|
|||||||||||||||||||||||||||||||||||
Ólavur Gregersen rendi á Flesjarnar í 1984, og oljan dálkaði alt havnarlagið í Nólsoy | |||||||||||||||||||||||||||||||||||
Tá Ólavur Gregersen sigldi á Flesjarnar í januar 1984 og dálkaði alt havnarlagið í Nólsoy, stóð øll bygdin saman um at bjarga æðurnar. Tær, sum ikki vórðu skotnar, vórðu vaskaðar og havdar inni, líka til tær skiftu fjaðrar. Gabriel Hansen og Annfinnur Poulsen komu við alskins sløgum av sápu, til besta loysnin - babyshampoo - varð funnin! Suni Hansen kom trúliga við saguspønum og bakarar úr Havn sendu gamalt breyð út fleiri ferðir um vikuna. Bert 1 æða doyði av lungnabruna, so okkurt mundu vit gera rætt. Bjarganin av æðunum tók alla okkara orku í fleiri mánaðir. Fyrst hugdu vit til tær 3 ferðir um dagin. Síðani skuldu tær í "bað" hvørt kvøld, so tær kundu reinsa fjaðrarnar. Saguspønirnar skuldu somuleiðis skiftast hvørt einasta kvøld. Eingin avloysari var at ansa æðunum, so tað var ikki bara sum at siga tað. Æðurnar vóru í kjallaranum hjá Marnar á Skúr, og um eg skal siga tað á ein penan máta, so luktaði tað ikki serliga gott har niðri, so Marianna, kona Marnar, var útihýst úr kjallaranum allar hesar mánaðirnar. Æðurnar lærdu at eta seyðafóður (pillarar) úr eini trakt og tær lærdu eisini at drekka vatn úr eini trakt. Tann stuttligasta løtan var móti vári, tá vit lótu kjallarahurðina upp og lovaðu æðunum út. Tá vóru allar ringmerktar. Tær spelaðu oman á keiina, og kastaðu seg á sjógv. Í fleiri mánaðir aftaná lupu allar æðurnar í Nólsoy á bláman, bara vit nærkaðust. Eingin av hesum ringmerktu æðunum varð nakrantíð fráboðað aftur, so vit liva enn í vónini um, at allar yvirlivdu :) E.S. Nakrar fáar dagar aftaná óhappið við Ólavi Gregersen rakti eitt ógvusligt ódnarveður Føroyar. Tað góða við hesum ódnarveðrinum var, at brimið skolaði alla oljuna av havnarlagnum í Nólsoy, so einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt :) |
|||||||||||||||||||||||||||||||||||
Skotnar æður og annar svartfuglur... | |||||||||||||||||||||||||||||||||||
Tað gingu í minsta lagið 3 dagar, áðrenn vit fingu loyvið at skjóta æðurnar, sum ikki kundu bjargast. Eingin stovnur í landinum hevði ábyrgd av nøkrum, og eingin gav hesi vanlukku nakran ans. Vit ringdu og ringdu til Landsstýrið uttan íhald, til vit fingu loyvið - men so skuldu vit eisini lova at syrgja fyri at senda æðurnar til Havnar aftaná, var kravið! Tá høvdu tær æðurnar - ið ikki longu vóru deyðar - sitið stirdar í øllum kuldanum í 3 dagar, uttan at kunna røra seg og liðið hungur og hall. Og - vit máttu sjálvi persónliga gjalda fyri kúlurnar og lønina til mannin, sum skeyt æðurnar og hin oljudálkaða fuglin... |
|||||||||||||||||||||||||||||||||||
So skitnar vóru tær, ið vóru best fyri... Æðurnar vóru úthungaraðar, so tær máttu fáa at eta, áðrenn tær vórðu vaskaðar |
|||||||||||||||||||||||||||||||||||
Marnar á Skúr og Jens-Kjeld vaska æður | Marnar á Skúr og Jens-Kjeld vaska æður | Eskild Poulsen, Jens-Kjeld og Marnar á Skúr | Anfinnur Poulsen kemur við ymiskum sløgum av sápu | ||||||||||||||||||||||||||||||||
Marnar á Skúr og Jens-Kjeld vaska æður | Æðublikurin verður skolaður | Hann er vorðin reinur | Legg til merkis brúna litin á vatninum, sum rennur av æðuni | ||||||||||||||||||||||||||||||||
Nývaskaður æðublikur | Hendan varð tann einasta, sum doyði, og hon doyði av lungnabruna... | ||||||||||||||||||||||||||||||||||
Okkara góði gamli Nilfisk blásti æðurnar turrar | Fjaðraturkari |
Og so turr træull frá Suna at balla seg í | Reinar og heitar | ||||||||||||||||||||||||||||||||
Æðurnar lærdu skjótt at eta úr ílati | |||||||||||||||||||||||||||||||||||
Nakrar fáar dagar eftir at Ólavur Gregersen sigldi á Flesjarnar, rakti ógvusigt ódnarveður Føroyar. Hesin uppgangurin 2-3 dagar aftaná, skolaði oljuna av havnarlagnum í Nólsoy, so einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. | |||||||||||||||||||||||||||||||||||
Hetta er 3 dagin eftir ódnarveðrið... sig so tað... | |||||||||||||||||||||||||||||||||||
Nólsoyingar royna at bjarga bátunum undan briminum | |||||||||||||||||||||||||||||||||||
Hetta er 3 dagin eftir ódnarveðrið... sig so tað... | |||||||||||||||||||||||||||||||||||
Sævarenni varð tveittur upp á land | Meginparturin av hesum gróti og viði kom úr sjónum - alt varð tveitt upp um kirkjugarðin og langt niðan í bøin í ógvusuliga briminum | Tað mesta av hesum varð tveitt í leysari luft upp um kirkjuna og kirkjugarðin í briminum | Brimskaðar | ||||||||||||||||||||||||||||||||
Sanna hevði úr at gera, tá allur tarin skuldi ruddast burtur aftur rundan um teirra hús... | Fleiri neystahurðar vórðu skolaðar burtur, og tá tosaði gamli Aksel um verðsins undirgang... | ||||||||||||||||||||||||||||||||||
Óli Olsen, Jens Niklái og Sofus Eide |
Hesin garðurin var fullur av sjógvi... | Her er onkur viðarbulur komin framvið... | Rættiliga ógvusligt | ||||||||||||||||||||||||||||||||
Her verða æðurnar sleptar leysar aftur, og tær runnu beina leið oman á sjógv :) | |||||||||||||||||||||||||||||||||||
Her verða æðurnar sleptar leysar aftur, og tær runnu beina leið oman á sjógv :) | |||||||||||||||||||||||||||||||||||
EFTIRSKRIFT: Spurningurin er, um mann hevði farið undir eina bjargingarætlan sum hesa, um hetta hevði hent í dag. Mann hevur jú nógv størri vitan nú, og nú verður oftast rátt til at avlíva allan oljudálkaðan fugl, tí um ein fuglur á stødd við eina dunnu hevur ein 5-krónu stóran oljublett á sær, doyr hann. Í 1984 var eingin tilbúgvning til, so gjørdu vit ikki hetta, høvdu ongar æður verið eftir í Nólsoy. Men ein stovnur hevði allarhelst komið aftur við árunum. |
|||||||||||||||||||||||||||||||||||
|
|||||||||||||||||||||||||||||||||||