INNSLØDDAR BLÓMUR - INVASIVE PLANTER - INVASIVE PLANTS |
 |
MYNDIR ÚR FØROYUM |
 |
FOTOGRAFIER FRA FÆRØERNE |
 |
PHOTOGRAPHS FROM FAROE ISLANDS |
Myndatekstur sæst
við at peika á myndina við músini. Klikka, fyri at síggja hana í fullari stødd. |
Placér cursor på billedet
for tekst. Klik på billedet for at
gøre dette større. |
Place the cursor on each
individual photo for text. Use thumbnails to view normal
size. |
|
Slideshow við okkara blómumyndum á Flickr  |
|
NOBANIS LISTIN YVIR INVASIVAR PLANTUR  |
Nógvar blómur ella plantur eru innsløddar til Føroyar. Innsløddar merkir, at fólk antin hava tikið tær við sær við vilja ella av óvart, og at tær síðan eru komnar út í náttúruna at vaksa. Nakrar av hesum blómum og plantum trívast alt ov væl, og gera stóran skaða á upprunavøksturin, sum kann hvørva, ansar mann ikki sera væl eftir. Hesar kallar man "invasivar". Aloftast leggur man ikki til merkis invasivu skaðaplanturnar, fyrr enn ov seint er. Tær invasivu trívast ofta betri enn upprunaplanturnar, tí tær eru vanar við sterkari fíggindar - nakað sum upprunaplanturnar ikki eru, og tí verða hesar við undirlutan. Tær invasivu eru eisini oftast nógv størri enn upprunaplanturnar, sum tí køvast undir hesum sterka fíggindanum. |
E.S. Viðmerkjast skal, at tað vit skriva her, er eftir okkara bestu sannføring; men tað nýtist ikki at merkja, at okkara plantufrøðingar eru samdir við okkum. |
|
(DK) Farve-Mammutblad Gunnera tinctoria |
|
Á Hálsi, Tórshavn 19.10.2022 |
Hendan sæst nú fleiri staðni í náttúruni |
|
(DK) Vandpest Elodea canadensis |
|
|
Elodea canadensis er helst ikki nøkur nýggj vatnplanta í Føroyum; men so vítt vit vita, er hon ikki skrásett her á landi fyrr. Rodmund á Kelduni fann tær fyrstu í Havnardali og við Toftavatn í 2021. |
“Vatnpest” er ein vanlig akvariuplanta, sum er nærum ógjørlig at sleppa av aftur við sambært Miljøstyrelsen. |
Les skrivið hjá Miljøstyrelsen  |
|
(JP) Fuki (DK) Japansk hestehov Petasites japonicas |
|
Fuglafjørður 24.04.2021 |
Veksur í Fuglafirði og má verða undir eftirliti |
|
(DK) Mor og barn (UK) Mother of thousands Tolmiea menziesii (Pursh) Torr. & A.Gray |
|
Fuglafjørður 24.04.2021 |
Veksur í Rituvík, Miðvági og Fuglafirði, og má tí verða undir eftirliti |
|
Gulreyð smyrilsurt Pilosella aurantiaca (L.) F. W. Schultz & Sch. Bip. |

|
Tórshavn & Vestmanna |
|
Tórshavn 02.07.2021 |
(Stendur ikki í bókini Føroysk Flora). Sæst nógva staðni kring landið, og má tí verða undir eftirliti |
|
Postalínsblomstur Saxifraga umbrosa |
|
Kirkja, Fugloy 16.06.2016 |

|
Hoyvík 03.07.2018 |
|
Hvítanes/Hoyvík 19.06.2019 |
|
Frælsið, Tórshavn 27.06.2021 |
Postalínsblomstrið er kanska ikki nakar stórur vandi enn; men tað breiðir seg skjótt úti í náttúruni - serliga í bønum; men eisini í onkrum hamri, og má tí verða undir eftirliti. |
|
Fuchsia Fuchsia magellanica Lam. |

