið 04. juli broyttu ternurnar í Nólsoy atburð - tær vardu ikki bølini longur, sum tær annars plaga. Tann 08. juli vóru tey smáu ternubølini á Tjørnunesi og Bólstað tóm, umframt at helmingurin av teimum 6-700 pørunum í ternubølinum í Stokkvík vóru burtur. Eg fann fleiri deyðar pisur, tá eg gekk ein kvikan túr gjøgnum bølið. Tann 12. juli gekk eg aftur gjøgnum bølið fyri at síggja, hvussu støðan var, og tað var ein syndarlig sjón. Har tað skuldi verið einar 1000-1500 ternupisur, vóru í staðin í hundraðvís av deyðum pisum, einstøk reiður við eggum, umframt at nakrar fáar floygdar pisur flagsaðu runt. Ikki ein einasta gomul terna við nebbasild var at síggja, so tær fáu floygdu pisurnar hava ikki stóran møguleika at yvirliva, eftir sum tær helst skuldu fingið føði frá foreldrunum í í minsta lagið eina viku aftrat. |
||||||||||||||||||
Støðan sær út til at vera tann sama í Kalsoynni. |
||||||||||||||||||
Stokkvík 12.07.2018 | ||||||||||||||||||
I kvøld 12. juli, sigldu vit tríggir - Marnar á Skúr, Hergeir Jacobsen og eg (J-K.J.) ein túr runt um Nólsoynna. Á túrinum sóu vit 2-300 ritureiður við einans 8-10 pisum, hini reiðrini vóru tóm. |
||||||||||||||||||
Dagføring 19. juli: Enn sæst hendinga terna koma inn við nebbasild í bølinum í Stokkvík, og somuleiðis eru nakrar stórar ternupisur eftir í bølinum. Tær eru floygdar; men so diddarak, at tær bara megna at flúgva fáar metrar, áðrenn tær detta niður aftur. | ||||||||||||||||||
LUNDIN ER FRIÐAÐUR Í URÐINI Í NÓLSOY Í 2018 | ||||||||||||||||||
Lundin hevur ikki verið friðaður í Nólsoy seinastu árini, so hattin av fyri Heimaru Helvt, nú teir á hagafundi 04. februar í ár samdust um, at eingin fer á fleyg í Urðini í 2018. Við at friða, gera nólsoyingar tað sama sum tey í Skúvoy og Mykinesi. I 1997 var eitt lið av granskarum í Nólsoy í 1 mána, og teir meira ella minni búðu úti í Urðini. Tá metti svartfugla-eksperturin Lech Stempniewicz, at lundastovnurin í Nólsoy var millum 35.000 og 50.000 pør. Ein leyslig meting í 2018 er, at helst eru ikki meira enn 5.000 til 10.000 pør eftir í Nólsoy. Tað er ein afturgongd á umleið 80%. Tað er sjálvandi ikki bara fleyging, sum týnir stovnin, tí nógv annað ger seg galdandi; men um vit í ringasta føri ímynda okkum, at tær flestu pisurnar frá seinasta summar vórðu skotnar í vetur, og at man so omaná tað eisini loyvir fleyg, gongur tað enn skjótari afturá, og tað er ikki gott. Tað er sera hugaligt, tá teir ið fleyga lundan, eisini hugsa um at verja hann. |
||||||||||||||||||
ENN EIN ÁHEITAN TIL HØGNA HOYDAL UM AT FRIÐA LUNDAN | ||||||||||||||||||
Áheitan frá Útoyggjafelagnum frá 06.11.2017 | ||||||||||||||||||
LONASVALA Delichon urbicum (Linnaeus, 1758) |
||||||||||||||||||
Hvalba 03.06.2017 | ||||||||||||||||||
Lonasvala er sera sjáldsamur gestur á vári og sumri, og hóast hon hevur roynt at yngla her, hevur tað bert eydnast henni 4 ferðir. Fyrsta skrásetingin um lonasvalu er frá 1899, og fyrstu ferð henni eydnaðist at yngla, var í 1956, so langt er millum ungarnar. | ||||||||||||||||||
Eitt so fitt par rokast dúgliga við at byggja eitt reiður í Hvalba nú um dagarnar. Tey hava flogið í pendulfart við tilfari til reiðrið í nógvar dagar, men tá vit ikki hava stórvegis nøgdir av leiri í Føroyum, sum hon vanliga brúkar at byggja reiðrið við, tekur tað nærum ongan enda. Parið flýgur aftur og fram við moldklumpum og smáum urtum, sum tey so klíggja aftrat reiðrinum. | ||||||||||||||||||
Sum tað hevði verið stuttligt at sæð nøkur smá blá høvd í reiðrinum seinni í summar. | ||||||||||||||||||
GRÁGÁSIN Í STÓRUM VANDA FYRI AT VERÐA TÝND | ||||||||||||||||||
Eingin ánar, um veiðan er burðardygg, tí eingin ánar, hvussu fáar eru eftir. Tað er ørt at halda fram at skjóta grágás alt árið - bæði á vetri, tá eingin gróður er, sum tær kunnu stjala frá bóndrunum, og á sumri, tá tær eru fjaðursárar og hava ungar, tí man má vita meira um stovnin. Hóast Fuglafrøðifelagið, Umhvørvisstovan og Havstovan mótmæltu, varð lov givið at skjóta grágás í 2014. Búnaðarstovan, sum varðar av bóndrunum, viðmælti uppskotið, og hon umsitur eisini loyvið. MBM selur byrsurnar. Tá loyvið varð givið, treytaði Løgtingið sær, at ein kanning var gjørd um stovnin. Men fíggjanin til hesa kanning er ikki komin enn, nú vit skriva 2017 ... Vit hoyra um menn, sum sita í bili og plaffa grágæsnar niður, og vit vita eisini um onkran, sum brúkar lokkigæs, og tað skurrar í oyrunum, tí ikki skuldi verið neyðugt at brúkt lokkifugl, tá so nógv er til av grágás. Men størsta skommin er hóast alt at síggja fólk selja grágæsnar á facebook... |
||||||||||||||||||
OLJUDÁLKAÐUR LOMVIGI Uria aalge Nólsoy 22.02.2017 | ||||||||||||||||||
Soleiðis sær man út, tá man svimur í heimsins reinasta havi ... | ||||||||||||||||||
Baldvin Jacobsen fangaði hendan lomvigan á vágni í Nolsoy í morgun og bar hann niðan til Jens-Kjeld, sum so kipti hann. Hvussu nógvur annar oljudálkaður fuglur svimur kring oyggjarnar, kunnu vit bara gita um, tí teir flestu doyggja á sjónum; men tað er heilt vanligt at hoyra um oljudálkaðan fugl eystanfyri. Hetta líkist ongum; men so leingi einki krav verður sett um, at føroyskir observatørar skulu vera umborð á hvørjum útlendskum fiskiskipi, sum fiskar innan 200 míla markið, koma vit framhaldandi at síggja syndarligar lagnur sum hesa. | ||||||||||||||||||
NÁTI Fulmarus glacialis | ||||||||||||||||||
