|
|||||||
VITIN - EIN NÝGGJUR HEIÐUR TIL JENS-KJELD JENSEN | |||||||
Her kunnu tit lesa heiðursbrævið og samtyktirnar hjá felagsskapinum | |||||||
Mikudagin 17. mars 2021 fekk Jens-Kjeld Jensen heiðursmerki og heiðursbræv handað. Vitin er ein nýggjur lagfelagsskapur, stovnsettur og samansettur av fólki, ið vilja heiðra úrmælingum, sum í verki yvir tíð, og við ósjálvsøkni, hava framt óvanlig og góð avrik, Føroyum og føroyingum at gagni. | |||||||
Hinir báðir, ið fingu prísin sama dag, vóru Pál Weihe og Jonhard Mikkelsen við Sprotanum. | |||||||
JENS-KJELD VANN NORÐURLENDSKA UMHVØRVISPRÍSIN Í 2020 | |||||||
Takkarheilsan frá Nólsoyar skúla | |||||||
Í sambandi við at Jens-Kjeld vann Norðurlendska umhvørvisprísin í 2020, setti Sjúrður Hammer seg í samband við nakrar av teir óteljandi granskararnar, sum vit hava havt samstarv við gjøgnum árini, fyri at vita, um teir høvdu hug at skriva nøkur orð um Jens-Kjeld. Í Frøði eru allar greinirnar týddar til føroyskt, men á leinkjuni niðriundir ber til at lesa tær á tí máli, tær vórðu skrivaðar. | |||||||
Nólsoyar skúli 13.04.2021 | |||||||
Nólsoyar skúli hevur leingi ynskt at heiðra Jens-Kjeld, tí hann fekk Norðurlendsku Umhvørvisheiðurslønina, men vegna Coronu, hevur tað ikki latið seg gjørt fyrr enn nú. | |||||||
13. apríl 2021 varð Jens-Kjeld heiðraður í skúlanum í Nólsoy. Hann varð takkaður fyri savnið av útstappaðum fuglum í skúlanum, garðin við føroyskum upprunatrøum, blómukassarnar við føroyskum blómum, sum standa á hansara ogn, við skúlabrekkuna. Somuleiðis varð hann takkaður fyri leygardagsskúlan, har bæði børn, foreldur og lærarar millum annað hava fingið undirvísing í at byggja starahús. | |||||||
Jens-Kjeld fekk eina kurv við heimagjørdari chokoladu og gávukorti til Hotel Brandan frá Nólsoyar Fornminnisfelag, har hann hevur sitið í nevndini í samfull 37 ár – líka síðan felagið varð stovnað. Hann fekk eisini ein vakra bukett frá Býarbókasavninum. Síðst og ikki minst, fekk hann eitt so vakurt kort frá børnunum í skúlanum, sum eisini sungu tveir sangir fyri honum. | |||||||
JENS-KJELD TELIST MILLUM TEY 7, IÐ ERU Í UPPSKOTI AT FÁA NORÐURLENDSKA UMHVØRVISPRÍSIN Í 2020 |
|||||||
Tey 7, ið eru í uppskoti at vinna Norðurlendska Umhvørvisprísin í 2020 - video |
|||||||
JENS-KJELD FINGIÐ GRÓTSTANDMYND FRÁ FØROYA FUGLAFRØÐIFELAG | |||||||
Fuglafrøðingarnir Bergur Olsen, Andrias Reinert, Aksal Poulsen, Erik Mortensen og Jens-Kjeld Jensen vóru heiðraðir á aðalfundi Føroya Fuglafrøðifelags farna leygardag hin 27 apríl. Hesir hava allir á hvør sín hátt framt stór avrik, ið hava verið føroyska fuglalívinum at frama. |
|||||||
Soleiðis varð sagt um Jens-Kjeld: Jens-Kjeld Jensen hevur, síðan hann flutti til Føroya í 1970’unum, virkað fyri at fremja vitan um føroyskan fugl og náttúru annars. Við sjáldsomum ágrýtni hevur Jens-Kjeld staðið fyri ringmerking og kanningum av alskyns føroyskum fuglasløgum, og við hjálp frá konu síni Maritu Gulklett og øðrum samstarvsfeløgum hevur hann miðlað hesa vitan í einum ótali av føroyskum og útlendskum tíðarritum. Umframt fuglar hevur Jens-Kjeld kannað og miðla alskyns fyribrigdir í Føroya náttúru, ið kunnu frættast meira um á heimasíðu hansara |