|
Fuglafjørður 22.08.2017 |
Fuchsia sæst í nógvum homrum kring landið, so nú vit skriva 2017, má hon roknast at vera vorðin invasiv. |
Les um plantuna  |
_____________________________________________________ |
IKKI ER LÆTT AT VITA, NÆR, ELLA HVØR PLANTA GERST INNRÁSIN (invasiv) |
Í 2014 segði býargartnarin Tórður í Hoyvik: "Eg havi starvast her í 30 ár, og øll hesi ár hava vit havt hesa plantu ymsastaðni kring um í kommununi", so garðaskøran er ikki nøkur nýggj planta her á landi. Les nærri her 
Vit ánaðu ikki, hvussu vandamikil garðaskøran Alchemilla mollis var, fyrr enn nakrir danskir plantufrøðingar vitjaðu Føroyar í 2009. Teir peikaðu á plantuna og søgdu, hasa skulu tit ansa eftir, tí hon er vandamikil.
Vit fóru so runt í Tórshavn fyri at vita, hvussu nógva staðni hon vaks, og tá funnu vit bara onkra hendinga plantu – sum til dømis hasa stóru á okkara fyrstu mynd við Telegrafstøðina í Tórshavn.
Vit valdu so at ávara fólk, hóast onkur helt, at vit sóu trøll á ljósum degi, men longu árið eftir var plantan at síggja nógva staðni í Tórshavn. Síðan tá er hon farin um nærum alt landið. Tað vil siga, at garðaskøran var her í eini 30 ár, áðrenn hon gjørdist innrásin – og tað áttu vit at lært nógv av.
Vit vita ikki, nær fuchsian kom til landið, men man tað ikki vera um somu tíð sum garðaskøran, ella helst áðrenn?
Tað er ikki so langt síðan, vit og fleiri onnur løgdu til merkis, hvussu nógv knappliga var til av henni í homrum og gjáum nógva staðni norðanfjørðs, og tí eiga vit at vera á varðhaldi. Ólíka lættari er at skrykkja eina garðaskøru upp, enn at klintra í homrum og gjáum eftir fuchsium. Og ringu royndirnar við garðaskøruni áttu at hava lært okkum okkurt.
Men um eini 10 ár koma vit so at síggja fylgjurnar av fuchsiuni ... |
Uppi við høllina á Nabb 01.07.2018 |
|
Her hevur Tórshavnar kommuna nýliga sett fuchsiur niður, hóast hon breiðir seg úti í náttúruni |
|
Tvørgøta og Rabarbukvarterið í Tórshavn 29.06.2018 - fuchsian fræar seg sjálva og sæst um allan býin |
|
Tann sama fuchsian 10.10.2019 - nú er hon vaksin upp um garðin |
_____________________________________________________________________________ |
Jóhan Petur Berg, býargartnari í Fuglafirði, tosar um fuchsiu í útvarpstíðindunum 05.05.2018 |
Hoyr sendingina her  |
_____________________________________________________ |
Hvítanes 11.07.2018 |
 |
Hvítanes, Streymoy 14.06.2020 |
|
____________________________________________________________________________________________ |
28.06.2018 var Jens-Kjeld í sendingini Summarmorgun, har hann tosaði um óynsktar innfluttar verur og plantur |
Hoyr sendingina her  |
_____________________________________________________ |
Fram við landsvegnum til Fuglafjarðar 15.09.2018 |
|
_____________________________________________________ |
Kunoy 17.09.2018 |
|
Í Kunoy vaks fuchsia í einum garði, og haðani hevur hon helst kasta fræ í ánna og síðani oman í lendingina |
_____________________________________________________ |
Miðbýurin í Tórshavn 16.06.2019 |
|
_____________________________________________________ |
Leynar 26.06.2019 |
|
Fuchsian veksur í berginum ... |
|
|
Og í gjónni ... |
Her hava havafólk tveitt greinar og annað, og her fer fuchsian um alt økið - hon er bæði í bønum og í gjónni. |
_____________________________________________________ |
Tvøroyri 22.07.2019 |
|
Fuchsiur veksa alla staðni á Tvøroyri - ikki bara í gørðum; men eisini í bønum |
_____________________________________________________ |
Tvøroyri 03.08.2019 |
|
Fuchsian er á veg niðan í Hvannhagan |
|
|
|
|
|
|
Darmera peltata |
|
Hoyvík 07.08.2020 |
Hendan stóra plantan sæst nógva staðni í náttúruni nú |
|
Argir 31.07.2021 |
_____________________________________________________ |
|
Klaksvík 10.08.2015: Nú sæst hendan stóra plantan eisini í nógvum áum við Ánirnar á Borðoynni |
Í 2017 varð plantan funnin úti Í Grøv. |
|
Loðið hóvblað Tussilago farfara L. |

