RITUKVÆÐIÐ
Syrgilig
er henda søga,
gloymið
hana aldri meir,
um
tvey skip um fjørðin grøva,
sjúk
av ást, sum tú og fleir’.
Ritan
tekkilig og deilig
dandandi
á báru reið,
rund
og lendabreið og hyldlig,
vitjar
Skopun - Havnarkei.
Ternan
gloymdi sína rutu,
hvørja
ferð, ið Ritan sást.
Syngjandi
um bógvin brutu
aldur,
sungu bert um ást.
Uttan
fyri Havnarmola
hittust
tey so mangan dag.
Har
var gaman í at trola,
eingin
hevði nakað sæð.
Men
ein dag, tey aftur vendu,
Ternan
misti vald á sær:
Nevið
inn í Ritu rendi,
deyðiligur
kossur var.
Mikil
gangur, róp og skolan,
tá
ið Ritan sundur støkk,
deyðasærd
vann inn til molan,
har
hon sum ein steinur søkk.
Ritan
nú í Álakeri
fúnar,
neyðars hjartað brast.
:/:
Hetta tær tann læra veri:
Kyss
tú ongantíð ov fast :/:
Orð: Kjartan Hoydal · Lag: Elvira Madigan