Summarið 2007 er tað versta, vit yvirhøvur vita um hjá búfuglinum. Árið 2004 var ringt, og enn verri gjørdist 2005. Í 2006 hildu vit, at nú kundi tað ikki gerast verri; men higartil tykist árið 2007 líkjast meira ella minni einum lagnuári fyri tey ymisku fuglasløgini.
Nøgdin av plantu plankton var aftur í ár sera lítil kring oyggjarnar og tískil var eingin nebbasild.
Her fari eg leysliga gjøgnum tey ymisku fuglasløgini:
Ternurnar komu til Føroyar 17. mei. Nakrar royndu at reiðrast og vurpu; men alt miseydnaðist hjá teimum - so stutt kann tað sigast.
Lundarnir komu slettis ikki upp á land í mei, eins og teir vanliga gera - bert nakrir fáir sóust liggja á sjónum nærhendis bølini. Tann 14. juni var fyrsti dagurin, eg hoyrdi lundar liggja og "tosa" í lundabølinum í Nólsoy; men longu dagin eftir, var alt prátið tagnað og lundin horvin - og lundin verpur vanliga um 20. mei. Teir allarflestu av lundunum vurpu als ikki í ár, og eg havi ikki hoyrt frá nøkrum, sum hevur sæð nakra lundapisu nú 15. august. Lundabølini eru tóm.
Her eru nøkur fleygaúrslit úr teimum størstu lundabølunum: Fugloy 3 lundar, Settorva í Viðoy 0, Trøllanes í Kalsoy 2, Nólsoy 227 (til samanbering kann eg nevna, at í 1999 vóru 13.324 lundar fleygaðir í Nólsoy) o.s.f.
Riturnar hava heldur ikki havt tað gott í ár. Ikki ein einasti ungi var floygdur. Talið av verpingarfugli er minkað niður í ein helming bara tey seinastu 15 árini, so har stendur illa til!
Hjá nátanum gongur tað bara aftur á. Í einum ávísum stað, har eg havi talt nátar í Nólsoy síðan 1995, er talið minkað við 73 %, so har stendur heldur ikki væl til.
Viðvíkjandi lóminum tykist alt verða sum vanligt - møguliga sæst ein øking í stovninum.
Lomvigin hevur so gott sum ikki vorpið í ár. Eg havi bert hoyrt um ein einasta unga í ár, og hann var sæddur saman við øðrum av foreldrafuglunum tann 6. aug. í Svínoyarfirði. Sjálvsagt má mann eisini rokna við eini niðurgongd í lomvigastovninum, tá nú árini hjá fuglunum yvirhøvur eru so ring.
Æðurnar vurpu seint í ár; men hóast alt tykist tað ikki verða nakað ringt ár hjá teimum- og tað sama kann sigast um støðuna hjá teistanum.
Teir allarflestu stara og kvørkveggjuungarnir endaðu sum likku, baka og másaføði í somu løtu, teir fóru úr reiðrinum.
Teir úthungraðu másarnir hava heldur ikki fingið nógvar ungar á veingirnar í ár.
Súlurnar, sum eta størri fisk sum makrel, seið og sild, hava aftur í ár fingið nógvar ungar. |