GREIN Í ÓÐALSTÍÐINDUM MAI 2007

FUGLAKRÍM OG SMITTUVANDIN


Klikka á myndina og síggj hana í fullari stødd. Myndatekstur sæst við at peika á myndina við músini

Jens-Kjeld Jensen.

Við Jens-Kjeld Jensen

"Villar" tamgæs.

"Villar" tamgæs
Mynd: Petur Mortensen

"Spakar" villdunnur.

Spakar "villdunnur"

Mai 2007. Nú vit nærkast tí tíðini á árinum, har flytifuglurin fer at røra á sær, fara helst eisini tey, sum í vetur hava ligið í dvala og savna styrki, at røra á sær aftur. Tey síggja tað helst sum teirra einkarmál at skapa røring í og øsa fólk upp aftur av nýggjum, so at sama rok skal taka seg upp aftur, eins og síðsta summar.
Hesi ómetaliga “einsporaðu” - ella sum onglendingar siga “narrow minded” - fólk áttu at lagt sær í geyma, at sjúkur eru- hava verið og fara at verða, ið eru nógvar ferðir meira vandamiklar enn fuglakrím. Fyrr herjaði svarti deyði, og í skrivandi stund doyr eitt fólk av malaria, hvørja ferð 40 sekund fara framvið...

Høsnainfluenza
H5N1 er ein av teimum influenza virussunum, ið hevur eginleikan til at kunna umskapa seg til onnur vandamikil undirsløg; men tað finnast eisini onnur óteljandi influenza virus, sum ikka smitta menniskju, og sum eisini eru heilt óskaðilig fyri fuglin, sum er tann náttúrligi verturin.
H5N1 var staðfest longu í 1997, og síðani tá hava milliónir av fólkum verið í sambandi við smittaðan fugl, og hóast tað, eru bert nøkur fá vorðin sjúk og deyð av tí.
Vit hoyra heiti sum HPAI, H5N1, pandemier, høgar og lágar patagonar influenza virussir o.s.f.; men tá alt kemur til alt, er talan bert um eitt frábrigdi av tí gomlu og vælkendu sjúkuna høsnapest. Høsnapest hevur sín uppruna hjá heimafugli og smittar millum spakan heimafugl! Eingin veit um eitt einasta dømi, har nakar villur fuglur hevur smittað nakran spakan heimafugl!
Viðvíkjandi H5N1, so hevur smittan spjatt seg frá vanligum heimafugli til annan vanligan heimafugl. Tað fer fram ein heimsumfatandi søla av daggomlum høsnarungum og dunnuungum til eitt milliónavirði av krónum. Harumframt hevur sølan av heimafuglatø úr eitt nú Kina eitt stórt útflutningsvirði. Hetta tøð verður nýtt bæði til at taða jørðina við og til fiskafóður. Hesi tøð kunnu verða innflutt til Føroyar uttan at nakar gevur sær far um tað, og eingin føroysk lóg er, ið bannar tílíkum innflutningi.
Eingin villur fuglur ferðast frá Kina til Eysturevropa; men serliga á hesi leiðini fer sølan fram bæði av høsnar- og dunnuungum og heimafuglatø. Og tað er eisini júst á hesi somu rutu, at fuglakrímið hevur spjatt seg til lond, sum millum annað Kroatia og Grikkaland.
Nakað, ið klárt prógvar hesum er, at milliónir av villum fuglum ferðast frá Korea, Vietnam og Kina til Avstralia; men alíkavæl hava teir ikki havt nakra farsótt av H5N1. Og tað er bert av einari orsøk – at tað er bannað at flyta inn tøð og fugl til Avstralia!

Fuglainfluenzavirus trívist best í køldum stillum vøtnum!
Her á landi kann tað tá bert verða talan um nøkur fá vøtn og tjarnir, som i ringasta føri kunna verða fongdar við smittuni. Hin vegin kunnu tjarnirnar í Viðarlundini í Tórshavn roknast sum møgulig vandaøki; men tær eru lættar at tøma, verður talan um nakra fyribyrging.

Tann 11. apríl 2006 segði Bjørn Harlov í Degi og Viku, at um ein deyður fuglur var funnin, og talan varð um fuglakrím, fór øll veiða at verða bannað innan fyri 10 km. frá, har fuglurin var funnin, og at veiðubannið fór at verða í gildi í minst 60 dagar. Tað fór eisini at verða álagt øllum at hava teirra heimafugl undir taki. Hvussu kann mann taka eina danska lóg, og seta hana í gildi í Føroyum, tá hesi lond ikki kunnu samanberast á nakran hátt?

