Skjórutur springari Lagenorhynchus acutus |
||||
Hesin lá í Hálgutoft í Nólsoy 27.02.2021. Skjórutur springari er vanligur í Føroyum | ||||
Norðurhavs nevhvalur Mesoplodon bidens |
||||
Hesin nevhvalurin skolaði livandi upp á land á Sandi 16.02.2020. Rósing Skorá var so heppin at vera á staðnum og tók nakrar myndir av honum. Satt at siga var hann meira enn heppin, tí hálvan tíma seinni tók ein alda hvalin og skolaði hann út aftur. | ||||
_______________________________________________________ | ||||
Meira um nevhval | ||||
Fyri umleið 7 árum síðani var Bjarni Jacobsen, Sumba, umborð á Anitu á garnaveiðu vestan úr Mykinesi. Ta einu ferðina garnið varð hálað upp á dekkið, sá Bjarni ein løgnan stein, sum hann legði til síðis. Tá hann seinni hugdi at steininum, varð hann varugur við, at hann stóð við einum steinrunnum høvdi, sum kundi verða frá einum dinosaurisi. | ||||
Í juni 2013 var eg (Jens-Kjeld Jensen) so heppin at sleppa at lána tað steinrunna høvdið, og við stuðli frá fleiri útlendskum paleontologistum kom eg í samband við Klaas Post á náttúrugripasavninum Museum of Natural History, Rotterdam, Holland. Hann kundi beinan vegin fortelja mær, at talan var um eitt steinrunnið høvd av tí sjáldsama útdeyða nevhvalinum Choneziphius planirostris. | ||||
Høvdið er 44 cm. langt, men manglar ein part av nakkanum. Hetta nevhvalaslagið livdi í tí seinnu Miocene tíðini (tað er 11.6 milliónir til 5.3 milliónir ár síðan) og er bert funnið í syðra norðsjónum (Holland, Belgien og England). Hvalaslagið er ongantíð funnið so langt norðri sum í Føroyum, so tað má sigast at verða ikki eiti á fongur, sum Anita fekk í garnið hendan dagin. | ||||
Klaas Post og Jens-Kjeld Jensen hava skrivað eina stak áhugaverda grein um nevhvalin- "On diamonds, a mammal fossil from the Faroe Islands, and the northernmost occurrence of fossil beaked whales, sum kom í flotta tíðarritið Cranium, Tijdschrift van de Werkgroep pleistocene í november 2013. | ||||
Rípuspringari Stenella coeruleoalba |
||||
Nólsoy 24.01.2020 |
||||
Hesin ripuspringarin rak upp á land í Nólsoy í januar 2020. Tað var ein hannur, sum var 225 cm. langur. Hannarnir kunnu gerast upp til 260 cm. langir og viga tá umleið 150 kg. Rípuspringari heldur til á heitari farleiðum, og er bert sæddur á okkara leiðum 3 ferðir áður. Rípuspringari kann kava niður á 700 metra djúpd og livir mest av fiski, høgguslokki, krill og øðrum krabbadjórum. | ||||
_______________________________________________________________________ |
||||
Strandings of Striped dolphins stenella coeruleoalba in Iceland and the Faroe Islands and sightings in the northeast Atlantic, north of 50°N latitude |
||||
_______________________________________________________________________ | ||||
Hetta eru "the rudimentary femur" - ella "leivdirnar" av lærleggunum á rípuspringaranum Stenella coeruleoalba | ||||
Fyri meira enn 50 milliónum árum síðani høvdu forfedrarnir hjá hvalum og springarum 4 bein og kundu ganga á landi. Hvalir er millum annað skyldir við áarross og kamelir. | ||||
_______________________________________________________________________ | ||||
Menningarlæra frá náttúrugripasavninum Te Papa Tongarewa - video |
||||
_______________________________________________________________________ | ||||
Finnhvalur/nebbafiskur Balaenoptera physalus | ||||
Tann seinasti finnhvalurin varð tikin upp á hvalastøðini Við Áir í oktober 1984, og sama árið lat hvalastøðin aftur. Vit vóru so heppin at fáa hendur á bardunum á hesum hvalinum. Á myndini stendur Jens-Kjeld í miðjuni og Katrin Gulklett til høgru. | ||||
