FLATMAÐKUR Artioposthia triangulata

Klikka á myndina og síggj hana í fullari stødd. Myndatekstur sæst við at peika á myndina við músini

Les greinina úr Óðalstíðindum: Innflutt flogkykt og aðrir óynsktir gestir

Flatmaðkur / Artioposthia triangulata Flatmaðkur / Artioposthia triangulata
Flatmaðkur Artioposthia triangulata
Óvist er, nær flatmaðkurin kom til Føroya, men fyrstu ferð, hann varð skrásettur, var í 1982, so helst er hann komin til landið nøkur ár frammanundan.
Flatmaðkur kemur úr New Zealandi, og fer næstu 50 árini at eta umleið 90% av føroysku reyðmaðkunum.
Hetta verður ein ólukka, tí tá verður eingin reyðmaðkur eftir at gera mold og súrga hana. Og hvussu verður tá við øllum fuglunum, ið liva av reyðmaðki?
Tvinni sløg av flatmaðkum eru í Onglandi og Írlandi, sum báðir upprunaliga stava frá New Zealandi og Australia.
Flatmaðkurin, ið er funnin í Føroyum, eitur Artioposthia triangulata á latíni og var fyrstu ferð funnin í Írlandi í í 1963. Nú hann vanligur í øllum Írlandi, Onglandi og helst eisini kring allar Føroyar í næstu framtíð.
Hesin flatmaðkurin trívist best, har tað er kalt og nógv regn, og har hitin ikki fer upp um tey 20 stigini - og terri er tað ringasta, hann veit. Føroyar má tístatt verða eitt satt paradís hjá honum.
Hann livir av vanligum maðkum, sum hann sproytar enzym í, so teir blotna sundur – síðani sýgur hann teir í seg.
Higartil hava trupulleikarnir av flatmaðkinum mest verið innan fyri bøgarðarnar; men nú hann eisini sæst uttanfyri, verður tað ikki leingi, fyrr hann hevur hertikið alt landið!

Flatmaðkur / Artioposthia triangulata

Flatmaðkur / Artioposthia triangulata
Flatmaðkur / Artioposthia triangulata
Flatmaðkur - Artioposthia triangulata
Flatmaðkur - Artioposthia triangulata
Flatmaðkar, sum teir oftast liggja undir einum steini ella líknandi
Copyright ©Jens-Kjeld Jensen
All Rights Reserved