FLOGMÝS
Klikka á myndina og síggj hana í fullari stødd. Myndatekstur sæst við at peika á myndina við músini
Grein um flogmýs í Norðureysturatlantshavinum og Norðsjónum
Trøllflogmús Pipistrellus nathusii funnin í Streymnesi 17.09.2023

Trøllflogmús / Pipistrellus nathusii

Bjarni Djurhuus, Streymnes, sá hesa flogmúsina flúgva uttan fyri eini sethús á Heinagerði í Streymnesi 17.09.2023. Hann fangaði hana, og síðan tók Krista Petersen hana við til Havnar til Jens-Kjeld.

Trøllflogmús Pipistrellus nathusii funnin í Rituvík 09.11.2019
Trøllflogmús / Pipistrellus nathusii
Trøllflogmús / Pipistrellus nathusii Trøllflogmús / Pipistrellus nathusii Trøllflogmús / Pipistrellus nathusii
Trøllflogmús / Pipistrellus nathusii
Hendan vigaði einans 5 g.
Nógvar trøllflogmýs Pipistrellus nathusii hava verið at sæð kring alt landið í oktober og november 2019.
Hendan varð funnin heima hjá Magnhild og Siggi á Toftini í Rituvík 09.11.2019.
Hon valdi sær eitt keðiligt stað at fara í dvala - í opninginum undir handtakinum í einum vindeyga, sum tí ikki kundi latast aftur. Tí mátti hon takast burtur.

Trøllflogmús Pipistrellus nathusii funnin á Strondum
Lóa & Bjørk

Marius Joensen fangaði hesa trøllflogmúsina á Strondum 19. apríl 2014.
Um nakar annar sær nakra flogmús, eri eg sera áhugaður í at hoyra nærri.
Á myndunum síggja tit Bjørk og Lóu, døtur hjá Mariusi, saman við trøllflogmúsini.

Trøllflogmús / Pipistrellus nathusii Lóa & Bjørk Trøllflogmús / Pipistrellus nathusii
Nógv meira um flogmýs stendur longur niðri á hesi síðuni.

Dvørgflogmús Pipistrellus pygmaeus
Pipistrellus pygmaeus Pipistrellus pygmaeus Pipistrellus pygmaeus Pipistrellus pygmaeus

Tann 08. april 2011 fann Siggert Patursson eina dvørgflogmús Pipistrellus pygmaeus (55 KhZ ) í Tórshavn. Dvørgflogmús er bert funnin eina ferð áður í Føroyum, og tað var 25. november 1993 í Skopun, Sandoy.

Dagføring: Í 2013 kannaði flogmúsaeksperturin Paulina Jenkins tær deyðu føroysku flogmýsnar, og hon staðfesti, at hendan eisini var ein trøllaflogmús.
E.S. Hetta er tann seinna flogmúsin, ið higartil er funnin í 2011. Ta fyrru fann Hans Meinhard í Eyðansstovu 24. februar í Mykinesi. Hon er ikki kannað nærri, so slagið er ikki eyðmerkt enn.
Pipistrellus pygmaeus Pipistrellus pygmaeus Pipistrellus pygmaeus

Listi yvir flogmýs, sæddar í Føroyum áðrenn 31.12.2010

Hýggiflogmús Vespertilio murinus
Hýggiflogmús / Vespertilio murinus Hýggiflogmús / Vespertilio murinus Hýggiflogmús / Vespertilio murinus
Hýggiflogmús / Vespertilio murinus Hýggiflogmús / Vespertilio murinus Hýggiflogmús / Vespertilio murinus Hýggiflogmús / Vespertilio murinus
Hýggiflogmús / Vespertilio murinus

12. september 2010 sá Trygvi Midjord eina flogmús á grannahúsinum hjá sær í Hvalba. Rúni Thomsen tók síðani myndir av flogmúsini og fangaði hana.
Flogmúsin var send til Nólsoyar, har Jens-Kjeld Jensen staðfesti hana at verða av slagnum hýggiflogmús Vespertilio murinus.
Flogmýs eru sæddar í Føroyum umleið 50 ferðir; men hýggiflogmús er bert skrásett 2 ferðir áður við vissu – 1 í Sandavági í 1988 og 1 í Hvalba í 1994.
Hendan sama dagin - 12. september 2010 – fangaði Virgar Kjærbo eina trøllflogmús Pipistrellus nathusii í Víkarbyrgi. Sjá myndirnar her undir.

