14.2003

 

RINGMERKINGARFRÁBOÐANIR

 

við Jens-Kjeld Jensen, fuglaútstappara, Nólsoy.

 

Gomul álka merkt 14.7.1981 í Grímsey, Íslandi. Skotin eystan úr Nólsoy 15.11.2000.

 

Gamal lundi merktur 22.6.2001 í Stórhøfði, Heimaey, Vestmannaeyjar. Fleygaður í Skúvoy 3.8.2002.

 

Lundapisa merkt 2.9.1980 í Heimaey, Vestmannaeyjar. Hesin lundin var fráboðaður úr Mykinesi 2003.

 

Gamal náti merktur 7.12.1988 í Stórhøfði, Heimaey, Vestmannaeyjar. Fráboðaður úr Mykinesi 2003.

 

Gamalt tjaldur merkt 22.9.2002 í Waterfoot, Annan, Dumfries & Galloway, Scotland. Beinagrindin av tí var funnin nær við Sandvík 26.5.2003.

 

Lundapisa merkt 27.7.1999 í Borðutørvu, Bøur. Lundin var fleygaður í Tindhólmi 9.7.2003.

 

Gomul likka merkt 6.2.1995 í Hempsted, Cloucestershire, England. Funnin deyð nær við Klaksvík 11.8.2000.

 

Gerðiljómari merktur 9.5.2002 í Isle of May, Scotland. Funnin deyður í Sørvági 3.6.2003.

 

Grannljómari merktur 24.4.2003 í Fair Isle, Shetland. Fangaður í helgolandsrúsuni í Nólsoy 29.4.2003.

 

Tekstur til mynd: Hesin gerðiljómarin var ringmerktur í Nólsoy í 1995. Sum stendur omanfyri, var ein annar  gerðiljómari merktur í Isle of May, og funnin deyður í havanum hjá Asbjørn Selfoss í Sørvági.

Í Bretlandi hava tey merkt um 100.000 gerðiljómarar, og av teimum eru um 400 fráboðaðir aftur úr útlondum, og einamest úr Miðeystri.

Hesin úr Sørvági er tann bretskt merkti gerðiljómarin, ið er fráboðaður aftur sum tann, ið er flogin longst í ein landnyrðing.

 

Mynd: Jens-Kjeld Jensen.