SJÁLDSAMIR FUGLAR Á VITJAN

Klikka á myndina og síggj hana í fullari stødd. Myndatekstur sæst við at peika á myndina við músini
Listi yvir sjáldsamar fuglar í Føroyum
 

Súlukongur Thalassarche melanophris (Temminck, 1828)

Thalassarche melanophris

Ein súlukongur kom til Mykinesar í 1860. Hann vendi aftur til súlurøkurnar á Mykinesi á hvørjum ári, til hann varð skotin í 1894, og tá hevur hann verið nakað væl eldri enn 34 ár.

Petur Petersen (á Botni) tók fjaðurbúnan av súlukonginum og sendi hann til Danmark (Knud Andersen), og síðan tá hevur man bara hildið, at fjaðurbúnin var burtur, tí hann var ikki skrásettur nakra staðni í skjalasavninum hjá Zoologisk Museum. Men í 1996 gav Jon Fjeldså J-K.J lov at leita í nøkrum stórum kassum við óskrásettum stórum fjaðurbúnum í risastóra savninum hjá Zoologisk Museum, og tá fann J-K.J tann sera væl varðveitta súlukongin frá Mykinesi og tók hesa myndina av honum.


Lundi NO. EA97678

Lundi No. EA97678 Lundi No. EA97678 Lundi No. EA97678

Teir seinastu 151 dagarnir í einum enskum lundalívi

Tann 7. juli 2022 var lundi nr. EA97678 ringmerktur við einum stálringi og einum geologgara á oynni Isle of May, som ligger á eystursíðuni av Skotlandi. Tann 05. november 2022 varð lundin skotin í ein landssynning úr Eysturoynni. Eli Lassen sá geologgaran og sendi hann til Jens-Kjeld, so vit kundu fáa at vita, hvørjir áhugaverdir upplýsningar vóru í honum. Tá geologgarin varð avlisin sást, at lundin fyrst fleyg suður til Biscayen og vestan úr Frankaríki, líka sum lundarnir plagdu at gera í gomlum døgum, og síðani fleyg hann til Føroyar, har hann so varð skotin umleið 9 dagar seinni. Sjá kortið.
Sambært Mike Harris er hetta fyrsta skráseting av einum lunda við geologgara, sum fyrst er flogin í ein sunnan, áðrenn hann vendi kósini í ein norðan.

Eli Lassen hevur tikið myndirnar av lundanum.

_________________________________________________________________

Dagføring 09.02.2023: Lundarnir, sum eru funnir deyðir fram við vestursíðuni av Frankaríki og niður til Kanarisku oyggjarnar, eru deyðir í hungri

Tað ber ikki til at halda, at ein lundi hugsar sum vit, men hann hugsar um, hvar hann best kann finna føði, eins og vit onnur. Tá so skotski lundin við ringnummarinum NO. EA97678 náddi til Suðurfrankaríki, varnaðist hann, at tað fór at tróta við føði. Tí valdi hann at venda við og at flúgva í ein beinan norðan. Hann kundi sjálvandi ikki vita, at loyvt var at skjóta lundar og annan svartfugl í Føroyum. Og tað var hansara bani.

E.S. Lundin helt til vestan fyri Frankaríki og norðan fyri Portugal í 2 mánaðir frá august til 20. oktober 2022, tá hann so kúvendi í ein norðan. Hann var skotin 05.11.2022

Grein úr The Herald


Lomvigi Uria aalge albionis

Uria aalge albionis Uria aalge albionis

Hetta er fyrsta fráboðanin av einum lomviga av undirslagnum Uria aalge albionis, sum varð ringmerktur sum pisa í Helgolandi.  

Hetta sunnara undirslagið (albionis) hevur ljósari gráan bak enn teir føroysku lomvigarnir. Undirslagið er bert skrásett 3 ferðir fyrr í Føroyum, sambært “Færøernes fugle - fakta og tal”, men helst er orsøkin, at fólk ikki geva sær far um hann. Sama ger seg galdandi við Uria aalge hyperborea, sum er væl størri enn føroysku lomvigarnir. Sjálvur havi eg sæð bæði undirsløgini væl oftari, enn tær 3 ferðirnar, eg eri skrásettur fyri.
02. december 2021 var Hans Eli Sivertsen úti og skeyt. Hann skeyt millum annað 4 lomvigar, har tveir vóru av undirslagnum Uria aalge albionis. Tann eini var ringmerktur sum pisa 24. juni 2021 á oynni Helgoland í Týsklandi.
Hetta er fyrsta skráseting av eini ringmerktari lomvigarpisu úr Helgolandi, som liggur í eini fjarstøðu av 1200 km frá eystursíðuni av Nólsoy, har hon varð skotin. Sambært “Færøsk Trækfugleatlas (The Faroese Bird Migration Atlas)” er ein føroyskt ringmerktur lomvigi funnin í Týskland, men man veit ikki, um tann lomvigin varð klaktur í Føroyum ella í Helgolandi.
E. S. Ein lomvigarpisa vigar vanliga minni enn ein vaksin fuglur, men hendan pisan, sum Hans Eli skeyt, og sum bara var gott 5 mánaðir gomul, var feit. Hon vigaði 950 g, ella nærum tað sama sum ein vaksin lomvigi


Silkihegri Egretta garzetta

Egretta garzetta

Egretta garzetta Egretta garzetta

Í oktober 2021 vórðu fleiri silkihegrar sæddir kring landið. Ein var sæddur av fleiri í Tórshavn, og 17. oktober fann Sigga Vang hann deyðan í Steinatúni. Hon gav okkum hann, og Jens-Kjeld hevur nú kannað hann nærri. Talan var um ein gamlan steggja, sum bara vigaði 300 g. Vanliga vigar hann 450 g. Magin varð kannaður, og í honum vóru hvørki nytrur (frá fiski) ella nakað plastikk; men bara ein svørt evja, sum sæst á myndunum.


