STØÐAN HJÁ BÚFUGLINUM 2020 - YNGLESÆSONEN 2020 - THE BREEDING SEASON 2020

STØÐAN HJÁ BÚFUGLINUM Í 2020

Støðan hjá búfuglinum í 2019

Aftur til heimasíðuna

Jens-Kjeld Jensen, fuglaútstappari, Nólsoy.
 

2020 varð eisini eitt løgið ár, men fleiri glottar vóru at sjá, eins og tey trý undanfarnu árini. Plantuætið kom ikki rættiliga fyri seg fyrr enn seint í august; men nøgdirnar vóru smáar.
Flestu av búfuglunum ivaðust, um tað í heila tikið kundi betala seg at fara at reiðrast, og tí var úrslitið langt undir miðal. Nakað kom tó undan hjá flestu av fuglasløgunum.

Nólsoy 29.05.2010
Hetta er støðan hjá vanligastu fuglasløgunum:

Lómur / Gavia stellata

Lómurin: Fleiri pør fingu ungar í ár, so sum heild er ein lítil framgongd at síggja hjá teimum 30-35 pørunum.

Lómur / Gavia stellata

Náti / Fulmarus glacialis

Nátin: Í økinum, har eg telji náta í Nólsoy, kom 0,32 pisa undan í hvørjum reiðri. Tað eru undir miðal, men tó hampuligt; men stovnurin er enn í støðugari minking, og tað hevur hann verið líka síðan umleið ár 1900.
Veðrið var keðiligt, tá ungarnir komu á sjógv seinast í august og í byrjanini av september, so færri ungar enn vanligt vórðu tiknir. Út frá tølunum eg havi, vil eg meta, at umleið 35-40.000 unger vórðu tiknir í 2020, og tað nøktaði als ikki ikki eftirspurningin.


Súla / Morus bassana

Súlan sum livir av størri fiski sum makreli og sild, hevði aftur eitt metár. Men ungarnir komu umleið 8-10 dagar seinni enn vanligt, og tí vórðu ongar grásúlur tiknar á Flatadrangi í ár.
28.08.2020 vórðu 545 grásúlur tiknar á Mykineshólmi. Seinastu árini hevur man í miðal tikið 418 grásúlur hvørt ár.

Sand eels

Skarvur / Phalacrocorax aristotelis

Skarvur: Ongin nærri kanning av skarvastovninum er gjørd, men 15. september 2020 sóust so gott sum eingir skarvsungar nakra staðni kring landið, so 2020 má roknast sum tað versta árið í fleiri áratíggju hjá føroyska skarvinum.


Æða / Somateria mollissima faeroeensis

Æðan hevði aftur eitt stak vánaligt ár í 2020, so stovnurin er enn í fríum falli. Nakrir fáir ungar hava verið at sæð, júst sum seinastu mongu árini. Stovnurin í Nólsoy er minkaður við eini helvt síðan 2005.


Tjaldur / Haematopus ostralegus

Tjaldur: Í nógv ár hevur støðan hjá okkara tjóðfugli tjaldrinum verið ógvuliga vánalig, og ringa støðan heldur fram. Í 1981 vóru 214 tjaldurspør í Nólsoy, meðan bert 30 pør royndu at reiðrast í 2019. Nú í 2020 sást ikki ein einasti ungi í Nólsoy.
Aðra staðni í landinum treivst tjaldrið betri; men sum heild má sigast, at stovnurin hevur tað vánaligt.


Lógv / Pluvialis apricaria ♀

Lógv og spógvi: Enn gongur bara frámá hjá lógv og spógva, og serliga hjá spógvanum.

Spógvi / Numenius phaeopus. Eiðiskollur 15.06.2013

Helsareyði / Phalaropus lobatus

Helsareyði: Framgongdin hjá helsareyði heldur fram. Nógvir hava verið at sæð við smá vøtn runt landið, har teir ikki hava verið at sæð áður. Vónandi heldur hendan støðan fram, aftaná so mong ring ár hjá helsareyðanum.
Í 2020 tók Hanna Joensen eina mynd á Sandi, har 48 helsareyðar vóru á somu mynd.