Nólsoyingar fóru sum vant eftir nátaungum seinast í august 2016. Tann 23. august glúpaði Marnar á Skúr nátaungan, sum sæst á myndunum, vestan fyri Trøllhøvda. Nátaungin var úthungraður og illa fyri, tí annar vongurin var innsnørdur av einum nylonbandi. | ||||||||||||||||||
Hetta hava vit ongantíð sæð fyrr, og vit spyrja okkum sjálvi, hvør kann finna uppá at gera tílíkt? | ||||||||||||||||||
Hvat var endamálið? Varð nátaungin brúktur sum lokkifuglur? Ella vildi onkur bara læra seg at binda knútar? | ||||||||||||||||||
Óansæð, so má hetta metast sum djórapínsla av ringasta slag. | ||||||||||||||||||
Vóni ikki, at vit nakrantíð koma út fyri tilburðum sum hesum aftur... |
||||||||||||||||||
SVARTBAKAR Larus marinus DÁLKAÐIR AV FISKALÝSI | ||||||||||||||||||
Tórshavn 23.06.2016 | ||||||||||||||||||
Tað er næstan vorðið gerandiskostur at fáa fráboðanir um oljudálkaðan havhest og likkur frá til dømis Fugloyarbankanum, umframt oljudálkaðar likkur á landi; men í dag fingu vit eina heldur øðrvísi fráboðan: 13 svartbakar stóðu á Tinganesi – blankir av lýsi. Fuglarnir kláraðu valla at standa á beinunum, so stirdir í kulda og ússaligir vóru teir. Fuglarnir royndu alla tíðina at vaska sær við tí úrsliti, at teir smurdu lýsið um allan kroppin. |
||||||||||||||||||
Tórshavn 24.06.2016 | ||||||||||||||||||
SKULU VIT NÚ EISINI RÆNA REIÐRIÐ HJÁ GRÁGÁSINI? | ||||||||||||||||||
Um einans 47 grágæs eru skotnar, síðan loyvi var givið at skjóta tær, er tað einki minni enn eitt mirakul, sum kann samanberast við tá Jesus mettaði eina heila mannafjøld við 2 fiskum og 5 breyðum! Grágæs hava verið til sølu á facebook, onnur hava latið tær í jólagávu o.s.f., og tá røkka 47 ikki langt! |
||||||||||||||||||
Sum vit fyrr hava skrivað, so er tað heilt ótrúligt, at friðaða grágásin skal hava so ring livikor, nú hon endiliga er komin aftur síðan hon var týnd fyri skjótt 200 árum síðani! Hóast allur fornuftur talaði móti tí, fingu nakrir fáir persónar lov at skjóta grágás alt árið á síni innmark, galdandi frá 2014. At taka eggini frá grágásini er strangt bannað, og alíkavæl sær mann beinskerdar grágásarungar ganga runt á trøðunum hvørt ár. Høvdu ungarnir so gingið langt burtur frá alfaravegi, so hevði eg kanska skilt, at fólk tordu at stjala og klekja eggini; men tað er so galið, at eingin so mikið sum fjalir tað. Ungarnir ganga mitt inni millum húsini í ymisku bygdunum, so øll síggja tað og eru vitandi um tað. Virðingin fyri løgregluni kann ikki vera stór, tað er vist! |
||||||||||||||||||
Er tað betur at gita enn at vita? |
||||||||||||||||||
Grágásin broytti atburð, beinan vegin, menn byrjaðu at skjóta hana. Hon gjørdist so stygg, at bara mann setti ferðina niður á bilinum, fyri at kunna telja hana, kastaði hon seg á bláman og var langt av landi skotin, áðrenn mann so mikið sum náddi at innstilla myndatólið. Og tað bendir á, at onkur hevur skotið eftir henni frá bili. Eisini kann tað verða skjótingin við luftbyrsu frá bili, sum í stórum stíli tók seg upp í 2014 og 2015. | ||||||||||||||||||
Eg tori ikki at hugsa um, hvat hendir, um mann nú fer at legalisera tað, sum longu fer fram í stórum stíli - at ræna eggini frá henni eisini! | ||||||||||||||||||
grein í Sosialinum 13.11.2015 | ||||||||||||||||||
Svartfuglur verður skotin í løtuni, og har er sama skilið, eingin ánar, hvussu nógv av okkara egna svartfuglastovni verður skotin, og hvussu stórur partur er útlendskur. Menn óivað eru nógvar av okkara kærkomnu lundapisum frá 2015 longu skotnar. |
||||||||||||||||||
Vit hava júst havt vitjan av einum donskum fuglakennara, og hann hevur eygleitt menn skjóta skarv. Hann helt tað var so ógvusligt, at hann samanbar tað við skjótingina í París, og tað sigur ikki so lítið! | ||||||||||||||||||
Beinskerdar (friðaðar) grágæs, Tvøroyri, Suðuroy 31.05.2014 | ||||||||||||||||||
PLASTIK Í NÁTUM | ||||||||||||||||||
Mánaðarskiftið august-september 2015 vitjaði Jan Andries van Franeker enn einaferð í Føroyum fyri at savna tilfar til hansara kanningar um plastik í føroyskum nátum. Og nú havi eg smakkað gamlan náta uppá hollendskan maner :) | ||||||||||||||||||
Her kunnu tit síggja ein film, har ein føroyskur nátaungamagi verður tømdur |
||||||||||||||||||
HELGOLANDSFELLAN 21 ÁRA GOMUL | ||||||||||||||||||
29.08.2011 ringmerkti Jens-Kjeld 3 ungar roðaígður í Nólsoy. Tær vórðu fangaðar í helgolandsrúsuni. | ||||||||||||||||||
SKÚGVUR Stercorarius skua | ||||||||||||||||||
Nýggj grein vísir, at minkingin av lundastovnunum lítið hevur at gera við vaksandi talið av skúgva, men heldur skildast vantandi føði og ov lítla tilgongd av ungfugli inn í stovnin. |
||||||||||||||||||
LÓGLOYSIÐ HELDUR BARA FRAM! | ||||||||||||||||||
Vágar 28.06.2015 | ||||||||||||||||||
Tað er heilt ótrúligt, at friðaða grágásin skal hava so ring livivilkor, nú hon endiliga er komin aftur, síðan hon varð týnd fyri skjótt 200 árum síðani! Hóast allur fornuftur talaði ímóti tí, fingu nakrir fáir persónar lov at skjóta grágás alt árið á síni innmark, galdandi frá 2014. |
||||||||||||||||||
At taka eggini frá grágásini er strangt bannað, og alíkavæl sær man beinskerdar grágásarungar ganga runt á trøðunum hvørt ár. Høvdu ungarnir so gingið langt burtur frá alfaravegi, so hevði eg kanska skilt, at fólk tordu at stjala og klekja eggini; men tað er so galið, at eingin so mikið sum fjalir tað. Ungarnir ganga mitt inni millum húsini í ymisku bygdunum, so øll síggja tað og eru vitandi um tað. Virðingin fyri løgregluni kann ikki vera stór, tað er vist! | ||||||||||||||||||
