og
viltust bæði burtur,
úr bygd
og mannaeygum
eitt
lognarkvøld í mai
og gingu
tætt tilsamans
ígjøgnum
grønar dalir
og eftir
brúnum høvdum
so langt
so langt av leið.
í øllum
heimsins lutum
í luft
og mold og vatni
og
mannasálum rann,
tað var
sum túsund nálir
við
mjúkum silkibløðum
í okkar´
blóði spruttu
við
villum vakstrarlag.
Á vegnum
lomb og blómur
og
brostin egg í reiðri,
tað
leikaði og livdi
á vølli
og í mold.
Við
ungum, spentum sonsum
vit numu
vársins undur,
hvørt
bragd av lívi boðan
um lukku
og um ást.
Tú ikki
meir enn átjan
von sum
eitt fagurt landslag,
so
mjúkar likamslægdir
og bróst
so túgvurund,
títt hár
sum gras í bjørgum
ið
floymir út av torvu,
og hold
á hálsi tínum
av mold
og vætu reyk.
Og
varrar mínar trýstar
ímóti
hálsi tínum
tær
kendu blóðið spæla
títt
heita hjartaslag,
tá
gjørdist hendur mínar
sum
leysar frá mær sjálvum
og
leitaðu í blindum
at søtum
loyndum fram.
So runnu
sálir saman,
í bráðum
leiki brustu
og róku
út í rúmið
inniliga
í eind
sum sirm
og summarlýkka
og
tungur blómuangi –
ein flóð
úr teirri keldu
sum
lívið streymar úr.
Karsten Hoydal