HÚSINI VIÐ BRUNN - BRUNN MUSEUM

Aftur til húsini við Brunn

HÚSINI VIÐ BRUNN, NÓLSOY

 

Tað fyrsta, sum er bygt av húsinum við Brunn, er roykstovan. Sum sæst, er hon bygd av rekaviði. Hetta var um seinnu helvt av sekstanhundraðtalinum. Maðurin sum bygdi hana, var úr Heiðrikstovu, og kallaðist Jákup Hendrikson.
Í einum skifti í 1765 sæst, at har er ein lítil glasstova við einum lítlum vindeyga, einum seingjarstaði, einum lítlum skápi og eini roykstovu fast í.
Síðan verður mett, at tað hevur verið bygt omaná húsini, so tey hava verið rættiliga høg, hetta er tó ikki váttað, men tekin eru til tað.
Eystara part av húsinum bygdi "Gamli Jáki" í 1828, tá hann keypti ein stokk á aktión av tí sokallaða "Saksunarskipinum". Tað var eitt skip, sum fór á land í Saksun, lastað við stokkum av pommerskari furu. Gamli Jáki brúkti trý sjóvarføll at sleipa stokkin til Nólsoyar, síðan sagaði hann stokkin sundur, og bygdi upp í húsini.
Seinni bygdi hann eisini fjós upp í eystureftir, tað er nú tikið niður. Sagt verður, at tá kongavitjan var í Nólsoy í 1907, ynskti kongur at síggja eitt fjós innan. Hann var tá boðin inn í fjósið við Brunn, tað var tað nossligasta, sum var í bygdini tá.
Komfýrin keypti Gamli Jáki í 1858 og setti upp. Hetta er fyrsti komfýrur her í bygdini, og eisini ein tann fyrsti, sum kom til Føroyar. Gamli Jáki kallaði komfýrin "Kókimaskinan".
Í roykstovuni stendur eisini "Meyukista", sum er søgulig. Hon kom til Nólsoyar við Onnu Gabrielsdóttur (f. 1685) úr Leirvík, sum giftist við Hendrik Jákupsson við Brunn. Anna og Hendrik áttu 3 børn, har ímillum var Marin, sum kistan hevur fingið navn eftir. Anna Gabrielsdóttur var ættað niður frá Gabriel Torleifsson, sum var próstur á Nesi (uml. 1614).
Í durastavinum í ovaru hæddini standa nøvnini á fleiri ættarliðum, sum hava búleikast við Brunn, og eru tað Jákup ella Jógvan og Hendrik aðru hvørja ferð.
At Brunnahúsini hava verið valahús í bygdini fyrr í tíðini sæst, tí tá vitjan kom í bygdina av fólki, sum kanska vóru av tí "betra slagnum", varð ofta farið við Brunn at biðja um hús, og var tað altíð leyst og liðugt. Tá var gingið um dyrnar í ovaru hæddini, og boðið varð inn í bestu stovu.

 
Um vit seta húsbóndafólkini við Brunn, sum vit vita navnið á, í navnarað eftir árstølunum, so sær raðið nøkunlunda soleiðis út, tá tey hava tikið við festinum:

 

1. Jákup Hendriksson og konan, kanska itið Marin 1660 - 1700
2. Hendrikur Jákupsson og Anna Gabrialsdóttir 1700 - 1750
3. Jákup Hendriksson og Marin Patursdóttir 1750 - 1784
4. Hendrikur Jákupsson og Malena Jákupsdóttir  1784 - 1801
5. Malan Jákupsdóttir og Jógvan Bartalsson 1801 - 1822
6. Jákup Hendriksson og Elsebeth Mikkjalsdóttir  1822 - 1848
7. Hendrik Mikal Jákupsson og Jóhanna Jóansdóttir 1848 - 1890
8. Jógvan Jákobsen og Elin Maria Joensen  1890 - 1951
9. Hendrik Mikal Jákobsen   f.1890 - d.1914
10. Jógvan Jacobsen og Hedvig Olsen   1951 - 1960
 
Eyðálvur Gulklett skrivaði hendan dagførda listan yvir húsbóndafólkini við Brunn 14.03.2019
 
Sum vit kunnu síggja, halda vit okkum við vissu vita, at húsið við Brunn hevur verið mannað við somu ætt í eini 300 ár. Tey hava havt sum livibreyð ta ognarjørð, sum í skiftandi tíðum hevur ligið til húsið, og sum hvørja ferð skift hevur verið, er farið burturav; men sum húsbóndirnir hava dugað at fingið fatur í aftur. Umframt jørðina, hava teir verið hegnismenn, og duga at smíða fyri seg og onnur. Tað var ikki av ongum, at næstseinasti Jógvan við Brunn var kallaður "Bøkjarin". Tað sum landið ikki gav, fingu teir av sjónum og úr bakkanum. 
 
