Nólsoyar Fornminnisfelag varð stovnað í 1984 og verður tístatt 30 ár í ár. Øll hesi árini hevur Anna Juul Thomsen verið eitt av undangongufólkunum í hennara stóra arbeiði at varðveita fornminnini í Nólsoy. Nógv fólk vóru samankomin úti í Nólsoy leygardagin 29. marts, tá Heðin Mortensen, borgarstjóri, handaði Annu Juul heiðursskjal fyri hennara stóra arbeiði.
Undir handanini bjóðaði kommunan allari bygdini til ein drekkamunn við góðum køkum afturvið.