03.2000

 

RINGMERKINGARFRÁBOÐANIR

 

við Jens-Kjeld Jensen, fuglaútstappara, Nólsoy.

 

Valmásaskuri merktur 23.7.1999 í Revdalen, Bjørnøya. Skotin á Fugloyarbankanum 15.1.2001.

 

Valmásaskuri merktur 15.7.2000 Kapp Kolthoff, Bjørnøya. Skotin á Fugloyarbankanum 1.1.2001.

 

Gamalt tjaldur merkt 9.10.1990, Dawlish Warren, Devon, England. Tjaldrið var loyst úr hafti í Fuglafirði 18.7.2001.

 

Tjaldursungi merktur 26.6.1998 í Ós, Akranes, Ísland. Tjaldrið var funnið deytt í Mykinesi 3.9.2001.

 

Gamalt tjaldur merkt 2.11.1997 í Whiteford Point, Wales. Beinagrindin av tjaldrinum var funnin í Fagradali, Vágur, 25.5.2001.

 

Skúgvapisa merkt 30.6.1986 í Skúvoy. Skúgvurin var funnin deyður í Gásadali 15.5.2000.

 

Álkupisa merkt 27.7.1994 í Grímsey, Ísland. Skotin eystan úr Nólsoy 1.11.2000.

 

Lundapisa merkt 4.7.1992 á Isle of May, Scotland. Skotin nær við Fugloy 22.12.2000.

 

Gamal náti merktur 1.4.1985 á Malangsgrunnen, Noreg. Funnin deyður í Leynum 25.7.2001.

 

Tekstur: Myndin er av Ivan Holm, Nólsoy, sum júst hevði skotið 4 valmásaskurar. Í vetur hava bert fáir valmásar verið at sæð í mun til síðsta vetur, tá heilt fitt var skotið av hesum leskiliga bita, sum valmásin jú er.

 

Myndatakari: Jens-Kjeld Jensen