TÚRAR VIÐ FERÐALEIÐARA TIL HEIMSINS STØRSTA DRUNNHVÍTABØLI Í NÓLSOY

Myndatekstur sæst við at peika á myndina við músini - klikka á myndina og síggj hana í fullari stødd

Tak niður føroyskan drunnhvítafaldara í PDF formati - A4 ella A5

Aftur til heimasíðuna

Nýggjurð, Nólsoy. Photo: Uri Golman

Photo: Uri Golman

Nýggjurð, Nólsoy. Photo: Uri Golman

Photo: Uri Golman

Nýggjurð, Nólsoy. Photo: Uri Golman

Photo: Uri Golman

Nýggjurð, Nólsoy. Photo: Uri Golman

Photo: Uri Golman

Nýggjurð, Nólsoy.
Hydrobates pelagicus.
Hydrobates pelagicus.
Nýggjurð, Nólsoy.

Drunnhvíti - Lille stormsvale - Storm Petrel - Havsvale - Sturmschwalbe - Océanite Tepête

Ferðaætlanin hjá Strandferðsluni á Nólsoyarleiðini

Kostnaður í 2017
Ferðaleiðari 1-2 ella 3 fólk 1500 kr.
Ferðaleiðari 4 fólk 1800 kr.
Ferðaleiðari 5 fólk 2100 kr.
Ferðaleiðari 6 fólk 2400 kr.
Ferðaleiðari 7 fólk 2700 kr.
Ferðaleiðari 8-15 fólk 3000 kr. íalt.
Hægst 15 fólk kunnu luttaka á túrinum.
Matur og ferðaútreiðslur til Nólsoyar eru ikki íroknaðir í kostnaðin.

Airbnb: Høvi er at bíleggja Airbnb hjá Sari Lesch í Nólsoy

Til ber at bíleggja Ból & Bita, og at tjalda og campera í Nólsoy. Setið tykkum í samband við Visit Nólsoy og fá meira at vita

Lýsing av túrinum: Fráferð úr Tórshavn kl. 18.00 (leygardag og sunnudag kl. 19.00).
Jens-Kjeld tekur ímóti tygum niðri við ferjuna í Nólsoy kl. 18.20.
Hann gevur eina stutta frágreiðing, og fylgir tygum síðani til húsið, har tygum skulu gista.
Tygum kunnu síðani gera, hvat tygum hava hug til - ganga ein túr í bygdini, ella fáa tygum ein lítlan blund.
Minnist til at ganga á gøtunum, verið farið út úr sjálvari bygdini.
Umleið ein tíma áðrenn sólsetur førir Jens-Kjeld tygum til heimsins størsta drunnhvítabøli.

Tað tekur umleið 1 tíma at ganga út til bølið, har tygum tann næsta 1-1½ tíman kunnu eygleiða hesar hugvekjandi náttarfuglarnar.

Minnist til at taka heit klæði, regnklæði og stivlar við.
Túrar verða gingnir frá 10. juni til 01. september sambært nærri avtalu.
 
Fyrivarni verður tikið fyri kostnaðarbroytingum!

Bílegging: Jens-Kjeld Jensen  Tel. 327064 send t-post  

Hydrobates pelagicus.

Hydrobates pelagicus.
Hydrobates pelagicus.
Nýggjurð, Nólsoy.
Myndir: Bjarni Mikkelsen
Nýggjurð, Nólsoy. Photo: Uri Golman

Nýggjurð, Nólsoy. Mynd: Uri Golman

Copyright ©Jens-Kjeld Jensen
All Rights Reserved