EITURKOPPAR

Klikka á myndina og síggj hana í fullari stødd. Myndatekstur sæst við at peika á myndina við músini

Les greinina úr Óðalstíðindum: Innflutt flogkykt og aðrir óynsktir gestir

Vitja sera áhugaverdu eiturkoppasíðuna hjá Jørgen Lissner
 
Larinioides sclopetarius

Larinioides sclopetarius

Larinioides sclopetarius

Larinioides sclopetarius Larinioides sclopetarius Larinioides sclopetarius

Dánial Jespersen fangaði hendan Larinioides sclopetarius eiturkoppin í Klaksvík 10. juli 2022. Slagið er bara skrásett 2 ferðir fyrr í Føroyum og báðu ferðirnar í 2002.


Leptorhoptrum robustum

Leptorhoptrum robustum Leptorhoptrum robustum

Leptorhoptrum robustum Leptorhoptrum robustum Leptorhoptrum robustum

Leptorhoptrum robustum

12.06.2022 fangaði Bjarki Gyldenkærne Dalsgarð ein eiturkopp av slagnum Leptorhoptrum robustum undir einum urtapotti í Skógrøktini í Hoydølum. Eiturkoppurin er ikki meira enn 3-5 mm stórur og er heilt vanligur kring alt landið.


Agyneta gulosa

Agyneta gulosa

Agyneta gulosa Agyneta gulosa Agyneta gulosa

Sjáldsamur í Føroyum, funnin á Sornfelli 11.07.2021

Oreoneta frigida

Oreoneta frigida Oreoneta frigida Oreoneta frigida

Oreoneta frigida Oreoneta frigida Oreoneta frigida

Ein av Føroya vanligastu eiturkoppum, funnin á Sornfelli 11.07.2021

"Músaeiturkoppur" Scotophaeus blackwalli

Scotophaeus blackwalli Scotophaeus blackwalli

Scotophaeus blackwalli

Scotophaeus blackwalli Scotophaeus blackwalli Scotophaeus blackwalli

13. oktober 2021 fann Súsanna Árting hendan “músaeiturkoppin” Scotophaeus blackwalli heima hjá henni sjálvari. Hetta er fyrsta skráseting av Scotophaeus blackwalli í Føroyum. Eiturkoppurin er helst komin til landið við byggitilfari. “Músaeiturkoppur” trívist bert innandura.


Pardosa palustris (Linnaeus, 1758)

Pardosa palustris (Linnaeus, 1758) Pardosa palustris (Linnaeus, 1758)

Pardosa palustris (Linnaeus, 1758) Pardosa palustris (Linnaeus, 1758) Pardosa palustris (Linnaeus, 1758)

Rodmund á Kelduni fangaði hendan flotta eiturkoppin av slagnum Pardosa palustris (Linnaeus, 1758) vesturi á Víkum í Vágum 07.08.2021. Dagin eftir tók Jens-Kjeld Jensen myndir av honum, og tá var hann fleirfaldaður, sum tit síggja á myndunum.


Hasarius adonsoni

Hasarius adonsoni Hasarius adonsoni

Hasarius adonsoni Hasarius adonsoni Hasarius adonsoni Hasarius adonsoni

Hesin varð funnin í Havn 28.02.2022. Hetta er fjórða skráseting av Hasarius adonsoni í Føroyum.

Hasarius adonsoni

Hasarius adonsoni

Hasarius adonsoni Hasarius adonsoni

Nú er stutt millum fremmandu eiturkopparnar...

10.05.2021 fann Ragnar Háskor hendan Hasarius adonsoni eiturkoppin í nøkrum blomstrum, sum hann keypti á mammudegnum. Hetta er triðja skráseting av Hasarius adonsoni í Føroyum.

Hasarius adonsoni

Hasarius adonsoni Hasarius adonsoni Hasarius adonsoni

30.04.2021 fann Barba Mørkøre Dalberg hendan Hasarius adonsoni hann eiturkoppin innandura í Tórshavn. Hasarius adonsoni er funnin einaferð fyrr í Føroyum. Hann kann yngla í vakstrarhúsum, men ikki uttandura í Føroyum.


