ÁRSINS GONGD Í NÓLSOY
Klikka á myndina og síggj hana í fullari stødd. Myndatekstur sæst við at peika á myndina við músini
Hara / Lepus timidus

Les alt om haruveiðu í Nólsoy

HEILSAN FRÁ NÆMINGUM Í LEGO KINGDOM, SALTANGARÁ 16.09.2016

Heilsan úr Saltangará Heilsan úr Saltangará

Jens-Kjeld hevur fingið nógvar heiðursgávur og heiðursbrøv gjøgnum árini; men hetta er so nógv tann fittasta heilsanin, hann nakrantíð hevur fingið, og hana fekk hann frá einum flokki úr Saltangará, sum vitjaði hann fríggjadagin 16.09.2016.
Haldi ikki J-K veruliga fataði heiðurin, fyrr enn flokkurin var farin avstað aftur, so túsund takk til Helenu, Trygva, Tórur, Svend Davi, Jóel, Sigurð og Harry.

Her kunnu tit síggja, hvat næmingarnir í Lego Kingdom fingu burtur úr teirra Nólsoy expedition


KANNING AV FERÐAFUGLI Í NÓLSOY

Katherine Rachel Scotchburn Snell Rebecca C. Young

Katherine Rachel Scotchburn Snell & Rebecca C. Young

Katherine Rachel Scotchburn Snell er lívfrøðingur og PhD.-lesandi á Statens Naturhistoriske Museum í Keypmannahavn. Hon hevur áhuga í fysiologiini hjá ferðafugli – hvussu hann ávirkast av at flúgva millum lond, hvussu stressaður hann verður av tí o.s.f. Rebecca C. Young, somuleiðis lívfrøðingur og postdoc í UNAM, Mexico, er við í Nólsoy og hjálpir Katherine við at fanga ferðafuglarnar og at savna saman tilfar til kanningina.

NÁTAUNGAKANNINGAR Í NÓLSOY

Åse & Bjørn Herrmann
Åse & Bjørn Herrmann
Fulmar2016 Fulmar2016

Bjørn Herrmann & Patrik Ellstrøm

Fulmar2016 Fulmar2016 Fulmar2016

Nógvir útlendskir granskarar koma til Nólsoyar

Fyri 17 árum síðani var Bjørn Herrmann í Nólsoy, tá nólsoyingar tóku nátaungar. Hann vildi kanna, um nátasjúkan var viknað. Hann fór út saman við nólsoyingunum, so hann kundi taka royndirnar á staðnum.

Í august 2016 hevur Bjørn Herrmann aftur verið í Nólsoy saman við konu síni og Patrik Ellstrøm, sum eisini er mikrobiologur. Hesu ferð vilja teir kanna nátaungarnar fyri Campylibactor, fuglakrím og nátasjúku.
Tað verður spennandi at fáa at vita, hvat úrslitið verður av teirra kanningum.
Vit takka Virgar Joensen, Marnar á Skúr og Juul Margeir Jacobsen fyri at teir tímdu at hava sviarnar við á teirra bátum.

Les grein frá 2006 um nátasjúku Chlamydophila psittaci í føroyskum nátaungum


12.07.2015
Eitt nýtt ættarlið av Sibenbürgen høsnum hevur sæð dagsins ljós
Sibenbürgen

Sibenbürgen Sibenbürgen Sibenbürgen Sibenbürgen

Sibenbürgen
Okkara høsnarhús í Nólsoy

Okkara høsnarhús í Nólsoy Sibenbürgen Okkara høsnarhús í Nólsoy


POLITISK LÍKASÆLA, SO TAÐ FORSLÆR!
Lundi / Fratercula arctica grabae
Hóast lundin ikki hevur fingið nakra pisu seinastu 13 árini, er eingin politiskur meiriluti fyri at friða lundan
Lesið sera áhugaverdu greinina hjá Sjúrði Hammer og Jens-Kjeld Jensen

Gáva frá Dawid Kilon

Artist: Dawid Killon

Hesa fantastisku tekningina hava vit fingið frá pólska lívfrøðinginum Dawid Kilon, og hann hevur sjálvur teknað hana.

Vitja hansara blog á: rysunekprzyrodniczy.blogspot.com


NÓLSOYAR FORNMINNISFELAG 30 ÁR

Anna Juul Thomsen

Í ár eru liðin 30 ár, síðan Nólsoyar Fornminnisfelag varð stovnað, og øll hesi árini hevur Anna Juul Thomsen verið ein tann hollasti stuðulin. Uttan eldsálir sum Onnu, høvdu Húsini við Brunn ikki verið til longur; tí verður hon heiðrað við eini hátíðarløtu leygardagin.
Øll eru hjartaliga vælkomin!

Tekning hjá Óla P. í Sosialinum 14.03.2014

Gelding

Nólsoy varð Ramsar øki 06.07.2012 og sambært Jens-Kjeld eru ketturnar størsta hóttanin - men tað er væl at merkja aftan á menniskjað!

Ramsarfundur verður í Nólsoy 01.04.2014

Ramsar


Nólsoy er Ramsar øki
Ketta
Í nýggja føroyska ringmerkingaratlassinum verður staðfest, at ein stórur partur av ringmerktu drunnhvítunum verður dripin av kettu. Nólsoy húsar størsta bølinum av drunnhvítum í Norðuratlantshavi og er tí vorðið Ramsar øki. Av somu orsøk er grannastevnuuppskot viðvíkjandi eftirliti av kettum sent sýslumanninum, sum støða skal takast til á komandi grannastevnuni 07. mars 2014.
Vónandi verður hetta til gagns fyri bæði ketturnar og teirra eigarar, fyri ikki at tala um fuglalívið í oynni.