Les meir um finnhval/nebbafisk | ||||
Fleiri føroyingar vóru við hollendskum hvalabátum í Suðuríshavinum, og pápi Maritu, Mikkjal Gulklett, var ein av teimum. Hann skrivaði dagbók, og her ber til at lesa sera áhugaverdu greinarøðina úr FF blaðnum "Á stórhvalaveiðu í Suðuríshavinum", sum fyri tað mesta er ein endurgeving av tí, Mikkjal skrivaði, tá hann var um borð á Willem Barendsz í 1946 | ||||
Ambra frá avgusti Physeter macrocephalus | ||||
Ambra og tenn frá avgusti | ||||
Avgustur er størsti tannhvalur, ið finst | ||||
Øssur Vesturstein við einum ambra klumpi | ||||
Ambra | ||||
Ambra og tonn av avgusti | ||||
Grindahvalur Globicephala melas | ||||
Gamlarætt, Streymoy 01.06.2016 | ||||
Grindahvalalús Isocyamus delphini 4-10 mm. | ||||
Ecology and host relationships of the whale-louse Isocyamus delphini (Amphipoda: Cyamidae) parasitizing long-finned pilot whales (Globicephala melas) off the Faroe Islands (Northeast Atlantic) | ||||
______________________________________________________________ |
||||
Leivdirnar av lærlegginum (Rudimentary femur) á grindahvali Globicephala melas |
||||
Nólsoy 15.10.2022 | ||||
Einaferð fyri øgiliga langari tíð síðan – umleið 43 milliónir ár, var hvalurin eitt djór, sum gekk á landi. Tá líktist hann mest einum hjørti. Við tíðini broyttist hansara liviumstøður og hann vandist til at liva í havinum, men enn hevur hann tey aftaru lærbeinini. Tey eru ikki stór í dag, men um man hugsar um, nær hvalurin gekk á øllum 4, er tað ótrúligt, at vit enn kunna kanna rovið á einum grindahvali og finna hansara fornu lærbein. | ||||
______________________________________________________________ |
||||
Hentar leinkjur |
||||
https://www.dr.dk/nyheder/viden/natur/hval-med-fire-ben-fundet-i-egypten-fossil-viser-hvaler-startede-som-en-slags | ||||
https://www.livescience.com/7564-early-whales-legs.html | ||||
https://www.livescience.com/11317-top-10-useless-limbs-vestigial-organs.html |
||||
Rottukanning | ||||
Jens-Kjeld Jensen, Tina Ziska & Eyðfinn Magnussen | ||||
Eyðfinn Magnussen hevur higartil savnað meira enn 60 rottur í Føroyum. Jens-Kjeld Jensen hevur stuðlað honum í at fingið fatur á rottunum, móti at fáa lov til at kanna tær fyri lýs og loppur. Í november 2013 vórðu allar rotturnar kannaðar fyri bæði bakteriur, lýs og loppur. Fyribils úrslitið er, at funnar vórðu 71 loppur av 2 ymiskum sløgum. Haraftrat var eitt nýtt lúsaslag funnið fyri Føroyar, sum helst hoyrir til slagið Polyplax spinulosa. Fleiri av loppunum hoyra til slagið Nosopsyllus fasciatus, som bert er skrásett eina ferð fyrr í Føroyum – og tað var á eini kettu í Fuglafirði. Funnar vórðu eisini fleiri loppur av slagnum Ctenophalmus nobilis, sum annars bert finnast í Íslandi, Írlandi, Stórabretlandi og Norðurfrankaríki, so hetta er fyrsta skráseting av slagnum í Føroyum. |
||||
_________________________________________________________________ | ||||
ROTTUSKERMUR | ||||
Rottan kom við vrakinum av "Kongen af Prøjsen", ein bátur við timburi úr Trondheim til Dublin, ið gjørdist vrak á Lewis í Hebridunum og rak norður til Hvalbiar í mai 1768. Tað vil siga, at rottan hevur breitt seg kring landið seinastu 247 árini - til dømis var hon í Tórshavn longu í 1769. Nakrar oyggjar eru enn rottufríar og so leingi eg minnist, hava fólk tosað um, hvussu mann best kann verja hesar oyggjar. Eitt, ið ofta hevur verið uppi at vent, er rottuskermar. Skermarnir forða rottuni í at koma í land frá bátum - og umvent. Í flestu grannalondum okkara eru rottuskermar eitt krav, fyri yvirhøvur at sleppa at bryggju; men tað er ikki galdandi her hjá okkum. Einastu og fyrstu ferð, eg havi sæð ein rottuskerm, var í einum sýnisglugga hjá Tjóðsavninum í Hoyvík mikudagin 04.03.2015. |
