MARITA OG JENS-KJELD
Klikka á myndina og síggj hana í fullari stødd. Myndatekstur sæst við at peika á myndina við músini 

Jens-Kjeld Jensen

Jens-Kjeld er maðurin við tí stóra kunnleikan til fugl – bæði livandi og deyðan, og stappar út fuglar, ið onnur finna. Hann hevur stóran áhuga í øllum, sum rørist í tí føroysku náttúruni, og hansara fjølbroytni innan gransking sæst aftur av øllum greinunum, ið liggja her á heimasíðuni undir ”Greinir”. Sjá eisini ”Ymiskar aðrar greinir”. Yvir 400 aðrar greinir hava staðið í Dimmalætting.
Jens-Kjeld į verkstašnum.
Jens-Kjeld Jensen
Jens-Kjeld á verkstaðnum

Marita stendur fyri framleiðsluni av brosjum, lyklaringum, magnetum og øllum tí, ið annars er at finna undir ”Smásøla” á heimasíðuni. Hon teknar alt sjálv, og fær íblástur úr djóralívinum og náttúruni. Harumframt hevur hon framleitt brosjur og annað fyri ymisk feløg, har hon oftast nýtir teirra búmerki sum grundarlag.
Hon hevur ein stóran lut í tí umfatandi samskiftinum, sum húskið hevur við allan heimin.
  Marita og Grace lesa Dimmu

Húskið verður vitjað av bæði barnagørðum, føroyskum og útlendskum skúlaflokkum, virkjum, ferðaliðum og øðrum gestum alla summarhálvuna. Nøkur velja at vitja ”heimsins størsta drunnhvítabøli” á nátt saman við Jens-Kjeld, og onnur velja at hoyra hann greiða frá tí, ið rørist í náttúruni.
Marita saman við Peggy og Roger Cundell úr Australiu. Parið vitjaði Føroyar fyrstu ferð í 1998 í samband við at tey høvdu meldað seg til ein drunnhvítatúr á 80 ára føðingardegnum hjá Roger. Í 2005 vitjaðu tey so aftur í Nólsoy.

Willem Barendsz Pápi Maritu, Mikkjal Gulklett, skrivaði dagbók, og her ber til at lesa sera áhugaverdu greinarøðina úr FF blaðnum "Á stórhvalaveiðu í Suðuríshavinum", sum er ein endurgeving av tí, Mikkjal skrivaði, tá hann var um borð á Willem Barendsz í 1946.
Les greinina

Marita Gulklett.

Marita og Jens-Kjeld.
   

Marita Gulklett

Marita og Jens-Kjeld
Samanumtikið er nógv lív í tí lítla gula húsinum í Nólsoy, har húskið, tær tvær Heilagu Birma ketturnar, høsnini og øll tey vitjandi trívast.
   

Copyright ©Jens-Kjeld Jensen
All Rights Reserved