Sjógvhøna Fulica atra Linnaeus 1758

Sjógvhøna (Fulica atra) Linnaeus 1758

Sjógvhøna (Fulica atra) Linnaeus 1758 Sjógvhøna (Fulica atra) Linnaeus 1758 Sjógvhøna (Fulica atra) Linnaeus 1758 Sjógvhøna (Fulica atra) Linnaeus 1758

Sjógvhøna (Fulica atra) Linnaeus 1758 Sjógvhøna (Fulica atra) Linnaeus 1758

Sjógvhøna (Fulica atra) Linnaeus 1758 Sjógvhøna (Fulica atra) Linnaeus 1758 Sjógvhøna (Fulica atra) Linnaeus 1758 Sjógvhøna (Fulica atra) Linnaeus 1758

Hoyvíkstjørn 03.05.2020

Kúhegri Bubulcus ibis (Linnaeus, 1758)

Bubulcus ibis Bubulcus ibis

Hanna Joensen avmyndaði hendan kúhegran í Sandoynni 27.04.2018. Hetta er onnur skráseting av kúhegra í Føroyum.
Tann fyrsti kúhegrin varð sæddur og avmyndaður av Tummas Tomassen á Viðareiði 28. september 2008. Seinni sóu fleiri hann.


Diglutrøstur Turdus viscivorus (Linnaeus, 1758)

Turdus viscivorus Turdus viscivorus Turdus viscivorus

Hesin diglutrøsturin fleyg inn í ein rút hjá Tórvild Østerø í Skálabotni 20. mars í 2018. Hetta er 12 ferð, at ein diglutrøstur er skrásettur í Føroyum.

Tann fyrsti diglutrøsturin í Føroyum varð skrásettur 13. november í 1959.


Cepphus grylle mandtii (Lichtenstein, MHK, 1822)

Cepphus grylle mandtii (Lichtenstein, MHK, 1822)

Cepphus grylle mandtii (Lichtenstein, MHK, 1822) Cepphus grylle mandtii (Lichtenstein, MHK, 1822) Cepphus grylle mandtii (Lichtenstein, MHK, 1822)

06.03.2018 sá Bjarni Jacobsen, Sumba, ein gamlan teista í vetrarbúna inni á Sundi, sum var nógv ljósari enn tann vanligi. Talan var um ein teista av arktiska undirslagnum Cepphus grylle mandtii,sum finst frá Canada til Svalbard, Norðursibiria og Norðuralaska.
Hetta er fyrstu ferð, at hetta undirslagið er skrásett í Føroyum. 

Harmadúgva Zenaida macroura

Zenaida macroura Zenaida macroura

14. november 2017 sá Esbern í Eyðansstovu eina harmadúgvu í Mykinesi. Harmadúgvan fleyg runt í Mykinesi til 21. november, tá hon tyktist vera illa fyri. Esbern tók sær so av dúgvuni, men hon doyði tveir dagar seinni.
Hetta er fyrstu ferð, at hetta slagið av dúgvu er skrásett í Føroyum, og hon er bert skrásett 6 ferðir áður í Europa.
Føroyska navnið á dúgvuni er sprottið úr harmuliga látinum hjá henni. Danir kalla hana sørgedue og bretar kalla hana Mourning dove.

Hoyr látið hjá harmadúgvuni


Turtildúgva Streptopelia turtur

Turtildúgva / Streptopelia turtur
Turtildúgva / Streptopelia turtur Turtildúgva / Streptopelia turtur Turtildúgva / Streptopelia turtur
Turtildúgva / Streptopelia turtur Turtildúgva / Streptopelia turtur Turtildúgva / Streptopelia turtur
Turtildúgva var regluligur gestur fyrr, men hon er vorðin meira sjáldsom seinru árin
Hendan turtildúgvan varð ringmerkt á Fair Isle 23.05.2016. Ringurin varð avmyndaður og avlisin í Viðarlundini í Tórshavn 30.06.2016.

Les meira


Kjarnbítur Coccothraustes coccothraustes

Coccothraustes coccothraustes

Tann 04. juni 2016 fann Bogi Jacobsen ein deyðan kjarnbít í sínum hava, sum var ringmerktur í Polen. Hetta er fyrsti ringmerkti kjarnbítur, sum er funnin í Føroyum, og hetta er eisini fyrstu ferð, at ein polskt ringmerktur fuglur er funnin í Føroyum.

