INNSLØDDAR BLÓMUR - INVASIVE PLANTER - INVASIVE PLANTS

MYNDIR ÚR FØROYUM FOTOGRAFIER FRA FÆRØERNE PHOTOGRAPHS FROM FAROE ISLANDS
Myndatekstur sæst við at peika á myndina við músini. Klikka, fyri at síggja hana í fullari stødd. Placér cursor på billedet for tekst. Klik på billedet for at gøre dette større. Place the cursor on each individual photo for text. Use thumbnails to view normal size.

Slideshow við okkara blómumyndum á Flickr

Garðaskøra / Alchemilla mollis (Buser) Rothm.

NOBANIS LISTIN YVIR INVASIVAR PLANTUR

Nógvar blómur ella plantur eru innsløddar til Føroyar. Innsløddar merkir, at fólk antin hava tikið tær við sær við vilja ella av óvart, og at tær síðan eru komnar út í náttúruna at vaksa. Nakrar av hesum blómum og plantum trívast alt ov væl, og gera stóran skaða á upprunavøksturin, sum kann hvørva, ansar mann ikki sera væl eftir. Hesar kallar man "invasivar". Aloftast leggur man ikki til merkis invasivu skaðaplanturnar, fyrr enn ov seint er. Tær invasivu trívast ofta betri enn upprunaplanturnar, tí tær eru vanar við sterkari fíggindar - nakað sum upprunaplanturnar ikki eru, og tí verða hesar við undirlutan. Tær invasivu eru eisini oftast nógv størri enn upprunaplanturnar, sum tí køvast undir hesum sterka fíggindanum.

E.S. Viðmerkjast skal, at tað vit skriva her, er eftir okkara bestu sannføring; men tað nýtist ikki at merkja, at okkara plantufrøðingar eru samdir við okkum.

DK Almindelig bjørneklo Heracleum sphondylium subsp. sphondylium

DK Almindelig bjørneklo / Heracleum sphondylium subsp. sphondylium DK Almindelig bjørneklo / Heracleum sphondylium subsp. sphondylium DK Almindelig bjørneklo / Heracleum sphondylium subsp. sphondylium

DK Almindelig bjørneklo / Heracleum sphondylium subsp. sphondylium DK Almindelig bjørneklo / Heracleum sphondylium subsp. sphondylium DK Almindelig bjørneklo / Heracleum sphondylium subsp. sphondylium DK Almindelig bjørneklo / Heracleum sphondylium subsp. sphondylium

Bjørneklo er funnin nakrar ferðir í náttúruni, og 2 vórðu funnar í Nólsoy 22.06.2023
DK Almindelig bjørneklo / Heracleum sphondylium subsp. sphondylium
DK Almindelig bjørneklo / Heracleum sphondylium subsp. sphondylium DK Almindelig bjørneklo / Heracleum sphondylium subsp. sphondylium DK Almindelig bjørneklo / Heracleum sphondylium subsp. sphondylium
Søldarfjørður, Eysturoy 22.07.2024

Les um plantuna her


(DK) Farve-Mammutblad Gunnera tinctoria ella møguliga ein blendingur (hybrid) millum G. tinctoria og G. manicata, sum verður kallaður Gunnera × cryptica