||||
Er tað ikki tragikomiskt? ella skal eg heldur siga, ein skandala? | ||||
Nýggj hvalaeygleiðingarstøð | ||||
Granskingarmiðdepil fyri bóghvítuhvalagransking lat upp hósdagin 6. juni 2013 í Niels Finsensgøtu 32. Har ber til at læra meira um bóghvítuhvalir, sum javnan vitja í Føroyum, hvar teir hava verið fyrr, og hvat teir gera her. Granskingarmiðdepilin verður opin allan juni og juli mánaða. | ||||
Vitja Facebook síðuna | ||||
DK "Vandspidsmus" Neomys fodiens | ||||
22. februar 2013 fann Rene Thomsen eina nýdeyða "vandspidsmus" Neomys fodiens í Øravík í Suðuroy. Hon lá á nøkrum bilverjum, sum skuldi setast upp millum Hvalba og Nes. | ||||
Rene Thomsen tók músina við sær og gav hana til Aksal Poulsen í Sumba. Eg fekk hana so frá Aksal, tá vit vitjaðu hann 18. mai 2013. Hetta má verða fyrstu ferð, at ein innslødd “vandspidsmus” er funnin í Føroyum, so tað má sigast at verða heppið, at hon var deyð. | ||||
"Vandspidsmus" finst í meginpartinum av Europa. Hon livir nær vøtn og er ein góður svimjari. Hon vigar millum 15 og 23 g og etur sína egnu vekt av føði hvønn dag. Henni dámar best skordýr, ormar, froskar og líknandi. | ||||
Kúlubøka Megaptera novaeangliae | ||||
28. og 29. januar 2013 svam hendan kúlubøkan aftur og fram niðri í Vágsbotni. | ||||
Hesir gjørdu alt teir kundu, fyri at styggja kúlubøkuna út úr vágni... | ||||
Hara Lepus timidus | ||||
Stórar harur í Sumba | ||||
Sólfinn Kjærbo fortaldi mær, at sumbingar vóru og skutu haru leygardagin 03. november 2012. Teir skutu 33 harur við eini miðalvekt á 3045 g. Tann størsta haran vigaði 3900 g og tann minsta 2000 g. 5 av skotnu sumbiarharunum vigaði yvir 3500 g. | ||||
Til samanberingar er miðalvektin í Nólsoy umleið 2700 g. og tann størsta haran, ið nakrantíð er skotin í Nólsoy vigaði 3450 g. | ||||
Mús við stórlætisørskapi |
||||
Nólsoy 04.07.2020: Tá vit funnu hetta stóra holið, sum máldi umleið 10 cm í tvørmáti, vóru vit ikki í iva í, at tað antin var ein rotta ella ein minkur, sum hevði sett seg niður beint sunnan fyri bygdina í Nólsoy, tí alt grasið var traðkað niður framman fyri holið. Rottuklappfellan var tømd fleiri dagar á rað, og hon varð eisini smekkað saman fleiri ferðir; men aftaná 5 dagar eydnaðist tað okkum umsíðir at fanga hesa lítlu músina við tíðiligum stórlætisørskapi í eini vanligari músafellu, sum varð løgd oman á eina rottufellu. | ||||
20 daga gamlir mýslingar Mus domesticus | ||||
Tá Dánial Jespersen nú ein dagin tók nakað av hoyggi at geva djórunum, datt eitt músareiður á gólv. Hann hevur síðani passa 6 mýslingar og ambæta teimum við millum annað geitarmjólk og Eukaneba. Teir trívast sera væl. | ||||
Munurin á rottu og mús | ||||
Rotta Rattus norvegicus Bergenhout, 1769 | ||||
Sprøklut rotta Rattus norvegicus Bergenhout, 1769 | ||||
Arngrím Petersen skeyt hesa sprøklutu rottuna í Kollafirði 24.10.2017. | ||||
|
||||
Minkur Mustela vision Schreber, 1777 | ||||
