|
|||||||||||||||
Lærlitt loðmýggj Bibio pomonae (Fabricius, 1775) | |||||||||||||||
Tórshavn 19.06.2022 | |||||||||||||||
Tórshavn 12.06.2022 | |||||||||||||||
Tórshavn 25.06.2018 |
|||||||||||||||
Bibio pomonae er vanligt, serliga í Suðuroy | |||||||||||||||
Dagføring 23.06.2018: Lærlitt loðmýggj eru um allan miðbýin í Havn. | |||||||||||||||
15.06.2018 fingu vit fleiri myndir sendandi av hesi lekru steikini við reyðum lørum. Lærlitt loðmýggj er vanligt í Suðuroy, og fyri nøkrum árum síðani vóru so nógv á Tvøroyri, at tað var sum eitt síggja eitt svart surrandi larmandi skýggj hanga uppiyvir bønum. Lærlitta loðmýggið er sætt norðanfjørðs seinastu umleið 2 árini, og í ár í sera stórum tali í Tórshavn. Kyktið er ikki vandamikið á nakran hátt, men kann vera rættiliga irriterandi, tá tað flagsar um høvdið á einum - ella setur seg á tað, tí tað er so stórt. Grágæsnar halda tey vera sera leskilig, og á Tvøroyri sóu vit grágæsnar hoppa upp í leysa luft fyri at fanga tey. | |||||||||||||||
Tvøroyri 31.05.2014 | |||||||||||||||
E.S. Tað elsta, vit hava funnið um lærlitt loðmýggj er hetta: A. Bergh fann ein hann í Suðuroy í árunum 1863-68, tá hann var lækni í Føroyum. Men hesin hannurin varð ikki eyðmerktur ella skrásettur fyrr enn í 1881 (Hansen 1881). |
|||||||||||||||
Hannurin - hann hevur størri høvd enn honin | |||||||||||||||
Honin - hon hevur minni høvd enn hannurin | |||||||||||||||
|