VERÐUR NAKAR METTUR AV AT ETA SKINFLUGUR?

Aftur til Dimmalætting

Jens-Kjeld Jensen.

Við Jens-Kjeld Jensen - 24. juli 2008.

Ternubølið í Nólsoy 17. juli 2008
Deyð ternupisa / Død havterneunge / Dead Arctic tern pullus.
Skúgvur í ternubøli í Nólsoy / Storkjove i ternekoloni på Nólsoy / Great skua in an Arctic tern colony in Nólsoy.
Ternupisa / Havterneunge / Arctic tern pullus.
Aftur eitt stak vánaligt summar hjá fleiri av búfuglunum!

Nú hava aftur verið hópin av jaligum frásøgnum í Útvarpi og bløðunum um, hvussu støðan hjá búfuglinum fer at verða í 2008. Lítið skil hevur verið í frásøgnunum, men um tað er vegna vánalig tíðindafólk ella vánalig frásøgufólk, skal eg ikki verða tann, ið dømi um…

Enn er ov tíðliga at siga nágreiniliga, hvussu summarið fer at hilnast, men undir øllum umstøðum sær tað aftur út til at blíva eitt stak vánaligt ár.
Eg skilji væl, um fólk hava ilt við at trúgva mær, og serliga, tá ið fiskifrøðingarnir siga, at nøgdin av nebbasild er yvir miðal í ár.

Eg vil her taka fram nøkur dømi, har longu nú sæst, at illa stendur til.

Ternan:
Her í Nólsoy tyktist alt verða sum vanligt – men bert í stutta tíð!
Síðst í juni byrjaði ternubølið at vaksa - tað vil siga, at alt fleiri ternur løgdust aftrat stovninum – og tað helt fram 2 tær fyrstu vikurnar av juli. Tann 16. juli lógu fleiri hundrað pør av ternum og bøldu á eggum, sum aldri verða klakt til nakra pisu. Bert nakrar fáar pisur eru væl fyri – feitar og við at verða floygdar. 19. juli byrjaðu ternurnar at geva pisunum ymisk sløg av fiski, og 20. juli flugu í minsta lagi 100 ternur runt og fangaðu skinflugur. Skinfluga er avgjørt ikki rættur kostur til eina ternupisu!

Ritan:
Her tyktist eisini alt vera í lagi – riturnar bygdu reiður, men hildu so uppat. Bert um helmingurin varp. Tær ið vurpu, vurpu seint, so eisini har koma helst bert nakrar fáar pisur undan í summar.

Lundin:
Alt sá sera gott út at byrja við og nógvur lundi var at síggja. Sjálvsagt sást eingin ungur lundi, tí tað eru fleiri ár síðan, lundin hevði nakað gott verpingarúrslit, so eingin ungur lundi er til!
Tá so fleygatíðin byrjaði, sóust nakrir fáir sildberar, og næstu dagarnir løgdust nakrir aftrat, men ikki nógvir.
Eg havi haft høvi at kanna 108 fleygalundar úr Nólsoy og Mykinesi. Kanningarnar vístu, at eingin av lundunum hevði vorpið í summar. Hinvegin vístu kanningarnar, at 62 % af fleygalundunum vóru gamlir fuglar, sum fyrr hava vorpið. Hini 38 % av lundunum vóru allir gamlir lundar, sum ikki áður hava vorpið – hetta eru lundar, ið vóru pisur í byrjanini av í 2000.
Vanlig fleygaár verða sera fáir lundar fleygaðir, sum hava vorpið áður. Ein fleygalundi er sostatt vanliga 2-3 og 4 ára gamal.

Fyribils kanningarnar av fleygalundanum í summar bendir á, at so gott sum allir fleygalundin í ár hevur verið og verður gamal verpingarfuglur, sum ikki hevur vorpið í ár vegna døpur útlit.
Hetta at lundin ikki verpur fleiri á á rað, er ikki løgið - náttúran hevur fyrr prógvað, at hon dugir betur at skyna á um støðuna, enn vit onnur!
Nakrar lundapisur verða floygdar í ár, men tær koma so ikki at vaksa um føroyska lundastovnin!

Tí er tað so ótrúligt og ørkymlandi at hoyra fólk tosa og skriva um, hvussu gott tað sær út hjá føroyska búfuglinum!

Um man skuldi brúkt myndamál um lundan, kundi man eisini sagt tað soleiðis:
Eitt flogfar við 100 fólkum umborð dettur niður, og bert 1 persónur kemur undan við lívinum. Næsta dagin eru allir fjølmiðlarnir á gosi um, hvussu heppin hesin eini var, ið kom undan við lívinum. Somuleiðis verður haft á orði, at um man kann yvirliva nakað tílíkt, nýtist mann ikki at verða ræddur fyri at skula umborð á eitt flogfar. Ikki ein av fjølmiðlunum nevnir hini 99, ið lótu lív í vanlukkuni…

Nólsingar hava friðað lundan í 2 tey komandi árini, men tað bjargar ikki tí føroyska stovninum. Okkara fólkavaldu mugu vakna, og taka stig til at bjarga lundanum eins væl og fleiri av hinum búfuglunum. Fer aftan á ferð hevur verið heitt á politikararnar um at taka stig til tiltøk til at verja føroysku náttúrina; men tað hevur verið sum at sligið nevan í eina dýnu – einki spyrst burtur úr, sama so, hvat man ger.
Hvat skal til?

Eg vil heita á Hagastýrini og fleygamennirnar um at stytta fleygatíðina til bert at verða 2-3 vikur mitt í juli mána. Annars er stórur vandi fyri, at teir fáu lundarnir, sum hava vorpið seint og hava pisu, eisini enda í glúpinum.

At enda: Summarið 2008 verður betri enn í 2007, tá eingin ternu- lomviga- ritu ella lundapisa kom undan. Nakrar lundapisur vóru floygdar í 2004, men vit skulu leita heilt aftur til ár 2000 og 2001, fyri at finna nøkur hampulig ár hjá lundanum!


Copyright © Jens-Kjeld Jensen
All Rights Reserved