STØÐAN HJÁ BÚFUGLINUM 2007 - YNGLESÆSONEN 2007 - THE BREEDING SEASON 2007

Aftur til heimasíðuna

STØÐAN HJÁ BÚFUGLINUM Í 2007
Lundar / Lunder / Puffins.
Lundapisa / Lundeunge / Puffin young.
Lundar / Lunder / Puffins.

Jens-Kjeld Jensen, fuglaútstappari, Nólsoy.  

Summarið 2007 er tað versta, vit yvirhøvur vita um hjá búfuglinum. Árið 2004 var ringt, og enn verri gjørdist 2005. Í 2006 hildu vit, at nú kundi tað ikki gerast verri; men higartil tykist árið 2007 líkjast meira ella minni einum lagnuári fyri tey ymisku fuglasløgini.
Nøgdin av plantu plankton var aftur í ár sera lítil kring oyggjarnar og tískil var eingin nebbasild.

Her fari eg leysliga gjøgnum tey ymisku fuglasløgini:

Ternurnar komu til Føroyar 17. mai. Nakrar royndu at reiðrast og vurpu; men alt miseydnaðist hjá teimum - so stutt kann tað sigast.

Lundarnir komu slettis ikki upp á land í mai, eins og teir vanliga gera - bert nakrir fáir sóust liggja á sjónum nærhendis bølini. Tann 14. juni var fyrsti dagurin, eg hoyrdi lundar liggja og "tosa" í lundabølinum í Nólsoy; men longu dagin eftir, var alt prátið tagnað og lundin horvin - og lundin verpur vanliga um 20. mai. Teir allarflestu av lundunum vurpu als ikki í ár, og eg havi ikki hoyrt frá nøkrum, sum hevur sæð nakra lundapisu nú 15. august. Lundabølini eru tóm.

Her eru nøkur fleygaúrslit úr teimum størstu lundabølunum: Fugloy 3 lundar, Settorva í Viðoy 0, Trøllanes í Kalsoy 2, Nólsoy 227 (til samanbering kann eg nevna, at í 1999 vóru 13.324 lundar fleygaðir í Nólsoy) o.s.f.

Riturnar hava heldur ikki havt tað gott í ár. Ikki ein einasti ungi var floygdur. Talið av verpingarfugli er minkað niður í ein helming bara tey seinastu 15 árini, so har stendur illa til!

Hjá nátanum gongur tað bara aftur á. Í einum ávísum stað, har eg havi talt nátar í Nólsoy síðan 1995, er talið minkað við 73 %, so har stendur heldur ikki væl til.

Viðvíkjandi lóminum tykist alt verða sum vanligt - møguliga sæst ein øking í stovninum.

Lomvigin hevur so gott sum ikki vorpið í ár. Eg havi bert hoyrt um ein einasta unga í ár, og hann var sæddur saman við øðrum av foreldrafuglunum tann 6. aug. í Svínoyarfirði. Sjálvsagt má mann eisini rokna við eini niðurgongd í lomvigastovninum, tá nú árini hjá fuglunum yvirhøvur eru so ring.

Æðurnar vurpu seint í ár; men hóast alt tykist tað ikki verða nakað ringt ár hjá teimum- og tað sama kann sigast um støðuna hjá teistanum.

Teir allarflestu stara og kvørkveggjuungarnir endaðu sum likku, baka og másaføði í somu løtu, teir fóru úr reiðrinum.

Teir úthungraðu másarnir hava heldur ikki fingið nógvar ungar á veingirnar í ár.

Súlurnar, sum eta størri fisk sum makrel, seið og sild, hava aftur í ár fingið nógvar ungar.


Retur til hjemmeside / Retur til toppen

YNGLESÆSONEN 2007
Lundar / Lunder / Puffins.
Lundapisa / Lundeunge / Puffin young.
Lundar / Lunder / Puffins.

Jens-Kjeld Jensen, konservator, Nólsoy.

2007 blev den dårligste ynglesæson, som man ved om nogen sinde. 2004 var et dårligt år og værre blev det i 2005. I 2006 sagde man så, at nu kunne det ikke blive dårligere; men med 2007 nærmer vi os katastrofen for flere arter. Mængden af plante plankton i de indre færøske farvande var igen i år meget lille og dermed var der ingen tobis yngel.

Her en gennemgang af nogle af de almindeligste arter:

De første havterner ankom 17. maj til Færøerne, nogle få at dem forsøgte at yngle; men alt mislykkes. Så enkelt kan det siges.