|||||||
Nevndin í Føroya fuglafrøðifelag 1987 | |||||||
Frá vinstru: Hans Nielsen, Erik Mortensen, Bergur Olsen, Aksal Poulsen & Jens-Kjeld Jensen | |||||||
JENS-KJELD FEKK ÁRSINS MIÐLAHEIÐURSLØN | |||||||
29.09.2017 fekk Jens-Kjeld ársins miðlaheiðursløn, tí hann á fyrimyndarligan hátt lýkur tey trý krøvini til heiðurslønina, sum eru: | |||||||
- miðling á einum høgum stigi til ein breiðan skara, |
|||||||
JENS-KJELD JENSEN ÚTNEVNDUR HEIÐURSDOKTARI ph.d.h.c | |||||||
Á almenna 50 ára haldinum hjá Fróðskaparsetrinum 20. mai 2015 vóru tríggir heiðursdoktarar tilnevndir. Ein av teimum var Jens-Kjeld Jensen. | |||||||
Jens-Kjeld Jensen fekk heitið fyri sítt umfatandi arbeiði við lívfrøðini í Føroyum. Í metingarnevndini vóru Sven-Axel Bengtson, professari emeritus á Lunds Universitet, Ulf Gärdenfors, professari á Sveriges Landbruksuniversitet og Jostein Kjærandsen, fyrstiamanuensis á Universitetet i Tromsø. | |||||||
_______________________ | |||||||
"TEIR KASTA GLANS Á SETRIÐ" - citat: Jóan Pauli Joensen | |||||||
Hanus Kamban, Jens-Kjeld Jensen og Petur Jacob Sigvardsen | |||||||
Petur Jacob Sigvardsen, Agnes Mols Mortensen og Hanus Kamban | |||||||
Benjamin Hansen | |||||||
Jens-Kjeld umgyrdur av gávum frá Føroya Fuglafrøðifelag, Sjósavni Føroya, Náttúrugripasavninum, Marjun Simonsen og Fróðskaparsetrinum. | |||||||
Frá Nólsoyar Fornminnisfelag | |||||||
Liljur og hosur frá Kristinu og Andras Róin | |||||||
Føroyskur matur frá Marner Gaard | |||||||
Tórshavn 29.04.2016 |
|||||||
Jens-Kjeld Jensen heldur heiðursdoktarafyrilestur á Setrinum |
|||||||
Jens-Kjeld er fantastiskur. Hann er vitandi, eldhugaður, nærlagdur og samstarvssinnaður. Tað er ummælið, sum Eyðfinn Magnussen, cand. scient. í lívfrøði og lektari á Náttúruvísindadeildini, gevur heiðursdoktaranum. | |||||||
M. A. JACOBSEN VIRÐISLØN | |||||||
20. september 2012 fekk Jens-Kjeld Jensen M. A. Jacobsen virðislønina fyri mentannaravrik handaða fyri sítt stóra arbeiði til frama fyri føroyska náttúru. | |||||||
Les meira | |||||||
JENS-KJELD VAR MILLUM TEY, IÐ VÓRU Í UPPSKOTI AT FÁA NORÐURLENDSKA NÁTTÚRU- OG UMHVØRVISPRÍSIN Í 2012 | |||||||
Vinnarin | |||||||
ÁRSINS UMHVØRVISVINUR | |||||||
12. mai 2010 kjósaði Tórshavnar kommuna Jens-Kjeld til at verða ársins umhvørvisvin | |||||||
Lesið nærri her | |||||||
HEYGSMAÐUR UPPKALLAÐUR EFTIR JENS-KJELD | |||||||
Rossafirvaldur Abromias assimilis jenskjeldi |
|||||||
Les grein |
Jens-Kjeld fekk ein heygsmann uppkallaðan eftir sær, og hugflogið hjá teknaranum Martini Tórgarð, sum kom í Dimmalætting, sæst her. | ||||
JENS-KJELD FEKK ÁRSINS HEIÐURSPRÍS FRÁ DOF Í 2002 | ||||
Les røðuna, ið varð hildin við handanina | ||||
Í 2002 fekk Jens-Kjeld bæði ársins heiðursprís og málari frá DOF (Dansk Ornitologisk Forening), sum takk fyri hansara arbeiði til gagns fyri DOF og ikki at gloyma - fuglarnar. | ||||
|