|
Loðið hóvblað Tussilago farfara L. Tórshavn 2010 |
 |
Tórshavn 10.04.2015: Nú breiðir lodna hóvblaðið seg oman millum lyngin niðan fyri Læknamiðstøðina í Gundadali... |
|
Fyrst blómar loðna hóvblaðið, síðani koma bløðini fram |
|
Og garðaskøran Alchemilla mollis (Buser) Rothm. tekur ímóti henni í hinum endanum 02.06.2015... |
________________________________________________________ |
Læknamiðstøðin í Gundadali 17.04.2019 |
Her síggja tit, hvussu skjótt loðið hóvblað hevur breitt seg við Læknamiðstøðina í Gundadali í bara 4 ár |
 |
17.04.2019 vóru nærum eingi bløð at hóma. |
Men bara 13 dagar seinni eru bløð alla staðni, og tey halda fram at vaksa og køva tær føroysku upprunablómurnar |
 |
|
Læknamiðstøðin í Gundadali 30.04.2019 |
________________________________________________________ |
Læknamiðstøðin í Gundadali 23.09.2019 |
Her sæst tíðiliga, hvussu lodna hóvblaðið forðar ljósinum at koma framat føroysku upprunablómunum - her vanligum heiðalyngi. Og tí doyggja tær |
 |
Garðaskøran og fuchsia taka ímóti í niðara endanum |
|
________________________________________________________ |
Klaksvík |
|
  |
Loðið hóvblað trívist best undir vánaligum umstøðum - í vátari og kleiggjutari mold, í skugga eins væl og í sól, á skráningum eins væl og á flatum. Vil man tí til lívs, skal man bara velta moldina og taða hana væl. Loðið hóvblað breiðir seg undir mold - eins og kirkjubøsóljan, og er tí sera vandamikið. Loðið hóvblað fær eisini síðusprot (avleggarar), og um man roynir at grava plantuna upp, og av óvart kvettir eitt síðusprot av, kemur ein nýggj planta, tí kann hon verða sera trupul at sleppa av aftur við. Loðið hóvblað sæst nógva staðni í Tórshavn, so man skal vera á varðhaldi.
Vitjar ein til dømis í Klaksvík - og serliga í Norðhavnini, sær man, hvussu eitt lendi kann koma at síggja út, um man ikki ansar eftir. |
________________________________________________________________________________ |
Nýggjur bløkumølur fyri Føroyar Platyptilia gonodactyla Den. & Schiff. funnin á Viðareiði |
Hann hevur fingið navnið hóvblaðsbløkumølur |
|
25. juli 2014 fangaði Gert Norðoy, Viðareiði, ein nýggjan bløkumøl fyri Føroyar á Viðareiði. Tað finnast fleiri bløkumølasløg, so eg sendi myndir av honum til firvaldaserfrøðingin Ole Karsholt, som beinan vegin kundi siga, at talan var um ein Platyptilia gonodactyla Den. & Schiff. |
Ormveran hjá hesum bløkumølinum livir á lodnum hóvblaði Tussilago farfara. Av tí at hesin er tann fyrsti av slagnum, ið er funnin í Føroyum, kann ikki sigast við vissu, um hann er klaktur her á landi; men loðið hóvblað breiðir seg sum ein invasiv plága, líka sum garðaskøran Alchemilla mollis, so hesin nýggi bløkumølurin kann saktans verða klaktur her – vit kunnu bara ikki prógva tað enn. Ormveran livir inni í stilkinum á lodna hóvblaðnum. |
________________________________________________________ |
Ánirnar, Borðoy 10.08.2015 |
 |
Loðið hóvblað, garðaskøra og laksaber (sponsk hindber) - 3 invasivar plantur lið um lið |
 |
Garðaskøra Alchemilla mollis (Buser) Rothm. |