Les um fuglin

Ringmerkingarfrágreiðingin


Dimmmorreyð ont Anas rupribes

Dimmmorreyð ont / Anas rupribes
Dimmmorreyð ont / Anas rupribes Dimmmorreyð ont / Anas rupribes Dimmmorreyð ont / Anas rupribes Dimmmorreyð ont / Anas rupribes
Dimmmorreyð ont / Anas rupribes Dimmmorreyð ont / Anas rupribes Dimmmorreyð ont / Anas rupribes
Dimmmorreyð ont / Anas rupribes Dimmmorreyð ont / Anas rupribes Dimmmorreyð ont / Anas rupribes
Viðarlundin, Tórshavn 08.05.2016

Eystanturtildúgva Streptopelia orientalis
Streptopelia orientalis

Streptopelia orientalis Streptopelia orientalis Streptopelia orientalis Streptopelia orientalis

Streptopelia orientalis Streptopelia orientalis Streptopelia orientalis

Viðarlundin, Tórshavn 13.01.2016

Streptopelia orientalis Streptopelia orientalis

Viðarlundin, Tórshavn 17.01.2016
Sera sjáldsom, hetta er seinna skráseting í Føroyum

Amursmyril Falco amurensis

Falco amurensis Falco amurensis

Amursmyril sæddur fyri fyrstu ferð í Føroyum.

24. juni 2015 fekk Selma Mc Intosh eina sera sjáldsama vitjan á síni trappu í Tórshavn. Talan var um eina amursmyrlabøgu, sum Selma tók hesar báðar myndirnar av. Amursmyril verpur frá Suðursibiria til eystara partin av Kina og Korea, og hevur vetrarvist í fleiri londum í Suðurafrika. Amursmyril er sera sjáldsamur í øllum Europa.

Selma sendi myndirnar til mín, men eg kendi ikki fuglin, so eg sendi myndirnar víðari til Søren Sørensen, som staðfesti slagið.
E.S. Hesin smyrilin hevur einki føroyskt navn enn, men eg ivist onga løtu í, at hann kemur at eita tað sama, sum í londunum kring okkum.

Norskur vetrarlundi Fratercula arctica arctica
Fratercula arctica arctica
Til eru 3 undirsløg av lunda – ella 3 støddir.
Tann minsti er her hjá okkum og eitur Fratercula arctica grabae á latíni. Tann í miðjuni, sum er væl størri, finst í Norðurnoregi og Íslandi og eitur Fratercula arctica arctica. Tann triði og allar størsti eitur Fratercula arctica naumanni og finst í Grønlandi og Novaja Semlja.
Tað kemur meira enn so fyri, at útlendskir vetrarlundar koma til Føroyar at leita eftir føði. Tá enda fleiri teirra dagar her, m.a. tí teir verða skotnir - tað er lov at skjóta lunda um veturin. Til í dag eru 26 lundar við norskum ringi skotnir á vetri í Føroyum.
27.01.2008 lá hesin norski vetrarlundin niðanfyri nøkur neyst í Nólsoy, og hann var so diddarak og illa á holdum komin, at hann ikki orkaði at standa á beinunum. Hann var kiptur, beint eftir at hendan myndin var tikin.
Leggi til merkis, hvussu stórt nevið er á hesum norska lundanum. Leggi eisini til merkis, at kjálkin er døkkur og at hvíta strípan á nevinum manglar. Einki løgið er við tí, tí ein vetrarlundi hevur ongantíð hvíta strípu á nevinum.

Her undir kunnu tit síggja, hvar tey ymisku undirsløgini av lunda verpur

Fratercula arctica
(Linnaeus, 1758) EU, NA : n Atlantic coasts
   F. a. arctica
(Linnaeus, 1758) e Canada and ne USA to Iceland, c and s Norway to s Novaya Zemlya (nw Russia)
F. a. grabae (Brehm, CL, 1831) Faroe Is. to s Norway, British Isles and nw France
    F. a. naumanni Norton, AH, 1901 n Canada and Greenland to n Novaya Zemlya (nw Russia)
Jens-Kjeld hevur skrivað eina bók um lundan, sum er til sølu í bókahandlunum. Les meira um bókina undir bókaútgávur
 
Reyðgleða Milvus milvus
Reyðgleða (Milvus milvus)

Reyðgleða (Milvus milvus) Reyðgleða (Milvus milvus) Reyðgleða (Milvus milvus)

Reyðgleða (Milvus milvus)
24.03.2013 fann John-Reid Skoralíð eina reyðgleðu á tí gamla Leirvíksvegnum. Reyðgleðan var innsmurd í lýsi. Hon var úthungrað, so alt bendir á, at hon er deyð av kulda og svongd. Hetta er fyrstu ferð, at reyðgleða er skrásett í Føroyum.
Reyðgleða er millum 61-72 cm. til longdar og tann elsta ringmerkta, mann veit um, var 25 ár og 8 mánaðir.

Fagurfinka Carduelis carduelis

Fagurfinka / Carduelis carduelis
Dánjal Ári Poulsen

Fagurfinka / Carduelis carduelis Fagurfinka / Carduelis carduelis Fagurfinka / Carduelis carduelis

17.04.2014 fann Dánjal Ári Poulsen hendan sjáldsama deyða gestin, sum var ein ung fagurfinkubøga. Dánjal sær alt, so hann finnur tað, ið er vert at finna í Nólsoy.

