ER ROTTAN KOMIN TIL NÓLSOYAR? |
Klikka á myndina og síggj hana í fullari stødd. Myndatekstur sæst við at peika á myndina við músini |
|
|
Rottuhola? funnin úti á Borðuni í Nólsoy 19. oktober 2011 |
|
|
Rotta Rattus norvegicus Bergenhout, 1769, Tórshavn 21.11.2011 |
|
Dagføring 23-24.03.2012 |
Feðgar á ferð! |
|
|
|
|
Jens-Kjeld Jensen |
Marnar á Skúr hvílir beinini |
Ein móður Jens-Kjeld |
Marnar á Skúr ger ein rottu-tunnil kláran |
Tað er ein tung byrða hjá eldri monnum at bera vátar rottu-tunnlar upp í 372 metra hædd; men í gjár gingu Jens-Kjeld og Marnar á Skúr ta tungu gongd upp á høgoyggj í Nólsoy við nøkrum rottu-tunnlum, sum teir settu upp har uppi. Í dag og í morgin gongur leiðin út á Hósmøl, har teir eisini skulu seta rottu-tunnlar upp. Gott tað finnast eldsálir sum teir báðir! |
|
|
|
|
Hósmøl 24.03.2012 |
Hósmøl 24.03.2012 |
Marnar á Skúr setur rottu-tunnlar upp |
Marnar á Skúr setur rottu-tunnlar upp |
|
|
|
Munurin á rottu og mús |
|
|
|
|
Dagføring 17.11.2011 |
|
|
|
|
|
Hetta er helst fótaspor hjá mús |
|
Í dag fóru vit út á Borðuna við Lív, sum legði aftrat í Stallinum. Við vóru fólk frá Tórshavnar kommunu og Náttúrugripasavnnum, ein av vitapassarunum, umframt Mikkjal og rottuhundurin. Vit settu upp umleið 30 nýggjar trætunnlar, 125 vokspinnar og so nakrar íspinnar við smøri á. |
|
Dagføring 09.11.2011 |
|
Mikkjal var á Borðuni í dag. Tað varð bitið av 5 av vokspinnunum, sum hann tí tók heim við. Mikkjal ætlaði sær eisini inn í pakkhúsið, men slapp ikki inn, tí eingin í Nólsoy hevði lyklar til húsið. Blekkplátan var fokin úr tí einasta tunnlinum, sum stendur har úti, so hann festi nýtt pappír í, umframt at hann setti ein nýggjan tunnil upp. Hesir tunnlarnir er gjørdir av einum blandi av papp/plastikki, so teir halda ikki væl í øllum regninum og vindinum, sum vit hava í løtuni, so vónandi fáa vit nakrar meira haldbarar tunnlar út skjótast gjørligt. Mikkjal setti ikki nakrar nýggjar vokspinnar upp. Og enn vita vit ikki, hvat tað er fyri djór, ið gnaga av pinnunum. |
|
Dagføring 05.11.2011 |
|
Pakkhúsið á Borðuni |
|
|
|
|
Pakkhúsið á Borðuni |
Vokspinnur / waxtag |
Bitmerki av ókendum djóri |
Stallurin, Borðan, Nólsoy |
|
Rottuhola? |
05.11.2011 var eg úti á Borðuni og setti 12 vokspinnar / waxtags runt um pakkhúsið. Blekkplátan var fokin úr tí einasta tunnlinum, sum stendur har úti, so eg festi nýtt pappír í. Komandi mánadag fer Mikkjal Holm so út eftir teimum, ið eru gnagaðir. Vónandi fáa vit skjótast gjørligt staðfest, hvat djór talan er um. |
|
Dagføring 02.11.2011 |
|
02.11.2011 komu vitapassararnir heim av Borðuni við 2 vokspinnum, sum høvdu staðið nær skinnarunum við pakkhúsið á Borðuni. Sjónlig bitmerkir eru í pinnunum og tey stava ikki frá mús. Enn kann eg ikki siga við vissu, at bitmerkini stava frá rottu, so vit mugu bíða eftir svari frá serfrøðingunum; men alt bendir á tað. |
|
Rottuhola? funnin úti á Borðuni í Nólsoy 19. oktober 2011 |
|
|