|
Jens-Kjeld Jensen og Sólbjørn Hansen standa upp til kníggja í invasivum plantum - her serliga loðið hóvblað - sum eru við at hertaka alla Klaksvíkina |
________________________________________________________ |
Klaksvík 21.04. & 22.06.2022 |
|
Á tí sennu myndini sæst tíðiliga, hvussu lodna hóvblaðið forðar ljósinum at koma framat føroysku upprunablómunum |
_______________________________________________________ |
Loðið hóvblað Tussilago farfara L. |
Sandur 25.07.2017 |
|
Loðið hóvblað veksur eisini í Sandoynni. Myndin er tikin við bygningin hjá Landsverk á Sandi |
________________________________________________________ |
Leynar 18.09.2018 |

|
Øgiliga keðiligt a síggja loðið hóvblað, so gott sum alla staðni, Landsverk ella kommunur hava arbeitt. |
Fræ frá plantuni verða koyrd kring alt landið úr teirra moldgoymslum. |
________________________________________________________ |
Hvítanes 07.08.2020 |
|
Loðið hóvblað veksur nærum upp gjøgnum heilt - bara ein lítil riva, so er tað har |
|
|
|
Influtt útlendsk (invasive) Garðaskøra Alchemilla mollis (Buser) Rothm., sum breiðir seg um alt landið |
|
|
Frælsið 09.08.2020 |
|
 |
Tórshavn juni 2009 |
 |
Tórshavn 22.08.2010 |
 |
Tórshavn 02.06.2015 |
|
Tvøroyri, Suðuroy 31.05.2014 |
Hendan stóra útlendska invasiva garðaskøran Alchemilla mollis (Buser) Rothm. breiðir seg við fúkandi ferð kring alt landið. Hon er sera vandamikil, tí hon drepur alt rundan um seg og er ikki til at sleppa av aftur við. Hon fer helst eisini at oyða flestu uppruna føroysku skørurnar. Hon sæst nú um alla Havnina - sjálvt í Viðarlundini, har gartnarin hevur sligið varliga rundan um hana, í staðin fyri at koma henni til lívs. Onkur hevði sett hana niður í blómukassar - helst tí tey ikki vita betur; men um ikki ansa verður eftir, verður einki annað í urtagarðinum um heilt stutta tíð... |
Garðaskøran er ikki nøkur nýggj planta í Føroyum: |
Les nærri á síðu 38  |
 |
Ánirnar, Borðoy 10.08.2015 |
Man hevur alla tíðina hildið, at seyður ikki etur garðaskøru; men garðaskøran sæst ikki omanfyri hegnið, har seyðurin gongur í Klaksvík. Vit høvdu ikki lagt hetta til merkis, fyrr enn Eskild Hansen vísti okkum á tað. |
|
Ánirnar, Borðoy 02.08.2016 |
|
Klaksvík 22.06.2022 |
 |
|
|
|
NOBANIS (European Network on Invasive Alien Species) |
HETTA MARGFELDI KANN VERÐA SØGA, ÁÐRENN VIT VITA AV!

|
|
Copyright ©Jens-Kjeld Jensen
All
Rights Reserved |