SKRIÐDJÓR
Klikka á myndina og síggj hana í fullari stødd. Myndatekstur sæst við at peika á myndina við músini
Podarcis sicula
Podarcis sicula

Podarcis sicula Podarcis sicula Podarcis sicula Podarcis sicula

Podarcis sicula Podarcis sicula

Nógv løgið verður av óvarni innflutt til Føroyar saman við vøru, og hetta flotta fýrbeinið, sum Malan Ellingsgaard fann í einum bunti av persillu 14.11.2014, er bara eitt dømi av mongum.

Fýrbeinið hevur helst ligið samanrullað, tá persillan var klipt og pakkað í buntum niður í eina eskju og sent norðureftir. Giti, tað hevur vaknað við kaldan dreym, tá tað vaknaði í einum køldum køki í Havn.

Tá Malan fann fýrbeinið, gjørdist hon sera skøkk, men ein maður á staðnum koyrdi tað í ein posa og beint útum í ruskposan. Tá Malan so ringdi og fortaldi manninum hjá sær um fýrbeinið, kom hann beinanvegin og bjargaði tí úr ruskinum. Nú býr tað heima hjá Malan og Astvardi og verður forkelað við m.a. lekrum livandi "mjølormum".
Podarcis sicula livir í Suðureuropa.

Livandi padda Bufo bufo funnin í Miðvági
Bufo bufo
13. august 2011 fann Silvia Johansen hesa livandi padduna DK "skrubtudse" í Miðvági. Hetta er fjórðu ferð, at "skrubtudse" er funnin í Føroyum. Helst er hon slept ella rýmd úr fangilsi.

Padda Bufo bufo funnin deyð í Húsavík í Sandoy

Bufo bufo Bufo bufo

Marna Skylv Sørensen fann hesa deyðu padduna Bufo bufo í Húsavík 05.10.2010. Eg kundi gott hugsa mær at vita, hvussu hendan paddan er endað í Húsavík?

FROSKAR AFTUR KLAKTIR Í NÓLSOY Í 2009!
DK Butsnudet frø Rana temporaria finst nú sum ein villur stovnur í Nólsoy
Í 2008 sóust á fyrsta sinni smáar halatussir í einum hyli Norðri á Boða í Nólsoy.
Tann 25. marts 2009 fann eg í sama hyli fleiri túsund egg av froskaslagnum DK Butsnudet frø Rana temporaria. Eg tók 49 egg við heim í køkin hjá mær og koyrdi tey í eitt glas, og 29. mars vóru 47 halatusser í glasinum - einans 2 egg vóru ótroðin.

Hóast eg ikki helt, at froskaslagið Butsnudet frø Rana temporaria nakrantíð fór at kunna seta seg niður sum ein "villur" stovnur í føroysku náttúruni, er stovnurin Norðri á Boða eitt greitt dømi um, at hetta letur seg gera.

Í 2008 var ein froskur sæddur við Fjallavatn í Vágoy. Helst er hesin sleptur út í náttúruna av einum manni úr Sørvági, sum fekk nakrar halatussir frá Marnari á Skúr í Nólsoy.
Rana temporaria finst frá Miðeuropa heilt til Nordkap og yvir til Uralfjøllini.
Eg veit um í minsta lagið 4 DK skrubtudser Bufo bufo, sum eru komnar til Føroyar; men mær vitandi hava tær ikki vorpið enn.
Les meira um nólsoyar-froskarnar undir hesum myndunum!
1. Froskaegg.

"Froskmaðurin" Marnar á Skúr.

"Froskmađurin" Marnar á Skúr.

3. "Halatussir".
2. Fat við "halatussumí". 4. Vaksin froskur.
Froskar klaktir í Nólsoy í 2004

Fyri nøkrum árum síðani løgdu fólk til merkis, at froskar sóust runt í bygdini.

2002: Í 2002 vurpu teir, men eggini vóru ótroðin.
2003: Í 2003 vurpu teir ikki.
2004: Í byrjanini av mai 2004 vurpu teir ótrúliga mong egg, og síðan tá eru hundraðtals egg klakt bæði innandura og uttandura í føtum og baljum niðri hjá Marnari á Skúr.
Marnar á Skúr fangaði so mangar hann kundi, og koyrdi teir í eitt búr við einum djúpum hyli í í sínum urtagarði. At byrja við vóru froskarnir lítlir, men nú eru fleiri vaksnir so mikið, at teir eru um 8 cm. langir. Nakrir eru ljósir á liti, meðan aðrir eru døkkir. Hóast tað, haldi eg allar hoyra til slagið (dk.) Butsnudet frø Rana temporaria.
2005: Hóast mai mánaður var ótrúliga kaldur, legði ein froskur egg um miðjan mai 2005. Marnar á Skúr tók eggini inn, og hevur nú fleiri hundrað halatussir. Allar hesar halatussirnar blivu til honir.
Marnar hevur 3 gamlar honir, so um hann er heppin, fara hinar eisini at leggja.
Ein stórur partur av ungunum frá 2004 hava livað veturin av, og tykjast at trívast gott.
Rana temporaria finst frá Miðeuropa heilt til Nordkap og yvir til Uralfjøllini.
Copyright ©Jens-Kjeld Jensen
All Rights Reserved