Lunderne kom slet ikke på land i maj, selv om nogle lå på havet engang imellem uden for kolonierne. Den 14. juni var første gang, jeg hørte lunder ligge og ”snakke” i kolonien på Nólsoy; men allerede dagen efter var de væk igen (normalt skulle de lægge æg omkring 20. maj). De fleste lunder undlod helt at yngle i år og jeg har ikke hørt om nogen, som har set  lundeunger i år her den 15. august. Lundekolonierne er helt tomme.

Her er nogle fangst tal fra de de største kolonier:
Fugloy 3 lunder, Settorva på Viðoy 0, Trøllanes på Kalsoy 2, Nólsoy 227 (til sammenligning blev der flejet 13.324 lunder på Nólsoy i 1999) o.s.v.

Riderne har heller ikke haft det godt i år. Der kom heller ikke en eneste unge på vingerne i 2007, og antallet af ynglefugle er mere end halveret i de sidste 15 år, så også her forsætter nedgangen!

Mallemukkernes nedgang forsætter. På en bestemt sted på Nólsoy, hvor jeg har talt mallemukkerne siden 1995, er bestanden faldet med 73 %, så det ser ikke godt ud!

Med hensyn til de rødstrubede lommer ser situationen ud til at være normal, ja måske ses endda en lille fremgang.

Lomvierne har for de fleste tilfælde slet ikke ynglet i år. Jeg har kun hørt om 1 unge i år, som blev set sammen med den ene af forældrenefuglene den 6. august i Svinoyarfjørður. Så også lomvibestanden går helt klart ned, nu de gode yngleår er blevet en sjældenhed.

Edderfuglene var igen sene i år; men det ser ikke så dårligt ud for dem- og det samme kan siges om tejsterne.

De fleste stære- og solsortunger blev spist af de meget sultende sølv– og sildemåger, så snart de forlod rederne. 

Mågerne ser ud til at have fået helt få unger i år.

Sulerne, som spiser større fisk som makrel, sej og sild, har igen i år haft en meget fin ynglesæson.


Return to website / Return to top

THE BREEDING SUCCES FOR THE SEABIRDS IN 2007
Lundar / Lunder / Puffins.
Lundapisa / Lundeunge / Puffin young.
Lundar / Lunder / Puffins.

 

Jens-Kjeld Jensen, taxidermist, Nólsoy.  

2007 was the worst breeding season ever. 2004 was a bad year and it got worse in 2005. In 2006 we hit the bottom thinking, it simply can't get worse, but with the breeding season this summer, we are facing a catasthrope. The amount of plant-plankton in the inner waters was very low this year and resulted in no sand eel's.

Here is a short introduction of the birds:

The first Arctic terns arrived in the Faroes 17. May. A few of them tried to breed, but the attempt failed - as simple as that!

The Puffins did not enter land in May. Some few were seen on the sea near the colonies. I heard some puffins "talk" in the colonies on Nólsoy 14. June; but they had left already the next day (normally the should have laid their eggs around 20. May). The majority of the puffins cancelled their breeding this season and I have heard of no one, who have seen any pull now 15. August. The puffin colonies are completely empty!

Here are some numbers from the hunters from the largest colonies:
Fugloy 3 puffins, Settorva in Viðoy 0, Trøllanes in Kalsoy 2, Nólsoy 227 (as a comparison the hunters caught 13.324 puffins in the colony in Nólsoy in 1999).

The Kittiwakes had a bad season again as well. No young was fledged at all. The breeding population is decreased more then 50 % the last 15 years, so the decline continuous!

The Fulmars are still decreasing as well. In a small control spot in Nólsoy the population has decreased more then 73 % compared with 1995.

The Red-throated diver seems to have had a fine season- perhaps we even can see an increasing of the population.

Most of the Guillemots did not breed this season. I have only heard about 1 young this summer, who was spotted together with one of the parent-birds in Svínoyarfjørður 6. August. Naturally the guillemots will decrease together with the other seabirds, when they face such bad realities each year.

The Eiders breed late this season, but apparently they managed to get a acceptable result- the same can be said about the Black guillemots.

Most of the young Starlings and Blackbirds were eaten by the starving gulls, as soon as they left the nests. 

The Gulls had some few young this season.

The Gannets who lives from larger fish as mackerel, coal fish and herring had a fine breeding season again this year.


Copyright © Jens-Kjeld Jensen
All Rights Reserved