|
|||||||
Bendilormur Mosgovoiya pectinata | |||||||
Fyrstu ferð eg sá ein haru-bendilorm, var tá eg fekk ein frá Jákup Absalonsen á Viðareiði. Hann varð funnin í eini haru, sum Jákup hevði skotið 02.12.2006. Seinni vórðu bendilormar eisini funnir í harum í Nólsoy og aðra staðni við. | |||||||
Í sambandi við torradagarnar 18.-23. februar 2019 var mynta- og seðlaframsýning í Spinnarínum |
|||||||
____________________________________ | |||||||
Spinnaríið í Klaksvík 23.02.2019 | |||||||
Nokk so stuttligt at koma við eini gamlari mynt, og so fáa at vita,at virði á henni er minst 100.000 kr. | |||||||
Grein hjá Tim Ecott í The Telegraph um ferðavinnu í Føroyum | |||||||
"Could this unspoilt archipelago become an unlikely overtourism battleground?" |
|||||||
Fløskupostur úr Newfoundlandi og Labrador | |||||||
06.11.2018 kl. 09.45 fann Hans Eli Sivertsen hendan fløskupostin, sum Curt Chambers úr Brig Bay, Newfoundland og Labrador sendi av einum fiskiskipi um miðjan juli 2018. Tað hevur sostatt tikið fløskupostinum umleið 4 mánaðir at ferðast 3100 kilometrar frá Newfoundland og Labrador til Leynar. Plasticfløskur sum hesar flóta á sjónum, so vindurin hevur eisini ført hesa fram. |
|||||||
Spreingitráður liggur beint undir vatnskorpuni, so hann ferðast ikki eina við vindi; men óivað fer ein rúgva av spreingitráðnum, sum er tveittur á sjógv í Føroyum seinastu 2 árini, at síggjast aftur í øðrum londum. | |||||||
Høgguslokkur Sepia | |||||||
3 grøðiskelir av høgguslokkaslektini Sepia eru funnar í Føroyum, og Hans Eli Sivertsen hevur funnið allar. | |||||||
02. mai 2018 fann hann ta fyrstu í Leynum, dagin eftir fann hann eina í Kaldbaksbotni, og tríggjar dagar seinni fann hann ta triðju í i Leynum. Hesar grøðiskelirnar stava helst frá epiahøgguslokkinum Sepia officinalis,som er ein høgguslokkur við 10 armum. Hann er vanligur í Miðalhavinum, landnyrðingspartinum av Norðsjónum og upp til Noregs. |
|||||||
Dagføring 12.05.2018: Nú 6 dagar seinni, hevur Hans Eli Sivertsen funnið ikki minni enn 5 grøðiskelir aftrat. |
|||||||
Dagføring 13.05.2018: Hans Eli Sivertsen hevur funnið fleiri skelir aftrat. |
|||||||
Rodmund á Kelduni fann 3 skelir í Sandavági og 1 í Sørvági. | |||||||
Poul Johannes Simonsen fann 5 skelir í ávikavist Hvannasundi, Árnafirði og Norðagøtu. | |||||||
Dagføring 02.06.2018: Maria Kristiansdóttir og Trygvi funnu 1 í Vestmanna. | |||||||
Les um grøðiskel í bókini Gomul Føroysk Heimaráð | |||||||
Les greinina hjá R. Spärck frá 1923 um Sepia officinalis í Føroyum |
|||||||
Trøllahummari Galathea sp. | |||||||
Kaldbaksfjørður 18.02.2018 | |||||||
Rotta Rattus norvegicus Bergenhout, 1769 | |||||||
Arngrím Petersen skeyt hesa sprøklutu rottuna í Kollafirði 24.10.2017. | |||||||
Hjartaskapað igulker (DK. sømus) Echinocardium | |||||||
Hetta slagið av igulkeri hevur bæði munn og gat á undursíðuni | |||||||
Igulker Echinoidea | |||||||
Vanligt igulker hevur munn við tonnum á undursíðuni og gat á tí ovaru síðuni | |||||||
VIT ERU BETRI ROTTUALARIR ENN TÝNARIR ... | |||||||
Nú ein dagin fingu vit 3 rottur frá Arngrím Petersen í Kollafirði, sum hevði skotið tær. Tann eina rottan var kviðin og hevði 9 ungar í búkinum. Um vit halda okkum til roknistykkið hjá Eyðfinn, so høvdu hesar 9 kunna blivið til 7758 eftir einum ári. | |||||||
Samstundis sum fellur verða settar upp og gift løgd, sær man deyðan fenað kring landið. Um eg hevði verið ein rotta, hevði eg ikki funnið uppá at farið í eina fellu ella etið gift - hví skuldi eg tað, um eg fekk alt mær lysti av fjalli og í fjøru? | |||||||
Búrfiskur Hoplostethus atlanticus | |||||||
Longd 58 cm, vekt 4 kg | |||||||
Búrfiskur finst á øllum Miðatlantiska rygginum norður til Grønlands og Føroyar-Íslandsryggin, við Labrador, Nova Scotia til Suðurafriku, við Australiu og New Zealand. Búrfiskur verður upp til 75 cm. Kelda: Havstovan Búrfiskur ynglar ikki, fyrr hann er 20 ára gamal, og tá er hann umleið 30 cm. til longdar. Tað sigur seg sjálvt, at tá tað gongur so long tíð, áðrenn næsta ættarlið tekur við, so er lætt at týna hann. Sum dømi kann nevnast, at australar ikki funnu búrfiskin fyrr enn seint í 1970’unum, men longu í 2008 var bert 10% eftir av stovninum har um leiðir, so búrfiskurin var fyrsti fiskurin, ið endaði á australska reyðlistanum vegna ovurfisking. Tann elsti búrfiskurin, mann veit um, gjørdist 149 ára gamal, og tað sá mann á nitrunum. |