Í Danmark finst eitt ótal av villum antar- og høsnarfuglum, og í Føroyum eru eingir. Í Danmark hava teir fleiri sera stór heimafuglahald, og her á landi eru eingi. Í Danmark finnast í túsundatali av spøkum og villum dunnum, ið liva saman á vøtnunum, og hesi hava vit heldur ikki her á landi, og soleiðis kundi eg hildi framm!

Fyribyrging móti spjaðing av fuglakrími!
Um nú Europa aftur skuldi verið rakt av fuglakrími, eru ymisk serføroysk eyðkenni, ið eiga at verða gjølla kannaði og umhugsaði, áðrenn ein rúgva av annars nyttuleysum tiltøkum verða sett í verk!

Vit hava bert 1 høsnafarm/eggvirki her á landi, og tað er afturlatna eggvirkið á Velbastað.

1) Føroysku gæsnar ganga ofta saman tvær og tvær í haganum um summarið, júst sum villgæs. Tí ber ikki til at sammeta tær við ”tamgæs”. Tað finnast nógvar villgæs, ið eru so nógv spakari enn ”tamgæsnar”.
2) Høsn og dunnur finnast bert í smáum flokkum spreiddar yvir alt landið, og tí kann smittuvandin millum tær als ikki sammetast við smittuvandan millum eitt nú villdunnurnar í Viðarlundini í Tórshavn.
3) Landsdjóralæknin má hugsa um tann stóra lívfrøðisliga munin hjá teimum ymisku villu fuglunum viðvíkjandi teirra atferð, ferðingarmynstrum, etingarplássum og vali av lívsøkjum, og geva tí gætur.
4) Føroyar útflyta hvørki høsnarungar ella tøð, so um vit skuldu verið so óheppin at verða rakt av fuglakrími, hevur tað einki at siga fíggjarliga (sum tað eitt nú hevur í Danmark).

Hetta er so bert nøkur fá dømi, ið Landsdjóralæknin eigur at hava í huga, skuldi fuglakrím komið at verið staðfest í Føroyum.
Tað er als ikki nóg mikið, bert at seta eina danska kunngerð at verða í gildi í Føroyum, tí um tað var nóg mikið, kundi man eins væl spart starvið landsdjóralækni burtur, og í staðin sett eina kontórdamu at umseta allar tær donsku lógirnar og kunngerðirnar.
Ett minstakrav til ein landsdjóralækna má verða ein sjálvstøðugur hugsunarháttur og so evnini til at taka avgerðir út frá tí.

Sjálvandi skal Heilsufrøðisliga Starvsstovan halda fram við at kanna deyðan fugl – eins og tey hava gjørt í londunum kring okkum í mong ár. Og sjálvandi skulu landsins mynduleikar verða fyrireikaðir til eina heimsumfatandi umfarðarsótt, tí hóast tað ikki verður H5N1, so koma heimsumfatandi umfarðarsóttir at herja aftur – eins og Spanska sjúka og Hong Kong influenzain gjørdu tað í sínari tíð…

Tá eg hugdi at heimasíðuni hjá Heilsufrøðisligu Starvsstovuni, sá eg undir hesu slóðini: ”Gjørdar kanningar fyri fuglakrím”, at ein Náttugla úr Tórshavn var kannað. Hetta haldi eg vera sera áhugavert, tí eingin føroysk ugla finst, ið eitur náttugla! Og danska uglan, ið ber hetta heitið, er ongantíð funnin ella sædd her á landi.
Eisini skriva tey á starvsstovuni um Gravont - og hvat man tað so verða fyri ein fuglur? Eg kennist so ikki við nakran føroyskan fugl, ið eitur so!
Eg vil ikki beinleiðis siga, at tað styrkir um álit mítt á Heilsufrøðisligu Starvsstovuni, um tey kanna fugl, sum eingin kennist við…
Sambært Heilsufrøðisligu Starvsstovuni tann 11. maj 2006 er samlaði talið av heimafugli: 1747 dunnur, 2590 gæs, 2469 høsn, 6 svanar, 27 kalkunir, 2 æður, 310 dúgvur, 8 fasanar og 13 páfuglar.
Eg vil at enda viðmerkja, at tilsamans er hetta talið minni, enn hvat ein lítil bóndagarður hevur av fenaði í londunum kring okkum.
Hent slóð: http://www.fugleinfluenza.com/forside.htm


Copyright © Jens-Kjeld Jensen
All Rights Reserved