JURASSIC PARK - skriv á Facebook frá 05.10.2024

Hendan sæst nú fleiri staðni í náttúruni

Gunnera tinctoria

Á Hálsi, Tórshavn 19.10.2022

Gunnera tinctoria

Gunnera tinctoria Gunnera tinctoria Gunnera tinctoria Gunnera tinctoria

Klaksvík 01.06.2023

Gunnera tinctoria

Klaksvík 24.07.2024

Gunnera tinctoria

Gunnera tinctoria Gunnera tinctoria Gunnera tinctoria

Sandágerði 23.07.2023

Gunnera tinctoria

Gunnera tinctoria Gunnera tinctoria Gunnera tinctoria

Gunnera tinctoria

Hendan blóman í Gundadali hevði 86.700 fræ 30.08.2023

Gunnera tinctoria Gunnera tinctoria

Gundadalur 30.08.2023

Gunnera tinctoria Gunnera tinctoria

Gundadalur 16.11.2023

Gunnera tinctoria

Gundadalur 16.06.2024

Gunnera tinctoria

Gunnera tinctoria Gunnera tinctoria Gunnera tinctoria

Gundadalur 16.06.2024

Gunnera tinctoria

Hoydalur 01.09.2024

Les um plantuna, sum kann fáa upp til 250.000 fræ um árið

Írland er um at ganga undir í plantuni

Hon er eisini innræsin (invasiv) í Onglandi og Skotlandi

Tað eru fleiri ár síðan, at tað ikki longur var lov at selja plantuna í Europa


(DK) Vandpest Elodea canadensis

Elodea canadensis Elodea canadensis

Elodea canadensis Elodea canadensis Elodea canadensis

Elodea canadensis er helst ikki nøkur nýggj vatnplanta í Føroyum; men so vítt vit vita, er hon ikki skrásett her á landi fyrr. Rodmund á Kelduni fann tær fyrstu í Havnardali og við Toftavatn í 2021. 
“Vatnpest” er ein vanlig akvariuplanta, sum er nærum ógjørlig at sleppa av aftur við sambært Miljøstyrelsen.

Les skrivið hjá Miljøstyrelsen


(JP) Fuki (DK) Japansk hestehov Petasites japonicas

Petasites japonicas Petasites japonicas Petasites japonicas

Fuglafjørður 24.04.2021
Veksur í Fuglafirði og má verða undir eftirliti

(DK) Mor og barn (UK) Mother of thousands Tolmiea menziesii (Pursh) Torr. & A.Gray

Tolmiea menziesii

Tolmiea menziesii Tolmiea menziesii Tolmiea menziesii

Tolmiea menziesii Tolmiea menziesii Tolmiea menziesii

Hoydalur 18.06.2024

Tolmiea menziesii Tolmiea menziesii Tolmiea menziesii

Fuglafjørður 24.04.2021
Veksur í Rituvík, Miðvági, Fuglafirði og Tórshavn, og má tí verða undir eftirliti

Video um plantuna í Onglandi

Video um plantuna í Canada


Gulreyð smyrilsurt Pilosella aurantiaca (L.) F. W. Schultz & Sch. Bip.

Pilosella aurantiaca Pilosella aurantiaca

Tórshavn & Vestmanna

Pilosella aurantiaca Pilosella aurantiaca

Tórshavn 02.07.2021

Pilosella aurantiaca

Pilosella aurantiaca Pilosella aurantiaca Pilosella aurantiaca

Pilosella aurantiaca Pilosella aurantiaca

Uppi á Hálsi 14.06.2024
Gartnarin hevur vart gulreyðu smyrilsurtina, og sligið rundan um hana, meðan hann samstundis hevur kvett høvdið av øllum teimum føroysku blómunum. sum er føðin hjá kyktunum, sum smáfuglarnir liva av.
(Stendur ikki í bókini Føroysk Flora). Sæst nógva staðni kring landið, og má tí verða undir eftirliti

Postalínsblomstur Saxifraga umbrosa

Saxifraga umbrosa Saxifraga umbrosa Saxifraga umbrosa Saxifraga umbrosa

Kirkja, Fugloy 16.06.2016

16.06.2016

Hoyvík 03.07.2018

Saxifraga umbrosa

Hvítanes/Hoyvík 19.06.2019

Saxifraga umbrosa Saxifraga umbrosa

Frælsið, Tórshavn 27.06.2021
Postalínsblomstrið er kanska ikki nakar stórur vandi enn; men tað breiðir seg skjótt úti í náttúruni - serliga í bønum; men eisini í onkrum hamri, og má tí verða undir eftirliti.

Fuchsia Fuchsia magellanica Lam.

Fuchsia / Fuchsia magellanica

Fuglafjørður 22.08.2017
Fuchsia sæst í nógvum homrum kring landið, so nú vit skriva 2017, má hon roknast at vera vorðin invasiv.