Hesir ungarnir á myndini ganga runt í Vágum, og sum ikki eina ferð, so tordi myndatakarin ikki at melda málið, men sendi myndirnar til mín. |
||||||||||||||||||
Tvøroyri, Suðuroy 31.05.2014 | ||||||||||||||||||
TÚRUR RUNT NÓLSOYNNA | ||||||||||||||||||
Nýggjurð | ||||||||||||||||||
Urðin, Kapilin og ein kópur | ||||||||||||||||||
15.06.2015 sigldi eg ein túr runt Nólsoynna við Hergeir og Marnar á Skúr. |
||||||||||||||||||
5 FØROYSKIR BÚFUGLAR ERU KOMNIR Á EUROPEISKA REYÐLISTAN YVIR HÓTTAN FUGL | ||||||||||||||||||
Umframt lunda og náta, er æða, tjaldur og rita eisini hótt | ||||||||||||||||||
Europeiski Reyðlistin | ||||||||||||||||||
KLÓK KRÁKA Corvus corone cornix | ||||||||||||||||||
Eg veit, at kráka er klók, men at hon var so útspekulerað, tað hevði eg ikki roknað við. Hendan sat í havanum fyrradagin og fjasaðist við eina feittkúlu, og mitt í øllum sá eg, at krókurin við feittkúluni vendi uppeftir. Ikki fyrr enn eg nú fekk myndirnar inn á telduna, sá eg, at krákan snaraði netinum við feittkúluni í, so hvørt kúlan gjørdist minni. | ||||||||||||||||||
POLITISK LÍKASÆLA, SO TAÐ FORSLÆR! | ||||||||||||||||||
Hóast lundin ikki hevur fingið nakra pisu seinastu 13 árini, er eingin politiskur meiriluti fyri at friða lundan | ||||||||||||||||||
Lesið sera áhugaverdu greinina hjá Sjúrði Hammer og Jens-Kjeld Jensen | ||||||||||||||||||
DUNNA Anas platyrhynchos domestica + ÆÐA Somateria mollissima faeroeensis | ||||||||||||||||||
Æðublikarnir eru so vakrir, segði kollfjarðardunnan, tá hon 04.04.2004 fór gvaggandi oman í fjøruna. Úrslitið av fríggingartúrinum sást nakrar vikur aftaná, tá hesin fitti ungin spákaði millum hinar dunnuungarnar í dunnugarðinum. Tað at hetta so at siga ikki kemur fyri í náttúruni, vistu vit ikki fyrr enn nú, men vit læra, so leingi vit liva... | ||||||||||||||||||
ÚTHUNGRAÐIR OG DEYÐIR FULKUBBAR Alle alle | ||||||||||||||||||
Nú í december 2014 eru fleiri deyðir fulkubbar funnir kring landið. Flestu teirra hava verið ungar frá í summar og allir eru deyðir í hungri. |
||||||||||||||||||
MAKRELUR FULLUR AV NEBBASILD | ||||||||||||||||||
06. september 2014 var Marnar Gaard við snøri á Skálavíksgrynnuni, og tá fekk hann næstan ikki snørið niður til toskin, tí har var so nógvur makrelur. Makrelurin var um at bresta av nebbasild, sum tit síggja á myndunum. Nebbasildin var í hóskandi stødd til lundapisurnar, men er komin í minsta lagið 2 mánaðir ov seint til pisurnar. |
||||||||||||||||||
Fáar lundapisur hava verið at sæð í ár, men so seint sum 30. september sá Esbern í Eyðansstovu 2 feitar áarpisur, sum vóru á veg oman á sjógv. | ||||||||||||||||||
TÓM REIÐUR Í ÚTNORÐRI | ||||||||||||||||||
"Líknandi mynstur sæst hjá svartfuglinum í Skotlandi, Føroyum og Noregi – ella tvørtur um londini í útnorðri. Tey flestu av fuglasløgunum, sum ”Arctic Biodiversity Assessment” funnu í 2013, eru í afturgongd"... |
||||||||||||||||||
SVANUR Cygnus cygnus | ||||||||||||||||||
Svanaparið á Gróthúsvatni í Sandoy hevði 5 ungar. 02.07.2014 hvurvu allir ungarnir samstundis, og eftir gekk steggin við einum meiðslaðum vongi.
|
||||||||||||||||||
08.07.2014 vóru vit við Gróthúsvatn fyri sjálvi at síggja, hvussu svanasteggin hevði tað og tá sóu vit beinan vegin, at steggin dragsaði ein brotnan vong eftir seg. Steggin hevur helst roynt at vart ungarnar og er antin skotin ella sligin so hart, at vongurin brotnaði. Neyðardýrið hevur sostatt gingið við einum brotnum vongi í í minsta lagið 1 viku. Vit tosaðu við politistøðina í Havn í morgun, og tey lovaðu at syrgja fyri, at svanurin varð avlívaður, tí hann kemur aldri at flúgva aftur. | ||||||||||||||||||
Ofta verður havt á munni: "At onkur tíggjar sær sum eitt djór", ella at hann ella hon er dýriskur; men tað haldi eg er at seta djórini á eitt lægri støði, tí djórini handla pr. instinkt, meðan maður leggur planir... | ||||||||||||||||||
Dagføring: Vit trúðu ikki okkara egnu eygum, tá vit 31.07.14 enn eina ferð vóru í Sandoynni og aftur sóu vongbrotna svanan á Gróthúsvatninum. Tað merkti jú, at einki sum helst var hent, hóast løgreglan hevði sett ein mann til at taka sær av málinum longu 3 vikur frammanundan. |
||||||||||||||||||
Vit tosaðu við Trónd Leivsson, landsskógarvørð, sum hevur verið burturstaddur eina tíð, og hann var líka ovfarin sum vit; men hann lovaði at taka sær av málinum, og hann skjeyt svanan 05. august. Svanurin hevur sostatt gingið við einum brotnum vongi í meira enn 1 mánað - og tað líkist ongum! | ||||||||||||||||||
HER RUGGAR IKKI RÆTT... | ||||||||||||||||||
ER TAÐ BETUR AT GITA ENN AT VITA Á BÚNAÐARSTOVUNI? |
||||||||||||||||||
SMYRIL Falco columbarius subaesalon | ||||||||||||||||||
Hesin ungi smyrlasteggin varð fangaður umborð á Atlantsfarðinum 21. september 2013. Manningin tók sær av honum og gav honum at eta og drekka í 3 dagar. Síðani tóku teir smyrilin við til lands, har Jens-Kjeld ringmerkti hann og slepti honum aftur. |
||||||||||||||||||
RINGMERKING AV SKARVI Phalacrocorax aristotelis | ||||||||||||||||||
25. juni 2013 vóru Poul Johannes Simonsen, sonur hansara Johannes, Kenneth Justesen og Jens-Kjeld Jensen í 3 ymiskum urðum fyri at telja og ringmerkja skarvsungar. Fáir floygdir ungar vóru at síggja, og einans 4 ungar og 1 gamal skarvur fingu ring um beinið. 4 reiður við eggum í vórðu funnin, sum vanligt. Alt bendir á, at skarvurin hevur tað betri í ár, enn til dømis seinasta ár, tá nærum eingin ungi varð floygdur. |
