02.2005

 

RINGMERKINGARFRÁBOÐANIR

 

við Jens-Kjeld Jensen, fuglaútstappara, Nólsoy.

 

Likkuskuri merktur 6.7.2004 í Húsadali, Depli. Fráboðaður av manni, ið eygleiddi hann við einum teleskopi í Figueira da Roz, Portugal 12.11.2004.

 

Fiskimásaskuri merktur 23.6.2002  í Stórhamri, Klaksvík. Skotin í Nólsoy 23.9.2004.

 

Drunnhvíti merktur 10.8.1990 Norðri á Boða, Nólsoy. Fráboðaður (fangaður og sleptur aftur) úr Salthøvða, Sandoy 31.8.2004.

 

Drunnhvíti merktur 19.8.1998 í Trøllhøvða. Fráboðaður úr Salthøvða, Sandoy 31.8.2004.

 

Drunnhvíti merktur 18.8.2001 Norðri á Boða, Nólsoy. Fráboðaður úr Mykineshólmi 11.8.2004.

 

Drunnhvíti merktur 23.7.1995 Suðuri í Dølum, Nólsoy. Fráboðaður úr sama stað 18.8.2004.

 

Drunnhvíti merktur 9.9.1988 í Hoyvík. Fráboðaður úr Nólsoy 18.8.2004.

 

Drunnhvíti merktur 3.8.1997 Suðuri í Dølum, Nólsoy. Fráboðaður úr sama stað 8.8.2004.

 

Drunnhvíti merktur 7.8.2004 í Søltuvík. Fráboðaður úr Suðuri í Dølum, Nólsoy 8.8.2004.

 

Drunnhvíti merktur 32.8.2002 í Við Rætt, Skopun. Fráboðaður úr Suðuri í Dølum, Nólsoy 8.8.2004.

 

 

Í 1913 skrivaði Hans Rudolphi í einum týskum tíðarriti, at í juli 1912 hevði ein lívfrøðingur úr Köningsberg ringmerkt 45 “fiski”másaskurar við ringum frá ringmerkingarstøðni Vogelwarte Rossitten. Maðurin talan var um, var lívfrøðingurin Hr. Dr. A. Dampf, sum saman við einum týskum stud. hr. Schreiber, Hr. Müller “justitsråd” úr Keypmannahavn og havnarmanninum Müller høvdu ringmerkt teir fyrstu fuglarnar her á landi.

Ein av másaskurunum var fráboðaður aftur úr Portugal veturin 1912-13 og var hesin helst ein likkuskuri. Ein annar av másaskurunum var fráboðaður skotin í Tórshavn 16.10.1912, og kann hetta haft verið ein fiskimási. Vegna tað, at tann fyrri av másaskurunum var skotin í Portugal, sum er eitt kent stað hjá likkum at verða í vetrarvist, má mann ganga út frá, at bæði fiski- og likkuskurar hava verið merktir, og ikki bert fiskimásar.

Sum sæst á omanfyri nevnda likkuskuranum, sum var ringmerktur nærum 100 ár seinni í Depli, bendir alt á, at Portugal leingi verið eitt sera vældámt vetrarvist at verða í hjá føroysku likkunum, meðan teir føroysku fiskimásarnir ongantíð eru sæddir so langt úr Føroyum. Til í dag eru íalt 3783 likkur ringmerktar í Føroyum.

 

Tekstur til mynd: Ringmerktur másaskuri

Mynd: Jens-Kjeld Jensen.