Hann sat og stardi

 

 

Hann sat og stardi fram um vegg

og mintist farnar løtur.

Væl gránað var hans hár og skegg

og troyttar vóru føtur.

Hann mintist tá sum piltur hann við horn

og geislar spældi.

Tá hann um heyggj og brekku rann

smálomb á bønum taldi.

 

So mangan hann á kletti stóð

við tráðuni í hendi.

Hann stóð og stardi út á sjó,

so lítlan gran seg kendi.

Hann mintist manga heystarstund

tá seiður var við landi,

og nótin útsett varð við skund

og drigin full mót sandi.

 

Hann mintist havið silvurbleikt,

sum spegl tað var at síggja.

Ei stjørna sást, men mánin veikt

seg trongdi millum skýggja.

Slík løta leiddi tankar heim

hon bloytti hjartarøtur.

Til børn og vív og vinir teim

væl untist sælar løtur.

 

Men havsins hvíld hon stokkut er,

brátt brot og stormar herja.

Tey inna kunnu skaðagerð,

tá máttu skútur verjast.

Nei stormurin hann steðgar ei,

fer hvínandi um ræðir.

Hann leitar yvir havsins leið

og kvøður sorgarkvæðir.

 

Hann hoyrdi til tann stóra bólk,

sum sína arbeiðsmegi

væl unti Føroya land og fólk,

hann arbeiddi við gleði.

Hann sat og stardi fram um vegg

og mintist farnar løtur.

Væl gránað var hans hár og skegg

og troyttar vóru føtur.