||||||||||||||||||
KJÓGVI Stercorarius parasiticus VIÐ UNGA | ||||||||||||||||||
10.07.2013 gingu vit norðanfyri og hugdu eftir hvítgulum hjúnagrasi Pseudorchis albida (L.) Á & D. Löve. Tá gingu vit okkum beint fram á hendan kjógvan, sum við alskins snildum royndi at lokka okkum burtur frá unganum. | ||||||||||||||||||
HVØR AV ØÐRUM LIVA MÁ | ||||||||||||||||||
Í Múla mundu vit traðka á eitt tjaldur, ið sat tætt við vegjaðaran. Tað byrjaði so at flagsa, haltaði og royndi alt tað kundi, fyri at lokka okkum burtur frá staðnum. Vit gingu nøkur fet aftaná tí og sóu so eina deyða tjaldursbøgu, sum helst var dripin av einum kjógva ella skúgva fyri 1-2 døgum síðani. Men fuglurin kann eisini hava lagt á hana, eftir at hon var deyð. Bøgan hevði bølt, so reiðrið var nærhendis. Neyðars tjaldurssteggin hevur so sitið á varðhaldi og roynt at vart bøguna og reiðrið líka síðani. | ||||||||||||||||||
LUNDIN FRIÐAÐUR Í NÓLSOY Í 2013 | ||||||||||||||||||
Á grannastevnu 05. apríl 2013 samtykti ein meiriluti av nólsoyingunum, ið eiga jørð, at friða lundan í 2013 - ella í 1 ár. | ||||||||||||||||||
FUGLADEYÐI Í SUÐUROY | ||||||||||||||||||
24. juli 2012 funnu fólk umleið 40 deyðar likkur á einum øki á 70 metrum á Tvøroyri. Dagin eftir - 25. juli, funnu vit 1 deyða likku og 1 júst deyðan ungan fiskimása á sandinum í Trongisvági. Málið verður kannað í løtuni; men teir báðir fuglarnir vit funnu, vóru so ikki deyðir í hungri. | ||||||||||||||||||
UPPTELJING AV DRUNNHVÍTASTOVNINUM Í NÓLSOY | ||||||||||||||||||
Fólk frá Náttúrugripasavninum eru saman við Jens-Kjeld Jensen farin undir at telja drunnhvítastovnin í Nólsoy. Hesar myndirnar eru frá 19. juli 2012. | ||||||||||||||||||
RINGMERKTIR KRÁKUUNGAR | ||||||||||||||||||
02. juni 1992 gingu Jens-Kjeld Jensen og Erik Mortensen ein túr runt um Toftavatn. Har funnu teir eitt krákureiður við fýra ungum, sum teir ringmerktu. Síðst í apríl í ár varð ein av hesum ringmerktu krákunum funnin deyð við Rituvík - 19 ár og 11 mánaðir eftir at hon varð ringmerkt. Hon varð funnin einans 3 km frá staðnum, har hon bleiv merkt sum ungi fyri næstan 20 árum síðan. |
||||||||||||||||||
TAÐ EYDNAÐIST HELDUR IKKI AT FÁA LUNDAN FRIÐAÐAN Í 2012 - EIN KATASTROFA! | ||||||||||||||||||
Heldur ikki í 2012 eydnaðist tað at fáa lundan friðaðan. Politikararnir hugsa bert um eitt, og tað er makrel! Fyri at gera støðuna enn betri hoyrist, at møgulig loyvi verða givin til garnaveiðu eftir makreli inni við land. Er tað veruliga so galið, at politikararnir nú eru farnir at hugsa longri enn til dagin í morgin? Taka við Ísland sum eitt dømi, doyggja um 120.000 fuglar í gørnunum hvørt ár, so verða hesi loyvi givin, verður góður møguleiki at kunna borðreiða við bæði lunda og lómi á føroysku tallerkunum í summar. | ||||||||||||||||||
EIN SYRGILIGUR DEYÐI | ||||||||||||||||||
Vanliga verða tjógv hongd upp at turka í einum bandi. Tá hetta tjógvið varð etið, hevur onkur tveitt tað út, uttan at gáa um at taka bandið av. Hendan æðan var so óheppin at fáa hesa tungu byrðuna um hálsin, sum so síðani beindi fyri henni. | ||||||||||||||||||
NÝTT ÚR ÍSLANDI | ||||||||||||||||||
Ótrúligt; men meðan íslendingar hava teirra ringastu fíggjarstøðu í mannaminni, hava teir sjálvsagt sæð tað neyðuga í at seta kanningar í verk fyri at lýsa støðuna hjá teirra svartfugli og eisini sett pengar av til tað. Hendan kanningin er so orsøkin til at eitt friðingaruppskot er lagt fram í Altinginum. |
||||||||||||||||||
Uppskot til vernd av svartfugli | ||||||||||||||||||
Lógaruppskot um friðing av íslendska svartfuglinum | ||||||||||||||||||
Føroysku politikararnir kundu lært nógv av teirra íslendsku feløgum! | ||||||||||||||||||
Jan Andries van Franeker & Jens-Kjeld Jensen savnað saman deyðan svartfugl í Streymnesi, mai 2009 | ||||||||||||||||||
NÝTT UM ÍSLENDSKA LUNDAN, SUM HELST HEVUR TAÐ BETRI ENN SÍN FØROYSKI FRÆNDI! |
||||||||||||||||||
Nýggjar kanningar úr Vestmannaoyggjunum vísa, at 15% af øllum íslendskum ringmerktum lundum verða fráboðaðir aftur. Kanningarnar vísa eisini, at heili 30% av hesum fráboðanum er um gamlan verpingarfugl, sum so gott sum allur er fleygaður og kiptur (Erpur Snær Hansen pers. samskifti). |
||||||||||||||||||
Keldur: | ||||||||||||||||||
Erpur Snær Hansen Ph.D. Sviðstjóri Vistfræðirannsókna / Director of Ecological Research. South Iceland Nature Centre. Strandvegur 50, IS-900 Vestmannaeyjar, Iceland |
||||||||||||||||||
Hálfdán H. Helgason: 2012. Survival of Atlantic Puffins (Fratercula arctica) in Vestmannaeyjar, Iceland during different life stages. M.S. thesis, Líf og umhverfisvísindadeild, Verkfræði- og náttúruvísindasvið, Háskóli Íslands, Reykjavík, Ísland |
||||||||||||||||||
DEYÐUR SVARTFUGLUR OG LØGIN ATBURÐUR HJÁ ÁLKU |
||||||||||||||||||
Sambært Mardik Leopold er óvanliga nógvur deyður svartfuglur rikin upp á hollendsku strendurnar í januar 2012. Talan er um lunda, álku, ritu og náta. Allir fuglarnir vóru diddarak, so helst eru allir deyðir í hungri. Eingin av lundunum var ringmerktur, so vit vita ikki, hvaðani teir stava. Men sum sæst á myndini niðri undir (fig. 1), so er ein føroyskt ringmerktur lundi fyrr funnin deyður í Fraklandi, so alt bendir á, at nakrir - um ikki nógvur - føroyskur lundi hevur vetrarvist við hollendsku strendurnar. |