Philodromus dispar

Philodromus dispar Philodromus dispar Philodromus dispar Philodromus dispar

02. september 2020 fangaði Erla Jarnskor Ellingsgaard ein eiturkopp av slagnum Philodromus í garðinum heima hjá teimum í Syðrugøtu. Eiturkoppurin var ein ungi, so til bar ikki at staðfesta fulla navnið. Eiturkoppurin var so sendur til Danmarkar, og har hevur Jørgen Lissner passað hann í 8 mánaðir, meðan hann hevur bíðað eftir, at eiturkopurin skuldi skifta ham, so hann kundi staðfesta hann at vera av slagnum Philodromus dispar. Hetta eiturkoppaslagið er sum vaksið sera ymiskt bæði í útsjónd og stødd.

Philodromus dispar ger einki lokkanet, men situr og lúrur, og leypur so á fongin.

Hetta er fyrstu ferð, at hetta eiturkoppaslagið er skrásett í Føroyum. Slagið finst í heitari londum, so sum við Miðjarðarhavið, so helst finst eitt serliga sólríkt stað í garðinum heima hjá Erlu.


Acanthoctenus spinipes (Keyserling, 1877)

Acanthoctenus spinipes

Acanthoctenus spinipes Acanthoctenus spinipes Acanthoctenus spinipes

Acanthoctenus spinipes

Hesin flotti “reikieiturkoppurin” (Ctenidae) Acanthoctenus spinipes Keyserling, 1877) varð funnin í Tórshavn í mars 2021 í einum kassa av bananum frá Columbia. Hetta er helst fyrsta skrásetanin av hesum eiturkoppaslagnum í Europa. Eiturkoppurin varð slaggreindur av Jørgen Lissner.


Steatoda paykulliana

Steatoda paykulliana Steatoda paykulliana Steatoda paykulliana

28.09.2020 fann Sóley H. Gásdal, Sørvágur, henda flotta eiturkoppin í einum pakka av víndrúvum, sum eru innfluttar úr Grikkalandi. Hetta er fyrsta skráseting av Steatoda paykulliana í Føroyum.


Zygiella x-notata

Zygiella x-notata Zygiella x-notata Zygiella x-notata

Zygiella x-notata.
Vanligur kring alt landið

Pisaura mirabilis

Pisaura mirabilis Pisaura mirabilis Pisaura mirabilis

Pisaura mirabilis

14. juli 2019 fann Judit Højgaard hendan eiturkoppin Pisaura mirabilis í Leirvík. Hann er komin inn við vøru. Hetta er fyrsta skráseting av hesum eiturkoppaslagnum í Føroyum.

Video


DK Zebraedderkop Salticus scenicus

Salticus scenicus Salticus scenicus

03. mars 2019 fangaði Sheila Sigurdsdóttir hendan ”zebraeiturkoppin” Salticus scenicus innandura í Fuglafirði. Hetta eiturkoppaslagið er skrásett einar tvær ferðir fyrr, og tá var tað eisini innandura, so helst kemur hann altíð til Føroya við innfluttum vørum.


Olios argelasius (Walckenaer 1805).

Olios argelasius

Olios argelasius Olios argelasius Olios argelasius Olios argelasius

Umleið 15.10.2018 fann Gudbjørg Gudmundsdóttir Poulsen hendan eiturkoppin í einum bakka av innfluttum víndrúvum. Hesin eiturkoppurin er vanligur í Suðureuropa, har hann livir av leyvi av runnum sum til dømis víndrúvurunnum.

Leinkja


Knipplingseiturkoppur Amaurobius fenestralis

Amaurobius fenestralis Amaurobius fenestralis

Video, Tórshavn 27. september 2018

Hannur - hóast hesin eiturkoppurin nýliga er skrásettur í Føroyum, tykist hann vera rættiliga vanligur, serliga í Sørvági og Tórshavn.
Fyrstu ferð vit sóu ein eiturkopp av slagnum Amaurobius fenestralis, var tá Rodmund á Kelduni fann ein í 2007.
Eiturkoppurin tykist breiða seg skjótt í meginpartinum av Vágum og sunnara partinum av Streymoy. Lokkanetið er rættiliga serligt, og um fólk fara at leita eftir tí, ivist eg ikki í, at eiturkoppurin verður at finna í fleiri støðum enn hesum báðum nevndu.

