SKRIÐDJÓR |
|
Klikka á myndina og síggj hana í fullari stødd. Myndatekstur sæst við at peika á myndina við músini |
|
|
Kinesiskur "gekko" Gekko chinensis |
|
|
|
Innfluttur til Føroya í oktober 2023 við vøru úr Asia |
|
Grønur leguanur Iguana iguana |
|
Tórshavn 24.05.2023 |
Hendan dagin fann R. L. Hansen hendan nýliga deyða grøna leguanin í eini bingju, ið júst var komin til Føroyar. |
|
Podarcis sicula |
|
|
|
Nógv løgið verður av óvarni innflutt til Føroyar saman við vøru, og hetta flotta fýrbeinið, sum Malan Ellingsgaard fann í einum bunti av persillu 14.11.2014, er bara eitt dømi av mongum. |
Fýrbeinið hevur helst ligið samanrullað, tá persillan var klipt og pakkað í buntum niður í eina eskju og sent norðureftir. Giti, tað hevur vaknað við kaldan dreym, tá tað vaknaði í einum køldum køki í Havn. |
Tá Malan fann fýrbeinið, gjørdist hon sera skøkk, men ein maður á staðnum koyrdi tað í ein posa og beint útum í ruskposan. Tá Malan so ringdi og fortaldi manninum hjá sær um fýrbeinið, kom hann beinanvegin og bjargaði tí úr ruskinum. Nú býr tað heima hjá Malan og Astvardi og verður forkelað við m.a. lekrum livandi "mjølormum". |
Podarcis sicula livir í Suðureuropa. |
|
Livandi padda Bufo bufo funnin í Miðvági |
|
13. august 2011 fann Silvia Johansen hesa livandi padduna DK "skrubtudse" í Miðvági. Hetta er fjórðu ferð, at "skrubtudse" er funnin í Føroyum. Helst er hon slept ella rýmd úr fangilsi. |
|
Padda Bufo bufo funnin deyð í Húsavík í Sandoy |
|
Marna Skylv Sørensen fann hesa deyðu padduna Bufo bufo í Húsavík 05.10.2010. Eg kundi gott hugsa mær at vita, hvussu hendan paddan er endað í Húsavík? |
|
Froskur (DK Butsnudet frø) Rana temporaria |
|
|
|
Í minsta lagið 150.000 egg vóru í einum vatni í Nólsoy 05.04.2023 |
|
Halatussir 22.04.2023 |
|
Froskar aftur klaktir í Nólsoy í 2009 |
finst nú sum ein villur stovnur í Nólsoy
|
|
Í 2008 sóust á fyrsta sinni smáar halatussir í einum hyli Norðri á Boða í Nólsoy. |
Tann 25. marts 2009 fann eg í sama hyli fleiri túsund egg av froskaslagnum DK Butsnudet frø Rana temporaria. Eg tók 49 egg við heim í køkin hjá mær og koyrdi tey í eitt glas, og 29. mars vóru 47 halatusser í glasinum - einans 2 egg vóru ótroðin. |
Hóast eg ikki helt, at froskaslagið Butsnudet frø Rana temporaria nakrantíð fór at kunna seta seg niður sum ein "villur" stovnur í føroysku náttúruni, er stovnurin Norðri á Boða eitt greitt dømi um, at hetta letur seg gera. |
Í 2008 var ein froskur sæddur við Fjallavatn í Vágoy. Helst er hesin sleptur út í náttúruna av einum manni úr Sørvági, sum fekk nakrar halatussir frá Marnari á Skúr í Nólsoy. |
Rana temporaria finst
frá Miðeuropa heilt til Nordkap og yvir til Uralfjøllini.
|
Eg veit um í minsta lagið 4 DK skrubtudser Bufo bufo, sum eru komnar til Føroyar; men mær vitandi hava tær ikki vorpið enn. |
Les meira um nólsoyar-froskarnar undir hesum myndunum!
|
Froskar klaktir í Nólsoy í 2004 |
Fyri nøkrum árum síðani løgdu fólk
til merkis, at froskar sóust runt í bygdini. |
2002: Í 2002 vurpu teir, men eggini
vóru ótroðin. |
2003: Í 2003 vurpu teir ikki.
|
2004: Í byrjanini av mai 2004 vurpu teir ótrúliga mong egg, og síðan tá eru hundraðtals egg klakt bæði innandura og uttandura í føtum og
baljum niðri hjá Marnari á Skúr. |
Marnar á Skúr fangaði
so mangar hann kundi, og koyrdi teir í eitt búr við einum djúpum
hyli í í sínum urtagarði. At byrja við vóru froskarnir lítlir,
men nú eru fleiri vaksnir so mikið, at teir eru um 8 cm. langir.
Nakrir eru ljósir á liti, meðan aðrir eru døkkir. Hóast tað,
haldi eg allar hoyra til slagið (dk.) Butsnudet frø Rana temporaria.
|
2005: Hóast mai mánaður var ótrúliga
kaldur, legði ein froskur egg um miðjan mai 2005. Marnar á Skúr tók
eggini inn, og hevur nú fleiri hundrað halatussir. Allar hesar halatussirnar blivu til honir.
Marnar hevur 3 gamlar honir, so um hann er heppin, fara hinar eisini at
leggja.
|
Ein stórur partur av ungunum frá 2004 hava livað veturin av, og
tykjast at trívast gott. |
Rana temporaria finst
frá Miðeuropa heilt til Nordkap og yvir til Uralfjøllini.
|
|
Copyright ©Jens-Kjeld Jensen
All
Rights Reserved |
|