01.1998.

RINGMERKINGARFRĮBOŠANIR

Viš Jens-Kjeld Jensen , fuglaśtstappara, Nólsoy.

Ungur skatumįsi merktur 30.12.1985, Bridge of Dee , Crampian Region, Scotland . Var yvirkoyrdur  ķ  Skįlavķk 22.10.1997.

Gomul likka merkt 1.4.1996 ķ Hempsted, Gloucester , Gloucestershire , England . Var yvirkoyrd ķ Tórshavn  28.5.1997.

Gamal lomvigi merktur 2.7.1971 į leišini nęr viš Stóra Dķmun. Hann var skotin tann 8.11.1997 į leišini eystan śr Akrabergi. Hesin lomvigin er tann elsti fųroyski lomvigin, vit enn kenna til.

Gamal nįti merktur 29.12.1991 um borš į Noršberg 10 mķl noršan śr Fugloynni. Hesin nįtin druknaši į eini lķnu um borš į  "Osla",    royndi  noršan  śr  Fugloynni  5.12.1997.

Gamal nįti merktur 24.2.1976 nęr Flemmich Cap um borš į tżskum fiskifari. Rovini av nįtanum var funniš  ķ  Sųrvįgi  30.6.1994.

Gamal nįti merktur 17.7.1972 į leišini 63.18N - 12.49W um borš į tżskum fiskifari. Rovini av nįtanum vóru funnin ķ  Sųrvįgi  umleiš ķ 1994 útgávuni.

Ein stari var fangašur ķ Tórshavn 9.11.93. Hann var sķšani fluttur til Eišis, hvar hann var merktur og sleptur. Tann 9.9.97 var hann funnin deyšur ķ Tórshavn !  Hetta er longsti teinur ein stari hevur flogiš  her į landi.

Rita merkt 15.1.1993 um borš į Noršberg noršan śr Fugloynni. Hon var skotin eystan śr  Nólsoynni  1.10.1997.

Gomul rita merkt 10.7.1990 į Foula. Var fangaš og slept aftur um borš į Noršberg 10.6.1997, sum  tį var į leišini 62o N - 6o W .

Gamalt tjaldur merkt 10.8.1987, Friskney New Marsh, Lincolnshire , England . Var loyst śr hafti  ķ Tvųroyri  28.8.1997.

Hugleišing um stųšuna hjį bśfugli okkara ķ įr.

Nógvir starar vurpu tvęr feršir ķ įr, og flestu ungarnir tykjast verša sterkir og vęl fyri.  Nakrar kvųrkveggjur vurpu 4 feršir ķ įr hóast nakaš kaldligt var ķ vešrinum. Hvussu nógvar koma undan, veldst um hvussu nógvar kettur eru ķ ųkinum, hvar kvųrkveggjan bśleikast !

Ųll eg havi tosaš viš, boša frį einum góšum įri hvat višvķkjur lomviganum. Fleiri lomvigar hava vorpiš ķ įr sammett viš seinastu įrini. Og somuleišis hava menn sęš mangan hellufugl ķ summar. Alt ķ alt tykist lomvigin at hava ein glotta fyri framman um vit gloyma  Vestmannabjųrgini, hvar stųšan bara versnar įr undan įri viš fęrri og fęrri lomvigum!

Ternurnar hava fingiš nakrar floygdar pisur į veingirnar ymsa stašni kring landiš, og įriš mį sigast at verša hampuligt, hóast stųšan hjį ternuni ikki kann sammetast viš hana hon var fyri 30 įrum sķšani, tį ternan varp nęrum alla stašni.

Ķ Hetlandi var eingin ternupisa floygd ķ summar, hóast teir hava latiš vęl at tey seinnu įrini.

Višvķkjandi rituni kan eg bert lżsa stųšuna hjį henni viš einum orši - ein vanlukka !

Ķ Hetlandi var heldur eingin ritupisa floygd ķ įr.

Lundin tykist hava havt eitt hampuligt summar. Ķ byrjanini sį stųšan góš śt, men tį avtornaši var śrkoman bert mišal. Og eins og ķ įrunum 1992-93 var stųšan verst, jś longri vit komu móti vestri. Besta dųmi er at hyggja at  stųšuni ķ Mykinesi.

Į oynni Rųst ķ Noregi er stųšan hjį lundanum hęttislig. Rųst hevur annars stųrsta lundabųliš ķ Noregi. Lundin varp eins og hann plagar, men einki var at geva pisuni. Sildamurturin, iš lundin gevur pisuni, tyktist feršast fram viš Rųst ov tķšliga og ov skjótt. Ķ einum ųki, hvar 150 reišur vórši eygleidd, var bert 1 pisa floygd.

Verpingarlundin į Rųst minkaši viš heilum 18 % ķ tali sķšsta įr. Stųšan er versnaš so lķšandi tey seinastu trķati įrini, og seinasta góša įriš lundin hevši har var ķ 1992. Taš mį tķ sigast verša ein vįna uggi, at noršmenn ķ įr fingu frįbošan um ein lunda, iš var merktur 33 įr frammanundan, og sum tķstatt er elsti ringmerkti lundin, nakar veit um.

Annars tykjast lundarnir ķ bųlunum longur noršuri ķ Barentshavinum at hava havt eitt gott summar viš nógvum floygdum pisum.

Tekstur til mynd:  Ein móš rita.

Myndatakari:        Thomas Grüner.