Les um plantuna

_____________________________________________________
IKKI ER LÆTT AT VITA, NÆR, ELLA HVØR PLANTA GERST INNRÆSIN (invasiv)

Í 2014 segði býargartnarin Tórður í Hoyvik: "Eg havi starvast her í 30 ár, og øll hesi ár hava vit havt hesa plantu ymsastaðni kring um í kommununi", so garðaskøran er ikki nøkur nýggj planta her á landi. Les nærri her
Vit ánaðu ikki, hvussu vandamikil garðaskøran Alchemilla mollis var, fyrr enn nakrir danskir plantufrøðingar vitjaðu Føroyar í 2009. Teir peikaðu á plantuna og søgdu, hasa skulu tit ansa eftir, tí hon er vandamikil.
Vit fóru so runt í Tórshavn fyri at vita, hvussu nógva staðni hon vaks, og tá funnu vit bara onkra hendinga plantu – sum til dømis hasa stóru á okkara fyrstu mynd við Telegrafstøðina í Tórshavn.
Vit valdu so at ávara fólk, hóast onkur helt, at vit sóu trøll á ljósum degi, men longu árið eftir var plantan at síggja nógva staðni í Tórshavn. Síðan tá er hon farin um nærum alt landið. Tað vil siga, at garðaskøran var her í eini 30 ár, áðrenn hon gjørdist innræsin – og tað áttu vit at lært nógv av.
Vit vita ikki, nær fuchsian kom til landið, men man tað ikki vera um somu tíð sum garðaskøran, ella helst áðrenn?
Tað er ikki so langt síðan, vit og fleiri onnur løgdu til merkis, hvussu nógv knappliga var til av henni í homrum og gjáum nógva staðni norðanfjørðs, og tí eiga vit at vera á varðhaldi. Ólíka lættari er at skrykkja eina garðaskøru upp, enn at klintra í homrum og gjáum eftir fuchsium. Og ringu royndirnar við garðaskøruni áttu at hava lært okkum okkurt.
Men um eini 10 ár koma vit so at síggja fylgjurnar av fuchsiuni ...

Uppi við høllina á Nabb 01.07.2018

01.07.2018 01.07.2018

Her hevur Tórshavnar kommuna nýliga sett fuchsiur niður, hóast hon breiðir seg úti í náttúruni

Tórshavn 29.06.2018 Tórshavn 29.06.2018

Tvørgøta og Rabarbukvarterið í Tórshavn 29.06.2018 - fuchsian fræar seg sjálva og sæst um allan býin

Tórshavn 10.10.2019

Tann sama fuchsian 10.10.2019 - nú er hon vaksin upp um garðin

_____________________________________________________________________________

Jóhan Petur Berg, býargartnari í Fuglafirði, tosar um fuchsiu í útvarpstíðindunum 05.05.2018
Hoyr sendingina her
_____________________________________________________
Hvítanes 11.07.2018
Hvítanes 11.07.2018
Hvítanes, Streymoy 14.06.2020

Hvítanes, Streymoy 14.06.2020 Hvítanes, Streymoy 14.06.2020 Hvítanes, Streymoy 14.06.2020

____________________________________________________________________________________________

28.06.2018 var Jens-Kjeld í sendingini Summarmorgun, har hann tosaði um óynsktar innfluttar verur og plantur

Hoyr sendingina her

_____________________________________________________
Fram við landsvegnum til Fuglafjarðar 15.09.2018

Fuglafjørður 15.09.2018 Fuglafjørður 15.09.2018

_____________________________________________________
Kunoy 17.09.2018

Kunoy 17.09.2018 Kunoy 17.09.2018 Kunoy 17.09.2018

Í Kunoy vaks fuchsia í einum garði, og haðani hevur hon helst kasta fræ í ánna og síðani oman í lendingina
_____________________________________________________
Miðbýurin í Tórshavn 16.06.2019

Miðbýurin í Tótshavn 16.06.2019

_____________________________________________________
Leynar 26.06.2019

Leynar 26.06.2019

Fuchsian veksur í berginum ...