Amaurobius fenestralis Amaurobius fenestralis Amaurobius fenestralis

Tórshavn 03.05.2021

Húseiturkoppur (DK. Lille husedderkop) Tegenaria domestica (Clerck, 1757).

Tegenaria domestica Tegenaria domestica Tegenaria domestica

Honin

Tegenaria domestica

Hannurin

Hanna Joensen, Sandur, fangaði hesar báðar eiturkopparnar í Sandoynni 04.09.2018. Hetta eiturkoppaslagið er funnið á flestu av oyggjunum í Føroyum, men hetta er fyrsta skráseting av slagnum í Sandoynni.

__________________________________________________________

Tegenaria domestica

Tegenaria domestica Tegenaria domestica Tegenaria domestica Tegenaria domestica

Hesin sera ljósi húseiturkoppurin kom inn um dyrnar 10.02.2022

Pakkhúseiturkoppur (DK. Stor husedderkop) Eratigena atrica (C. L. Koch, 1843.

Eratigena atrica Eratigena atrica

Honin

Eratigena atrica Eratigena atrica Eratigena atrica

Hannurin
Myndirnar av honeiturkoppinum vórðu tiknar í 2004. Hannin á myndunum funnu Sámal Einarsson og aðrir í Eysturoynni 13. oktober 2017.
Hetta slagið av eiturkoppi er funnið regluliga hesi seinastu árini, og helst ynglar hann nú í Tórshavn.
Stor husedderkop hoyrir heima í Europa, Miðasia og Norðurafrika, men hann breiðir seg alt meira út frá hesum økjunum. Hann kom til Norðurvestur- og Norðuramerika við fólki umleið ár 1900, og síðan tá er hann bara nørdur meira og meira.
Við eini beinvídd á upp móti 10 cm og eini ferð á 0.53 metur um sekundið, er hann ein av skjótastu og fimastu eiturkoppunum í heiminum.
Hann gerst umleið 6 ára gamal og leggur umleið 60 egg hvørja ferð, hann verpur.

Donsk youtube upptøka av eiturkoppinum


Larinioides ixobolus (Thorell, 1873).
Larinioides ixobolus (Thorell, 1873).
Larinioides ixobolus (Thorell, 1873). Larinioides ixobolus (Thorell, 1873). Larinioides ixobolus (Thorell, 1873).
Larinioides ixobolus (Thorell, 1873).
Larinioides ixobolus (Thorell, 1873)
Teir báðir risastóru eiturkopparnir, sum Torkil Sørensen fann í einum bili í bilaverkstaðnum hjá Glenn Perdomo 19.11.2016 eru nú eyðmerktir at vera av slagnum Larinioides ixobolus (Thorell, 1873).
Hetta slagið av eiturkoppi er ikki kent í Norðanlondum, men finst í Týsklandi, Eystureuropa og yvir móti Asia. Bilurin kom úr Ungarn, so helst stava eiturkopparnir - sum vóru tvær honir - eisini harfrá.
Dánial Jespersen fangaði eiturkopparnar og kom til okkum við teimum.
Hava tit hug at lesa meira um hendan sera sjáldsama fremmanda gestin, kunnu tit klikka á her
Jørgen Lissner staðfesti slagið.
Vitja sera áhugaverdu eiturkoppasíðuna hjá Jørgen Lissner

Hilaira nubigena

Hilaira nubigena ♀ Hilaira nubigena ♀

Honin ♀

Hilaira nubigena ♂ Hilaira nubigena ♂ Hilaira nubigena ♂

Hannurin ♂

06. september 2014 gjørdu Kristina, Eyðun, Dánial Jespersen og eg sjálvur kvettið, tá vit fangaðu 5 eiturkoppar av slagnum Hilaira nubigena, sum er ein av sjáldsamastu eiturkoppunum í Føroyum - og vit fangaðu enntá hæði hannar og honir. Hetta er fyrstu ferð, at Hilaira nubigena er avmyndaður í Føroyum.