Hetta er minkurin, sum varð skotin í Tórshavn 01.10.2011. Sum tit síggja, so varð høvdið næstan kvett av, so skjúttararnir hava verið dugnaligir. Útstapparin hevur verið ikki minni dugnaligur, tí hetta varð eitt stórarbeiði hjá honum. Tøkutennirnar á minkinum eru brotnar, so vit ivast í, um hetta ikki mann verða ein minkur, sum er sloppin úr fangilsi. Myndirnar eru sendar til ein serfrøðing, og nú bíða vit bert eftir hansara svari. | ||||
Minkur finst ikki upprunaliga í føroysku náttúruni, so vit mugu vóna, at hesin er eitt eindømi, og at betur verður ansað eftir, tá flutningur kemur til landið! | ||||
Ringkópanósi Phoca hispida sæddur í Suðuroy | ||||
Les grein | ||||
Seyður etur tara fyri at fáa salt og jod | ||||
Músakanningarnar halda fram | ||||
Dr. Yingguang Frank Chan (CV) arbeiðir við m.a. músakanningum á Max-Planck-Instituttinum í Týsklandi. | ||||
Les frágreiðingina hjá Frank Chan um endamálið við ferðini til Føroyar og hendingar á túrinum |
||||
M.Sc. Emilie Hardouin tørvar bert 1 ár í at verða liðug við sítt Phd projekt um mýs úr Antarktisku økjunum í sama Institutinum. Vitja heimasíðuna hjá Emilie Hardouin |
||||
Kanningarnar hjá Dr. Eleanor Jones (sjá niðriundir) vístu millum annað, at føroyska músin er rættiliga serstøk. Á nøkrum av oyggjunum eru mýsnar størri, nógv innanørdar og hava eisini sera lítlil frábrygdi í teirra DNA. Tílíkar mýs tørvaði Dr. Chan, so tí komu hann og Emilie Hardouin til Føroyar at fanga nakrar livandi, til at taka við sær til Týsklands til nærri kanningar. Millum annað skulu tær parast við laboratoriumúsum. Ms Hardouin fer serliga at kanna, hvussu skjótt mýsnar kunnu tillaga seg at liva í oydnum økjum, ið líkjast Føroyum. | ||||
Vit kunnu nú bert gleða okkum til at síggja úrslitið frá teirra kanningum! | ||||
Eg haldi tað verða ógvuliga áhugavert, at 2 mýs doyðu av tí nørandi týska músafóðrinum, beinan vegin tær komu til Týskland. Fleiri aðrar mundu doyð, men so skjótt tær fingu tað vanliga "føroyska" músafóðrið aftur, komu tær fyri seg beinan vegin og trívast nú væl. | ||||
Áhugaverd músakanning nevnd mýs og (víkingar?) menn |
||||
1. oktober 2008 kundi mann á BBC lesa, at ein sera áhugaverd grein var skrivað um, hvussu man við at kanna DNA av músum, kundi fylgja slóðini av fornum búsetingum av fólki í serliga Stórabretlandi. | ||||
Eg havi havt áhuga í músum - eins og so nógvum øðrum - alt mítt lív, og seinast í sjeytiárunum byrjaði eg av álvara at savna inn føroyskar mýs til nærri kanningar. Gjøgnum Dánjal Petur Højgaard kom eg á heysti í 2005 í samband við Eleanor Jones, som lesur á University of York - og á henda hátt komu Føroyar við í "Víkingamúsakanningina". Eyðfinn Magnussen kom somuleiðis við inn í kanningina saman við tveimum av hansara næmingum, sum í samstarvi við University of York skrivaðu teirra BSc Thesis, sum sjálsagt umrøddi føroysku mýsnar. Eleanor Jones hevur verið í Føroyum, og tann eina dagin var hon í Nólsoy, har hon fekk handað 2 kilo av føroyskum músum til sínar DNA kanningar. |
||||
Í løtuni kannar Eleanor sambandi millum mýsnar úr m. a. Orkney oyggjunum og tær úr Føroyum, Íslandi, Grønlandi og New Foundlandi. Spennandi verður at síggja úrslitið av hesum kanningum. | ||||
Gomul opna deyð í Nólsoy |
||||
17. september 2008 akaði ein gamal kviðin láturkópur seg upp á land í Halgutoft í Nólsoy og legði seg at doyggja. Láturkópurin hevði sera slitnar tenn. Bjarni Mikkelsen, sum er lívfrøðingur, sigur, at han áður hevur sæð 27 ára gamlar láturkópar, hvørs tenn ikki vóru nær so slitnar, sum á hesi opnuni. Um eg skuldi mett um aldurin á hesum láturkópinum, vildi eg mett hann at vera umleið 30 til 40 ára gamlan. Eg havi so aldri áður sæð so slitnar tenn. Opnan máldi 195 cm úr enda í enda, og ófødningurin var 87 cm. langur. |