Hýggiflogmús / Vespertilio murinus

14. september 2010: Vit hava helst eina flogmúsainnrás í løtuni, tí Hjørdis Hávarsá sigur, at í minsta lagið 3-4 flúgva runt í Norðoyri. Somuleiðis flúgva í minsta lagið 4 flogmýs runt her í Nólsoy.

14. oktober 2010 hava higartil 20 persónar fráboðað í minsta lagið 30 ymiskar flogmýs, sum eru sæddar í Føroyum í ár.


Trøllflogmús Pipistrellus nathusii Trøllflogmús / Pipistrellus nathusii
Ljóðupptøka av trøllflogmús úti í Nólsoy september 2010
Trøllflogmús / Pipistrellus nathusii Trøllflogmús / Pipistrellus nathusii Trøllflogmús / Pipistrellus nathusii

Trøllflogmús Pipistrellus nathusii funnin í Nólsoy 16.01.2010
Pipistrellus nathusii

16. januar 2010 fann Mikkjal Holm eina hálvdeyða trøllflogmús hangandi á vegginum úti á Matvørubúðini hjá Hervør Hansen í Nólsoy. Talan var um ein hann, sum einans vigaði 5.5g. Hetta er tann næsta trøllflogmúsin, sum nakrantíð funnin í Føroyum í januar mánaði, hin var funnin í Sumba 09.01.1992.

Pipistrellus nathusii
Flogmýs eru fráboðaðar í Føroyum alt árið við undantaki av apríl mánaði, so kanska skulu vit til at rokna flogmýsnar upp í flytifuglarnar og bert knýta "mús" í endanum av navninum.

Trøllflogmús fleygað í Nólsoy
Miðalstødd: 46 - 55 mm long, vekt 6 - 15,5 g, oyruni 10 - 14 mm long, flog 220 - 250 mm.

Týsdagin 15. september 2008 vórðu nólsoyingar varugir við í minsta lagið 2 flogmýs, ið flugu runt í bygdini. Góð ráð vóru dýr, men so hitti Jens-Kjeld upp á at býta netið út á síni fleygastong við eitt annað, ið hevði smærri meskur, og dagin eftir eydnaðist tað tí garvaða fleygamanninum René Hansen at fleygað aðra av flogmýsnum. Neyðugt var at fara fram við størsta varsemi, tí flogmýs kunnu vera fongdar við hundagalskapi (rabies).

Tann fyrsta trøllflogmúsin var skrásett í Føroyum í 1987, og síðan tá er hon fráboðað við vissu 7 ferðir, so trøllflogmús er vanligasta flogmúsin, ið vitjar her á landi.

Orsøkin til at tær koma til Føroyar er helst, at tær fara av kósini, tá tær ferðast millum lond. Og tær kunnu flúgva langa leið, tí longsti teinurin ein merkt trøllflogmús hevur flogið, var so langt sum 1600 km.

Og lat okkum so sláa tað fast - flogmýs eru ikki blindar, men hvíla um dagin og veiða um náttina. Tær leggja til merkis allar rørslur og renna ikki á nakrar forðingar í náttarmyrkrinum, tí tær nýta ultraljóð.
Trøllflogmús er sjáldsom í Vestureuropa og meira vanlig í Eystureuropa. Hon finst frá Eystureuropa til Ural, Kaukasus og Vesturasia. Hon sæst í Norðurlondum, er sjáldsom í til dømis Svøríki, men er meira vanlig í Miðspania og Suðurportugal. Fyrstu ferð, bretar skrásettu eina trøllflogmús við einum unga hangandi á búkinum, var so seint sum í 1997.
Copyright ©Jens-Kjeld Jensen
All Rights Reserved