Nýtt eiturkoppaslag funnið í Vatnsoyrum
Amaurobius similis

Amaurobius similis Amaurobius similis

Tað var Eiler Jacobsen, som fyrst sá eiturkoppin, og kona hansara Sirikit syrgdi fyri, at hann kom út til mín. Eiturkoppurin líkist nógv einum Amaurobius fenestralis, sum áður er fangaður í Vágum og Streymoynni og sum sæst á ótrúligu eiturkoppaheimasíðuni hjá Jørgen Lissner http://www.jorgenlissner.dk/faroespiders.aspx; men tá Jørgen kannaði hann nærri, vísti tað seg, at hann var av slagnum Amaurobius similis - ella eitt syskinabarn, sum ikki áður er skrásett í Føroyum. Spurningurin er so, om hesin er eitt eindømi, ella um hann ynglar í Vágum?


Jørgen Lissner vitjaði aftur í Føroyum í juli 2012

Jørgen Lissner & Jens-Kjeld Jensen, Tórshavn 2012 Jørgen Lissner, Tórshavn 2012 Jørgen Lissner & Jens-Kjeld Jensen, Tórshavn 2012
Kendi lívfrøðingurin Jørgen Lissner vitjaði Føroyar aftur í juli 2012. Han kom fyri at savna føroyskar eiturkoppar til sína heimasíðu, sum fevnir um myndir og lýsingar av eiturkoppunum í Føroyum, Grønlandi, Azorunum og Europa.
Vitja sera áhugaverdu eiturkoppasíðuna hjá Jørgen Lissner

Uloborus plumipes

Uloborus plumipes

Uloborus plumipes Uloborus plumipes Uloborus plumipes

Uloborus plumipes

Hesin varð funnin í Havn 28.02.2022

Uloborus plumipes

Uloborus plumipes Uloborus plumipes

Uloborus plumipes Uloborus plumipes Uloborus plumipes

03. oktober 2021 fann Niels Leivsson í Búð hendan flotta Uloborus eiturkoppin á eini Phalaenopsis orkidé í Hvannasundi.


Uloborus plumipes
Uloborus plumipes
Uloborus plumipes Uloborus plumipes Uloborus plumipes Uloborus plumipes
Hendan innflutta honin varð funnin í Tórshavn 05. mars 2012. Hetta er fimtu ferð, at hetta eiturkoppaslagið er funnið í Føroyum.

Araneus diadematus (Clerck, 1757).

Araneus diadematus Clerck, 1757 Araneus diadematus Clerck, 1757 Araneus diadematus Clerck, 1757

Hesin "krosseiturkoppurin" Araneus diadematus varð funnin uttandura í miðbýnum í Tórshavn 31.10.2017.
__________________________________________________________

Araneus diadematus Clerck, 1757

Araneus diadematus Clerck, 1757 Araneus diadematus Clerck, 1757 Araneus diadematus Clerck, 1757

15. august 2017 fann Jóanes Olsen hendan flotta hon "krosseiturkoppin" Araneus diadematus uttan á einum húsum á Óðinshædd í Tórshavn. Hetta slagið av eiturkoppi er bert funnið nakrar fáar ferðir áður í Føroyum, og tá hevur tað altíð verið innandura, so hetta er fyrstu ferð, at slagið er funnið úti í føroysku náttúruni.
__________________________________________________________

Araneus diadematus Clerck, 1757 Araneus diadematus Clerck, 1757

Pauli Hansen fangaði hesar báðar kvenn- "krosseiturkopparnar" Araneus diadematus í Tórshavn 24. oktober 2011. Báðir hava eitt rættiliga óvanligt mynstur á rygginum.
__________________________________________________________
Tórshavn 02.06.2020

