STØÐAN HJÁ BÚFUGLINUM 2008 - YNGLESÆSONEN 2008 - THE BREEDING SEASON 2008

Aftur til heimasíðuna

STØÐAN HJÁ BÚFUGLINUM Í 2008
Lundar / Lunder / Puffins.
Lundapisa / Lundeunge / Puffin young.
Lundar / Lunder / Puffins.
 
Jens-Kjeld Jensen, fuglaútstappari, Nólsoy.  

Hóast summarið 2008 eisini endaði sum eitt vánaligt ár hjá búfuglinum, komu nakrir ungar á veingirnir, um enn tað vóru fáir. Plantu planktonið kom seint, og hóast fiskifrøðingarnir søgdu frá nógvari nebbasild í ein norðan og vestan úr Føroyum, má tað hava verið ein ov langur teinur at flúgva hjá flestu av fuglunum.

Her fari eg leysliga gjøgnum tey ymisku fuglasløgini:

Lómurin tykist hava tað gott - møguliga sæst ein øking í stovninum.

Nátin hevur tað ikki gott, men støðan í ár er betri enn í 2007, sum eisini er tað ringasta árið, eg veit um. Í miðal fekk hvørt parið 0,30 nátaunga í ár.

Nátin hevur verið í støðugari afturgongd seinastu 20 árini, og í dag er nøgdin av nátaungum minkað niður í ein helming av tí, vit høvdu fyri 20 árum síðani.

Súlan, sum etur størri fisk sum makrel, seið og sild, hevur aftur í ár fingið nógvar ungar undan.

Æðan varp seint aftur í ár; men støðan tykist verða góð- og tað sama kann sigast um teistan.

Helsareyði hevur verið í støðugari niðurgongd seinastu 30-40 árini. Men í 2008 sóust í minsta lagið 12 steggjar kring alt landið, í mun til teir 8, ið sóust í 2007.

Lítið ella einki er komið undan tí úthungraða másanum í ár.

Ritan hevur aftur havt eitt vánaligt summar. 28. juni hugdi eg í 350 reiður í Mykinesi, og tá var bert vorpið í helmingin av teimum. Sambært Karsten Larsen vóru tilsamans 22 ritupisur tann 04. aug. 2008, og ivasamt var, um fleiri enn 10 av teimum vóru floygdar, tá ið avtornaði.                                              
Ikki ein einasta ritupisa var floygd í 2007, og stovnurin er minkaður niður í ein helming seinastu 15 árini, so eisini her heldur niðurgongdin áfram!

2 ternur sóust longu 18. apríl, men sum heild hevur tað gingið stak illa hjá teimum. Í flestu ternubølunum kom bert 0,1 ungi ella enn minni undan hvørjum pari. Í onkrum bøli norðan- og vestanfyri kom tó 0,5 til 0,8 ungi undan hvørjum pari.

Enn veit eg lítið um, hvussu lomvigin hevur havt tað í 2008, men á eini rók í Mykinesi vóru bert nakrar fáar pisur at síggja 1. aug.

Lundin tyktist hava tað gott - at byrja við, og nakað var fleygað kringt alt landið í byrjanini av juli. Seinni vísti tað seg, at nógvir lundar als ikki vurpu í ár. Eg kannaði 108 fleygalundar úr Nólsoy og Mykinesi, og eingin av teimum hevði vorpið í 2008. 62 % av lundanum var gamal fuglur, ið hevði vorpið fyrr, og hini 38% var gamal lundi, sum ikki hevði vorpið fyrr - tað vil siga, at hesin lundin var ungi í 2000 ella 2001.

Eg vil meta, at einans 20% av lundanum varp í 2008. Haraftrat var vorpið so seint, at nýklaktar pisur sóust 23. juli í Settorvu, Viðoy. Í tí áður so stóra lundabølinum í Nólsoy kom eingin pisa undan í ár, meðan floygdar lundapisur sóust í Mykinesi 25. aug. Og í dag - 1. september, síggjast enn sildberar í Mykinesi.

Starin og kvørkveggjan hava havt eitt gott ár í ár.


Retur til hjemmeside / Retur til toppen

YNGLESÆSONEN 2008
Lundar / Lunder / Puffins.
Lundapisa / Lundeunge / Puffin young.
Lundar / Lunder / Puffins.
 

Jens-Kjeld Jensen, konservator, Nólsoy.

Selv om 2008 også blev et dårligt yngleår, kom der trods alt nogle havfugleunger på vingerne, omend det ikke var mange. Planktonet kom lidt sent i gang, og trods havbiologerne siger, at der er mange tobiser nord og vest for Færøerne, må de må være i for lang flyveafstand for de fleste af fuglekolonierne.

Her en gennemgang af nogle af de almindeligste arter:

Hos den rødstrubede lom ser situationen ud til at være normal, ja måske ses endda en lille fremgang.

Mallemukken har det ikke helt godt, men situationen i 2008 er trods alt bedre end den i 2007, som også er det dårligste år, jeg ved om. I 2008 er ynglesuccéen 0,30 unger pr. par.

Hvis vi ser 20 år tilbage, er der kun ca. halvt så mange mallemukunger i dag, i forhold til dengang.

Sulen, som spiser større fisk som makrel, sej og sild, har igen i år haft en meget fin ynglesæson.