Svartur svanur Cygnus atratus Skála 20.04.2014
Svartur svanur / Cygnus atratus

Svartur svanur / Cygnus atratus

Svarti svanurin drekkur vatn úr áarósunum

Svartur svanur / Cygnus atratus

Svartur svanur / Cygnus atratus Svartur svanur / Cygnus atratus Svartur svanur / Cygnus atratus

Svartur svanur / Cygnus atratus Svartur svanur / Cygnus atratus Svartur svanur / Cygnus atratus Svartur svanur / Cygnus atratus Svartur svanur / Cygnus atratus

Sort svane / Cygnus atratus

Sort svane / Cygnus atratus Sort svane / Cygnus atratus Sort svane / Cygnus atratus Sort svane / Cygnus atratus

Svartur svanur Cygnus atratus

Svartur svanur stavar úr Australia og teir, vit síggja her, er antin slopnir úr fangilsi ella eru ungar hjá hesum. Í Stórabretlandi verpa umleið 25 pør vilt úti í náttúruni og í Danmark stúra fleiri fyri, at svartin innsløddi svanin kann útrudda tann hvíta knúpsvanan. Tað er serliga hesi seinastu 10 árini, at svarti svanin rættiliga hevur fingið fótafesti í Norðureuropa. Í Danmark verður svarti svanin roknaður sum ein innslødd hóttan, sum er líka vandamikil sum garðaskøra Alchemilla mollis og morsnegil Arion lusitanicus.

Skrásetingar av svørtum svanum í Føroyum:

Seinast í 1930'unum var ein svartur svani í eitt longri tíðarskeið við Leitisvatn.

Í apríl 2002 var ein sæddur við Vestmanna, og helst er talan um sama fugl, sum seinni var sæddur á Sandsvatni.

Í 2006 hevði Petur Nolsø í Tórshavn – so løgið tað ljóðar – eitt par av svørtum svanum, sum fingu 4 ungar.

Í mai 2012 var ein svartur svani sæddur nær Tórshavn og seinni fleyg hann runt í Sandoynni.

Hesin frá 2014 var fyrst var sæddur í Vágseiði, Suðuroy 12. februar, og helst er talan um tann sama, sum nú heldur til við Skálafjorden. Hann kann verða komin antin úr Stórabretlandi ella frá Petur Nolsø.


Fjallafinkurnar Fringilla montifringilla & barrfinkurnar Carduelis spinus eru enn her
Fringilla montifringilla & Carduelis spinus
Fringilla montifringilla Fringilla montifringilla Fringilla montifringilla Fringilla montifringilla
Tórshavn 06.05.2013

Fjallafinka Fringilla montifringilla
Fjallafinka / Fringilla montifringilla

Fjallafinka / Fringilla montifringilla Fjallafinka / Fringilla montifringilla Fjallafinka / Fringilla montifringilla Fjallafinka / Fringilla montifringilla

Tórshavn 30.04.2013

Barrfinka Carduelis spinus

Barrfinka / Carduelis spinus Barrfinka / Carduelis spinus Barrfinka / Carduelis spinus Barrfinka / Carduelis spinus

Tórshavn 29.04.2013
Barrígða / Carduelis spinus
Tórshavn 02.05.2013

Faksaterna Sterna sandvicensis

Faksaterna / Sterna sandvicensis
Størsta innrásin av faksaternu Sterna sandvicensis, sum nakrantíð er sædd í Føroyum, var í apríl 2013.
Fyrstu ferð, ein faksaterna varð skrásett í Føroyum, varð hendan á myndini, sum varð send til útstappingar. Hon varð funnin deyð í Sørvági 29.03.1980. Í 2008 vórðu 3 faksaternur skrásettar, men um talan var um tann sama fuglin ella 3 ymiskar, veit eingin.

Fyrst í apríl sá Hanna Joensen 3 faksaternur nærhendis Sand, tær hildu til har í fleiri dagar. Síðani varð ein avmyndað 85 fjórðingar suður úr Akrabergi. Poul Johannes Simonsen sá eina í Hvannasundi, umframt at fleiri aðrar vórðu sæddar í Norðoyggjum og við Skálafirðin. Tann seinasta fráboðanin kom frá Hans Eli Sivertsen, sum sá eina í Sandágerði 20.04.2013. So í minsta lagið 5 ella 6 faksaternur vitjaðu Føroyar í apríl 2013.


Havørn Haliaeetus albicilla

Havørn / Haliaeetus albicilla Havørn / Haliaeetus albicilla

PJS tók myndirnar av hesi ungu havørnini Haliaeetus albicilla 07. apríl 2013 á vegastrekkinum millum Borðoy og Viðoy. Seinast ein havørn varð fráboðað, var í 1998, og hetta er 8 fráboðanin um havørn í Føroyum síðan 1842.

Silvurhegri Ardea alba
Silvurhegri / Ardea alba
Silvurhegri / Ardea alba
Hesin útstappaði silvurhegrin varð funnin deyður í Søltuvík í Sandoy beint undan jólum 2012.

Sæðingur Larus delawarensis á vitjan
Larus delawarensis

Larus delawarensis Larus delawarensis

Larus delawarensis Larus delawarensis Larus delawarensis

Larus delawarensis Larus delawarensis Larus delawarensis Larus delawarensis

Larus delawarensis

Larus delawarensis Larus delawarensis Larus delawarensis

Jens-Kjeld Jensen & Larus delawarensis
10. mars 2013 fangaði Jens-Kjeld ein sæðing í Tórshavn. Hann avlúsaði og ringmerkti fuglin, áðrenn hann slepti honum aftur.

Reyðstapi Bombycilla garrulus

Reyðstapi / Bombycilla garrulus, Tórshavn 12.11.2012 Reyðstapi / Bombycilla garrulus, Tórshavn 12.11.2012
Reyðstapi / Bombycilla garrulus 2012

Innrás av reyðstapa: Fyrsta fráboðanin eg fekk um reyðstapa, var úr Sandavági 22.10.12. Næstu 3 vikurnar sóust teir um alt landið; men nú síggjast bert einkultir.


