|
|||||
THE FAROE ISLANDS’ EUROPEAN STORM PETREL |
|||||
Nýggj bók, fesk frá prentsmiðjuni. Bókin er á 90 blaðsíður, á enskum við hópin av fotomyndum. Bókin lýsir alla ta vitan og gransking av drunnhvíta, sum higartil er gjørd í Nólsoy. Bókin gevur eisini eina dagførda støðulýsing av heimsins størsta drunnhvítabølinum, sum er í Nólsoy, og sum er mett at telja umleið 200-250.000 fuglar. Bókin kostar 250 kr. og fæst hjá føroysku bókahandlunum. Seinni fæst hon vónandi eisini á AMAZON og NHBS. |
|||||
Ring til Jens-Kjeld á 327064 og keyp bókina |
|||||
Ring til Jógvan Thomsen á 556021 og keyp bókina |
|||||
Keyp bókina online | |||||
FÆRØERNES FUGLE - FAKTA OG TAL |
|||||
Bókin Færøernes fugle – fakta og tal er um tey 312 fuglasløgini og 30 undirsløgini, sum eru skrásett í Føroyum til 31. december 2014. Harumframt eru sum ískoyti, fuglasløg, ið eru rýmd úr búri og innfluttir fuglar. Bókin snýr seg eisini um eina rættiliga sjáldsama søgu, sum fer heili 360 ár aftur í tíðina. | |||||
FÆRØSK TRÆKFUGLEATLAS - Flytifuglaatlas | |||||
Nærum 100 árs søga um ringmerking í Føroyum - eitt megnaravrik, sum átti at staðið á hvørjari bókahyll. |
|||||
Sera gott ummæli, sum G.R. (Dick) Potts hevur skrivað í IBIS | |||||
|
|||||
NÝGGJ ÁHUGAVERD BÓK UM NÁTA | |||||
Jens-Kjeld Jensen hevur nú skrivað eina bók um nátan í Føroyum. Bókin er 102 síður í vavi og fagurt skrýdd við óteljandi myndum - flestu nýggjar, men eisini nakrar eldri og meira sjáldsamar, tekningum, kortum og figurum. | |||||
Bókin fæst í bókahandlunum frá mánadegnum 07. mai umframt at hon eisini kann bíleggjast gjøgnum okkara heimasíðu. | |||||
Bókin er skrivað á donskum við enskum samandrátti. | |||||
Keyp bókina online frá bókahandlinum | |||||
Les enska ummælið hjá dr. Jan Andries van Franeker | |||||
Les týska ummælið hjá Norbert B. Vogt | |||||
NÝGGJ ÁHUGAVERD BÓK UM LUNDAFLEYG Í NÓLSOY | |||||
Jens-Kjeld Jensen hevur nú skrivað eina bók um lundafleyg í Nólsoy. Bókin er 88 síður í vavi og fagurt skrýdd við nógvum myndum - flestu nýggjar, men eisini eldri og meira sjáldsamar. Somuleiðis eru ymiskar tekningar og kort í bókini. | |||||
Henda bókin er tann fyrsta av sínum slag og eisini tann fyrsta, ið lýsir, hvussu oyggjafólk hava verið noydd at liva í samráð við náttúruna. Til ber t. d. at lesa um og síggja, hvussu ein fleygastong er gjørd, um fleygarættindini, um gomul og nýggj mát, um lundastovnin og Urðina í Nólsoy og um støðuna hjá føroysku búfuglunum. Somuleiðis greiðir Jens-Kjeld frá sínum sjónarmiðum viðvíkjandi niðurgongdini hjá føroysku búfuglunum. | |||||
Lundabókin kostar 250 kr. + porto 35 kr. |
|||||
Send ein t-post til okkara heimasíðu og bílegg bókina | |||||
Keyp føroysku týðingina av lundabókini her | |||||
|
|||||
Les føroyska ummælið hja Firouz Gaiini | |||||
PA VANDRING I NÓLSOYS FORTID | |||||
Nýggj bók um fornminnini í Nólsoy | |||||
|
|||||
Les danska ummælið hjá Søren H. Seerup! | |||||
Les týska ummælið hjá Norbert B. Vogt | |||||
NÝGGJ BÓK UM ALLAR TEIR FØROYSKU FIRVALDARNAR | |||||
Les nærri um bókina | |||||
Les íslendska ummælið hjá Erling Olafsson | |||||
HARUTÍÐINDI | |||||
Blaðið Harutíðindi umfatar søguna um haruna og haruveiðu í Nólsoy heilt aftur til 1925. Blaðið telur 12 síðir, hevur nógvar litmyndir og kann bíleggjast við at gjalda 40 kr. inn á konto: 6460 168 40 96 í Føroya Banka. Minnist til at viðmerkja navn og bústað. | |||||
VERPINGARFUGLAR Í FØROYUM | |||||
H. N. Jacobsens bókahandil hevur útgivið ein bókling um allar teir føroysku verpingarfuglarnir. Hesin bóklingurin er kærkomin, tí hetta er fyrstu ferð, at nakar bóklingur er útgivin í Føroyum, har allir teir føroysku verpingarfuglarnir eru umfataðir við bæði teksti og mynd. Jens-Kjeld Jensen hevur skrivað bóklingin, ið fæst til keyps hjá í handlinum og á teirra heimasíðu www.hnj.fo |
|||||
|