Araneus diadematus Clerck, 1757 Araneus diadematus Clerck, 1757 Araneus diadematus Clerck, 1757

02.06.2020 sá Mourits Mohr Joensen í hundraðavís av eiturkoppaungum á einum bili, sum var komin til landið 10 dagar frammanundan. Tað vísti seg at vera ungar undan krosseiturkoppinum Araneus diadematus (Clerck, 1757). Krosseiturkoppur er bara funnin hendinga ferð í Føroyum – og altíð innandura, við einum undantaki á Óðinshædd í 2017. Hesin krosseiturkoppurin leggur 300-800 egg, so nú verður spennandi at síggja, um nakrir av hesum á bilinum fara at síggjast aftur í føroysku náttúruni.

"Fuglaeiturkoppur"
"Fuglaeiturkoppur" "Fuglaeiturkoppur"
29. mars 2011 fann Poul Eyðun Joensen hendan hálvrotna "fuglaeiturkoppin" á einum steðgiplássi í Fuglafirði. Karl Hansen ringdi og segði mær frá hesum sjáldsama eiturkopinum, sum máldi 16 cm. millum beinini, so hetta er óivað tann størsti eiturkoppurin, eg nakrantíð havi sæð uttandura í Føroyum.
Tað er mær ein gáta, hvussu hann er endaður á steðgiplássinum í Fuglafirði? Er hann komin til landið við frakt ella hevur onkur havt hann sum kelidjór? Um nakar veit nærri, vil eg fegin hoyra frá viðkomandi.
Dagføring 07.04.2011: Gátan er loyst!
Fuglaeiturkoppurin var ein 3 ára gomul hon av slagnum "Chorco golden Knee", sum Petur Hansen í Norðagøtu nýliga hevði sum kelidjór. Tá fuglaeiturkoppurin doyði, gav Petur hann til ein vin, sum seinni tveitti hann út í Fuglafirði.

Nuctenea umbratica
Nuctenea umbratica Nuctenea umbratica
Kári Petersen av Sandi, fangaði hendan stóra Nuctenea umbratica hon eiturkoppin nær við Skopun. Hetta er 5 ferð, at hetta eiturkoppaslagið er funnið í Føroyum; men fyrstu ferð, at hann er funnin í Sandoynni. Umstøðurnar á staðnum, har hann var funnin, kundi bent á, at hann er farin at yngla her; men tað kunnu vit ikki prógva enn.

Nuctenea umbratica

02.08.2018 fangaði Óli Lindenskov hendan Nuctenea umbratica hon eiturkoppin Uppi í Hoyvík. Hetta er 6 ferð, at ein eiturkoppur av hesum slagnum er skrásettur í Føroyum. Kroppurin á honum mátar millum 8-10 mm. Enn vita vit ikki, um hann ynglar her.

Araneus quadratus
Araneus quadratus Araneus quadratus
Dánial Jespersen fann hendan Araneus quadratus (Clerck, 1757) í Tórshavn 07.10.2010. Hetta slagið av eiturkoppi er bert funnið nakrar fáar ferðir innandura í Føroyum.

DK Perleedderkop Enoplognatha ovata
Enoplognatha ovata Enoplognatha ovata Enoplognatha ovata
Hesin DK perlueiturkoppurin Enoplognatha ovata sat í einum urtapotti, sum Jacoba T. Winther fekk 01. september 2010. Alt ov nógv flogkykt verða innflutt til Føroya á henda hátt.