Húsini við Brunn hava verið ogn Nólsoyar Fornminnisfelags síðan 1985. Tey eru sett í stand við stuðli frá Føroya Fornminnissavni og Føroya Forngripafelag og verða sýnd fram eftir áheitan.
 
Skrivað hevur Anna Juul Thomsen, sambært upplýsningum, ið hon millum annað hevur fingið frá Rólanti Lenvig.
 

BRUNN MUSEUM, NÓLSOY

Retur til Brunn Museum

Svensk tekst
 

Den åldste delen av huset vid Brunn  år roykstovan, røkstuga med øppen eldstad, och den år byggd av drivtimmer under senare delen av 1600-tallet. Ågare var Jákup Henriksen som stammede från huset Heiðriksstova.
I en bouppteckning 1765 beskrivs en liten glasstova, glasstuga, med et litet fønster, en sång, en litet skåp intil røkstugan. Senare byggdes en øvervåning.
Den østra delen  av huset byggde Gamli Jáki 1828 ur en timmerstock som han køpt på auktion efter det så kallade Saksun-skeppet. Det hade varit lastat med pommerskt furutimmer och drivit på land i Saksun. Det tog 18 timmar før honom att slåpa stocken till Nólsoy.
Vid den østra delen byggde han ett kostall som nu år borta. Det beråttas att 1907,når kungen Fredrik vii, besøgte Nólsoy ville hann se ett fjøs och bjøds in vid Brunn som var snyggast .
Jårnspisan købte Gamli Jáki i 1858 och det var den første i bygden och en av de tidigaste på Fårøarna. Han kallade den før kókimaskinan.
I røkstugan står också Meyukista som kom til Nólsoy med Anna Gabrielsdóttir från Leirvík (f.1685). Hon blev gift med Hendrik Jákupsson vid Brunn. De fick tre barn och kistan fick namn efter ett av dem, Marin. Anna Gabrielsdóttir var slåkt med Gabriel Torleifsson, som omkring 1614 var prost i Nes.
I dørrposten på øvervåningen finns initialerna på flere av bønderna vid Brunn som hette omvåxlande Jákup/ Jógvan och Hendrik.
Ett tecken på att Brunnahuset førr var ett av de båttre husen år att når fremmande kom till bygden gick man ofta dit før att be om husrum. Det gick før sig och gåsterna bjøds från øversidan i i finrummet.
Husbønderna vid Brunn har ågt odalsjord som delades vid varja arvsskifte. Ofta køptes jordstycken tilbaka till egendomen. Flera av bønderna har varit skickliga handverkare och den nåst siste vid Brunn kallades bøkjarin, tunnbindaren. Den siste nåmndes Jeggi vid Brunn.
Førutom huvudbyggnaden med fjøset før korna fannst ett antal uthus. Kvarnarhús, gróthús hoyggjhús, hjallur och neyst som hørde till jordbruget med fårskøtseln, fisket och bisysslorna torvtakt och fågelfångst.

 
Samma slåkt har bott vid Brunn i øver 300 år. Husbondfolket namn bliver, med nutida stavning føljande, beråknade från fåstebrev på jorden:

 

1.  Jákup Hendriksson och hustru, som kanske hette Marin 1660 - 1700
2.  Hendrikur Jákupsson och Anna Gabrielsdóttir  1700 - 1750
3.  Jákup Hendriksson och Marin Patursdóttir 1750 - 1784
4.  Hendrikur Jákupsson och Malena Jákupsdóttir 1784 - 1801
5.  Malan Jákupsdóttir och Jógvan Bartalsson 1802 - 1822
6.  Jákup Hendriksson och Elsebeth Mikkjalsdóttir  1822 - 1848
7.  Hendrik Mikal Jákupsson och Johanna Joansdóttir 1848 - 1890
8.  Jógvan Jákobsen och Elin Maria Joensen 1890 - 1951
9.  Hendrik Mikal Jákobsen (f.1890 død 1914) 1890 - 1914

10. Jógvan Jacobsen och Hedvig Olsen 

1951 - 1960

 
Eyðálvur Gulklett skrev denne opdaterede liste over husfolket i Brunn 14.03.2019
 
Huset vid Brunn ågs sedan 1985 av føreningen Nólsoyar fornminnisfelag. Det har renoverast med stød av Føroya Fornminnissavn och Føroya Forngripafelag och visas efter øverenskommelse.
 