(DK) Gulnæbbet albatros Thalassarche chlororhynchos

(DK) Gulnæbbet albatros / Thalassarche chlororhynchos (DK) Gulnæbbet albatros / Thalassarche chlororhynchos

Les greinina


Hattarmási Chroicocephalus philadelphia (Larus philadelphia)

Hattarmási / Chroicocephalus philadelphia Hattarmási / Chroicocephalus philadelphia

Hattarmási er bert sæddur eina ferð í Føroyum, hesin var avmyndaður í januar 2012

Lítil valmási Larus glaucoides doyr í hungri

Lítil valmási / Larus glaucoides

Lítil valmási / Larus glaucoides Lítil valmási / Larus glaucoides Lítil valmási / Larus glaucoides Lítil valmási / Larus glaucoides

Lítil valmási Larus glaucoides verpur í Grønlandi og nakað longur í ein vestan verpur kumliensmási Larus glaucoides kumlieni, sum er eitt undirslag av lítlum valmása.
Vit høvdu eina rættiliga innrás av lítlum valmása mánaðarskiftið januar/februar 1983 og ikki fyrr enn nú, fyrst í januar 2012, kom ein nýggj innrás. Lítlu valmásarnir eru alla staðni, og eg havi tosað við fleiri fiskarar sum siga, at einir 30-40 fuglar eru kring teirra bát alla tíðina.
Í Føroyum er vanligt at eta litlan valmása og valmása Larus hyperboreus, og tí havi eg havt møguleika at kanna nakrar av teimum lítlu valmásunum. Allir uttan ein vóru diddarak og um at doyggja í hungri.
Lítil valmási sæst í Føroyum á vetri og kanningar vísa, at vanliga eru 96% av teimum honir. Kynsbýtið í hesi innrásini er 80% hannar og 20% honir – og tað er nakað, eg aldri havi sæð áður. Eg ivist ikki í, at tær minnu honinar ofta eru við undirlutan, tá talan er um at kappast um føðina og at tær tí fara longur burtur at leita eftir føði, har kappingin ikki er so hørð. Tá nú hannanir eru komnir til Føroyar í so stórum tali, bendir alt á, at einki sum helst er at eta í Grønlandi. Teir eru bart sagt flýddir undan hungursdeyðanum; spurningurin er so, um teir hava nakran sum helst møguleika at lívbjarga sær her heima, havandi í huga, at fuglurin hevur svøltað tey mongu seinastu árini.
Ein tann størsti munurin á hesi innrásini og henni í 1983 er, at hesu ferð eru bert heilt fáir lítlir valmásar, ið líkjast tí vestara undirslagnum kumliensmása Larus glaucoides kumlieni; men teir másarnir koma kanska seinni. Kumliensmási er sera fjølbroyttur í útsjónd og stórur munur er á ymisku búnunum; men sum heild er ungfuglurin døkkur, meðan tann gamli fuglurin hevur myrkar tekningar á ytru flogfjaðrunum.

Lítil valmási / Larus glaucoides Lítil valmási / Larus glaucoides Lítil valmási / Larus glaucoides

Dagføring 08.01.2012

Lítil valmási / Larus glaucoides Lítil valmási / Larus glaucoides Lítil valmási / Larus glaucoides

08.01.2012 lá hesin lítli valmásin á kaini í Nólsoy, ov ússaligur at fara á flog. Hann orkaði bert at standa eina lítla løtu, áðrenn beinini smokkaðu undan honum. Hetta er ein hannur, sum vigar 575 g. Ein vanligur hannur í hesi støddini skuldi vigað í minsta lagið 300 g. meira.
Lítil valmási / Larus glaucoides

Legg til merkis høvuðlúsina av slagnum Saemundssonia (Saemundssonia) lari (O. Fabricius, 1780)

Dagføring 11.01.2012

Lítil valmási / Larus glaucoides Lítil valmási / Larus glaucoides Lítil valmási / Larus glaucoides Lítil valmási / Larus glaucoides

11. januar 2012 lógu 38 lítlir valmásar í briminum í Hálgutoft - beint sunnan fyri Klivar - og ótu reyðæti. Ein gamal hannur lá deyður uppi á landi, hann vigaði 489 g. Eingin nólsoyingur hevur nakrantíð fyrr sæð so nógvar lítlar valmásar í einum.

Kumliensmási Larus glaucoides kumlieni

Kumliensmási / Larus glaucoides kumlieni Kumliensmási / Larus glaucoides kumlieni Kumliensmási / Larus glaucoides kumlieni

Hesin gamli steggin var í Nólsoy 12.01.2012

Les greinina hjá DOF "Grønlandsk kulde sender arktiske måger til Danmark"


Dimmur velreyði Phoenicurus ochruros

Dimmur velreyði / Phoenicurus ochruros Dimmur velreyði / Phoenicurus ochruros Dimmur velreyði / Phoenicurus ochruros

Hesin dimmi velreyðin er tann tíggjundi, ið er sæddur í Føroyum og tann fyrsti, ið nakrantíð er ringmerktur her á landi.