Leynar 26.06.2019

Leynar 26.06.2019 Leynar 26.06.2019 Leynar 26.06.2019 Leynar 26.06.2019

Og í gjónni ...
Her hava havafólk tveitt greinar og annað, og her fer fuchsian um alt økið - hon er bæði í bønum og í gjónni.
_____________________________________________________
Tvøroyri 22.07.2019

Tvøroyri 22.07.2019 Tvøroyri 22.07.2019

Fuchsiur veksa alla staðni á Tvøroyri - ikki bara í gørðum; men eisini í bønum
_____________________________________________________
Tvøroyri 03.08.2019

Tvøroyri 03.08.2019

Fuchsian er á veg niðan í Hvannhagan

Tvøroyri 03.08.2019 Tvøroyri 03.08.2019 Tvøroyri 03.08.2019 Tvøroyri 03.08.2019

Tvøroyri 03.08.2019 Tvøroyri 03.08.2019 Tvøroyri 03.08.2019 Tvøroyri 03.08.2019

Tvøroyri 03.08.2019

Eingjardanadái (DK) Engbrandbæger) Jacobaea vulgaris, syn. Senecio jacobaea L. Gaertn.

Jacobaea vulgaris

Jacobaea vulgaris Jacobaea vulgaris Jacobaea vulgaris

Fuglafjørður 22.08.2017
Jacobaea vulgaris Jacobaea vulgaris Jacobaea vulgaris
23. august 2017: Eingjardanadái Jacobaea vulgaris veksur nú í Trongisvági, Miðvági, Klaksvík, Fuglafirði og Sørvági.
Keðiligt at hoyra, at eingjardanadái Jacobaea vulgaris nú eisini sæst fleiri staðni í føroysku náttúruni. Hesar myndinar eru tiknar í Hósvík í 2014; men í dag, 02.09.2016, fingu vit eisini myndir sendandi frá Rodmund á Kelduni úr Sørvági av somu plantu.
Plantan er sera vandamikil fyri eitt nú ross og neyt, og hon breiðir seg meira og meira í Dannmark. Tað er ikki meira enn góður mánaði síðan 2 ross í Thy í Danmark doyðu, tí tey høvdu etið av plantuni.

Les meira um donsku rossini

____________________________________________________________________________
21. september 2022: Nú veksur eingjardanadái Jacobaea vulgaris eisini mitt í Tórshavn.

Jacobaea vulgaris

Jacobaea vulgaris

Tórshavn 21.09.2022

Jacobaea vulgaris Jacobaea vulgaris Jacobaea vulgaris

Tórshavn 19.10.2022

Jacobaea vulgaris

Tórshavn 30.08.2023
Les um plantuna

(DK) Japansk pileurt Reynoutria japonica Houtt.

Reynoutria japonica

Reynoutria japonica Reynoutria japonica Reynoutria japonica
Japansk pílaurt og laksaber (sponsk hindber) vaksa lið um lið í einum gomlum hava í Nólsoy í juni 2015
_____________________________________________________
Á Váli og í Vestmanna 29.06.2017
Reynoutria japonica Reynoutria japonica Reynoutria japonica
_____________________________________________________
Tvøroyri 14.08.2019

Reynoutria japonica Reynoutria japonica

Les um japansk pileurt

(DK) Skærmstenbræk Darmera peltata

Darmera peltata

Hoyvík 07.08.2020
Hendan stóra plantan sæst nógva staðni í náttúruni nú

Darmera peltata

Argir 31.07.2021

_____________________________________________________
Darmera peltata Darmera peltata Darmera peltata
Klaksvík 10.08.2015: Nú sæst hendan stóra plantan eisini í nógvum áum við Ánirnar á Borðoynni

Í 2017 varð plantan funnin úti Í Grøv.

 

Loðið hóvblað Tussilago farfara L.

Loðið hóvblað / Tussilago farfara L. Tórshavn 2010 Loðið hóvblað / Tussilago farfara L. Tórshavn 2010 Loðið hóvblað / Tussilago farfara L. Tórshavn 2010 Loðið hóvblað / Tussilago farfara L. Tórshavn 2010 Loðið hóvblað / Tussilago farfara L. Tórshavn 2010