Nanna Hermanson, efter tekst, som Anna Juul Thomsen satt sammen efter oplysninger från bl. a. Rólant Lenvig.        
 

BRUNN MUSEUM, NÓLSOY

Return to Brunn Museum

English text

 

The oldest part of the dwelling house við Brunn is the roykstova, the smoke room with an open hearth, that was built from driftwood in the late 17th century.
The owner was Jákup Hendriksson who came from Heiðriksstova. In an inventory of 1765 there is a description of a small glasstova, glass room, with a small window, a bedstead and a little cupboard close to the roykstova.
Later an upper floor was added. The eastern part of the house was built by Gamli Jáki in 1828 from a single log bought at an auction at the so called ship of Saksun, “Saksunarskipið”. This ship had been loaded with Pomeranian pine and the timber was washed ashore at Saksun. It took him 18 hours to tow the log to Nólsoy.
Gamli Jáki added a cowshed, now gone, to the eastern part of the house.
It was told that when the king, Frederik VIII of Denmark, in 1907 did visit Nólsoy, he wanted to see a byre and was invited to at Brunn as this was considered the best byre in the village.
The existing stove was installed by Gamli Jáki in 1858 and was the first in the village and one of the earliest in the islands. He called it the cooking-machine.
In the roykstova is Meyukista, a chest, that was brought to Nólsoy by Anna Gabrielsdóttir from Leirvík. Anna was born in 1658 and she got married to Hendrik Jákupsson of Brunn. They had three children and the chest was named after one of them – Marin.
A doorpost upstairs carries the initials of several of the farmers of Brunn and their names were alternately Jacob/Joen and Hendrik.
An indication that the house við Brunn formerly being one of the better homes in the village is that when guests arrived in the village they often asked to stay there. Their request was always granted and they were invited into the parlour through the upper door.

The farmers of Brunn owned their land under the system known as “allodial” and upon the death of an owner the land was divided between the inheritors. However, to keep the farm holdings of a reasonable size plots were often bought back from the beneficiaries. Several of the farmers were also skilled craftsmen and the last but one at við Brunn was actually known as bøkjarin, the cooper. Besides the dwelling house with it’s cowshed there were many outhouses as kvarnarhús, hoyggjhús, torvhús, hjallur and neyst, with uses connected to the cultivation of the land, sheep farming, fishing, peat cutting and wildfowling.
 
The same family has lived at Brunn for more than 300 years. The names of the farmers and their wives, as recorded in the house deeds, but with the spelling of today, where chronologically as follows:

 

1.  Jákup Hendriksson and his wife, perhaps named Marin 1660 - 1700
2.  Hendrikur Jákupsson and Anna Gabrielsdóttir  1700 - 1750
3.  Jákup Hendriksson and Marin Patursdóttir   1750 - 1784
4.  Hendrikur Jákupsson and Malena Jákupsdóttir  1784 - 1801
5.  Malan Jákupsdóttir and Jógvan Bartalsson 1802 - 1822
6.  Jákup Hendriksson and Elsebeth Mikkjalsdóttir  1822 - 1848
7.  Hendrik Mikal Jákupsson and Johanna Joansdóttir  1848 - 1890
8.  Jógvan Jákobsen and Elin Maria Joensen  1890 - 1951
9.  Hendrik Mikal Jákobsen (born 1890 dead 1914)  1890 - 1914
10. Jógvan Jacobsen and Hedvig Olsen 1951 - 1960
 
Eyðálvur Gulklett wrote this updated list about the residents in Brunn 14.03.2019

Since 1985 the house við Brunn has been owned by Nólsoyar Fornminnisfelag.
It has been renovated with assistance from Føroya Fornminnissavn and Føroya Forngripafelag and is open to visitors by appointment.
 
Text from Anna Juul Thomsen, translated by Nanna Hermansson with some corrections by Mike Sweet.
 
Copyright © Jens-Kjeld Jensen
All Rights Reserved