Likka / Larus fuscus graellsii

Likkan og fiskimásin fingu fáar ungar undan í ár. Stovnarnir eru nógv minkaðir og tykjast vera komnir niður aftur á tað støði, teir vóru á, áðrenn øll flakavirkini komu. Ein av orsøkunum er eisini, at lossiplássini kring landið eru horvin.
Svartbakurin hevur enn einaferð havt eitt gott ár, og stovnurin sær út til at hava tað gott.


Rita / Rissa tridactyla

Ritan hevur aftur havt eitt løgið ár. Í byrjanini sá alt gott úr, men móti endanum av verpingartíðini hevði ritan ilt við at finna føði til pisuna. Slett eingin ungi kom undan í flestu av bølunum, men onkur hendinga ungi kom undan í onkrum bøli.
Ritustovnurin er minkaður við einari helvt seinastu 30 árini. Í Onglandi og Írlandi minkaðu stovnarnir við 63% frá 1986 til 2014, og alt bendir á, at støðan er tann sama her á landi.


Terna / Sterna paradisaea

Ternan: 2020 gjørdist enn eitt lagnuár hjá ternuni. Eg ivist, um nøkur ternupisa náddi at koma so væl fyri seg, at hon kundi fara langa túrin til Vesturafrika, har hon er í vetrarvist.


Lomvigi / Uria aalge

Lomvigin: Lomvigin sá út til at klára seg gott í ár; men eingii neyv tøl eru tøk.
Lomvigarstovnurin er óhugnaliga lítil í mun til tað, hann var fyri umleið 55 árum síðani. Vit hava einans umleið 85.000 pør.
Vónirnar í Noregi eru heldur ikki bjartar. Robert T. Barrett heldur, at lomvigin er útdeyður í Noregi um 50 ár.


Álka / Alca torda

Álka: Ongar fráboðanir finnast.


Teisti / Cepphus grylle faeroeensis

Teisti: Teistin tykist hava tað gott flestu støð í landinum, og serliga í Norðoyggjum.


Lundi / Fratercula arctica grabae

Lundin: Meginpartin av juli og til um miðjan august sóust lundar koma við alt ov smáari nebbasild til pisurnar; men seinast í august komu tær við tí røttu nebbasildini, sum var umleið 8-10 cm til støddar. Fyrstu pisurnar sóust seinast í august og í fyrra helmingi av september. Man kann ikki siga, at teir fáu lundarnir, sum enn eru eftir, høvdu eitt gott ár, men sum tíðirnar eru, telur hvør pisa. Pisurnar sóust 1 mánað seinni enn vanligt, júst sum í 2019.
Lundastovnurin er minkaður óhugnaliga nógv seinastu 30-40 árini. Men hóast flestu føroyingar meta lundan at vera hóttan, og hóast hann eisini er á reyðlistanum yvir hóttar fuglar, vórðu minst 5000 lundar fleygaðir kring landið í 2020.


Kvørkveggjusteggi / Turdus merula ♂

Kvørkveggja: Stovnurin gongur enn frámá, síðani hann var í hæddini fyrst í 2000. Eitt tíðarskeið minkaðii stovnurin ógvusliga; men nú veksur hann aftur.
Eins og í øðrum londum verða alt ov nógvir ungar og vaksnar kvørkveggjur dripnar av leysum kettum, sum er ein óloystur trupulleiki í 13 av okkara 18 oyggjum.


Ljósur stari ( leucoides) / Sturnus vulgaris faroensis

Stari og gráspurvur: Báðir høvdu tað gott í ár og fleiri starar vurpu tvær ferðir. Fyrstu ungarnir hjá gráspurvinum komu ikki undan hjá flestu av pørunum, men tað gjørdu teir næstu, og okkurt par fekk eisini triðju urptina á veingirnar.


Steinstólpa / Oenanthe oenanthe ♀

Steinstólpa, grátítlingur og músabróðir: Eingi tøl eru tøk.


Plantuplankton

Les nærri á leinkjuni niðriundir

Havstovan (The Faroe Marine Research Institute (FAMRI))

YNGLESÆSONEN I 2020

Ynglesæsonen 2019

Retur til hjemmesiden / Retur til toppen

Jens-Kjeld Jensen, konservator, Nólsoy.
 

2020 blev også et mærkeligt år, men med flere lyspunkter, lige som de tre tidligere år. Planteplanktonen kom først engang sent i august, men det blev ikke til de store mængder.
Det var tydelig at se på de fleste havfugle, at de var i tvivl, om de skulle yngle eller lade være. Resultatet blev et yngleår langt under middel, men der kom trods alt unger på vandet hos de fleste af arterne.