|||||||
Les meira | |||||||
NÁTTÚRAN ER FANTASTISK! | |||||||
Nú veðurfyribrigdið El Niño enn einaferð er við at taka seg upp, kann heimurin vænta eitt sera keðiligt summar við glopraregni, kulda og vatnflóðum, líka sum vit sóu í til dømis Onglandi fyri fáum árum síðani. Eg fekk áhuga fyri El Niño fyri gott 17 árum síðani. Ikki vegna veðrið, men tí tá verpur heimsins størsti papageykur kakapoin, sum ikki kann flúgva :) Á New Zealandi vaksa nøkur furulíknandi trø, ið eita "podocarper", sum kakapoin etur. Hetta træ er sermerkt á tann hátt, at tað ber sera nógva frukt tey árini "El Niño" herjar. Mann meinar, at fruktin frá podocarpertrænum hevur nøkur hormon í sær, sum setur verpingina í gongd hjá kakapoanum. Tað vóru bara 54 kakapoir eftir í 1998 - nú eru teir 126, so tað gongur striltið - men tó framá hjá teimum, ið royna at bjarga hesum so sjáldsama og áhugaverda risastóra fugli. Í viðhefta pdf fílinum kunnu tit lesa mína gomlu (dagførdu) grein, sum eg - Marita - skrivaði til Dimmalætting í 1998 :) |
|||||||
RUSSISKUR HUNDUR SKOTIN Í KALSOY | |||||||
27.01.2015 skjeyt Jákup Samson hendan hundin umleið 1 km sunnan fyri Syðradal á Kalsoynni. |
|||||||
YUCCA PÁLMI VAR EIN ZOOLOGISKUR HAVI | |||||||
Jórun Biskopstø Simonsen keypti nýliga ein yucca pálma, sum vísti seg at verða ein heilur zoologiskur havi. Jórun fangaði fleiri klárar ormar, tvey sløg av maðkum, nøkur skolopender Chilopodade við meira, áðrenn hon gav skarvin yvir og sendi pálman á brennistøðina. | |||||||
Tíverri er hetta ikki nøkur óvanlig hending – mann heldur seg keypa eina plantu, og hugsar ikki um, hvat meira, mann fær við í keypinum. Og soleiðis beina vit eisini fyri føroysku náttúruni... | |||||||
TASKUKRABBI Cancer pagurus | |||||||
Mona B. Joensen og Marni Johannesen, Sandur, fangaðu hendan stóra taskukrabban Cancer pagurus á eini kalvalínu vestan úr Skúvoy seint á heysti 2013.
|
|||||||
Dagføring december 2015: Taskukrabbi er vorðin alt meira vanligur í Føroyum. | |||||||
Kvennkrabbi / Female | |||||||
Kallkrabbi / Male | |||||||
ARGIR 17.06.2012 | |||||||
17.06.2012 vórðu føroysk ross sett á beiti uttanfyri Umhvørvisstovuna fyri at gera vart við væntandi áhugan fyri føroyskum djórum hjá føroysku mynduleikunum. |
|||||||
Beinta & Gráfaksi | |||||||
SVANGUR SEYÐUR | |||||||
Vegna vánaligt veður er eingin gróður, so seyðurin roynir at lívbjarga sær við at eta mosa. Tá vit minnast vánaligu lívskorini í gomlum døgum verður stundum havt til orða, at føroyingurin doyði við tarablað í munni - eg vóni ikki, at vit fara at minnast árið 2012 sum tað árið, tá seyðurin doyði við mosa í munni. Myndirnar eru tiknar 08.06.2012. | |||||||
Á SEIÐABERGI Í LEIRVÍK | |||||||
Eingin seiður er at fáa í Nólsoy í løtuni, so 08.06.2012 fóru vit til Leirvíkar við tráðuni, har vit syftu 132 seiðir upp á land í eini handavending. Seiðurin var nakað rak, men hann smakkaði ógvuliga væl, stoktur á pannuni saman við livrini og ongum øðrum. | |||||||
Seiðurin varð kruvdur á staðnum og tað líkti másunum | |||||||
ÓKENDUR HØGGUSLOKKUR |
|||||||
Haliphron atlanticus | |||||||
15. mai 2009 fekk Poul Johannes Simonsen fatur á hesum ókenda høgguslokkinum, tá Grønanes fiskaði á leiðini 61.30N 5.00W. | |||||||
Enn hevur eingin kunna staðfest, av hvørjum slag, høgguslokkurin er. Hann er brúnur, kroppurin mátar umleið 50 cm. í tvørmát og hann hevur heilt stuttar trevsur. | |||||||
Í 2018 funnu vit fram til slagið - les meira um høgguslokkin |
|||||||
Á STÓRHVALAVEIÐU Í SUÐURÍSHAVINUM UMBORÐ Á WILLEM BARENDSZ | |||||||
Nólsoyingurin Mikkjal Gulklett, skrivaði dagbók, og her ber til at lesa sera áhugaverdu greinarøðina úr FF blaðnum "Á stórhvalaveiðu í Suðuríshavinum", sum er ein endurgeving av tí, Mikkjal skrivaði, tá hann var um borð á Willem Barendsz í 1946. |
|||||||
Les greinina | |||||||
LIMAX MACIMUS |
|||||||
Ókendur snigil funnin í 2003 | |||||||
Limax macimus er fjølbroyttur á liti, eins og flest aðrir sniglar; men hesin er tann mest vanligi á Svangaskari | |||||||
Les pdf greinina | |||||||
Nýggjur snigil funnin í Føroyum |
|||||||
|
|||||||
|
|||||||
|