Loðið hóvblað Tussilago farfara L. Tórshavn 2010
Loðið hóvblað / Tussilago farfara L. Tórshavn.
Tórshavn 10.04.2015: Nú breiðir lodna hóvblaðið seg oman millum lyngin niðan fyri Læknamiðstøðina í Gundadali...
Loðið hóvblað / Tussilago farfara L. Tórshavn. Loðið hóvblað / Tussilago farfara L. Tórshavn. Loðið hóvblað / Tussilago farfara L. Tórshavn.
Fyrst blómar loðna hóvblaðið, síðani koma bløðini fram
Garðaskøra / Alchemilla mollis (Buser) Rothm. Garðaskøra / Alchemilla mollis (Buser) Rothm. Garðaskøra / Alchemilla mollis (Buser) Rothm.
Og garðaskøran Alchemilla mollis (Buser) Rothm. tekur ímóti henni í hinum endanum 02.06.2015...
________________________________________________________
Læknamiðstøðin í Gundadali 17.04.2019
Her síggja tit, hvussu skjótt loðið hóvblað hevur breitt seg við Læknamiðstøðina í Gundadali í bara 4 ár
Loðið hóvblað / Tussilago farfara L. Tórshavn.
17.04.2019 vóru nærum eingi bløð at hóma.
Men bara 13 dagar seinni eru bløð alla staðni, og tey halda fram at vaksa og køva tær føroysku upprunablómurnar
Loðið hóvblað / Tussilago farfara L. Tórshavn.
Loðið hóvblað / Tussilago farfara L. Tórshavn. Loðið hóvblað / Tussilago farfara L. Tórshavn. Loðið hóvblað / Tussilago farfara L. Tórshavn.
Læknamiðstøðin í Gundadali 30.04.2019
________________________________________________________
Læknamiðstøðin í Gundadali 23.09.2019
Her sæst tíðiliga, hvussu lodna hóvblaðið forðar ljósinum at koma framat føroysku upprunablómunum - her vanligum heiðalyngi. Og tí doyggja tær.
Loðið hóvblað / Tussilago farfara L. Tórshavn. Loðið hóvblað / Tussilago farfara L. Tórshavn.
Garðaskøran og fuchsia taka ímóti í niðara endanum
Garðaskøra / Alchemilla mollis Fuchsia / Fuchsia magellanica Garðaskøra / Alchemilla mollis

Loðið hóvblað / Tussilago farfara L.

Læknamiðstøðin í Gundadali 30.08.2023
________________________________________________________
Klaksvík
Loðið hóvblað / Tussilago farfara L. Klaksvík. Loðið hóvblað / Tussilago farfara L. Klaksvík.
Loðið hóvblað / Tussilago farfara L. Klaksvík. Loðið hóvblað / Tussilago farfara L. Klaksvík.Loðið hóvblað / Tussilago farfara L. Klaksvík.
Loðið hóvblað trívist best undir vánaligum umstøðum - í vátari og kleiggjutari mold, í skugga eins væl og í sól, á skráningum eins væl og á flatum. Vil man tí til lívs, skal man bara velta moldina og taða hana væl. Loðið hóvblað breiðir seg undir mold - eins og kirkjubøsóljan, og er tí sera vandamikið. Loðið hóvblað fær eisini síðusprot (avleggarar), og um man roynir at grava plantuna upp, og av óvart kvettir eitt síðusprot av, kemur ein nýggj planta, tí kann hon verða sera trupul at sleppa av aftur við. Loðið hóvblað sæst nógva staðni í Tórshavn, so man skal vera á varðhaldi.
Vitjar ein til dømis í Klaksvík - og serliga í Norðhavnini, sær man, hvussu eitt lendi kann koma at síggja út, um man ikki ansar eftir.
________________________________________________________________________________

Nýggjur bløkumølur fyri Føroyar Platyptilia gonodactyla Den. & Schiff. funnin á Viðareiði

Hann hevur fingið navnið hóvblaðsbløkumølur

Platyptilia gonodactyla Den. & Schiff Platyptilia gonodactyla Den. & Schiff Platyptilia gonodactyla Den. & Schiff

25. juli 2014 fangaði Gert Norðoy, Viðareiði, ein nýggjan bløkumøl fyri Føroyar á Viðareiði. Tað finnast fleiri bløkumølasløg, so eg sendi myndir av honum til firvaldaserfrøðingin Ole Karsholt, som beinan vegin kundi siga, at talan var um ein Platyptilia gonodactyla Den. & Schiff.
Ormveran hjá hesum bløkumølinum livir á lodnum hóvblaði Tussilago farfara. Av tí at hesin er tann fyrsti av slagnum, ið er funnin í Føroyum, kann ikki sigast við vissu, um hann er klaktur her á landi; men loðið hóvblað breiðir seg sum ein invasiv plága, líka sum garðaskøran Alchemilla mollis, so hesin nýggi bløkumølurin kann saktans verða klaktur her – vit kunnu bara ikki prógva tað enn. Ormveran livir inni í stilkinum á lodna hóvblaðnum.

