01.2005

 

RINGMERKINGARFRÁBOÐANIR

 

við Jens-Kjeld Jensen, fuglaútstappara, Nólsoy.

 

Nátaungi merktur 23.7.1981 á Fair Isle. Fleygaður nær Hvalba 15.3.2004.

 

Nátaungi merktur 27.7.1996 á Fair Isle. Fleygaður 11 míl eystan úr Nólsoy 29.3.2004.

 

Gamal tjaldur merkt 24.5.1986 í Whiteness Head, Nairn, Scotland. Funnið deytt í hafti í Kunoy 5.8.2004.

 

Gamal tjaldur merkt 28.12.1989 í Cromarty Firth, Scotland. Funnið deytt í Norðradali 13.6.2004.

 

Gomul likka merkt 24.1.2000 nær Hempsted, Cloucester, England. Funnin deyð í Vági 24.7.2004.

 

Lomvigarpisa merkt 24.6.2000 á Sule Skerry. Skotin 3 míl sunnan úr Borðoyarnesi 6.1.2004.

 

Erla kongsdóttir, ung bøga merkt 15.8.2004 í Søltuvík. Fangað og slept aftur í Zandvoort Duinen, Noord-Holland, Nederlandene 28.8.2004. Hon hevur flogið 1259 km í 13 dagar.

 

Spógvaungi merktur 28.6.1990 í Søltuvik. Beinið av honum við ringinum á, var funnið í einum skúgvareiðri í Akrabyrgi 26.7.2004.

 

Terna merkt 20.6.2002 í Funningsfirði. Funnin deyð í ternubølinum í Nólsoy 19.8.2004.

 

Mynd: Jens-Kjeld Jensen

 

Tekstur til mynd: Elias Eliassen í Mikladali avmyndaður tann 16.8.2001

 

Líggjas Eliassen f. 12.2.21 d. 5.8.2004

Í samfull 58 ár hevur Líggjas trúfast ringmerkt fugl fyri Zoologisk Museum í Keypmannahavn. Tístatt er Líggjas tann ringmerkjarin, ið longst hevur merkt fugl fyri Zoologisk Museum í Danmark.

Tað stór arbeiðið, Líggjas hevur lagt í at ringmerkja serliga likku, tjaldur og ternu, hevur lagt lunnar undan okkara vitan um, hvar hesir fuglar ferðast, tá teir ikki eru her á landi.

Ærað verið minnið hans!