|
|||||||||
ER HAVIÐ KRING FØROYAR SO REINT, SUM VIT HALDA? | |||||||||
BJARGA NORÐSJÓNUM |
|||||||||
BIO-FILTUR FUNNIN Í MAGUM Á NÁTAUNGUM |
|||||||||
Tá farið var eftir nátaungum seinast í august 2022, løgdu menn til merkis, at óvanliga nógvir nátaungar á leiðini við Viðoynna høvdu bio-filtur í maganum. Hesin á myndini hevði 27 bio-filtur í maganum, so tað sigur seg sjálvt, at har hevur ikki verið nógv pláss eftir til hansara vanligu føði. |
|||||||||
"FAROESE WHEELS" | |||||||||
02.06.2019 hoyrdist, at smá plastikhjól (biofiltur) í túsundatali skolaðu upp alla staðni í Føroyum. Tey stava frá alivinnunni. Hetta við at plastikhjól dálka okkara náttúru, er ikki nakað nýtt, tí longu í 2003 fann Jan Andries van Franeker tey í føroyskum nátamagum. Jan Andries van Franeker eigur myndirnar. |
|||||||||
_______________________________________ | |||||||||
Nýggjastu kanningarnar vísa, at 1 plastikhjól er í 1 av 100 nátum. |
|||||||||
Í mei 2018 kom Jan Andries van Franeker enn eina ferð til Føroyar eftir nátamagum, sum føroyingar hava savnað til hann. | |||||||||
Jens-Kjeld Jensen & Jan Andries van Franeker 26.05.2018 | |||||||||
Jan Andries van Franeker, Poul Johannes Simonsen & Jens-Kjeld Jensen 26.05.2018 | |||||||||
Síðan 2003 hava Føroyar verið við í EU kanningini "Save the North See" sum tað landið, sum londini við dálkaðum havumhvørvum verða samanborin við. Vit hava altíð reypað av okkara reina havi, men heilt so væl stendur ikki til. Føroysku nátarnir eru eisini fullir av plastiki, og hóast tað ikki stendur so illa til, sum í hinum londunum í EU, hava vit einki at reypa av, og vit hava heldur onga umbering fyri bert at lata standa til, og einki gera. | |||||||||
Fleiri ógvuliga áhugaverdar rapportir eru skrivaðar: | |||||||||
Fulmar Litter EcoQO monitoring along Dutch and North Sea coasts in relation to EU Directive 2000/59/EC on Port Reception Facilities: results to 2009 | |||||||||
http://www.zeevogelgroep.nl | |||||||||
Her kunnu tit síggja ein film, har ein føroyskur nátaungamagi verður tømdur | |||||||||
"NÁTAVAVGREYTUR" |
|||||||||
14.05.2009 fóru Jan Andries Van Franeker og Jens-Kjeld ein túr til Leirvíkar at hyggja eftir nátum. Her eru nakrar myndir frá teirra túri. | |||||||||
Í Streymnesi funnu vit ein gamlan lunda og ein lomviga - báðir vóru deyðir í hungri. Daprar vónir fyri summarið...
|
|||||||||
PLASTIKK Í NÁTUM | |||||||||
Í sambandi við dálkingina av nátum, hevur Jan Andries van Franeker enn einaferð verið í Føroyum í 2011 fyri at kanna, um nátin hevur meira ella minni av plastiki í maganum enn fyrr. Hesu ferð var Elisa Bravo Rebolledo saman við honum. Úrslitið av kanningini kemur væntandi seinni. | |||||||||
Sjálvandi vóru vit eisini á fleyg saman við Poul Johannes Simonsen á brøttu rókunum á Viðareiði | |||||||||
Her leitar Elisa Bravo Rebolledo eftir plastiki í nátamagunum. Hon sáldar alt gjøgnum fínari meskur enn Franeker, fyri at vita, um hann nýtir ov stórar meskur. | |||||||||
ROTTERDAM OG DÁLKING | |||||||||
Rotterdam er kendur fyri at hava nakrar av heimsins strangastu reglum - um ikki tær strangastu - viðvíkjandi dálking av havi og burturkasti sum heild. Havnamynduleikarnir gera eitt megnar arbeiði í at hindra allari dálking, so teir spæla ein stóran leiklut viðvíkjandi verjuni av hollendsku náttúruni. Nú hava havnamynduleikarnir so eisini framleitt ein film, har tann kendi Jan Andries van Franeker, dr. hevur leiklutin sum hann sjálvur. Franeker er kendur fyri sínar kanningar av serliga plastiki í sjófugli, og hesar kanningar umfata eisini føroysku nátarnir. Vit kunnu læra sera nógv av hesum filminum! | |||||||||
Any Waste Any Time - 1. partur | |||||||||
NÓLSOYINGAR BJARGAÐU SÚLU Í NEYÐ |
|||||||||
Hetta er tann umvenda verð! | |||||||||
Meðan mykinesmenn fyrireikaðu seg at fara eftir súlu, mannaðu 3 nólsoyingar bát, til at bjarga eini súlu í svárari neyð. | |||||||||
Eitt er, at vit halda, at tjøldur eiga at ganga í hafti; men nú er tað so tíverri eisini blivið gerandiskostur at síggja fugl flúgva runt við trolleivdum og øllum møguligum øðrum lorti hangandi undan sær. Hvussu nógvur fuglur mann verða so heppin sum hendan súlan úti í Nólsoy, sum fekk 3 mans at loysa seg úr haftinum? |
|||||||||
Og so reypa vit av at hava verðins reinasta hav... |
|||||||||
Poul Johannes Simonsen og Van Franeker kanna nátamagar25% | Hetta var í maganum á einum nátaunga úr Nólsoy | Hetta var í maganum á einum Laysan albatross unga | Laysan albatrossur gevur unganum | ||||||
|