||||||||||||||||||
Fig.1. Kort yvir allar føroyskt ringmerktar lundar, funnir uttanlanda. | ||||||||||||||||||
HAGTØL YVIR DEYÐAN LUNDA, FUNNIN Í HOLLANDI |
||||||||||||||||||
Lundin er á víðum havi á vetri. Tí er tað sera sjáldsamt at finna nakran deyðan lunda á nakrari strond ella fjøru. Mann kann sum danir siga, at tað einans er "toppurin á ísfjallinum", sum rekur á land. Men i januar 2012 varð 1 deyður lundi funnin fyri hvørjar 5 km av strond í Hollandi. Til samanberingar finna hollendingar vanliga "bara" 1 deyðan lunda fyri hvørjar 100 km, so her er stór broyting farin fram. |
||||||||||||||||||
ÓHUGNALIG TÝÐINDI ÚR RØST Í NOREGI | ||||||||||||||||||
Hendan stabbamyndin er gjørd av einum tí kendasta lundaekspertinum í heiminum Dr. Tycho Anker-Nilssen, Senior Research Scientist, NINA, Norwegian Institute for Nature Research. |
||||||||||||||||||
RINGMERKING AV LOMVIGARPISUM | ||||||||||||||||||
25.07.2011 vóru Bjarki Henriksen, Hendrik Egholm, Atli Jensen, Sandoy, Sjúrður Joensen (í Koltri), Jens Jákup Hansen frá Sjónvarpinum og eg - Jens-Kjeld Jensen, við Steinin millum kjálkar - tað vil siga Koytukjálkar og Brekkukjálkar í Lonini á Sandoynni, og ringmerktu lomvigarpisur. | ||||||||||||||||||
RINGMERKING AV SKÚGVAPISUM | ||||||||||||||||||
08.07.2011 vórðu eg og Sjúrður Hammer í Skúgvi og ringmerktu skúgvapisur. Hóast mjørka, sirm, sól og stundum regn, merktu vit 12 pisur, sum helst er umleið 20% av skúgvapisunum í oynni. | ||||||||||||||||||
EITT FITT PAR | ||||||||||||||||||
Slepp tær burtur - eg eigi hann! | ||||||||||||||||||
Um hendan vildunnan og seglantarsteggin kundu havt ynglað saman, hevði tað velt stóran skaða millum føroysku antarfuglarnar; men tíbetur kunnu tey ikki fáa ungar saman. Tey eru so forlipt í hvørjum øðrum, so sig tað ikki við tey :o) | ||||||||||||||||||
ER HETTA Í LAGI? | ||||||||||||||||||
Skúvoy 2011 | ||||||||||||||||||
FØROYSKI BÚFUGLURIN DOYR Í HUNGRI | ||||||||||||||||||
Ein syndarlig framhaldssøga! | ||||||||||||||||||
Alt bendir á, at 2011 verður 7 fellisárið á rað hjá føroyska lundanum. Nógvir komu á land umleið 28. og 29. april og síðan tá hevur so gott sum eingin lundi verið at sæð á landi, hóast lundin skuldi havt vorpið um 20. mai. 28. mai sóust fleiri stórir stimar av makreli í Nólsoyarfirði. Plantuætið kom alt ov seint og nøgdin var eisini alt ov lítil, so eingin føði er til nebbasildina - sjá máting frá Havstovuni |
||||||||||||||||||
2011 verður tí helst til sjeynda fellisárið á rað hjá eitt nú lundanum, ternuni og kjógvanum. |
||||||||||||||||||
PLASTIKK Í NÁTUM | ||||||||||||||||||
Í sambandi við dálkingina av nátum, hevur Jan Andries van Franeker enn einaferð verið í Føroyum í 2011 fyri at kanna, um nátin hevur meira ella minni av plastikki í maganum enn fyrr. Hesu ferð var Elisa Bravo Rebolledo saman við honum. Úrslitið av kanningini kemur væntandi seinni. | ||||||||||||||||||
FRIÐING AV LUNDANUM | ||||||||||||||||||
Longu tann 16.01.2011 sendi eg bræv til Jákup Vestergaard við áheitan um at fá lundan friðaðan í 3 ár vegna stóru afturgongdina í stovninum. |
||||||||||||||||||
Vegna tað, at eingin pisa er komin undan seinastu 7 árini, hevur bert verið fleygað av sjálvum lundastovninum, og tað merkir ein enn størri afturgongd enn vanlig vánalig ár. Á nøkrum plássum hava fleygamenn sjálvir valt at friða lundan; men als ikki alla staðni - tí er ein fyribils friðing alneyðug. | ||||||||||||||||||
Vegna forfall av ymiskum orsøkum, hoyrdi eg ongantíð aftur frá Jákupi Vestergaard, tí sendi eg enn eina umbøn um at fáa á lag ein fund við hann, og hon var gingin mær á møti 14.03.2011. Eg bað Berg Olsen og Janus Hansen koma við mær á hendan fundin, so teirra meining eisini kundi verða galdandi. | ||||||||||||||||||
Hóast tíðin at leggja fram nýggj lógaruppskot er farin, lovaði Jákup Vestergaard at gera tað hann kundi, fyri at fáa lundan friðaðan næstu 3 árini, so nú er bert at bíða. Vónandi fæst hetta í lag! | ||||||||||||||||||
EINGIN VEIT Á MORGNI AT SIGA, HVAR HANN Á KVØLDI GISTIR... | ||||||||||||||||||
05. december 2006 var Rúni Poulsen úti og egndi í sínum egningarskúri í Nólsoy. Hann legði tá til merkis, at 6 tjaldursgrælingar vóru komnir heilt innar í skúrið. Hann skundaði sær at lata hurðina sftur, so eg kundi ringmerkja teir. Eg ringmerkti allar 6, og tann eini fekk ein ring við nr. 8A62059 á beinið. Hesin tjaldursgrælingurin hevur verið í vetrarvist í Nólsoy hvønn vetur síðani tá, og hann hevur altíð hildið til á sama stað. Hann var eisini her lagnudagin 02. februar 2011, tá ein svangur smyril legði á hann aftanífrá og drap hann. Smyrilin misti tjaldursgrælingin, tá Marnar á Skúr kom framvið, so í hansara hondum endaði nr. 8A62059. |
||||||||||||||||||
DRUNNHVÍTI Hydrobates pelagicus |
||||||||||||||||||
November mánaði er tíðin, har drunnhvítaungarnir eru floygdir. Seinastu dagarnar hava fleiri ungar verið at sæð millum annað í Nólsoy. Tann, ið Jesper Johannes Madsen heldur á myndini, varð fangaður 10.11.2010 á Sundi. Hann var síðani ringmerktur og sloppin leysur í Kirkjubø. | ||||||||||||||||||
2010 VERÐUR ENN EITT FELLISÁR HJÁ FØROYSKA LUNDANUM |
||||||||||||||||||
Nú sætta árið á rað gongur av skriðuni til hjá føroysku lundunum. Umframt tað, at teir ikki hava vorpið, eru nógvir longu funnir deyðir í hungri.