Edderfuglen var sen igen i år; men det ser ikke så dårligt ud for dem- og det samme kan siges om tejsten.

Odinshøns er gået meget tilbage de sidste 30-40 år. Men i 2008 var der mindst 12 hanner at se over hele Færøerne imod 8 hanner i 2007.

Riden har heller ikke haft det godt i år. Jeg talte 350 reder på Mykines, og der var kun æg i præcis 50% af dem den 28. juni. Den 4. aug. 2008 var der 22 unger ialt ifølge Karsten Larsen, og det er endda tvivlsomt, om mere end 10 af dem klarer at blive flyvefærdige.                                                       
Der kom ikke en eneste unge på vingerne i 2007, og antallet af ynglefugle er mere end halveret i de sidste 15 år, så også her forsætter nedgangen!

Mågen ser ud til at have fået helt få unger igen i år.

De første 2 havterner blev set så tidligt som den 18. april. Som helhed gik det meget dårligt for ternerne - i de fleste kolonier kom der omkring 0,1 unger pr. par eller mindre. Der var dog nogle helt enkelte kolonier mod nord og vest, som fik ca. 0,5 til 0,8 unger pr. rede.

Jeg ved ikke noget helt konkret om, hvordan lomvien har haft det i 2008 endnu, men på en lomvihylde på Mykines var der kun helt få unger at se den 1. aug.

Lunden så ud til at have det ganske godt - til at begynde med, og der blev også flejet lidt lunder de fleste steder i begyndelsen af juli. Senere viste det sig, at mange af lunderne slet ikke ynglede i år. Jeg undersøgte 108 flejede lunder fra Nólsoy og Mykines, og ingen af dem have lagt æg i 2008. Derimod var 62 % af dem gamle lunder, som havde ynglet tidligere. De resterende 38% var gamle lunder, som aldrig havde ynglet - det vil sige, at de var unger i år 2000 eller 2001.

Jeg vil anslå, at højst omkring 20% af lunderne ynglede i 2008, foruden at en del af dem lagde æg meget sent, så der blev set nyudklækkede unger så sent som 23. juli i Settorva, Viðoy. På Nólsoy, som har haft en stor lundekoloni, kom der ingen unger i år, mens man på Mykines så de første flyvefærdige lundeunger den 25. aug. Og i dag - 1. september, ses der stadigvæk lunder, som kommer med tobiser til deres unger på Mykines.

Stær og solsort ser ud til at have haft et ret godt år.


Return to website / Return to top

THE BREEDING SUCCES FOR THE SEABIRDS IN 2008
Lundar / Lunder / Puffins.
Lundapisa / Lundeunge / Puffin young.
Lundar / Lunder / Puffins.
 

Jens-Kjeld Jensen, taxidermist, Nólsoy.  

Althought some few young's were fledged, the seabirds had a bad breeding season again in 2008. The plant-plankton came late, and even if the sea-biologist's talk about high amounts of sand eel's North and West of the Faroes, the distance most probably is to far for most of the seabirds.

Here is a short introduction of the birds:

The Red-throated diver seems to have had a fine season - perhaps we even can see an increasing of the population.

The fulmars are in a poor condition even if 2008 is better then 2007, when they really hit the bottom. It was the worst year for them, as far as I know. The breeding succes is 0,30 young in each nest this summer.

Looking 20 years back, we only see half of the amount of young fulmars today compared with then.

The Gannet who lives from larger fish as mackerel, coal fish and herring had a fine breeding season again this year.

The Eiders breed late again this season, but they seem to manage well - the same can be said about the black guillemots.

Red-necked Phalarope has decreased a lot the last 30-40 years, but in 2008 at least 12 males were seen around the Faroes compared with 8 in 2007.

The gulls had very few young's this season.

The kittiwakes had a poor season again this summer. I checked 350 nests in Mykines 28. June 2008, and there were eggs in exactly 50% of them. 04. August 2008 Karsten Larsen counted 22 young's, whereof perhaps 10 might never make it.

The first 2 arctic terns arrived in the Faroes as early as 18. April. In general they had a very bad season with only 0,1 young - or even less, in each nest all over the Faroes. Still we heard about better results in the North and West, where there were 0,5 to 0,8 young's in each nest.

At the moment I am not aware of the situation with the guillemots in 2008, but I could only count some very few young's in the nests on a certain cliff shelf in Mykines 01. August 2008.

The Puffins seemed to be doing fine in the beginning of the season, and some were caught with ketcher all over the Faroes in the beginning of July. Very soon I found out, that most of the puffins did not breed this season. I examined 108 caught birds from Nólsoy and Mykines, and none of them had breed in 2008. On the other hand 62 % were old puffins, that had breed earlier. The rest - 38% were old birds, that had never breed before which means, that they were young's in 2000 or 2001.

I estimate, that mostly 20% of the puffins breed in 2008, whereof a majority breed very late. In Settorva, Viðoy, newly hatched puffin young's were seen as late as 23. July. In Nólsoy's former very big puffin colony there were no young's at all this season. In opposition the first fledged young puffin was seen in Mykines 25. aug. Today - 1. September, some parent-birds still fly in and out of the main colony in Mykines carrying food for there young's.

The starling and blackbird seeme to hava had a fine season.


Copyright © Jens-Kjeld Jensen
All Rights Reserved