Heimlongsil til Tvøroyri

 

Eg gangi yvir fjøll og grønar líðir

og finni frið, ei aðrasteðs er til,

eg hoyri fuglaljóðið kátt í erva

og ánna tutla oman gjøgnum gil.

Og eg komi upp um næsta sýnið,

eg hómi ljós, eitt vakurt bygdalag,

har er mítt heim og fólkið, sum mær líkar,

eg komi aftur har ein vakran dag.

Men dreymar enda, teir ikki gloymast,

og skjótt so kemur veruleikin við,

men um teir stroyddu vegin her við gulli,

eg altíð velja vil mær Tvøroyri.

 

Eg hitti fólk, sum siga, at eg droymi,

og ivist ikki, at tey hava rætt,

men so fjart er tað, er mær kærast,

kann sinnalagið aldri vera lætt.

Men dreymurin er uggi mín í útlegd,

hann tekur meg um lond og yvir høv,

ja, troystar meg við sjónum og við orðum,

ikki verða skrivaði í brøv.

Og mánalýsið gyllir hústøk

í hesum býihvat er vakrari?

So síggja eygu míni ikki hetta,

eg droymi meg á Tvøroyri.

 

 

T. Dam