Nólsoy 29.05.2010
Sådan er situationen for de almindeligste arter:

Lómur / Gavia stellata

Rødstrubet lom: Flere par fik unger på vingerne og som helhed må den rødstubede lom siges at være i en lille fremgang med ca. 30-35 ynglepar.

Lómur / Gavia stellata

Náti / Fulmarus glacialis

Mallemukken: I området på Nólsoy, hvor jeg tæller mallemukkerne, kom der 0,32 unge pr. rede, og det er lidt under middel. Ynglebestanden er gået jævnt tilbage siden omkring 1990, men nu i 2020 ser bestanden dog ud til at have stabiliseret sig.
Vejret sidst i august og først i september var præget af megen blæst, og derfor var antallet af unger, som blev fanget på vandet, forholdvis lavt. Ud fra de tal jeg har, vil jeg vurdere, at der blev taget mellem 35.000 og 40.000 unger. Denne mængde dækkede slet ikke efterspørgslen.


Súla / Morus bassana

Sulen: Igen en meget fint år for sulen, som lever af større fisk som makrel og sild. Ungerne var 8-10 dage senere end normalt, og derfor blev der ikke taget nogen suleunger på Flatadrangur i år.
28. august 2020 blev der taget 545 suleunger på Mykineshólmi. I gennemsnit har man i de senere år taget 418 unger om året.

Sand eels

Skarvur / Phalacrocorax aristotelis

Topskarv: Ingen nærmere undersøgelse eller tal foreligger, men 15. september sås meget få ungfugle rundt om ved øerne, så 2020 må være det dårligste år for topskarven i de sidste flere årtier.


Æða / Somateria mollissima faeroeensis

Edderfuglen: Bestanden ser ud til at være i frit fald og kun få unger har været at se, lige som de senere mange år. Bestanden på Nólsoy er halveret siden 2005.


Tjaldur / Haematopus ostralegus

Strandskaden: I en hel årrække har strandskaden haft en meget dårlig ynglesucces, og det ser ud til at forsætte. I 1981 var var 214 par på Nólsoy, mens kun 30 par gjorde yngleforsøg i 2019. I 2020 var der ingen unger på Nólsoy.
Andre steder i landet havde strandskaden det bedre; men som helhed kan man ikki sige andet, end at bestanden har det dårligt.


Lógv / Pluvialis apricaria ♀

Hjejle og lille regnspove: Det ser ud til at gå fremad med bestanden, efter en stor nedgang. Især lille regnspove ser ud til at gå frem - lige som den har gjort i de senere år. 

Spógvi / Numenius phaeopus. Eiðiskollur 15.06.2013

Helsareyði / Phalaropus lobatus

Odinshøns: Endnu et godt yngleår for bestanden og arten sås også rundt om på øerne ved små søer, hvor de ikke har været at se i mange år. Så efter den meget store nedgang, ser det nu lysere ud for denne bestand.
Sommeren 2020 tog Hanna Joensen et fotografi på Sandoy, hvor der var 48 odinshøns på samme foto.


Likka / Larus fuscus graellsii

Sildemågen og sølvmågen fik få unger på vingerne i år.  De to arter er gået meget tilbage og er nu på et normalt niveau, efter at alle lossepladser er lukkede, og intet affald kommer fra fiskefabrikkerne.
Svartbagen har haft et meget fint år - lige som i de senere år og bestanden ser ud til at have det godt. 


Rita / Rissa tridactyla

Riderne har igen i år haft et mærkeligt år. I starten så alt godt ud, men hen imod slutningen af ynglesæsongen havde riderne svært ved at finde føde til ungen. Der kom slet ingen unger i flere kolonier, medens der kom nogle enkelte unger på vingerne i andre kolonier. Alt i alt et meget dårligt år for riderne
Bestanden af rider er halveret i de sidste 30 år. I England og Irland er bestanden gået tilbage med 63% mellem 1986 og 2014, og der er ikke noget som tyder på, at situationen er anderledes på Færøerne.


Terna / Sterna paradisaea

Havternen: 2020 blev også et katastrofe år for havternerne. Jeg er i tvivl om nogen unge overhovedet blev klar til at flyve til deres overvintringsområde ved Vestafrika.