________________________________________________________

Ánirnar, Borðoy 10.08.2015
Klaksvík 10.08.2015: Nú sæst hendan stóra plantan eisini í nógvum áum við Ánirnar á Borðoynni
Loðið hóvblað, garðaskøra og laksaber (sponsk hindber) - 3 invasivar plantur lið um lið
Garðaskøra / Alchemilla mollis (Buser) Rothm.
Garðaskøra Alchemilla mollis (Buser) Rothm.

Jens-Kjeld Jensen og Sólbjørn Hansen Jens-Kjeld Jensen og Sólbjørn Hansen Jens-Kjeld Jensen og Sólbjørn Hansen

Jens-Kjeld Jensen og Sólbjørn Hansen standa upp til kníggja í innræsnum (invasivum) plantum - her serliga loðið hóvblað - sum eru við at hertaka alla Klaksvíkina
________________________________________________________
Klaksvík 21.04. & 22.06.2022

Loðið hóvblað / Tussilago farfara L. Klaksvík. Loðið hóvblað / Tussilago farfara L. Klaksvík.

Á tí sennu myndini sæst tíðiliga, hvussu lodna hóvblaðið forðar ljósinum at koma framat føroysku upprunablómunum

_______________________________________________________

Loðið hóvblað Tussilago farfara L.
Sandur 25.07.2017

Loðið hóvblað / Tussilago farfara L. Sandoy

Loðið hóvblað veksur eisini í Sandoynni. Myndin er tikin við bygningin hjá Landsverk á Sandi

________________________________________________________

Leynar 18.09.2018

Loðið hóvblað  (Tussilago farfara L.), Leynar 18.09.2018 Loðið hóvblað  (Tussilago farfara L.), Leynar 18.09.2018

Øgiliga keðiligt a síggja loðið hóvblað, so gott sum alla staðni, Landsverk ella kommunur hava arbeitt.
Fræ frá plantuni verða koyrd kring alt landið úr teirra moldgoymslum.
________________________________________________________
Hvítanes 07.08.2020

Loðið hóvblað  (Tussilago farfara L.), Hvítanes 07.08.2020 Loðið hóvblað  (Tussilago farfara L.), Hvítanes 07.08.2020 Loðið hóvblað  (Tussilago farfara L.), Hvítanes 07.08.2020

Loðið hóvblað veksur nærum upp gjøgnum heilt - bara ein lítil riva, so er tað har
(DK) Laksebær Rubus spectabilis (sponsk hindber)
DK Laksebær / Rubus spectabilis

DK Laksebær / Rubus spectabilis DK Laksebær / Rubus spectabilis DK Laksebær / Rubus spectabilis

Laksaber kann skjótt gerast ein trupulleiki hjá øllum havaáhugaðum, tí røturnar breiða seg undir mold. Kvettir man eina rót av og tveitir hana til síðis, festir hon røtur, skjótari enn man trýr. Áðrenn man veit av, kann ein vanligur "hekkur" hava yvirtikið allan havan.

Influtt útlendsk (invasive) Kopardúnurt Epilobium komarovianum s.l. Lév.

Epilobium komarovianum s.l Epilobium komarovianum s.l Epilobium komarovianum s.l
Hoyvík 2011
Her er aftur talan um eina innræsna (invasiva) og vandamikla plantu úr New Zealandi, sum kann breiða seg skjótt, ansar man ikki eftir. Skrykki hana upp við rót, um tit síggja hana.

Kopardúnurt Epilobium komarovianum s.l. Lév.