Roðafinka Carpodacus erythrinus
Roðafinka / Carpodacus erythrinus

Roðafinka / Carpodacus erythrinus Roðafinka / Carpodacus erythrinus Roðafinka / Carpodacus erythrinus

29.08.2011 ringmerkti eg 3 ungar roðaígður í Nólsoy. Tær vórðu fangaðar í helgolandsrúsuni.

Tadorna cana

Tadorna cana Tadorna cana Tadorna cana

12. mai 2011 vitjaði hendan Tadorna cana dunnan í Tórshavn. Hon stavar upprunaliga úr Suðurafrika, so hendan er helst ein, ið er rýmd úr fangilsi úr onkrum av grannalondum okkara.


Fyri fyrstu ferð hevur blátíta Cyanistes caeruleus verið í Føroyum allan veturin 2010/2011

Blátíta / Cyanistes caeruleus Blátíta / Cyanistes caeruleus Blátíta / Cyanistes caeruleus

06.12.2010 varð blátíta Cyanistes caeruleus skrásett fyri fyrstu ferð í Føroyum. Eg rokni við, at blátítan er komin til Føroyar saman við teimum 4 stórtítunum í oktober. Hetta er sostatt fyrstu ferð, at blátíta hevur livað allan veturin í Føroyum.

Fyri fyrstu ferð hevur stórtíta Parus major verið í Føroyum allan veturin 2010/2011

Stórtíta / Parus major Stórtíta / Parus major Stórtíta / Parus major

Fyri fyrstu ferð nakrantíð hava 4 stórtítur yvirliva veturin í Føroyum. Tað eydnaðist mær at ringmerkja eina av teimum.


Stórtíta Parus major
Stórtíta / Parus major Stórtíta / Parus major Stórtíta / Parus major

Stórtíta / Parus major Stórtíta / Parus major Stórtíta / Parus major Stórtíta / Parus major

Fleiri stórtítir eru sæddar í Føroyum í oktober mánað í 2010, og hendan avmyndaða er ein av teimum.

Stórtíta / Parus major Stórtíta / Parus major

Fyrstu ferð, stórtíta varð fráboðað í Føroyum, varð 02. mai 2003, tá 2 vórðu fangaðar í helgolandsfelluni í Nólsoy. Seinni vísti tað seg, at tær báðar vóru komnar við skipi til Føroyar, og at tann eina varð ringmerkt nær Holbæk í Danmark.

DK Rosenfinke Carpodacus roseus

Carpodacus roseus Carpodacus roseus

Hendan finkan var fangað í Nólsoy 28.04.2003. Allahelst er hon sloppin úr einum búri og hevur so flogið til Føroyar. Hetta er fyrstu ferð, at DK rosenfinke er skrásett í Føroyum.

Fiskiørn Pandion haliaetus
Fiskiørn / Pandion haliaetus
Fiskiørn / Pandion haliaetus

12.09.2010 kom skipið Viking Lady inn á Runavík við einari ungari fiskiørn omborð. Hetta vísti seg at verða ein ungi frá í summar. Fiskaørnin kom í pleygu hjá Hans Eli Sivertsen á Argjum, har hon millum annað var gødd við makreli.

Jens-Kjeld Jensen ringmerkti ørnina 25.09.2010, og síðani var hon slept leys.

Fiskiørn / Pandion haliaetus

Fiskiørn / Pandion haliaetus Fiskiørn / Pandion haliaetus Fiskiørn / Pandion haliaetus

Fiskiørn / Pandion haliaetus Fiskiørn / Pandion haliaetus Fiskiørn / Pandion haliaetus


Æða Somateria mollissima faeroeensis
Æða / Somateria mollissima faeroeensis
Æða / Somateria mollissima faeroeensis Á hvørjum ári síggjast fremmandar æður í Føroyum. Sum sæst á myndini, víkja tær ofta frá teimum føroysku í stødd, liti og ofta eisini sniðnum av høvdinum. Føroysku æðurnar eru búfastar og av undirslagnum Somateria mollissima faeroeensis, som telur um 7000 pør. Æða / Somateria mollissima faeroeensis

Dvørgspurvur Emberiza pusilla
Emberiza pusilla Emberiza pusilla Emberiza pusilla

Tann fyrsti dvørgspurvurin í Føroyum var skrásettur í mars 2010, tá eg fekk henda avmyndaða steggjan sendan til útstapning. Síðani hetta er fyrsta skrásetanin av dvørgspurvi í Føroyum, verða nærri kanningar gjørdar viðvíkjandi umstøðunum, har hann var funnin.

Dagføring: Mær er sagt frá, at dvørgspurvurin lendi á einum fiskibáti umleið 10 míl eystan úr Fugloynni seint á sumri 2006. Tá var hann heilt útlúgvaður.