19. oktober 2011 fylgdist eg út til Nólsoyar saman við Asbjørn, Hans Peter og Georg, sum arbeiða við vitan á Borðuni. Teir greiddu mær tá frá einum løgnum holi, sum teir høvdu sæð við pakkhúsið, sum stendur heilt niðri við lendingina á Borðuni, syðst á Nólsoynni. Teir vóru allir heilt vísir í, at holið var komið í summar. |
Eg setti meg beinan vegin í samband við Mikkjal Holm, sum saman við sínum rottuhundi fór beina leið út á Borðuna saman við vitaansarunum. |
Holið vísti seg at verða heilt runt og um 38 mm til víddar. Tað var grivið niður í svørðin við síðuna av einum “jernbane svelle” (áður brúkt til at flyta vøru niðan av lendingini), sum liggur oman á eini grótlaðing. Rottuhundurin var ógvuliga áhugaður í holuni; men enn er hann bara ein hvølpur og kann tí ikki sammetast við ein vaksan og vandan rottuhund. |
Mikkjal setti upp 3 tunnlar, har 10 cm av botninum er avmerktir við einum serligum slag av blekki, sum ikki tornar. Tá so ein mús ella ein rotta traðkar í blekkið, síggjast fótafetini. Tað er so ein máti at síggja, um rotta er á staðnum. Mikkjal setti eisini 4 træpinnar upp, har eitt serligt slag av voksi er smurt uttaná. Merkini eftri tonnunum vísa so, um mús ella rotta gevur gnagað í pinnin. |
|
Rottudagføring 11.02.2010 |
Tórshavnar kommuna tykist taka rottufráboðanina úr Nólsoy í ramasta álvara og setti 09. februar eina nevnd av serfrøðingum til at tilrættisleggja eina "Tilbúgvingarætlan fyri rottutýning" fyri tær oyggjar, ið hoyra undir kommununa. |
|
Fyrsta úrslitið av hesum møtinum var, at rottukassar við eitri í vórðu settir kring havnarlagið í Nólsoy 11. februar; men tíverri er hvørki nøkur livandi ella deyð rotta funnin enn. |
Á myndina standa Mikkjal Holm og Marnar á Skúr klárir at fara runt við trillibøruni við rottukassunum. |
|
Rottukanning í Nólsoy 08.02.2010 |
|
Sjúrður Hammer, lívfrøðingur, kom av sínum eintingum út til Nólsoyar at leita eftir møguligum rottum 08.02.2010. Higartil hevur honum tíverri ikki hepnast at fangað nakra. Ein fundur var hildin í Tórshavn 09.02.2010 um hesa møguligu ólukkuna fyri fuglalívið í Nólsoy, so væntandi koma fleiri dagføringar seinni her á síðuni. |
|
|
So kom rottan til Nólsoyar! |
|
|
|
|
Rottuspor í Nólsoy 01.02.2010 |
Holan, har sporini enda |
Støddin á sporunum verða máld |
Marnar á Skúr leggur rottugift |
Tann 01.02.2010 sá eg ta sjón, eg allarminst hevði vóna at síggja - rottuspor niðri við kirkjuna í Nólsoy. Hevði kavin ikki ligið, hevði eg ikki kunnað sæð rásina eftir hesum óhugnaliga, ófrættakenda og óynskta gestinum, so ikki er gott at vita, nær hesin er komin í oynna. Seinastu mongu árini havi eg til fánýtis barst sum úlvur á skóg fyri at verja oynna - til dømis havi eg roynt at fáa ta lógina setta í gildi, sum øll lond rundan um okkum brúka - at rottuskermar verða settir á allar bátar og skip, ið ferðast millum oyggjarnar, men higartil hevur tað verið sum at sletta vatn á gás! Fær rottan fótafesti í Nólsoy, drepur hon tað lív, ið er eftir í oynni - drunnhvítin hvørvur og lundin, sum hevur fingið fleiri lúsingar í seinastuni, fer eisini at hvørva. Eftir standi eg spyrjandi - hvør hevur ábyrgdina? |
|
Copyright ©Jens-Kjeld Jensen
All
Rights Reserved |
|