07.2004

 

MEYRUR

 

viš Jens-Kjeld Jensen, fuglaśtstappara, Nólsoy.

 

Tey seinru įrini eru fleiri meyrubśgv funnin ķ Tórshavn, og so vķtt eg veit, er hetta eitt nżtt fyribrigdi.

Kring heimin finnast umleiš 15.000 meyruslųg, og av teimum finnast umleiš 50 ķ Danmark.

Eg veit um tvinni slųg, sum higartil eru funnin ķ Fųroyum.

2 bśgv eru funnin uttandura, har tann “sorte havemyre” (DK) var ķ, og eitt bśgv var funniš innandura .  Tey bęši fyrstu bśgvini av meyrum eru komin til landiš viš įvikavķst einum runni og einum tręi.

Tann “svarta havameyran” er frį 3 til 9 mm long. Vespur, meyrur og bżflugur hoyra til sama hópin, sum į donskum eitur “årevinget”

Eitt meyrusamfelag lķkist nógv einum vespusamfelagi ķ bygnašinum. Bęši kvenn- og kalldżrini kunnu flśgva, mešan sterilu arbeišarameyrurnar gera alt arbeiši. Tęr kunnu ikki flśgva; men tuska aftur og framm, so skjótt tęr kunnu!

Mann kann ikki beinleišis siga, at meyrur eru til nakran skaša; men hin vegin eru tęr vęl heldur ikki til nakra gleši, og taš er sjįlvandi óheppiš, flyta tęr inn ķ eini hśs at bśgva.

 

Hitt slagiš av meyrum, iš var funniš, eitur “faraomyre” į donskum. Hetta er ein tropisk meyra, iš finst kring allan heimin; og har taš er kalt, finst hon bert innandura.

Hon livir av nęrum ųllum; men sera vęl lķkar henni alt sųtt. Er mann so óheppin at hava fingiš “faraomeyrur” ķ hśsiš, er nęstan ógjųrligt at sleppa av viš tęr aftur, tķ tęr spjaša seg sera skjótt.

Tęr gera ikki nakran stóran skaša; men sjįlvandi kann taš verša eitt sindur kešiligt at bśgva saman viš einum bśgvi av “faraomeyrum”, iš kann hśsa so mikiš sum 300.000 meyrum. Og hóast arbeišarameyrurnar bert eru 2-3 mm. langar, kunnu tęr ķ stórari nųgd verša ein sonn plįga.

 

Eg eri sjįlvandi sera įhugašur ķ at hoyra nęrri, skuldi onkur funniš eina meyru.