Steatoda bipunctata
Steatoda bipunctata er ein innfluttur eiturkoppur, sum higartil bert er funnin í Suðuroy, Streymoy, Nólsoy og Eysturoy. Hann finst í stórum tali í nøkrum stórum bygningum, har hann eisini nørir seg; men enn kann hann ikki sigast verða vanligur. Hans Eli Sivertsen fangaði hendan avmyndaða hannin 19.11.2009 og Jørgen Lissner staðfesti slagið. Steatoda bipunctata

Nuctenea umbratica
Edith Petersen fann hendan flotta Nuctenea umbratica eiturkoppin í Tórshavn 10.08.2009. Hetta er fjórðu ferð, at ein av hesum slagnum er funnin í Føroyum. Nuctenea umbratica

"Hoppieiturkoppur" Salticidae
Salticidae. Salticidae.
16. september 2008 fangaði Jógvan Niclasen hendan flotta "hoppieiturkoppin" í eini matvørubúð í Tórshavn. Eiturkoppurin er ein ung hon av slagnum Philaeus chrysops (det. Rudolf Macek, Czech Republic). Á enskum verður hetta eiturkoppaslagið nevnt "Jumping spiders".
Hesin eiturkoppurin er helst av einum suðureuropiskum slag, sum nú á fyrsta sinni er staðfestur í Føroyum.
Her ber til at lesa meira um hetta slagið av eiturkoppum

Alopecosa pulverulenta
24.05.2008 gjørdi Jóannes Joensen, Klaksvík, eitt kvett, tá hann fangaði henda sjáldsama eiturkoppin í Kalsoynni. Alopecosa pulverulenta er funnin tríggjar ferðir áður í Føroyum - í Vágoy og Svínoy; men hetta er fyrstu ferð, at hann er funnin í Kalsoy. Allir teir 4 eiturkopparnir, ið eru funnir higartil, hava verið honir. Alopecosa pulverulenta.
Alopecosa pulverulenta hoyrir til familjuna: Lycosidae (Wolf Spiders). Leysliga umsett vildi eg kalla familjuna "úlvaeiturkoppar".
Í Europa finnast 260 sløg av úlvaeiturkoppum. ið eru býttir upp í 23 familjur.
Les meira um føroysku eiturkopparnar

Knipplingseiturkoppur Amaurobius fenestralis

Hannur - hóast hesin eiturkoppurin nýliga er skrásettur í Føroyum, tykist hann vera rættiliga vanligur, serliga í Sørvági og Tórshavn. Amaurobius fenestralis.

Merian eiturkoppur Metellina merianae

Metellina merianae ♂ Metellina merianae ♂ Metellina merianae ♂

Metellina merianae ♀ Metellina merianae ♂

Sera vanligur kring alt landið

DK Krabbeedderkop Xysticus cristatus
Peter Meedom fann "krabbaeiturkoppin" høgru megin í Vatnsoyrum, Vágum 23.07.07. Xysticus cristatus er tann einasti av krabbaeiturkoppafamiljuni, ið er funnin í Føroyum. Higartil er krabbaeiturkoppurin funnin í Fugloy, Svínoy, Viðoy, Borðoy, Kunoy, Eysturoy, Nólsoy, Streymoy, Vágum, Koltri, Sandoy og Suðuroy. Xysticus cristatus.
Jørgen Lissner staðfesti slagið fyri meg.
Jógvan Niclasen fann hendan krabbaeiturkoppin í Tórshavn 30.04.2009. Jógvan Niclasen fann hendan krabbaeiturkoppin í  Tórshavn 30.04.2009.
Mynd: Hans Eli Sivertsen

Xysticus cristatus Xysticus cristatus

Alexander B. Jacobsen fangaði hendan Xysticus cristatus eiturkoppin í Nolsoy 22. januar 2015. Hann er goymdur sum prógv fyri, at eiturkoppurin finst í Nólsoy.

Xysticus cristatus Xysticus cristatus Xysticus cristatus

07.06.2021 fann Dennis A. Rasmussen hendan Xysticus cristatus hann eiturkoppin í Kollafirði.

Trøllaeiturkoppur Pholcus phalangioides spjaðir seg kring Føroyar

Pholcus phalangioides

Pholcus phalangioides Pholcus phalangioides Pholcus phalangioides

Ein Pholcus phalangioides kvenneiturkoppur frá Tórshavn, berandi eggini hjá sær í munninum

Pholcus phalangioides

Les eiturkoppagreinina

Grein um trøllaeiturkopp í Frøði frá 2009

Copyright ©Jens-Kjeld Jensen
All Rights Reserved