Lomvigi / Uria aalge

Lomvien: Lomvien så ud til at klare sig ret godt, men ingen præcise tal foreligger.
Lomviebestanden er blevet katastrofalt lille, siden nedgangen begyndte for omkring 55 år siden. I dag tæller den færøske lomviebestand kun omkring 85.000 ynglepar.
I Norge ser situationen heller ikke ud til at være lys. Robert T. Barrett mener, at der er fare for at lomvien er uddød i Norge om 50 år.


Álka / Alca torda

Alk: Ingen information findes.


Teisti / Cepphus grylle faeroeensis

Tejsten ser ud til at have det godt i størstedelen af landet, især på nordøerne.


Lundi / Fratercula arctica grabae

Lunden: I det meste af juli og første halvdel af august sås lunderne komme med alt for små tobiser til deres unger, men sidst i august havde tobiserne normal størrelse, det vil sige mellem 8-10 cm. De første unger sås i de sidste dage af august og i første halvdel af september.
Man kan ikke sige, at det var et godt yngleår for de få lunder, som er igen; men som tiderne er nu, må vi være tilfredse med denne ynglesucces. Og det var 1 måned senere end normalt, akkurat som i 2019.
Trods lunden bliver betragtet som truet på Færøerne og er rødlistet, flejede man alligevel op imod 5000 lunder i år.


Kvørkveggjusteggi / Turdus merula ♂

Solsorten er i stadig fremgang, siden bestanden toppede først i dette århundrede. I en periode var der en kraftig nedgang i bestanden, men nu ser den ud til at være i fremgang igen. Men som i andre lande bliver mange voksne solsorte og unger taget af løstgående katte, som er et uløst problem på 13 af de ialt 18 øer, som Færøerne består af.


Ljósur stari ( leucoides) / Sturnus vulgaris faroensis

Stær og gråspurv: Stærene havde en god ynglesæsong, mange par fik to kuld unger. Gråspurvene mistede det første kuld unger over det meste af landet, men det gik godt med det andet kuld, og enkelte par klarede endda at få et tredie kuld.


Steinstólpa / Oenanthe oenanthe ♀

 

Stenpikker, skærpiber og gærdesmutte: Ingen data foreligger.

 


Plante plankton

Læs mere under linket nedenunder

Havstovan (Færøernes Havbiologiske Institut (FAMRI))

THE BREEDING SUCCES FOR THE SEABIRDS IN 2020

The breeding success for the seabirds in 2019

Return to website / Return to top

Jens-Kjeld Jensen, taxidermist, Nólsoy.
 

2020 was yet another strange year, but it had several more brighter spots to see, as the last 3 years. The plant Plankton came late in August, but in a small amount.
You could clearly see that most of the seabirds had doubts whether to breed or not. The result was a breeding year well below average, but most of the species got chicks.

Nólsoy 29.05.2010
Here is a short introduction for the most common birds:

Lómur / Gavia stellata

The Red-throated Loon: Several pairs got their youngs on the wings, so one must say, that the Red-throated Loon is increasing with approximately 30-35 breeding pairs

Lómur / Gavia stellata

Náti / Fulmarus glacialis

Fulmar: I have been counting the Fulmars on Nólsoy in the same place for many years, and this summer the Fulmar had 0.32 chick in each nest, and that is below average
Still we must bare in mind, that the population of Fulmars in the Faroe Islands has declined since around 1990. However - in 2020 the population seems to have stabilized.
There was some windy days in late August and in the beginning of September, and that affected the hunt for young Fulmars on the sea, which ended in a number far lower than usual. I would estimate, that somewhere between 35-40.000 young Fulmars were caught. This quantity did not cover the demand at all


Súla / Morus bassana

The Gannet had another very good year since they feed from bigger fish as Mackarel and Herring. But the chicks came 8-10 days later than usual. Therefore no young Gannets were caught in Flatadrangur this year.
28. of August 2020 the men in Mykines caught approximately 545 young Gannets in Mykineshólmur. In average they have caught 418 young birds annualy in the late many years.

Sand eels

Skarvur / Phalacrocorax aristotelis

Shag: I have no information or numbers from 2020, but 15. September there were very few young Shags around the islands, so 2020 must have been the worst year in decades for the Shag.


