08.2000

 

RINGMERKINGARFRÁBOÐANIR

 

við Jens-Kjeld Jensen, fuglaútstappara, Nólsoy.

 

Staraungi merktur 20.5.1989 í Nólsoy. Tikin av eini kettu sama stað 4.3.2000.

Drunnhvíti merktur 23.7.1995 í Nólsoy. Ringurin funnin í spýggjuni hjá einum likkuskura sama stað 16.7.2000.  

Gamalt tjaldur merkt 16.11.1996 í Whiteford Point, Glamorgan, Wales. Loyst úr hafti í  Tórshavn 7.6.2000.

Gamalt tjaldur merkt 25.2.1996 í Llanelli, Dyfed, Wales. Beinið við ringinum á var funnið í Hvalba 13.5.2000.

Skúgvaungi merktur 15.7.1996 í Hermaness, Unst, Hetlandi. Funnin deyður á Eystnesi 13.6.2000.

Gamal náti merktur 24.5.1996 norðan úr Fugloynni. Fleygaður norðan úr Fugloynni 16.8.2000.

Gamal náti merktur 4.8.1988 í Tampen, Noreg.  Fleygaður norðan úr Viðoynni 30.1.2000.

Nátungi merktur 4.9.1993 í ein landssynning úr Svínoynni. Fleygaður um borð á Miðhamri nær Fugloy 20.7.2000.

Æða merkt 7.7.1989 í Nólsoy. Funnin deyð sama stað 16.8.2000.

 

Kjógvaungi merktur 16.7.1995. Funnin deyður í Botnhaga í Suðuroy 12.6.2000.

 

Mynd: Gráspurvasteggi

Myndatakari: Jens-Kjeld Jensen

 

Hesa myndina av tí hvítflekkuta gráspurvasteggjanum tók eg 2. apríl í ár. Eg merkti hann eisini sjálvur, tá hann var ungi tann 24. juli 1996 í Nólsoy. Til í heyst havi eg sæð hann við jøvnum millumbili hesi seinastu 4 árini. Seint í heyst hvarv hann so. Hann er vorðin pápi til nógvar ungar, sum sjálvandi eisini hava kenst av teimum hendinga hvítu fjaðrunum, sum hava stungi seg upp mitt millum allar hinar, hóast eingin av ungunum var so hvítflekkutur, sum pápi teirra var. 

Í økinum við Skansan í Tórshavn eru nakrir spurvar, sum eru heilt hvítir, og hetta fyribrigdi eitir litloysingur. Men alt bendir á, at hóast hvítflekkutir spurvar síggjast við jøvnum millumbilum, so hvørva teir aftur so við og við - hetta hevur sjálvandi nakað við arvaeginleikar at siga - teir døkku litirnir vinna á teimum ljósu.

Annars eru 64 ár liðin, síðan teir fyrstu gráspurvarnir komu til Føroya.