Epilobium komarovianum s.l Epilobium komarovianum s.l

Glyvursnes 02.08.2015

Epilobium komarovianum s.l Epilobium komarovianum s.l Epilobium komarovianum s.l

Hvítanes 14.06.2020

Epilobium komarovianum s.l

Epilobium komarovianum s.l Epilobium komarovianum s.l Epilobium komarovianum s.l Epilobium komarovianum s.l

Velbastaður 12.08.2020

Influtt útlendsk innræsin (invasiv) Garðaskøra Alchemilla mollis (Buser) Rothm., sum breiðir seg um alt landið

Garðaskøra / Alchemilla mollis (Buser) Rothm.

Frælsið 09.08.2020

Garðaskøra / Alchemilla mollis (Buser) Rothm.

Tórshavn 31.05.2024 - størsta blaðið, eg higartil havi sæð á garðaskøru

Garðaskøra / Alchemilla mollis

Frælsið 09.08.2020

Garðaskøra / Alchemilla mollis (Buser) Rothm. Garðaskøra / Alchemilla mollis (Buser) Rothm.
Garðaskøra / Alchemilla mollis (Buser) Rothm. Garðaskøra / Alchemilla mollis (Buser) Rothm.
Tórshavn juni 2009
Garðaskøra / Alchemilla mollis (Buser) Rothm.
Tórshavn 22.08.2010
Garðaskøra / Alchemilla mollis (Buser) Rothm. Garðaskøra / Alchemilla mollis (Buser) Rothm. Garðaskøra / Alchemilla mollis (Buser) Rothm.
Tórshavn 02.06.2015
Garðaskøra / Alchemilla mollis (Buser) Rothm. Garðaskøra / Alchemilla mollis (Buser) Rothm.
Tvøroyri, Suðuroy 31.05.2014

Hendan stóra útlendska innræsna (invasiva) garðaskøran Alchemilla mollis (Buser) Rothm. breiðir seg við fúkandi ferð kring alt landið. Hon er sera vandamikil, tí hon drepur alt rundan um seg og er ikki til at sleppa av aftur við. Hon fer helst eisini at oyða flestu uppruna føroysku skørurnar. Hon sæst nú um alla Havnina - sjálvt í Viðarlundini, har gartnarin hevur sligið varliga rundan um hana, í staðin fyri at koma henni til lívs. Onkur hevði sett hana niður í blómukassar - helst tí tey ikki vita betur; men um ikki ansa verður eftir, verður einki annað í urtagarðinum um heilt stutta tíð...

Garðaskøran er ikki nøkur nýggj planta í Føroyum:

Les nærri á síðu 38

Alchemilla mollis
Ánirnar, Borðoy 10.08.2015
Man hevur alla tíðina hildið, at seyður ikki etur garðaskøru; men garðaskøran sæst ikki omanfyri hegnið, har seyðurin gongur í Klaksvík. Vit høvdu ikki lagt hetta til merkis, fyrr enn Eskild Hansen vísti okkum á tað.

Alchemilla mollis Alchemilla mollis Alchemilla mollis

Ánirnar, Borðoy 02.08.2016

Alchemilla mollis Alchemilla mollis

Klaksvík 22.06.2022
Garðaskøra / Alchemilla mollis (Buser) Rothm.

Artsdatabanken í Noregi skrivaði um føroysku garðaskøruna longu í 2012

Kirkjubøsólja Ranunculus ficaria

Kirkjubøsólja / Ranunculus ficaria

Kirkjubøsólja / Ranunculus ficaria
Tórshavn 2021
Kirkjubøsólja / Ranunculus ficaria Kirkjubøsólja / Ranunculus ficaria
Kirkjugarðurin á Svínaryggi, Tórshavn 26.05.2016
Kirkjubøsólja / Ranunculus ficaria
Kirkjubøsólja / Ranunculus ficaria Kirkjubøsólja / Ranunculus ficaria Kirkjubøsólja / Ranunculus ficaria Kirkjubøsólja / Ranunculus ficaria
Kirkjubøsólja / Ranunculus ficaria Kirkjubøsólja / Ranunculus ficaria Kirkjubøsólja / Ranunculus ficaria Kirkjubøsólja / Ranunculus ficaria
Hoyvík 2010
Kirkjubøsólja / Ranunculus ficaria
Tórshavn 2016
Kirkjubøsólja / Ranunculus ficaria
Tórshavn 2021
Helst innslødd umleið í 1953 og við at gerast vanlig. Er ógvuliga vandamikil, tí hon breiðir seg við sínum rótneti undir moldini. Kirkjubøsólja er á einum lista yvir 100 tær mest vandamiklu invasivu planturnar í heiminum.
Probably imported to the Faroe Islands around 1953, was very rare - now very common.
Ranunculus ficaria is a perennial plant and spring ephemeral. It only lasts above ground for a short period of time before leaf-out of the forest canopy of moist forested floodplains and some drier upland areas (in North America), and spends much of the year underground as thickened tubers. It starts growing earlier in the season than most spring ephemerals in North America and is far more aggressive in its use of space, thus forming extensive carpets in natural areas and crowding out native plants. The seeds ripen early and the entire plant dies back by early summer, but not before it has developed numerous tubers in which it has stored energy for early growth the next year. It has been put on the list of the 100 most dangerous invasive global plants.