Rókur Corvus monedula
Rókur / Corvus monedula
Rókur / Corvus monedula Rókur / Corvus monedula Rókur / Corvus monedula Rókur / Corvus monedula
Rókur er ikki vanligur gestur her á landi. Sambært Eiler Einarsson, Rituvík, vórðu 9 rókar í Rituvík 07.11.2009 og dagin eftir – 08.11.2009 - vórðu 2 í Nólsoy. Síðani tá hava 11 rókar verið í Havn, so møguliga verða teir verandi, nú teir longu hava búleikast her í 5 mánaðir.
Tann 22.03.2010 vórðu 6 rókar at síggja við SMS, og tá eydnaðist tað mær at taka hesar myndirnar av teimum.
Dagføring: Nú vit skriva 31. mai 2010, eru ongir rókar at síggja, allir eru farnir avstað aftur.
Rókur / Corvus monedula Rókur / Corvus monedula Rókur / Corvus monedula Rókur / Corvus monedula

Tjaldursgrælingur Arenaria interpres
Arenaria interpres Arenaria interpres

Tjaldursgrælingur hevur vetrarvist á sama stað, ár undan ári. Guy Morrison ringmerkti hendan gamli steggjan 1. juni 2008 í bygdini Alert á Ellesmere Island í Norðurcanada (82.30N - 62.20W). Hans Eli Sivertsen, Argir, sá tjaldursgrælingin fyrstu ferð tann 28. mars 2009 við Bacalao í  Tórshavn. Í vetur sá HES hann aftur á sama stað. 1. februar 2010 tók Jens-Kjeld so hesar myndirnar av fuglinum.

Arenaria interpres Arenaria interpres Arenaria interpres Arenaria interpres

Vongblikut krossnev Loxia leucoptera
Vongblikut krossnev / Loxia leucoptera
Vongblikut krossnev er sjáldsamur gestur her á landi. Tað er skrásett 7 ferðirnar síðan 11. august 1898. Hesin áttandi gesturin, áður ein prúður ungur steggi - nú útstappaður, var funnin deyður í Suðuroy á sumri 2008.

Øsgulur ríðispurvur Embrezia hortulana
Hesa myndina tók Esbern í Eyðansstovu í Mykinesi 24. oktober 2009. Fuglurin var eisini at síggja í Mykinesi dagin eftir.
Øsgulur riðispurvur / Embrezia hortulana
Øsgulur riðispurvur er funnin áður í Føroyum: Í 1926 var ein steggi funnin í Nólsoy.
Í døgunum 3. -5. november 1945 var ein steggi aftur sæddur í Nólsoy.
2. mai 1947 var enn ein steggi sæddur í Nólsoy.

Velbláur Tarsiger cyanurus
"Velbláur" / Tarsiger cyanurus Hesin "velblái" gesturin Tarsiger cyanurus var fangaður í Helgolandsrúsuni í Nólsoy 06.10.2009. Hetta er fyrstu ferð, at ein "velbláur" er sæddur í Føroyum, og helst kemur hann heilt úr Ruslandi.
"Velbláur" / Tarsiger cyanurus

Krossnev Loxia curvirostra
28. juni 2009 sá Turið Vestergaard 6-8 krossnev í Trangisvági, Suðuroy, og síðani tá eru fráboðanir komnar inn um krossnev um alt landið.

Krossnevini koma higar úr øllum Skandinavia vegna føðitrot í heimlandinum. Tey liva mest av fræ av grannkonglum, og finnast hesi ikki heima, leita tey út um landoddarnar í vón um betri.

Higartil eru fleiri krossnev funnin deyð. Avmyndaða gula bøgan var fangað av eini kettu úti í Nólsoy í dag tann 02. juli 2009. Í dag fangaði Agneta Jacobsen somuleiðis 3 krossnev í barnagarðinum í Nólsoy, og eitt av teimum er avmyndaði reyði steggin omanfyri.

Snjóugla Bubo scandiaca (Nyctea scandiaca)
Símun Petersen varð so heppin at avmyndað hesa snjóugluna 27. apríl 2009 í Gilinum á Høgaryggi, ið liggur millum Múlahaga og Krossdal á Borðoynni. Hetta er fjórða prógvaða fráboðanin síðan 1955, hinar tríggjar eru:
Oktober 1990, Hvannasund, Viðoy: Bøga funnin deyð av Oskar Simonsen og Poul Johannes Simonsen.
30. juli 2001: Ein sædd norðan úr Saksun, Streymoy av Kirstin Blom, Bette Johansen og øðrum, myndaprógv.
11. september 2004: Trongisvágur, Suðuroy: Gamal hannur sæddur av Jens Petur Brattalíð. Mynd: Bjarni Nygaard.
Fleiri aðrar snjóuglur eru ikki beinleiðis skrásettar; men ein Torvald skjeyt eina í Porkeri í umleið 1955. Umleið 1969 varð ein sædd nær Sumba. Ein hannur varð skotin í Nólsoy umleið 1970 (varð útstappaður). Fleiri nólsoyingar sóu eina flúgva inn yvir vágna í Nólsoy, tá Ritan legði at umleið í 1978. Ein varð líka við at verða yvirkoyrd, tá hon eina vetrarnátt umleið 1975 sat mitt á vegnum millum Tjørnuvík og Langasand, og at enda varð ein sædd 27. november 2004 á Kirkjubønesi av monnum, ið vórðu á haruveiðu.

Einki beinleiðis mynstur er at síggja í vitjanunum av snjóuglum í Føroyum og fráboðaninar eru heldur ikki skrásettar nágreiniliga.
Salomonsen (1963) skrivar um tilsamans fimtan, umframt at ein rættiliga innrás varð í 1955.
Müller sýslumaður (1863) skrivar hin vegin um eina snjóuglu frá umleið 1843 og so eina, sum hevði vetrarvist her í 1849-50. Hann nevnir eina, sum varð fangað í 1855, umframt at hann sama ár hoyrdi um fleiri kring landið.
Nú kann mann so ivast í, um Salomonsen er farin 100 ár av kós, tá hann hugsaði um innrásina í 1855 og so hevur skrivað 1955 í staðin?
Í oktober 1857 vórðu tvær snjóuglur sæddar nær Tórshavn, og ein varð sædd á sama stað 25. maj 1861.
Andersen (1901) skrivar, at Müller skjeyt ein gamlan hann nær Tórshavn 14. september 1863. Andersen (1897) skrivar eftir Petur á Botni: Nyctea nivea: Er fleiri ferðir sædd í Nólsoy umframt at ein er skotin har úti.
Salomonsen (1935): Ein bøga í Norðadali, Streymoy 18. juni 1897 og ein í Mykinesi 10. februar 1900.


