Nánd

 

So rótleyst er sinni títt, altíð á ferð

tað tykist sum gloymir virðini her.

Hví droymir heldur um fjarskotin lond

enn síggja tað vakra, sum er í nánd?

 

Tær tykir at lívið er keðiligt - grátt,

hvønn er tað saknar - hví falla í fátt?

aldri unnir tær hvíld ella frið,

fæst onki at grógva við tína lið.

 

Far innar í stovuna, um hon er trong

og lurta - hon syngur ein stillan song;

hon rúmar nakað, sum leggur í

har vantar bert tað - at varnast .

 

Tann eydnan, hómar um blánandi fjøll,

hvør sigur hon finst ei í heimahøll?

átti ei friðleysur leita so fjart,

men lært teg at elska tað, sum sært.

 

 

Thomas Mikal Smith