Æða / Somateria mollissima faeroeensis

The Eider population is in great decline and only a few chicks were seen this summer. This has been the scenary for many years. The population has declined with 50 % since 2005.


Tjaldur / Haematopus ostralegus

Oystercatcher has had a very poor breeding success in a whole number of years, and it seems to contineau.
In 1981, there were 214 breeding pairs on Nólsoy, while only 30 pairs tried to breed in 2019. In 2020 there was no chick at all. The Oystercatchers were doing better in other places in the Faroe Islands, but the population is not doing well in general.


Lógv / Pluvialis apricaria ♀

Golden Plover and Whimbrel: Both seems to be doing better after many years of decline. Mainly the Whimbrel population seems to increase - as it has done for some years.

Spógvi / Numenius phaeopus. Eiðiskollur 15.06.2013

Helsareyði / Phalaropus lobatus

Red-necked Phalarope: The Red-necked Phalarope had a very good season. Many chicks were seen around small lakes around the islands, where they have not been seen for many years. The situation certainly looks brighter now for this little bird after so many years of decline.
In 2020 Hanna Joensen took a photograph in Sandoy, where there were 48 Red-necked Phalaropes in the same photo.


Likka / Larus fuscus graellsii

The Lesser Black-backed Gull and the Heering Gull had very few chicks this year. The two species have gone back a lot and are now at a normal level after all landfills are closed and no waste comes from the fish factories.
The Great Black-backed Gull had a very good year, and the population seems to be doing fine.


Rita / Rissa tridactyla

The Kittiwakes: 2020 was also a strange year for the Kittiwakes. At first everything looked fine, but towards the end of the breeding season the Kittiwakes had difficulties finding food for the chick. There were no chicks at all in several colonies, while a few chicks were fledged in other colonies. Overall, it was a very bad year for the Kittiwakes.
We must remember, that the population has halved in the last 30 years.
In England and Ireland, the population has declined with 63% between 1986 and 2014 and there are indications about, that the situation is the same in the Faroe Islands.



Terna / Sterna paradisaea

Arctic tern: 2020 was yet another catastrophic year for the Arctic tern. I doubt, that any chick managed to get fit enough to fly to the wintering area in West Africa.


Lomvigi / Uria aalge

The Guillemots: The Guillemots seemed to be doing fine in 2020, but no exact numbers are available.
The population has become catastrophically small since the decline began about 55 years ago. The Faroese Guillemot population is estimated to be only about 85.000 breeding pairs.
The situation in Norway is poor as well. Robert T. Barrett believes, that the guillemot will be extinct in Norway in 50 years.


Álka / Alca torda

Razorbill: No information exist.


Teisti / Cepphus grylle faeroeensis

The Black Guillemot seems to be doing well in the most of the Faroe Islands, and especially in the northern islands.


Lundi / Fratercula arctica grabae

The Puffins: Most of July and the first 14 days in August the Puffins brought some far too small sandeel's for their chick, but late in August the sandeel's had the right size which is 8-10 cm. The first chicks were seen in late in August and the first half of September. This was exactly 1 month later than usual and similar to as it was in 2019.
One can not say that 2020 was a good breeding year for the few puffins that are left, but as the times are now, we must be satisfied with this breeding success.
Although the Puffin is considered an endangered species in the Faroe Islands and also is on the Red List, some bird hunters caught about 5000 Puffins in the summer of 2020.


Kvørkveggjusteggi / Turdus merula ♂

Blackbird: The Blackbird population has been steadily increasing, since the population peaked first in this century. For a while there was a sharp decline in the population, but it seems to be increasing again.
As in other countries, many adult and young Blackbirds are killed by cats, which is an unsolved problem in 13 of the 18 islands in the Faroe Islands.


Ljósur stari ( leucoides) / Sturnus vulgaris faroensis

Starling and House sparrow: The Starlings had a good breeding season, many pairs got two broods. The House-sparrows lost the first brood in most of the country, but with the next brood it went just fine and a few pairs even managed to get a third brood.


Steinstólpa / Oenanthe oenanthe ♀

Wheatear, Rock pipit and Wren: No information at hand.


Plant plankton

Read more on the following link

Havstovan (The Faroe Marine Research Institute (FAMRI))

Copyright ©Jens-Kjeld Jensen
All Rights Reserved