Les grannastevnuuppskotið

Dagføring: Grannastevnuuppskotið varð viðtikið á Grannasetevnu, hildin í Nólsoy 07.03.2014

Jólakort 2010 Nýggjársaftan 2010 / New Years Eve 2010


Trøllflogmús Pipistrellus nathusii funnin í Nólsoy 16.01.2010
16. januar 2010 fann Mikkjal Holm eina hálvdeyða trøllflogmús hangandi á vegginum úti á Matvørubúðini hjá Hervør Hansen í Nólsoy. Talan var um ein hann, sum einans vigaði 5.5g. Hetta er tann næsta trøllflogmúsin, sum nakrantíð funnin í Føroyum í januar mánaði, hin var funnin í Sumba 09.01.1992. Pipistrellus nathusii Pipistrellus nathusii
Flogmýs eru fráboðaðar í Føroyum alt árið við undantaki av apríl mánaði, so kanska skulu vit til at rokna flogmýsnar upp í flytifuglarnar og bert knýta "mús" í endanum av navninum.

Nólsoyingar skutu haru 07. november 2009
Hara / Lepus timidus

Í 2009 var árligi harudagurin tann 07. november. Vit 22 mans møttu kl. 08 við brandstøðina, sum vanligt. Veðrið var tá av tí allarbesta, men longu kl. 09.30 fullu fyrstu droparnir av himni, og hálvan tíma seinni var herviligur ælingur. Klokkan 12.30 klárnaði, og tá øtlaði hann vindin frá landnyrðingi; men hóast hesi keðiligu veðurlíkindi vórðu 50 harur skotnar í 99 skotum. Búgvi Jacobsen var besti skjútti við 7 harum í 7 skotum.

Her kanst tú lesa alt um haruveiðu í Nólsoy


Við byrsu í Nólsoy
Mikkjal og sonurin Petur saman við Ivan Holm og fonginum.
Nólsoyingar skjóta bakskurar á hvørjum ári til matna, og óvanliga nógvir vóru at síggja teir seinastu 14 dagarnar í september 2007. Tann 25. sep. skutu Ivan og Mikkjal Holm 64 bakskurar tilsamans, og tað má verða nakað av tí mesta, ið nakar hevur skotið eftir bert einum degi í Nólsoy.
Teir 64 bakskurarnir.

Summarið 2006 ferðaðist teknarin Olivier Kugler til Hetlands, Føroyar, Ísland og USA og endaði ferðina á Cuba. Meðan hann var í Føroyum, teknaði hann nakrar framúrskarandi tekningar úr millum annað Hattarvík og Nólsoy, sum hava staðið á prenti í The Guardian. Tilsamans ber til at blaða millum 32 síðir á hesi slóðini: http://www.olivierkugler.com/travel/

Minst til at trýsta F11 knøttin inn á knappaborðinum, so pílarnir niðast á telduskíggjanum til vinstru til at blaða millum ørkini við, gerast sjónligir.

Her hevur Olivier Kugler teknað Jens-Kjeld.

Nólsoyingar skutu haru 22. november 2008
Á veg heim eftir oynni. Harurnar verða taldar. Harurnar verða reinsaðar. Harurnar verða reinsaðar.
Í 2007 var árligi harudagurin tann 03 november. Veðrið var av tí allarbesta. 27 mans luttóku og tilsamans vórðu 69 harur skotnar. Í miðal vóru 3 skotin latin av fyri hvørja haru, og besti skjútti var Mikkjal Holm, sum fekk 4 harur í 4 skotum. Harurnar vigaðu 2758 g í miðal, og tann tyngsta var ein hon, sum vág 3275 g.

Her kanst tú lesa alt um haruveiðu í Nólsoy


Nólsoyingar sigu eftir nátaungum 19. august 2005

Aksal á eggini. Náta ungarnir verða hálaðir upp. Ivan á veg upp. Á veg upp aftur. Veiðan verður gjørd upp. Reidar við línuni.

NÁTATÍÐINDI ÚR NÓLSOY 

Tann 19. august 2005 sigu nólsoyingar eftir nátaungum á Grønadalsrók og Skirisvølli.
Vanligi fongurin vildi verið umleið 50 nátaungar; men í ár vórðu einans 43 ungar tiknir. Í umleið 10 øðrum reiðrum hevði ungi hevði verið í; men nú var bara nakað av dúni eftir.
Talið 43 nátaungar er ikki einki; men so er eisini alt sagt!
Av teimum 43 høvdu møguliga 6-7 verið floygdir um eina viku, og einir 5-7 møguliga um 14 dagar. Hinir vóru so lítlir óg ússaligir, at teir høvdu aldri verið floygdir!

Allarhelst eru ungarnir í teimum 10 tómu reiðrunum deyðir (av svongd?), og so hava másar og aðrir svangir fuglar etið teir.

Eg havi ikki sæð nakað líknandi seinastu 15 árini, so um støðan er tann sama kring alt landið, verður nátatíðin helst slak í ár!

Jens-Kjeld Jensen, fuglaútstappari, Nólsoy.


Sýnið úr køksvindeyganum um kl. hálvgum sjey á kvøldi

Skýming.

Sólsetur. Kvøldarlýkka. Sólsetur.


Summarið er komið

Summarið er komið...


Kavaskrýdd Nólsoy. Kavaskrýdd Nólsoy. Eystursíðan á Nólsoy. Kavaskrýdd Nólsoy. Húsini við Brunn. Stararnir samlast.

Vetrarmyndir úr Nólsoy

Copyright ©Jens-Kjeld Jensen
All Rights Reserved