Nú fleygatíðin er um at byrja, hava so gott sum eingir lundar verið at sæð í bølunum kring landið. |
||||||||||||||||||
Í ár hevur óvanliga nógvur makrelur verið kring oyggjarnar, og nógvir sjómenn halda, at hann hevur etið ta støddina av nebbasild, sum lundin vanliga livir av. | ||||||||||||||||||
Dagføring 15.07.2010 Tær fáu ternurnar, ið vurpu í ár, hava givið skarvin yvir, og eru rýmd frá eggum og ungum. Lundin sæst nærum ikki - nú ein dagin vóru 5 lundar í tí stóra bølinum í Nólsoy, og tað er met í ár! Hjá ritunum sá støðan betur út og nógv reiður vóru; men nú doyggja ritupisurnar eisini. |
||||||||||||||||||
E.S. Støðan tykist verða tann sama í Suður- og vesturíslandi og á Røst í Lofoten, Noreg. | ||||||||||||||||||
Dagføring 04.08.2010 |
||||||||||||||||||
Dagføring 12.08.2010 |
||||||||||||||||||
AFTUR Í 2010 DOYR BÚFUGLURIN Í HUNGRI | ||||||||||||||||||
Longu 28. apríl 2010 lógu riturnar og fiskaðu eftir æti og aðrari føði tætt við bygdina í Nólsoy, og tað er altíð eitt dapurt tekin. Nú ein mánað seinni reka deyðir og hálvdeyðir lundar á land, har ættin rekur at. Alt bendir á, at lundarnir eru deyðir í hungri, og tað samsvarar eisini við tað, eg havi hoyrt frá fuglaplássunum - at alt ov fáir fuglar eru at síggja í bølunum. | ||||||||||||||||||
LJÓSAMORREYÐUR RAVNUR | ||||||||||||||||||
Nógv hevur verið skrivað um tann seinasta bringuhvíta ravnin, sum var skotin í 1902. Har aftrat hava vit kunnleika um ein hvítravn frá 1910 og ein frá 1915; men tíðarfestingin á hesum báðum seinnu er helst ikki røtt. | ||||||||||||||||||
Vit hava kunnleika um í minsta lagið 19 útstappaðar kring allan heimin. Ein av teimum er hesin føroyski útstappaði úr Leiden savninum í Hollandi, sum Hein van Grouw stendur við á myndini. |
||||||||||||||||||
EFTIR GRÁSÚLU Í MYKINESI SEPTEMBER 2009 |
||||||||||||||||||
Tað verpa umleið 2400 pør av súlum í Mykineshólmi, Píka- og Flatadrangi og stovnurin tykist at økjast. Mykinesmenn hava seinastu árini tikið umleið 350 grásúlur í miðal mánaðarskiftið august og september. | ||||||||||||||||||
Náttina millum 1. og 2. september 2009 fóru mykinesmenn so aftur eftir grásúlu í Mykineshólmi og 4. september vóru teir á Flatadrangi. Teir veiddu 655 grásúlur, sum vórðu býttar millum eigararnar av jørðini og veiðimennirnar. | ||||||||||||||||||
Stóra úrtøkan av grásúlu samsvarar væl við stóru nøgdirnar av makreli og deils eisini nebbasild, sum hava verið at sæð í ár, so súlustovnurin hevur tað gott, hóast regluligu veiðuna. | ||||||||||||||||||
NÓLSOYINGAR BJARGAÐU SÚLU Í NEYÐ |
||||||||||||||||||
Hetta er tann umvenda verð! | ||||||||||||||||||
Meðan mykinesmenn fyrireikaðu seg at fara eftir súlu, mannaðu 3 nólsoyingar bát, til at bjarga eini súlu í svárari neyð. | ||||||||||||||||||
Eitt er, at vit halda, at tjøldur eiga at ganga í hafti; men nú er tað so tíverri eisini blivið gerandiskostur at síggja fugl flúgva runt við trolleivdum og øllum møguligum øðrum lorti hangandi undan sær. Hvussu nógvur fuglur mann verða so heppin sum hendan súlan úti í Nólsoy, sum fekk 3 mans at loysa seg úr haftinum? |
||||||||||||||||||
Og so reypa vit av at hava verðins reinasta hav... |
||||||||||||||||||
BÚFUGLURIN DOYR! |
||||||||||||||||||
Ternupisurnar í Nólsoy og ritupisurnar í Mykinesi byrjaðu at doyggja í hungri 20. juli 2009. |
||||||||||||||||||
2009 tyktist annars verða eitt valaár fyri føroyska búfuglin. Seinast í juni og fyrstu 14 dagarnar av juli var ov mikið til av nebbasild, so ternurnar flugu við bæði 2-3 og 4 nebbasildum, hvørja ferð, tær vendu heim til pisuna. Brádliga kom vend í - tær vóru longri á sjónum, og komu bert inn við einari nebbasild hvørja ferð, og nú tann 23. juli doyggja so ternu- og ritupisurnar frá hond. |
||||||||||||||||||
Bara ta einu náttina millum 23. og 24. juli doyðu 231 ternupisur í bølinum í Stokkvík í Nólsoy! | ||||||||||||||||||
Náttina millum 24. og 25. juli doyðu 270 ternupisur á sama stað. | ||||||||||||||||||
Í dag 25. juli, sóust nakrar ternur flúgva við nebbasild í Nólsoy - møguliga, tí ættin nú er sunnan, og enn eru umleið 100 ternupisur á lívi í bølinum í Stokkvík. Eg havi tosað við fólk runt alt landið, og tey siga sum heild frá tí sama, sum í Nólsoy; men onkur letur væl at og sigur, at tað sær heilt gott út. | ||||||||||||||||||
Hetta verður so fimta botnár á rað hjá búfuglinum , og tað skuldi verið løgið, gerst støðan ikki tann sama hjá lundapisunum. | ||||||||||||||||||
LJÓSIR STARAUNGAR Í NÓLSOY AFTUR Í 2009 |
||||||||||||||||||
Triðja árið á rað hevur eitt vanliga litt starapar í Nólsoy fingið ljósar ungar: Í 2007 fingu tey 1 ljósan unga og ein vanliga littan, í 2008 3 ljósar ungar, har tann seinasti doyði í mars 2009, og í ár fingu tey 2 ljósar ungar og ein vanliga littan. | ||||||||||||||||||
Á tí eini av hesum myndunum frá juli í ár sæst pápin saman við tríburðunum. Onkurs vegna er góðskan ella tilfarið í ljósu fjaðrunum ikki nóg góð, til at ljósu stararnir kunna liva veturin av. | ||||||||||||||||||