Kinnhvítur ljómari Sylvia cantillans (Pallas, 1764)

Hesin kinnhvíti ljómarin - ein bøga - varð ringmerkt í Nólsoy 21. mai 2009. Hetta er aðru ferð, at kinnhvítur ljómari er funnin í Føroyum. Tann fyrsti steggin varð sæddur fríggjadagin 15. mai 2009 í Mykinesi, og har avmyndaði Hans Eli Sivertsen hann.

Síðan 8. mai 2009 eru hesi nýggju fuglasløgini sædd í Føroyum: Aythya affinis, Hirundo daurica, Milvus migrans, Milvus milvus og Sylvia cantillans. Enn eru tey ikki góðkend av SU (Sjældenhedsudvalget DK).

"Kúhegri" Ardeola ibis

Tummas Thomasen sá hendan kúhegran - sum er Føroya fyrsti - inni í Dalinum 28. september 2008. Tummas fortaldi Olevinus Sørensen, Viðareiði um hegran, og um døgverðatíð dagin eftir, sá hann eisini hegran á sama stað. Um kvøldið fleyg hegrin til Viðareiðis, og har sóu Tóri Simonsen og fleiri onnur hann. 30. september eydnaðist tað Tóra Simonsen at taka hesar báðar myndirnar.

Ardeola ibis.
Eftir at Jens-Kjeld Jensen legði fráboðanina út á FaroeNature, hava fleiri onnur fuglaáhugaði verið á staðnum og sæð sjáldsama gestin.

DK Mellemskarv Phalacrocorax carbo simensis

25. mars 08 sá Karl Thomsen ein (DK) mellemskarv standa á Drotningarsteini í Skálafirðinum, og 29. mars eydnaðist tað Hans Eli Sivertsen at taka hesa frálíku myndina av honum.
Hetta er fyrstu ferð, at hetta undirslagið av mellemskarv er sætt í Føroyum.

Phalacrocorax carbo simensis

Smyril Falco columbarius á vitjan sep. 2007

Falco columbarius

Føroyski og íslendski smyrilin eitur F. c. subaesalon á látíni. Hann er bæði størri og døkkari á liti enn hini smyrlasløgini.

Falco columbarius

Í Føroyum verpa umleið 25 pør; men vit hava javnan vitjan av teimum íslendsku smyrlunum, tá teir ferðast framvið okkum á vári og heysti.
Ung smyrlabøga   Ung smyrlabøga



Listi yvir sjáldsamar fuglar, sæddir í Føroyum í 2005 og 2006

Listi yvir allar sjáldsamar fuglar, sæddir í Føroyum til mai 2003


Sjáldsom hvítoygd ont sædd í Sandágerði, Tórshavn

Tann 11. maj 2005 sá Hans Eli Sivertsen eina hvítoygda antarbøgu í Sandágerði í Tórshavn, og nú vit nærkast endanum av mai, er hon her enn. Hetta er fyrsta fráboðanin um hvítoygda ont í Føroyum.

Hvítoygd ont.

Hvítoygd ont.


Dvørgmási Larus minutes var aftur á vitjan í Nólsoy

Dvørgmási Larus minutes var aftur á vitjan í Nólsoy.

Dvørgmási Larus minutes á vitjan.

Hesin dvørgmásin var avmyndaður í Nólsoy leygardagin 24. mai, meðan hann fleyg íkring saman við ritunum. Hetta er 11 ferð, at dvørgmási er sæddur í Føroyum. Hesin dvørgmásin var avmyndaður í Nólsoy leygardagin 10. apríl 2004, meðan hann fleyg íkring saman við øðrum másum. Hetta er tíggjundu ferð, at dvørgmási er sæddur í Føroyum.

Sæðingur.

Sjá fleiri myndir

Sjáldsamur sæðingur sæddur í Sandágerði, Tórshavn og í Vágum

Síðst í mars 2005 sá Hans Eli Sivertsen ein 2k gamlan sæðing í Sandágerði í Tórshavn, og hann er javnan sæddur síðan.
Í mai 2005 eru somuleiðis í minsta lagið tveir 2k gamlir sæðingar sæddir í Miðvági. Tann eini var alt summarið í Vatnsoyrum. Sæðingur er bert skrásettur tvær ferðir áður í Føroyum, og tá vóru teir eisini 2k gamlir.


Amerikanskur fjállvákur á vitjan

Amerikanskur fjállvákur.

Lesið ensku greinina

Lesið PDF greinina, sum stóð í Birding World

Lesið PDF greinina úr Birding World: Are dark morph Rough-legged Hawks overlooked in Europe?


Dvørghegri Ixobrychus minutus. Hesin dvørghegrin Ixobrychus minutus legði eisini leiðina fram við Føroyum.
Copyright ©Jens-Kjeld Jensen
All Rights Reserved