||||
Dagføring 06.03.2013: Nærri kanningar hava víst, at opnan var bert 13 ára gomul. Ógvusliga slitið av tonnunum stavar antin frá sjúku, ov hørðum kosti sum skeljum og líknandi, ella av gnagan gjøgnum eina alinót. | ||||
Kelda: Bjarni Mikkelsen | ||||
Haran í Nólsoy |
||||
Umráðandi er at fáa harur úr øðrum oyggjum, so stovnurin í Nólsoy ikki verður innarørur. Hesin haruungin - ein hon - kom av Oyri í 2004. Hon fekk ein høsnaring í annað oyra, so hon skuldi kunna kennast aftur, um hon fall fyri onkrari kúlu; men enn hevur hon so ikki spurst aftur. Vónandi spelar hon enn runt úti í haganum í Nólsoy. | ||||
Strandaður láturkópahvølpur Halichoerus grypus |
||||
Leygarkvøldið 29. desember 2007, lá hesin úthungraði ungi láturkópurin í Stokkvík í Nólsoy. Láturkópur leggur í november og desember, og á hvølpinum sást enn tann síðsti farrin av nósaullini, so hann var um 1 mánaða gamal. Helst er hann skolaður út úr einum kópalátri, seinast tað var ódnarveður, og hevur mist mammu sína burtur. Reyði liturin hann hevur á sær, er helst máling/patent, ið hann hevur fingið á seg, av at ámast ov nær nótini í onkrum laksaaliringi. | ||||
Nísa Phocoena phocoena vitjaði Nólsoy í 2007 |
||||
Steinkópur Phoca vitulina |
||||
Hesin steinkópurin vitjaði Nólsoy í 2001 | ||||
Hesin steinkópurin vitjaði Eysturoy í februar mánaða 2013 | ||||
Filmur / Recording | ||||
Føroyski steinkópastovnurin varð oyddur í 1844, so hetta er ein gestur |
||||
Roysningur Odobenus rosmarus vitjaði Nólsoy í 1998 |
||||
Roysningar Odobenus rosmarus í Føroyum | ||||
Vit hava 17 skrásettar fráboðanir um roysning í Føroyum síðan umleið 1810. Helst er talan um 14 ymiskar roysningar, har teir 3 vórðu fráboðaðir úr Nólsoy. |
||||
Granarkópur Erignathus barbatus vitjaði Nólsoy í 1995 |
||||
Og í Eysturoy í 2010 | ||||
Láturkópur Halichoerus grypus |
||||
Hesin nósin Halichoerus grypus vitjaði í Nólsoy í 1986 | ||||
Loðskinnið á láturkópi hevur eitt ríkt litspæl. Brimlarnir eru myrkir ella svartir við skiftandi fjøld av døkkum og hvítum blettum - einamest um bringu og búk. Opnurnar eru gráar ella silvurlittar á bakinum við ljóslittari bringu og skiftandi fjøld av dimmum plettum. Ungkópur hevur ljóst og meira sprøklut loðskinn, ið stundum eisini er brúnligt. Ungkópur hevur ofta slitnan hárleysan feld undir búkinum. Miðlingakópur er nakað myrkari. Kópur, sum hevur ligið á landi og er vorðin turrur, verður ljósari á liti - stundum næstan hvítur. |
||||
Hesar framúrskarandi myndirnar hevur Margaret Holland tikið í 2015 | ||||
Myndirnar omanfyri vísa býtið í kópastovninum: mest av ungum kópi í ymsum aldrum, nakrir fáir brimlar og so uml. 20-25% opnur. | ||||
Kelda: Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur | ||||
Nósi Halichoerus grypus, Nólsoy 23.11.2018 | ||||
Hann er umleið 1½ mánaðir gamal, og hevur akkurát tveitt hvíta feldin. Fleiri nólsoyingar hava roynt at givið honum fisk, men hann físir bara eftir teimum. Helst er hann er skolaður úr einum kópalátri nakrar dagar ov tíðliga, og kennir tí ikki til annað enn at súgva mammuna - ella opnuna, og er tí ikki vanur við at eta fisk. Tá nósarnir tveita hvíta feldin, eru teir vanliga spikafeitir, so hesin hevur nakað at taka av nakrar dagar aftrat. |
||||
Bløðrukópahvølpur Cystophora cristata vitjaði Nólsoy í 1984 |
||||
|