TERNURNAR Í NÓLSOY TRÍVAST VÆL SUMMARIÐ 2009 |
||||||||||||||||||
Higartil tykjast ternurnar í Nólsoy trívast sera væl nú í summar. Fleiri hundrað pør eru beint norðan fyri bygdina, og nógvar ternupisur eru hálvvaksnar nú miðjan juli. Foreldrini bera unganum nebbasild alla tíðina og kunnu hava so mikið sum 4 nebbasildir í nevinum heim aftan á veiðuferð. | ||||||||||||||||||
"NÁTAVAVGREYTUR" |
||||||||||||||||||
14.05.2009 fóru Jan Andries Van Franeker og Jens-Kjeld ein túr til Leirvíkar at hyggja eftir nátum. | ||||||||||||||||||
NÁTAUNGATÍÐ |
||||||||||||||||||
Í 2008 fóru teir fyrstu nólsoyarbátarnir eftir nátaungum 26. august. Væntast kann, at seinasti dagur verður umleið 10. september, tí nátaungarnir tykjast vera rættiliga javnir á vøkstri. | ||||||||||||||||||
Fleiri av bátunum fáa millum 100 og 300 nátaungar um dagin; men bátarnir frá Hvannasundi, sum liggur nær við tey størstu bølini, fáa upp móti 900 nátaungar um dagin - men sundamenn hava eisini sera skjóttgangandi bátar. | ||||||||||||||||||
Nátin hevur verið í støðugari afturgongd seinastu 20 árini, og í dag koma umleið 50 % færri nátaungar á sjógvin. Tað sigur seg sjálvt, at so verður eisini væl minni at fáa í glúpin. |
||||||||||||||||||
Á myndunum omanfyri síggjast nólsoyarbrøðurnir Brynjálvur og Finnbogi royna eftir nátaungum í blikalogn eystan úr Nólsoynni 28.08.08. | ||||||||||||||||||
TJALDUR VER VÆLKOMIÐ TIL OKKUM HEIM |
||||||||||||||||||
Myndir tiknar í Nólsoy 03.08.08 |
||||||||||||||||||
“Tjaldur ver vælkomið til okkum heim”... | ||||||||||||||||||
Ja, enn einaferð bjóðaðu vit tær vælkomnum heim aftur til okkum! | ||||||||||||||||||
Vit saknaðu teg og vóru væl fyrireikaði at taka móti tær – tú okkara tjóðfugur. | ||||||||||||||||||
Eins og altíð, so lá lesullin klár á trøðunum, so tú kundi fjálga tær føturnar... |
||||||||||||||||||
NÓLSOY 17. JULI 2008 |
||||||||||||||||||
Ein av teimum fáu livandi ternupisunum í Nólsoy fjalir seg væl. | Ein einsamallur skúgvur fær sær eina búrmáltíð av ternueggum og deyðum pisum. | Ein tíverri heilt vanlig sjón seinastu árini... |
Men onkrum er lív lagað? |
|||||||||||||||
LUNDIN Í URÐINI Í NÓLSOY ER FRIÐAÐUR FRÁ 15. JUNI 2008 TIL 15. JUNI 2010 |
||||||||||||||||||
15. juni 2008 samdust tey 3 hagastýrini í Nólsoy at friða lundan tey næstu 2 árini. Tað merkir, at ikki er loyvt at fleyga lunda í sjálvari Urðini. Tó verður loyvt at fleyga sær til eitt kók í Nýggjurð, ið liggur norðan fyri gomlu Urðina. |
||||||||||||||||||
Orsøkin til at henda avgerð var tikin er, at sera illa hevur staðið til við lundanum seinastu 4 árini. Haraftrat fekk Urðin stóran skaða í landnyrðingsbriminum mánaðarskiftið feb. - mars 08, tá ein stórur partur av sjálvari Urðini skolaði í havið. Tá rapaðu 5 av 12 fleygasessum, umframt at 2 aðrir fingu stóran skaða. | ||||||||||||||||||
Myndirnar omanfyri eru tiknar beint aftan á brimið, og lætt er at síggja, hvussu illa brimið er farið við gomlu Urðini. Á myndini niðanfyri sæst Nýggjurð. | ||||||||||||||||||
TJALDURSGRÆLINGUR Arenaria interpress |
||||||||||||||||||
Tann 9. marts 1998 ringmerkti eg 5 tjaldursgrælingar við havnina í Nólsoy, og ein av teimum fekk ringnummarið 8864314. Seinastu tíggju vetrarnar havi eg eygleitt ringmerktar tjaldursgrælingar á júst sama stað, men tað hevur ongantíð eydnast mær at fanga nakran av teimum. Men 21. mars 2008 - gott 10 ár seinni, var eg so heppin, at Hans Eli Sivertsen var í Nólsoy við sínum myndatóli. Millum annað tók hann fleiri myndir av hesum eina av "mínum" tjaldursgrælingum í so góðari góðsku, at lætt var at lesa ringnummarið. | ||||||||||||||||||
Aðrar fráboðanir av ringmerktum tjaldursgrælingum í Føroyum benda á, at hesir helst verpa í Norðurgrønlandi ella heilt yviri á Ellesmere Island. | ||||||||||||||||||
DØPUR ÚTLIT FYRI FUGLIN Í 2008! |
||||||||||||||||||
15. januar 2008 fann Meinhard Hansen 5 deyðar úthungraðar lundar í Funningsbotni, og dagin eftir, fann hann 1 aftrat. | ||||||||||||||||||
18. januar fann Hans Eli Sivertsen 9 deyðar úthungraðar lundar við lendingina í Lamba. 25. januar fann Marnar á Skúr ein gamlan úthungraðan lunda í Nólsoy, sum doyði somu nátt. 27. januar fann eg so sjálvur 1 úthungraðan lunda í Nólsoy. Út frá støddini vil eg meta lundarnar at vera norskar. Frá seinast í oktober og til miðjan november 2007 sóust útrúliga nógvar álkur tætt við land; men tær hvurvu eins brádliga, ið tær vóru komnar. Og lomvigarnir, sum skuldi ligið nær landi seinastu mánaðirnar, hava ikki verið at sæð alt heystið. Lítið hevur eisini verið til av valmása og lítlum valmása. |
||||||||||||||||||
KRIKAMERKT GRÁGÁS |
||||||||||||||||||
Hetta er aðru ferð, at ein krikamerkt grágás er fráboðað úr Føroyum. Rodmund á Kelduni sá og avmyndaði grágásasteggjan við appelsingula ANC merkinum um krikan í Sørvági 18.10.07. | ||||||||||||||||||