Reference: Charlie Kellog

Les um kirkjubøsólju

Blettut apublóma Erythranthe guttata

Tað fyrsta, vit vita um apublómu í Føroyum, er hetta:
Hanna Einarsson Nielsen fortaldi okkum í 2020, at Laura Einarsson hevði apublómuna við heim til Rituvíkar av Bakkafjørðinum í Íslandi í 1926.

Les meira um tað á síðu 9 í hesi greinini

Blettut apublóma / Blettut apublóma / Erythranthe guttata. Saksun 2014
Saksun 07.07.2014
Blettut apublóma / Blettut apublóma / Erythranthe guttata. Toftavatn, Eysturoy 2014 Blettut apublóma / Blettut apublóma / Erythranthe guttata. Toftavatn, Eysturoy 2014 Blettut apublóma / Blettut apublóma / Erythranthe guttata. Toftavatn, Eysturoy 2014 Blettut apublóma / Blettut apublóma / Erythranthe guttata. Toftavatn, Eysturoy 2014
Toftavatn, Eysturoy 05.07.2014
Blettut apublóma / Erythranthe guttata. Húsavík, Sandoy 2014
Húsavík, Sandoy 31.07.2014
Blettut apublóma / Erythranthe guttata. Húsar, Kalsoy 2014 Blettut apublóma / Erythranthe guttata. Húsar, Kalsoy 2014 Blettut apublóma / Erythranthe guttata. Húsar, Kalsoy 2014
Húsar, Kalsoy 28.06.2014

Eysturoy 22.07.2024

Eysturoy 22.07.2024 Eysturoy 22.07.2024 Eysturoy 22.07.2024

Eysturoy 22.07.2024

Eysturoy 22.07.2024
(Hetta er fyrstu ferð, at vit hava sæð og kunna prógvað, at plantan hevur sett fræ mitt í eitt berg)
Blettut apublóma / Erythranthe guttata. Eiði 04.07.2009.
Eiðiskollur 04.07.2009
Blettut apublóma / Erythranthe guttata.
Svartifossur, Tórshavn 12.07.2009
Blettut apublóma / Erythranthe guttata. Blettut apublóma / Erythranthe guttata. Blettut apublóma / Erythranthe guttata. Blettut apublóma / Erythranthe guttata. Blettut apublóma / Erythranthe guttata.
Blettut apublóma / Erythranthe guttata. Blettut apublóma / Erythranthe guttata. Blettut apublóma / Erythranthe guttata. Blettut apublóma / Erythranthe guttata. Blettut apublóma / Erythranthe guttata. Blettut apublóma / Erythranthe guttata.
Apublóman er kanska ikki nakar stórur vandi enn; men hon breiðir seg skjótt úti í náttúruni - bæði í áum og í bønum, og má tí verða undir eftirliti.
Reyð apublóma Mimulus sp.

Reyð apublóma (Mimulus) sp. Reyð apublóma (Mimulus) sp. Reyð apublóma (Mimulus) sp.

Tórshavn 16.07.2023: Helst ein havaplanta, sum nú er løgst út í náttúruna í Havnardali

Les um apublómuna

NOBANIS (European Network on Invasive Alien Species)

HETTA MARGFELDI KANN VERÐA SØGA, ÁÐRENN VIT VITA AV!

Summarblómur / Sommerblomster / Summer flowers

Copyright ©Jens-Kjeld Jensen
All Rights Reserved