Bob Swan, sum merkti grágásina sum ein gamlan steggja í Skotlandi 30.11.2003, hevur eisini merkt lomvigar á Isle of Canna, og fleiri av teimum eru fráboðaðir aftur úr Føroyum. | ||||||||||||||||||
Hesin grágásarsteggin reiðrast helst í Íslandi, hóast hann ikki er fráboðaður haðani enn. | ||||||||||||||||||
Her sæst, hvaðani grágásin er fráboðað, síðan hon var merkt á fyrsta sinni. |
||||||||||||||||||
COANCH - Lintrathen Loch, Tayside, Scotland 0-11-2003 | ||||||||||||||||||
COANCH - Easter Rarichie, Balintore, Ross-shire - 19-12-2004 | ||||||||||||||||||
COANCH - Easter Rarichie, Balintore, Ross-shire - 26-12-2004 | ||||||||||||||||||
COANCH - Rennibister, Firth, Orkney - 10-11-2005 | ||||||||||||||||||
COANCH - Hackland, Rendall, Orkney - 28-12-2005 | ||||||||||||||||||
COANCH - The Loons, Orkney - 25-11-2006 | ||||||||||||||||||
COANCH - Isbister, Orkney - 14-03-2007 | ||||||||||||||||||
COANCH - Ytri Suðurtriðingur, Vágar, Faeroes -18-10-2007 | ||||||||||||||||||
Bekymringsfull utvikling for sjøfugl i Vest-Norden Klimastyrte endringer i havet har nærmest slått ut flere ledd i næringskjeden til sjøfugl i nordiske farvann. De få fuglene som møter opp på hekkeplassene sliter med å finne nok mat, og få unger lever opp. De omfattende og komplekse endringene som nå skjer i havet, gjør at det er viktigere enn noen gang å kontrollere de andre faktorene som påvirker sjøfugl negativt, som for eksempel fiskerier, oljeforurensning, miljøgifter og jakt. Det er rådet fra en ekspertgruppe som var samlet på Færøyene i 2007. |
||||||||||||||||||
Les mer i denne pressemeldingen PDF | ||||||||||||||||||
Tore Høyland |
||||||||||||||||||
Sera áhugaverd "skølta" síða:The Seabird Osteology Pages |
||||||||||||||||||
|
Nógvir staraungar verða ringmerktir í helgolandsrúsuni í í Nólsoy á hvørjum ári. Leggið til merkis, at føroyski staraungin er sera dimmur á liti - tað er tí hann hoyrir til undirslagið Sturnus vulgaris faroensis. | |||||||||||||||||
FØROYSKT RINGMERKTUR SKRÁPI FUNNIN DEYÐUR Í DANMARK | ||||||||||||||||||
Skrápur
merktur 29.8.1991 í Skúgvi. Funnin deyður á Omø Nordveststrand,
vestan úr Skælskør,
Danmark 27.6.2003.
Higartil
eru tilsamans 850 skrápur og lírar ringmerktir í Føroyum. Fráboðanin
omanfyri er tann næsta úr útlondum, so ikki kann sigast, at vit fáa nógvar
fráboðanir aftur um henda fuglin.
|
||||||||||||||||||
"TJALDUR VER VÆLKOMIÐ TIL OKKUM HEIM" | ||||||||||||||||||
Ja, soleiðis syngja vit á hvørjum ári, til tess at bjóða tjóðfugli okkara, tjaldrinum, vælkomnum heim aftur á klettarnar! Vit gleðast yvir hvønn tjaldursunga vit síggja, og eru ikki sørt erpin um, at onkra staðni her heima trívist tjaldrið so gott, at tað verður verandi har allan veturin. Men tíverri eru ikki øll tjøldrini líka heppin. Á hvørjum ári doyggja alt ov mong av teimum fløkt inn í ullarlagdir og í leivdum av nyloni og øðrum tílíkum óruddi, sum fólk bara tveita frá sær, har tey standa, mitt í bønum. Hóast nógv hevur verið tosað og skrivað um, hvussu óheppið tað er fyri tjaldrið at verða fangað í hafti, er støðan einki broytt - tað tykist verða ógjørligt, at fáa ánararnar av teimum ymisku teigunum at rudda upp eftir sær!Tað ger tað ikki betri, um tjaldrið er ringmerkt, tí tá fløkist tjaldrið nógv lættari í ullini! Enska felagið BTO (British Trust For Ornithology) ringmerkir nógv tjøldur á hvørjum ári, og hóast vit fleiri ferðir hava heitt á bretarnar um at seta ringin oman fyri knæið á tjaldrinum, so hann ikki gerst fastur í ullini, so vilja teir ikki broyta teirra "habit" - men halda bert framm, sum teir plaga... At enda vil eg viðmerkja, at hetta
vakra tjaldrið á myndini doyði dagin eftir, at tað var loyst úr
hafti. Og hetta er sanniliga hvørki tað fyrsta ella seinasta tjaldrið,
vit hava loyst úr hafti. Ein stór skomm! |
||||||||||||||||||
STIÐJABARMUR Í NÓLSOY 17.07.04 KL. ÁTTA Á KVØLDI | ||||||||||||||||||
TÍTLINGSKONGUR Regulus regulus
|
||||||||||||||||||
Títlingskongur er ein vanligur gestur her á landi bæði heyst og vár. Hesin avmyndaði steggin var fangaður í helgolandsfelluni í Nólsoy, og fleyg avstað aftur við einum ringi um annað beinið! | ||||||||||||||||||
HVUSSU HILNAÐIST SUMMARIÐ 2004 HJÁ LUNDANUM? | ||||||||||||||||||
Sum
heild hilnaðist summarið 2004 illa hjá lundanum. Hann varp seint, og
teir fáu ungarnir, sum komu undan, vórðu ikki floygdir fyrr enn seinast
í august mánaða. Tilsamans vórðu gott 5000 lundar fleygaðir í Nólsoy, og seinasti fleygadagur var tann 28. juli. |
||||||||||||||||||
Vegna vantandi føði hava nógvir av føroysku
svartfuglunum liðið hungursdeyðan í 2003. Eitt nú doyðu mest sum
allar ternupisurnar 26. juli í einum av størstu bølunum í Nólsoy. Støðan hevur stórt sæð verið tann sama í mest sum øllum grannalondum okkara - t.v.s. í Noregi, Íslandi og í Hetlandi. Vert er at viðmerkja, at nebbasildin hvarv úr Norðuratlantshavinum tann 9. juli. |
||||||||||||||||||
Lomvigaregg | ||||||||||||||||||
|